hósdagur 3. mars 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26 — 3. mars 1983
Altarveggur í eini klosturkirkju
urin seg upp: — Hvaðani
eru hesar keldur íspunnar
ella savnaðar og við-
gjørdar í USA, tí mest
sovjetfiggindasinnada lan-
dinum i heiminum, hadani
tíðindini koma rekandi i
hóskandi skornum bitum.
Kring um í heiminum eiga
amerikanarar útvarps-
steðir og aðrar >missiónir<
Tað er ferð eftir ferð
prógvað, eisini av vestur
lendskum blaðfólki, at
propagandastødirnar
Voice of America, Radio
Free Europe, Trans World
Radio, Radio Liberty,
Slavisk Mission, Jesus to
the Communist World
(Wurmbrand) og aðrar eru
fíggjaðar av stovnum í
USA, teirra millum fregn-
artænastuni CIA
Fyri meg sigur hetta alt.
C. Johnson, formaður í
»Stovninum fyri politiska
upplysing« i USA, sigur
tað so ráðandi: »I hug-
snónarliga bardaganum
ímóti kommunismuni nýt-
ast okkum ikki sannindi,
men undirgravingarvirk-
semi: í tilikum kríggi eru
allir yvirgangskroppar og
búrhundar, ið vit kunnu
fáa fatur á, hentir onkurs-
vegna«
Ein annar góður spurn-
ingur, sum sanniliga
kemur hesum evninum
við, er hesin: — Hvussu
verður farið við fólkinum í
tí landinum, har ráðandi
ríkmannastýrið hevur lagt
alla sína orku í falsanina
av umsteðum teirra trúgv-
andi í Sovjet? (Hví hesin
spurningur hevur týdn-
ing, kemur fram seinni). Í
bóklingum, sum kristnir
amerikanarar taka við sær
at býta út á ferð í Sovjet,
kanst tú lesa um, hvussu
frælst og demokratiskt
tað er hjá teimum trúgv-
andi í USA. Eisini
amerikansku propaganda-
útvarpini hálova
amerikanska demokratin-
um og royna á henda hátt
at loypa mung á sovjetsku
lurtararnar: Í hesum há-
lovaða demokratinum er
hóparbeiðsloysið >no
problem«; har verður
eingin rasumismunu
gjørdur og eingin kúga.
av tjóðskaparligum minni-
lutum; einki trælahald og
einki fátækrademi; har er
einki legregluharðræði,
eingin politisk forfylging
og einki skipað bandalóg-
loysi; har er eingin >porno-
sótt<, eingin rúsevnismis-
nýtsla, prostitutión,
»undirverå«, einki mein-
ingaeftirlit, eingin FBI-
húsarannsókn, eingin for-
fylging av vinstrahallum,
einki mutur og rotin-
skapur í landsfyrisitingini
(Lockhead og Watergate-
gølurnar høvdu einki uppá
seg).
Sovjetsku
leikarnir sýna
menniskjaalsk og senda
»pinslarvåttarnar« heim
til harrar sínar handan
hav.
Men handan hav høvdu
teir ráðandi farið ødrvisi
fram. Hvat hendi til domis
Martin Luther King, sum
friðarliga bardist fyri
javnrættindum teirra
svertu? Hann varð for-
fylgdur og skotin og fekk
eina heiðurliga gravarferð.
Hvat hendi Meredith, sum
myndug-
vanliga
mælti ímóti mannamun-
inum í USA? — Skotin
uttan rættargongd. A
rættvísisvágskál landsins
vigaðu mannarættindi
hansara eins nógv og ein
byrsukúla. Hvat hendi
blaðmanninum Donald
Bowles, sum í greinum
sínum vísti á rotinskapin
og valdsmisnýtsluna hjá
teimum ráðandi? — Hann
varð sprongdur í luftina
í egra bili sínum. Rætti-
liga >demokratiskt<, við
nýtslu av nýggjastu elek-
tronisku útgerð. Soleiðis
kundu vit hildið fram við
óteljandi dømum. I »Guds
egna landi« verda vand-
amikil eðrvísihugsandi
rætt og slætt tikin av
døgum av leigudráps-
monnum ríkmannavalds
ins! Ikki eiti á demokrati
fyri tey trúgvandi í Sovjet
at tráa eftir! Fyri at tríva
aftur í spurningin: — Hví
man amerikanska rík-
manravaldið hava lagt
alla sína orku í dálkanina
av stýrinum í eðrum landi,
har tílíkt ríkmannavald
fyri langari tíð síðan er
rent um koll? Hetta er av
alstórum týdningi at vita,
tí kann tað ikki væl hugs-
ast, a ríkmannastýrið
roynir at ímynda undir-
sáttum sínum eystur-
lendska alternativið so
ræðuligt, sum til ber, fyri
at ræða fólkið frá at fáa
tokka til hetta, og tá gera
upp við tað gamla? Hjá
mær ræður eingin ivi.
