hósdagur 10. mars 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Politikararnir mugu taka steðu til røktarheimsmålid:
Ein ring og dýr loysn at hava
røktarsjuklingar á sjúkrahúsi
Avgerandi neyðugt
at byggja
røktar-
heim i Sudurstreymi
Røktarheimsspurningurin i Sudurstreymoy er nær
tengdur at kjakinum vidvikjandi utbygging av føroyska
sjúkrahúsverkinum. Í dag eru nógv vanlig seingjarplåss
á okkara sjúkrahúsum upptikin av rektarsjúklingum.
Hetta er bæði ein ring og ein dýr loysn. Rektarsjúkl-
ingarnir mugu nú fáa aðrar umsteður. Her eru fleiri
meguleikar: heimabúgvandi, á ellisheimi, í vardum íbúð-
um osfr. Men hvussu so víkir og vendir, so slepst ikki
undan at byggja eitt røktarheim í Suðurstreymi, tí tað
eru mong eldri fólk, sum hava so mong brek, at
tey mugu vera á einum røktarheimi.
Tað er m.a. henda spurningin Tíðindablaðið Sosi-
alurin tosar við J. A. Serensen sjúkrahússtjóra um, í
hesum fyrra partinum um ætlaðu sjúkrahúsútbygging-
ina í Feroyum. Seinni parturin kemur leygardagin.
J. A. Serensen situr sum skrivari í Ráðleggingar-
nevndini, ið varð sett fyri nekrum árum síðani at koma
vid uppskoti um útbygging av føroyska sjúkrahúsverk-
inum fram til 1992
Tað fyrsta, sum hendi í
sjúkrahúsmálinum var, at
ein meiriluti og ein minni-
luti í Rådleggingarnevnd-
ini góvu álit frå sær 1
august 1980. Nú eru tað
so gingin tvey og eitt
hálvt ár, síðani álitini
vórðu liðug.
Rådleggingarnevndin er
ein ráðgevandi nevnd,
sum skal koma við upp-
skoti um, hvussu sjúkra-
húsverkið skal síggja út í
framtíðini.
Tað eru so landsstýrið
og legtingð, sum skulu av-
gera, hvussu hesin útvikl-
ingur skal vera næstu
árini.
Fylgja við gongdini
í Danmark
Ætlanin er at fylgja við
gongdini í Danmark, tí
Danmark kemur jú inn í
myndina hvat viðvíkur
feroyska sjúkrahúsverk-
inum bæði viðvíkjandi
bygging og rakstri. Higar-
til hevur ríkið í samband
við bygging latið eina
helvt í studningi og eina
helvt í statsláni.
Viðvíkjandi rakstrinum
av sjúkrahúsverkinum
hevur staturin goldið til
viðgerð av likamligum
sjúkum — síðani vit fingu
sjúkrahúslógina í 1977 —
50% av nettorakstrarút-
reiðslunum t.v.s. rakstrar-
útreiðslurnar minus
inntekurnar hjá sjúkra-
húsinum te. fyrst og
fremst húsaleiga.
Til psykiatrisku deild-
ina hevur staturin veitt
ein blokkstudning, sum er
grundaður á rakstrarút-
reiðslurnar í 1976. Tvs. at
ríkið í prinsippinum rindar
100% av rakstrarútreiðsl-
unum á psykiatrisku
deild. Í praksis hevur tað
víst seg, at lenar- og prís-
hækkingar hava verið
sterri enn hækkingarnar í
blokkstudninginum
Enn eingin broyting
í studningsskipanini
Tað er í letuni eingin
ætlan um at broyta studn-
ingsskipanina. Tað sat
annars ein nevnd fyri
nekrum árum síðani. Hon
skuldi koma við einum
uppskoti um broytingar í
studningsskipanini ser-
stakliga viðvíkjandi
blokkstudningi. Hett
arbeiði er so ikki komið
víðari. Men her var. so
ætlanin — á teimum stóru
økjunum t.d. Heilsuverk-
inum — at broyta studn-
ingsskipanina soleidis, at
tað blivu 25% sum van-
ligur studningur roknad
ut frá rakstrarútreiðsl-
unum, meðan 25% skuldu
virka sum ein blokkstudn-
ingur. Hetta hevði so fert
við sær, at vit sjálvi
skuldu til at gjalda meira,
um vit ætla okkum til at
víðka um virksemi hjá
sjúkrahúsverkinum. Men
fyribils er so eingin broyt-
ing hend á hesum økinum.
Viðvíkjandi ætlanini at
fylgja danska mynstrin-
um við ráðlegging, so
skulu bæði danir og feroy-
ingar 4. hvert ár endur-
skoða sjúkrahúsverkið.
Tvs. í Danmark í næsta ár.
Nr. 29 — 10. mars 1983
Rektardeildin eigur at niðurleggjast. Nýtt rektarheim má byggjast í Suðurstreymoy
/t
/}
J. A. Sørensen,
sjúkrahússtjóri
Hetta er so tengt at tí, at
myndugleikar í Danmark
hava jú eisini eitt orð at
siga, tí peningurin kemur
jú higani til feroyska
sjúkrahúsverkið.
