Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 26 — 3. mars 1983 | — Eiga vit at byggja eina skoytuhøll i Havn? Bogi Jacobsen, ar- arbeiðsmaður: — Jú tað eiga vit, men vit eiga nokk at bíða eitt sindur enn. Nú tá ið vit júst hava bygt eina stóra svimjihell, kunnu vit ikki eisini byggja eina skoytuhøll bein- anvegin. So verða út- reiðslurnar alt ov nógvar! Maria Petersen, húsmóðir: Also, hugskotið sjálvt um byggjan av einari skoytuhell er nú kanska ikki so býtt, men spurning- urin er, hvar skulu pengarnir koma frá? Vit hav jú akkurát bygt eina stóra svimjihell uppi á Hálsi, og eina stóra ítróttarhell hava vit beint við síðuna av. Tað skuldi verið nokk. Jákup Jacobsen, skúlanæmingur: — Tað hevði verið stuttligt. So hevði man kunna skoytað, tá ið man vildi, og ikki bara nekur fá døgn á vellinum i Gundadali, sum tað er nú. Eg haldi, at man skuldi byrja uppá skoytuhellina longu nú í summar. Ongantíð ov tíðliga. Sjálvandi hevði tað komið at kosta nógv, men teir pengarnir, ið brúktir hevdu verið til tað =endamålid, hevdu verið væl brúktir. Fyristeðu- kvinna 1. april er Margit Hansen, sjukrasystir sett sum fyri- stødukvinna á Hvíldar- heiminum Naina. Ansa Djurhuus hevur rekt hetta arbeiðið síðan 1964. Klandursstýrið samt tá minni menti skal rakast Nú hava vit so roynt tað sokall- aða borgarliga alternativið í tvey ár, og hvussu hava teir roynst ? Tað hava sanniliga tey veiku og lågløntu í okkara samfelag fingið at vita, og politiska alter- nativið, ið samgongan byggir á, kenna vit í arbeiðararersluni alt ov væl. Tað, teir gera, er at leggja tyngri og fleiri byrðar á tey, ið hava trupult við at klára seg. Og sleppa teimum, ið hava ovmikið, betri undan ábyrgdini til samfel- agið við avskrivingum gjøgnum eina órættvísa skattalóg. Nógv av hesum fólkum, ið sleppa at av- skriva t.d. yvirskot av fyritøkum yvir å båtar og å annan hått, sum vit sóu i blødum nú ein dagin, hesir peersónar avskriva í so stóran mun, at teir ikki hava so frætt sum hundaskatt. Og ikki at tala um, allan tann stuðul, ið landskassin letur bæði her og har. Man hesin stuðul allir verða so fyri neyðini í ollum feri ? Og hver sleppur at gjalda rokningina, jú, tey lægstlentu, tey fáa tað heila tveitt oman á seg. Nú er so kjaftbandið loyst av tí víðagitna pakkanum úti í Tinga- nesi, og ikki er tað hugaligt fyri tey minnu mentu at hoyra, hvat úr pakkanum kemur fyri Leg- tingið. Prístalið stillast aftur á 100. Avleiðingarnar: tað kemur at virka 50% seinni. Harumframt eru nú bert 28 oyru eftir av teim- um 60 oyrunum, ið vit fingu fyri hverji trý stig eftir dýrtíðarvið- gerð frá lógarbroytingini í 1975. Ingeborg Vinther, formaður Foroya Arbeiðarafelags Tá eru ikki tollhækkingarnar við í hesum. Tað vil siga, at grundar- lagið fyri dýrtíðarviðgerð av lon um er burturdottið við núverandi prístalsskipan, um borgarliga samgongan fær hetta uppskot samtykt í løgtinginum. Annars bjóða teir lenmóttakarunum eina tátu á 18 oyru til timalønt, sum endurgjald fyri avlopsstig av gamla prístalinum og mánaðar- lentum 31,50 kr. So halda teir væl til standa. Nú hava teir aftur framt eitt av sín- um sniðálopum á arbeiðarastætt- in, umframt tey álopini ið eru á veg. Annað mál, teir hava á skránni, er broyting av skatta- lógini, so at frá komandi skatta- árið kann renta av ov seint goldn- um skatti ikki meira dragast frá í sjálvuppgávuni, eins og góðskrivað renta av skatti, gold- in áðrenn gjaldsfreist, heldur ikki meira skal takast við í inn- teku-uppgerðina til skattavaldið. Tað vil siga, at ein lågløntur, sum hevur verið fyri tí óhappi at viðkomandi orsakað av vinnu- loysi eitt nú í vetur, ikki hevur klárað sínar skyldur til samfelag- ið. Í staðin fyri at sleppa undan at gjalda skatt ta tíðina, arbeiðs- loysið var, verður viðkomandi straffaður, tá viðkomandi við at gjalda skattin ikki skal kunna draga rentuna frá á sjálvuppgáv- uni. Og tey, sum royna at gjalda áðrenn tíðina, skulu eisini straff- ast. Teir hava meira enn í pakka- num. Nú eru hesir frísinnaðu menn farnir í holt við at gera tað ómeguligt hjá vanligum fólki