A sumri í 1976 gjørdi
umboðsmannahúsið í ame-
rikanska tinginum eina
samtykt, ið segði, at tey
trúgvandi, serstakliga
baptistar, vórðu forfylgdir
í Sovjet! Ikki í ringasta
erviti kundi eg hugsað
mær eina samtykt gjerda í
Ovastaráði Sovjetsam-
veldisins um standin hjå
sjeyndadagsadventistun-
um i statinum Massachu-
setts. Hetta hevði jú verið
ein grov uppílegging í
innanríkisviðurskiftini hjá
einum sjålvstødugum
stati. Sovjetsku evangel-
isku baptistanna vegna
svaraði leiðari teirra
Aleksej Bytjkov alt fyri
eitt við hesum orðum:
„Hatta er funnið uppá i
kaldakrígsins anda.
Eingin forfylgir okkum,
og okkum tervar onga
verju frá tykkum.
Sovjetska grundlógin
tryggjar einum og hverj-
um veruligt trúar-
frælsi...<
Gongdin
Tær stóru fíggjarligu,
politisku og áskoðanarligu
broytingarnar í Sovjet-
samveldinum, hópluttek-
an í uppbyggingini av
kommunistiska samfel-
agnum, tey mål, ið fólkið
hevur rokkið í vísund,
bygging og mentan — alt
hetta hevur borið við sær
grundleggjandi umskifti í
hugsan og gerð sovjetska
fólksins. Fólksins vrakan
av trúnni er eingin hend-
ing avmarkað til sosialist-
isku londini. Um allan
heimin eru kirkja og
átrúnaður komin í svára
kreppu. Fólkið rýmir.
Tal teirra trúgvandi í
Sovjet man vera minkað
lutfalsliga meira enn í
nekrum eðrum landi hesa
øldina. Eg spurdi einaferð
ein lærara her í Moskva:
»— Er Gud deyður ella liv-
andi í Sovjet?< >— Hann,
ið ongantíð hevur livað,
kann ikki doyggja«, svar-
aði hann mær aftur, men
skoytti uppí: >Tað er tó so,
at fyri nógv fólk hevur
Gud alla tíð verið og altíð
verður livandi«.
Latið okkum at enda líta
at nekrum kanningum,
hóast tær ikki eru nógvar
í tali:
Millum sovjetska ung-
fólkið er so eiðasert av
kristnum trúgvandi. Stór-
ur partur er farin upp í
Komsomol kommun
istiska ungdómsfelagið, ið
eins og kommunistaflokk-
urin ikki tekur ímóti
trúgvandi. Samfelagsfrød-
ingar hava gjert kann-
ingar um alt landið, ið
visa, at bert 2 ella 3% av
teimum ungu eru trúgv-
andi, av lesandi enn minni.
Í 1927 vóru enn 40% av
teimum lesandi trúgvandi;
(I. A. Galitskaja).
Meginparturin av
teimum trúgvandi eru
konufólk: 70 ella 80% av
limunum í trúarsam-
feløgunum. Hetta kemst
eisini av, at tað eru nógv
fleiri kvinnur enn menn í
landinum, lengri vit fara
upp i árini.
Evangeliska baptista-
kirkjan i Hvitarusslandi
hevur gjørt eina kanning
millum kirkjufólk sitt, ið
vísir, at býtt upp í aldurs-
bólkar (í 1973) eru av
teimum trúgvandi undir
20 ár: 0,4%; 20—30 ár:
2,4%; 30—40 ár: 16,8%;
40—50 år: 9,6%; yvir 70
Hesi tøl visa, at
tad gongur aftur å hond
hjå baptistununi har. Tad
år: 70.8“
eru tey gomlu. ið enn
halda fast um trúnna
Hetta sæst serliga sjón
liga, um kagað verður inn í
Sálarfreðiligar kann-
ingar her yviri siga, at ser-
liga undir krígnum mistu
nógv trunna; at blóðbaðið
kravdi so nógv sakleys
mannalív varð teimum
trúgvandi ovboðið. — Hví
bjargaði Harrin teimum
ikki undan ellum hesum
óndskapi?
