hósdagur 10. mars 1983síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 29 — 10. mars 1983
avnaðarflokkurin biður log-
tingið um at útskriva nýval
urin í tali at
Viðmerkingar Javnaðar-
floksins til uppskot eru
hesar:
Ad. 1. Tað kemur alsamt
re og greidari undan
kavi, at tær avtalur, sum
sitandi landsstyri hevur
samrådast um vid onnur
lond, ikki bert hava borið
minkandi veiðumeguleik-
ar og kvotur í sær, men
eisini goyma so mong lýti
og avmarkingar, sum so
hvert hesi verða avdúkað,
minka munandi um megu-
leikar okkara at troyta tey
virði, sum skuldu ligið í
sáttmálunum.
Demi um sjálvbodnar
avmarkingar, vit onga
skyldu hevdu at sam-
tykkja, eru: Laksaveiðan
innan egið 200 fjórðinga-
mark, rækjuveiðan við
Svalbard, lodnuveiðan við
Eysturgrenland, fyriskip-
anin av botnfiskaveiðuni
við Ísland, meskavídd-
irnar við Feroyar og
annað.
Stóra talið av slíkum
óneyðugum og skeivum
avgerðum — sum hver
sjálvum sær í eðrum landi
hevdu borið stjórnarskifti
ella val við sær — er meira
en haldgóð grundgeving
fyri at útskriva nýval við
stytstu tíðarfrest.
Tað er fleiri ferðir ávíst,
at landsstýrið ikki hevur
gjørt sær neyðugan ómak
í samráðingum sínum og
hevur latið seg trýsta
óneyðuga langt í avmark-
ingum av feroyskum
meguleikum og víðkaðum
ræsarúmi til útlendingar
— eisini á føroyskum eki.
Hastverk landsstýrisins
— sum sjálvdan loyvdi
neyðuga talið av samráð-
ingarumferum til mýkjan
av samráðingarsteðuni —
hevur nú eisini vísi seg at
goyma fyrr ókendum
eykaavmarkingum, og
hevur eisini borið í sær, at
landsstýrið beinleiðis
hevur latið seg lumpa, tí
tað ikki kannaði legala
grundarlagið nog gjølla.
Prátið um laksaveiðu
foroyinga á opnum havi
og forhondsavtalan við
EF forðaði okkum at veiða
tey 1100—1200 tonsini
árliga, sum samtykt
okkara av laksakonventi-
ónini helst hevði noytt
aðrar at góðtikið sum okk-
ara kvotu.
Laksakonventiónin varð
mest funnin uppá fyri at
fáa feroyingar við, so vit
kundu lagt prísin á tá,
men í staðin seldu vit EF
ein sjálvbodnan niður-
skurð upp á 600 tons
uttan at fáa eitt oyra í
endurgjaldi. Hesi 1800
toskavirðistonsini hevur
EF ongantíð goldið og ter
væntandi heldur ikki at
gjalda.
EF-sáttmálin gevur
okkum so nógv túsund .
tons av pappírsfiski, at vit
ongantíð veiða ein brots-
part av teim, tí flotin er
ikki til longur. Í atgerðar-
loysi sínum hevur larids-
stýrið flutt hann heim á
grunnarnar og við høpis-
leysa innflutningsbanni
sínum latið hvert skipið
bera eina uttanlandsskuld
eyka upp á 4—5 mió. kr.
við sær til spekulatións-
vinningar uttan virdis-
skapan liggur aftanfyri.
Fyri hetta — sum er
fíggjarligt tap — rinda vit
ein prís afturat, sum loyv-
ir útlendingum víðari
ræsur á føroyskum eki
enn føroyingum sjálvum.
Talan er um smærri
meskavíddir, snerdar
posar oa. samstundis
sum markini á friðaðum
ekjum eru trýst nærri
landi.