at Pristalid skal null-stillast. Viðbótin hækkar ikki. Fólk sl ppa ikki at draga skattarentur frå og nú skulu 45% leggjast á borðið Borgarliga samgongan rekur ein asosialan politikk, sigur FA-formaðurin kunna keypa sær eitt nú vanlig húsarhaldstól, sum kosta nógvan pening. Tí nú krevja teir, at 45% av keypspeninginum skal leggjast á borðið. Tað vil siga, at vanlig arbeiðsfólk, ið koma út fyri af ein oljufýring ella komfýr- ur gongur fyri, og nýtt skal keyp- ast, skulu út við fleiri túsund kr. Men nú fáa tey ikki høvi at keypa hesi ting, uttan tey fyrst borga 45%. Hugsa vit so um ar- beiðsfólk, sum ofta í tíðarskeið- um eru arbeiðsleys vegna ráveru- trot, ella tí ómeguligt er at fáa ar- beiði, tí tað er trot á arbeiðspláss- um, og ikki hava henda pening tøkan, skulu tey so sita keld, ella uttan at kunna gera mat ? Men sovorðið hugsa garparnir í núverandi samgongu ikki um. Sektin liggur á teimum, sum eru ringast fyri í samfelagnum, tá teir hava sítt uppi á turrum, og sleppa frá teirri stødu ikki at hava nóg mikið til tað neyðturvi- liga vegna ov lítið arbeiði, ella tí lenin er so lág, at ógjerligt er at fáa endarnar til at rekka saman. Ikki eitt orð um, at á tey, ið tola at bera tyngri byrðar, skuldi leggjast meiri á — eitt nú ein eykaskattur. Her verður førdur ein so asosi- alur politikkur, at tað fer einum kalt niður eftir bakinum, tá man hugsar um hetta borgarliga al- ternativið. Og ilt er at síggja annað, enn at lagið er tað sama sum altíð hevur verið, at tey, sum ovlítið hava frammanundan, skulu bera byrð- arnar, meðan tey, ið betri eru fyri, sleppa undan Hvar eru nú sambandsmenni- nir, ið harmaðust og illa lótu, tá ið fyrrverandi landsstýri stillaði prístalið aftur á 100 í mars 1980 og broyttu tolllógina? Tá gramdu teir seg um tey, ið tað rakti meinast! Hvat hendir nú. Somu menn eru nú á odda fyri at gera sama álop á arbeiðarafjeld- ina. Seint verður henda samgonga gloymd, tí sovorðin hurluvasi hevur ongantíð verið í politisku segu Feroya, og verður neyvan aftur Og dýrt kostar tað landsins íbúgvum at hava menn at stýra landinum, ið ikki duga at stýra sær sjálvum. Tað vísir klandrið innan samgonguna. Ikki var tað hugaligt at hoyra hjá Feroya fólkið, tá fíggjarlógin var til fyrstu viðgerð á legtingið, hvussu menn innan samgonguna húðflettu hvenn annan fyri opn- ari mikrofon, men nú eru teir samdir, tá tað er at reka ein poli- tikk, ið vendir tunga endan nið- ureftir. Vit vilja øll verða við til at bera byrðarnar, men tað skal vera rættvist, og ikki sum nú, hvar órættvísi og mannamunur sita í hásæti hjá teimum, ið ráða. Vísið ábyrgd og ferið ein poli- tikk,*sum kann verða bæði fólki og landi at gagni. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður: At enda spurdu vit Eilif) Samuelsen, landsstýrismann. um tað ikki var órættvíst. at munurin á flutningi millum skúla og heim var so ójavn- ur fyri skúlanæmingar? Landsskúlafyrisitingin hevur víst á málið. og arbeitt verður fyri at finna eina meira rættv:sa loysn Av tí at Strandferðslan er landsumfatandi, hevur verið lætt at veita stuðul eftir ávís- ari skipan. men av tí at buss- ruturnar eru á privatum hondum, so er truplari at gera eina skipan. Tá bussruturnar verða al- mennar, kemur eisini slík skipan at galda fyri øll. Nú er tað soleiðis, at skúlanæmingar í skúlatíðini verða fluttir frá einum stað til annað, og har er einki at ivast í, tað skulu næm- ingarnir ikki sjálvir gjalda. Annað er, tá næmingar skulu ferðast aftur og fram millum skúla og heim. Hetta er uttanfyri skúlatíð, og hevur fyri so vítt einki við skúlan at gera Orættvist? Ju, men vit toyna at finna eina lagaligari skipan og arbeiða við mál- inum, sigur Eilif Samuelsen Málarameistari Poul Lorenzen, á Nesi hevur økt um sitt virksemi og fingid sær kunnleika innan epoxváleggingum. Samstundis hevur firmaið fingið søluna av epoxyproduktum frå Arne B. Pihl.V amdrup um hendi Epoxyproduktini verða nýtt at klæða langar innan, til álegging á íðnaðargólv. ið skulu tola nógv slit og kemikaliuavirkan. og til brýr. pallar parkerings- og garasjuoki ;