Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 1983síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# Nr. 29 — 10. mars 1983 | Neyðugt at finna nýggj oljuøki skulu vit nøkta orkutervin ár 2000 Bert í 1980-árunum verður neyðugt hjá oljuídnaðinum at gera nýggjar ílogur fyri umleið 25 billiónir krónur Hóast oljan fer at fáa minni og minni týdning jú meira vit nærkast ár 2000 og fara víðari inn í 21. eld, so siga serfrød- ingar í dag, at oljan fer at vera mest týð- andi orkukeldan í heiminum, tá vit fara 4 inn í nýggju eldina. Ein orkukelda, sum fer at fáa sterri og sterri týdning er kolið. Vit endurgeva her nakað av tí, sum seinasta nummarið av Essoblaðnum »Synspunkt«, viðger. „Tað er torført at spáa — serliga um framtidina« segði Storm P. og eingin er meira samdur við honum í tí enn tey stóru oljufelegini, sum hesi sein- astu árini hava eygleitt einq skilagóða tilrætta- legging, ið stavar frá emira ella minni óvænt- aðum hendingum. Tí eru oljufólk eisini meira nágreinilig, enn van- ligt er, við at vísa á óviss- uni, tá tey verða spurd um, hvussu orkusteðan í heiminum fer at vera um so og so nógv ár. Tað er rætt og slætt so nógv ymisk viðurskifti, ið taka seg upp, at tað er ógjerligt at gera sær eina haldgóða mynd av útviklinginum. Men tá tað er sagt, so stendur tó greitt, at allar verksmiðjur mugu royna at laga seg eftir teimum vroyttu viðurskiftunum, og hetta krevur so aftur, at ein ger sínar metingar um framtíðina. Sam- stundis er neyðugt at varðveita ein fleksibilitet, soleðis at ein alla tíðina kann laga seg til nýggjar broytingar í framtíðar gongdini. Oljan minni týdning Hjá heimsins stersta olju- framleiðara »Exxon« halda teir i dag, at oljan so vid og vid fer at hava minni tydning, men fer framvegis um år 2000 at verða mest týðandi orku- keldan í heiminum. Kolið fer at verða brúkt í sterri mun og fer næstan at fáa størri tydning enn oljan, meðan gassið fer at nøkta sama part av samladu nytsluni sum i dag. Aðrar orkukeldur so sum sólarorka og vind- tíðindablaðið — eitt alternativ til olju? sterri væl orka fáa neyvan týdning fyrr enn aftaná ár 2000. Hesar metingarnar byggja á, at tað er ein ár- ligur vekstur í heimsbú- skapinum uppá 3%, sum so aftur fer at hava við sær ein vekstur í orku- nýtsluni uppá gott og væl 2%. Exxon heldur, at oljan ár 2000 fer at fevna um minni enn ein triðing av samlaðu orkunýtsluni í heiminum. Í dag fevnir oljan um næstan helvtina av samlaðu orkunýtsluni í heiminum. Kol, harafturímóti, fer at fáa stødugt størri tydn- ing og oljan fer at fåa harða kapping frå kol- inum. Kol fer møguliga at fevna um 30% av samlaðu orkunytsluni, tå vit nærk- ast år 2000. Gera vit tad stman Á hauhatninum no harinalln» í ne upp í negd so merkir tað nærum eina tvífaldan í mun til í dag. Kolaríki- demið er ógvuliga stórt, og tað er einki til hindurs fyri at hegga hetta kolið — hverki teknologiskt ella búskaparliga sæð. Tað ein- asta, sum kanns teðga vekstrinum í kolanýtsl- uni, eru umhvervisgpurn- ingar í samband við fram- leiðslu og nýtslu av kol- inum. Gassið Natúrgassið fer helst at liggja á sama steði sum nú tvs. fevna um 20% av samlaðu orkunýtsluni. Veksturin í gassnýtsluni fer serliga at vera í USA og Vestureuropa. Um