Landsstýrið og leg-
tingi mugu taka
steðu
J. A. Serensen, sjúkrahús-
stjóri, sum er skrivari í
Ráðleggingarnevndini sig-
ur, at nevndin hevur havt
fleiri fundir síðani álitini
komu frá einum minni- og
einum meiriluta, men
hevur ikkki kunnað gjert
nakað, tí henni tervar eina
stødutakan frá landsstýri
og legtingi. Hesi steðu-
takan hevur nevndin so
bíðað eftir í meira enn
tvey ár.
Tey uppskot, sum Ráð-
leggingarnevndin hevur
gjert siga so nakað um út-
byggingina av sjúkrahús-
verkinum fram til 1992.
Landsstýrið hevur síðani
sent álitini til ummælis
hjá landslæknanum, sum
síðani eisini er komin við
einum ummæli. Hetta var
í byrjanini av 1981. Síðani
eru hesi álit send Heilsu-
stýrinum í Danmark fyri
at fáa viðmerkingar hið-
ani. Hetta er neyðugt, tí
vit vita at skulu vit gera
broytingar í Feroyum og
skulu vit sekja um pengar
at byggja út fyri, so skulu
umsóknirnar igjøgnum
Heilsustýrið.
Heilsustýrið kom so við
einum svari í februar
1982. Hesi fýra nevndu
álitini og ummæli eru so
grundarlagið undir tí
umreðu sum nú skal byrja
á Feroya Legtingi.
J. A. Serensen leggur
dent á, at stýrini fyri
sjúkrahúsini kunnu einki
gera fyrr enn steðan hjá
landsstýrinum og legting-
inum er greið.
Øll trý sjúkrahúsini
Ætlanin er at byggja út
og endurnýggja á ellum
trimum sjúkrahúsunum,
og tí er sera umráðandi at
fáa politikaranar at taka
steðu til, hvussu henda út-
bygging skal fara fram í
framtíðini.
— Hverji mál eru at
taka steðu til í hesi út-
byggingarætlan?
— Eitt mál er, hvar ser-
deildirnar skulu vera. Í
hesum sambandi er tað so
eisini ein steðutakan til
útbygging, starvsfólka-
Orð og myndir: Jan Miiller
normering og innkeyp av
tólum. Tað ber ikki bert til
at taka steðu til, at nú
skulu vit byggja út har og
har. Aftrat hesum fylgir
nógv annað so sum høli,
tól og starvsfólk. Hetta
merkir bæði ílegur og
rakstrarútreiðslur
— Hvat er so skotið upp
at gera á teimum ymsu
sjúkrahúsunum?
— Í Suðri er endur-
nýggjan av verandi
sjúkrahúsi og ein minni
uppíbygging, í Klaksvík 2.
og 3. byggistig, sum fevna
um endurnýggjan av ver-
andi sjúkrahúsi og uppi-
bygging. Síðani liggur
eisini eitt uppskot um at
byggja Landssjúkrahúsið
ut.
— Hvat skal gerast har?
— Her verdur hugsad
um barnadeild, rannsókn-
arstovu og langtíðarvið-
gerð (langtidsmedisin).
Men tað er so ikki tikin
steða til, um vit skulu
hava langtíðarviðgerð.
Vit vita jú at ein stórur
spurningur í dag eru rekt-
arsjuklingarnir. Verður
ein slík deild við langtíðar-
viðgerð bygd, so kunnu
vit lætt fáa trupulleikar.
Tað eru fólk á sjúkrahús-
inum, sum kunnu útskriv-
ast, men sum pláss ikki er
fyri aðrastaðni — á ellis-
heimum, rektarheimum
ella heima.
Rektardeildin
niðurleggjast
— heim byggjast
— Metir tú, at rektardeild-
in á landssjúkrahúsinum
skal niðurleggjast?
— Eftir mínum tykki ja
Kunnu vit fáa íbúgvarnar
her út og inn á annað
pláss, har viðurskiftini eru
meira hóskandi, so hava
vit ikki terv á hesum
bygninginum. Har er so
spurningurin, um vit
skulu hava langtíðarvið-
gerð ístaðin. Tað hevur
Ráðleggingarnevndin ikki
rættiliga tikið steðu til.
Men í álitinum stendur, at
støda má takast til lang-
tidarvidgerå, tå meiri fyri-
liggur um bygging av
ellis- og røktarheimi.
— Eftir minum tykki er
eingin grund til at hava ov
nógv seingjarpláss á
sjúkrahúsunum. Serliga
um vit brúka hesi seingj-
arpláss til tað tey ikki eru
ætlað til. Í Klaksvík vita
vit eru helvtin av seingjar-
plássunum upptikin av
rektarsjúklingum, á medi-
sinsku deild á Lands-
sjúkrahúsinum tv.s.
íroknað rektardeildina eru
40% rektarsjúklingar, á
psykiatrisku deild er
umleið helvtin av seingjar-
plássunum upptikin av
røktarsjuklingum. Men
her hevur so landsstýrið
tikið ta steðu, at eitt
psykiatriskt rektarheim
skal vera á psykiatrisku
deildini.
Hetta mugu vit so
rokna við nekur ár út í
framtíðina, tí ellis- og
røktarheimini eru íkki
ætlað psykiatriskum sjúk-
lingum, serstakliga ikki
teimum tyngru.
Hugsa vit so um tað