Samanumtikið
Pravda 30. ma
1979), at Á
mett
teimum
vaksnu er tiggjundi hver
trúgvandi Á vgerandi
tyngdin liggur hjá teimum
gomlu ommunum. Menn
teirra eru ikki til, tí
lótu lív undir krignum
teir
Hegni av Heiði
Institut Russkogo Jazyka
Im. A. S. Pusjkina
Ulitsa Volgina 6
Moskva 117485
Sóknast tú
eftir arbeiði?
— Ring á Arbeiðsávísingina
Um stutta tíð fer Arbeiðs-
ávísingin, sum Tórshavn-
ar Býráð hevur sett á
stovn, at virka. Tað er
sosiala nevnd býráðsins,
sum skal umsita Arbeiðs-
ávísingina. Ein reglugerð
er gjerd, sum sosiala
nevnd hevur góðtikið, tó
at hon formliga skal leggj-
ast fyri á fyrst komandi
býráðsfundi, til góðkenn-
ingar.
Leivur Johannesen, for-
maður í sosialu nevnd bý-
ráðsins sigur við Sosialin,
at Arbeiðsávísingin skal
virka á tann hátt, at ar-
beiðstakarar og
gevarar kunnu seta seg í
samband við Arbeidsåvis-
ingina á telf. 15160, um
tervur er á arbeiði.
Tey, ið ynskja arbeiði,
skulu upplýsa Arbeiðs-
ávísingina um útbúgving
og hvat slag av arbeiði tey
vilja hava.
Arbeiðsgevarar kunnu
samstundis ringja og upp-
lýsa, hvat slag av arbeiði
teir hava at bjóða fólki,
sum sóknast eftir arbeiði
Tað er síðan uppgávan
hjá starvsfólkunum á sosi-
alu nevnd býráðsins at
skriva upp hesar upplýs-
ingar og skráseta teir, so
yvirlit er yvir hesum, tá
brúk er fyri tí.
Leivur Johannesen sig-
ur, at hann vónar at Ar-
beiðsávísingin verður nýtt
so sum ætlað, — nevniliga,
at skapa betri umsteður
millum arbeiðsgevara og
arbeiðstakara.
— Eg havi persónliga
tosa við arbeiðsgevarar,
sum siga, at teir eru áhug-
arbeiðs-
aðir fyri at nýta hetta
nýggja tiltakið, sigur
Leivur Johannesen.
Er tað eitt krav, at ar-
beiðsgevarar skulu siga
Arbeiðsávísingini frá, tá
arbeiði er leyst ?
— Nei, tað er ikki eitt
krav, men eg haldi at tað
liggur í hesi tænastu frá
býráðsins síðu, at hon
kann virka til gagns fyri
báðar partar, arbeiðs-
takara og arbeiðsgevara
Eitt nú arbeiðsgevarar
kunnu spara tíð og orku
at gera brúk av Arbeiðs
ávísingini, tí teir við hes
um kunnu spara lýsingar.
tá sekt verður eftir fólki
Arbeiðsávísingin
kanska júst ta fólkið. sum
virkið ella
hevur brúk
leiðis kann ávísingin í ger-
andisdegnum verða eitt
hent amboð. Sostatt
skuldi Arbeidsåvisingin
gjørt tað lættari fyri báðar
partar
At enda sigur Leivur Jo-
hannesen, at Arbeiðsávís
ingin verður brúkt í ellum
grannalondum okkara, og
hevur roynst væl. Ti met-
ir hann, at tað er í tokum
tíma, at ein slík fer at
virka her eisini.
Øll byrjan kann verða
trupul, og er ikki
rættulig gongd komin á
málið, men tá eitt nú
summarfritidin kemur, so
ivist eg ikki í, at eitt nú
skúlabern kunnu fáa gagn
av hesi skipan, tá tey
skulu út á arbeiðsmarkn-
aðin, at sóknast eftir ar-
beiði.
hevur
skrivstovan
fyri, og so-
enn
Dag.