ár 2000 fer Vestureuropa tó at verða tvungið til at inn- flyta 40% av tí natúrgassi, sum tervur er á til ta tíð. OSS Er Teir nærkast Føroyum Negdirnar av natúr- gassi tykjast at vera ómetaliga stórar, men tær liggja fyri stóran part rættiliga langt burturi frá brúkarunum. Hetta merk- ir, at tað skulu brúkast nógvir pengar fyri at byggja upp tað kostnaðar- mikla flutningstólið, sum skal flyta gassið til sjálv- an brúkaran. Kjarnorkan fer helst eisini at fáa sterri og sterri týdning, men hesin vekst- urin verður fyri ein part steðgaður av teirri mót- steðu, sum er ímóti bygg- ing av nýggjum kjarn- orkureaktorum og somu- leiðis av tí tungu fíggjar- ligu byrðu, tað er at byggja slík kjarnorku- verk. Tað er tí nógv, sum bendir á, at kjarnorkan um ár 2000 bert fer at fevna um umleið 9% av samlaðu orkunýtsluni í heiminum. Olja og gass úr koli Tann sonevnda »syntet- iska« oljan og gassið, sum kann vinnast burtur úr koli fer at fáa sterri og sterri týdning næstu 20 árini, hóast núverandi steðan við fallandi olju- prísum ger hetta arbeiði fíggjarliga meira ótrygt. Hvat viðvíkur donskum viðurskiftum so skrivar »Synspunkt«, at met- ingarnar siga, at natúr- gass fer at nekta um 10% av samlaðu orkunýtsluni um ár 2000. Oljan fer at vera 40% ímóti 65% í dag. Kol fer at fevna um 32% og kjarnorka á elverk- unum fer at nekta um 12% av orkunýtsluni. Fær Danmark tó ikki kjarn- orku verður emtt, at hesi 12% ístaðin fara at koma frá koli. Tey restandi 6% stava so frá ruskbrenning og alternativum orkukeld- um. Hetta eru so metingar, ið lætt kunnu broytast tá tað henda broytingar í heimsbúskapinum. Oljunýtsla hevur síðani 1979 víst seg at minka munandi. I ídnaðarlond- unum er hon fallin við 15%. Oljuframleiðslan hjá OPEC-londunum, sum var omanfyri 30 milliónir tunnur um dagin í 1979 varð i-fjør minkað niður í 20 milliónir tunnur um dagin. Samtíðis er prís- urin fallin og tað hevur til nú ikki verið talan um stórar príslækkingar. Hetta hava fleiri lond tó ikki merkt, tí virðið á doll- aranum er ekt samsvar- andi. Javnir og fallandi prísir eru góð tekin í stríðnum ímóti inflatiónini og fyri brúkarnar. Hetta kann fara at merkja, at vestur- heimurin fer at koma skjótari úr teirri búskap- arligu kreppu, sum oljan hevur verið atvoldin til. 60% vekstur ár 2000 Men fallandi oljuprísir hava so aftur síni óhepnu árin, eitt nú tað at arbeiði fyri at finna fram til nýggjar orkukeldur er steðgað upp. Exxon roknar við, at samlaða orkunýtslan í heiminum fer at vaksa við 2% um árið. Tað er tó bert helvtin av tí, sum nýtslan vaks um árið fyrr. Men hetta merkir tó, at saml- aða orkunýtslan í heim- inum fer at verða ekt við umleið 60% í mun til í dag, tá vit koma til ár 2000 Meguliga kunnu vit fáa tveir triðingar av tí olju vit skulu brúka í ár 2000 til vega frá oljugoymslum, sum vit vita um í dag. Men tann seinasti triðing- urin er tengdur at tí, um vit finna fleiri nýggjar oljugoymslur i undir- grundini. Júst her liggur ein stør avbjóðing, sum krevur nógvar pengar Tann amerikanski bankin „Chase Manhattan Bank« hevur roknað út, at olju- ídnaðurin bert í 80- árunum skal gera í nýggjar ílegur fyri umleið 3000 milliardir dollars ella 25 billiónir kr., skrivar blaðið hjá Esso, syns- punkt. jan