Avmarkingin við skipa-
talinum til 5 i rækjuveiðu
1. Ásannandi, at samráðingar landsstýrisins við tær tjóðir, foroyingar samvinna
við á fiskivinnuøkinum, hava borið alt ov stutt, og í mongum føri hava álagt
foroyskum veiðumonnum órímiligar treytir, og ásannandi, at sitandi landsstýri
sum umsitingarmyndugleiki ikki megnar at greiða uppgávu sína, men eisini í
| ósketnari handfaring av sáttmálunum letur størvirdi fara fyri skeyti, samtykkir
logtingið at útskriva nýval, skjótast til ber.
2. Logtingið samtykkir missálit sítt á umsiting landsstýrisins á teim økjum, har
landsstýrið ikki tekur avgerðir, tí áliggur skylda til at avgreida, so sum í renovati-
ónsmálinum, málinum viðvíkjandi studentaskúla í Eysturoynni og oðrum.
3. Løgtingid samtykkir missálit sítt á evnir landsstýrisins at åvirka eina neyð-
uga, skjóta og nøktandi vinnulívsútbygging, sum kann útvega neyduga vøkst
arbeiðsplássum her á landi.
x
við Svalbard er so burtur-
við og óneyðug, at
mistakið illa betist aftur.
Her var eina ferð
»møguleikin« fyri vøkstri í
føroyskari fjarfiskiveiðu.
Her hevdu vit alheims-
sjógvin — ella sjógv teirra
40 signatarlanda — sum
kundi givið okkum hund-
raðtals milliónir, kundi
loyvt okkum at tikið
rækjutrolarar heim aftur
úr Grenlandi og Kanada,
kundi nekta feroyskan
íleguhug, so flotin varð út-
bygdur av nýggjum.
Alt hetta fór fyri skeyti,
ti landsstýrið — (sam-
gongan) ikki hevði hug-
flog — fantasi — til at
hugsa sær, at »vit nakran-
tíð aftur fóru at byggja
nýggj skip til slíka veiðu-.
Eitt stýri, sum vid
gongur, at tað ikki kann
fyrigykla sær, at nýggir
meguleikar finnast. og
ikki kann hugsa sær,
hvussu slíkir skulu troyt-
as, ella at vit útbyggja til
teirra, hevur demt og av-
sagt seg sjálvt. Tí átti ikki
at verið neyðugt at skotið
upp fyri tinginum, at vit
útskriva nýval. Hetta átti
landsstýrið sjålvt at gjørt.
Seinasta progvid um
evnaloysi landsstýrisins
er skeiva umsitingin av is-
landsveiduni. Nu frættist,
at 5—600 tons av håver-
dugum botnfiski eru mist.
Hesi hevdu eitt avreið-
ingarvirði upp á 2,75 mió.
arbeiðslenar- og skiftis-
avlopið varð 1,5 mió. og
útflutningsekingin 5 mió.
kr. Men fryktandi er fyri,
at tað ikki eru 500 tons,
men 1100 tons, sum mist
eru, og at missurin sostatt
er dupult so stórur.
Leggja vit so milliónahall
trolaranna av at sigla túr
um túr í heyst av Hal-
anum við 60—70 tonsum,
er niðurlag okkara full-
Landsstýrið letur stórvirði fara fyri skeyti og
| klárar ikki at útvega nóg nógv nýggj arbeidsplåss
4. Logtingið ásannar, harafturat, at búskaparliga gongdin seinastu tvey árini við
vaksandi gjaldsjavnahalli, risavøkstri í låntøkuni uttanlands og versnandi gjalds-
fori løntakaranna av reallonarlækkingum so greitt er í andsvari við tað, samgong-
an segði seg vilja rokka at politikkur hennara má metast ikki bert nyttuleysur,
men eisini skaðiligur, tí hann rekur okkum inn í eina alsamt vaksandi kreppu-
stødu við uttanlandsskuld upp á 2,7 mia. kr. við árslok 1983, har bert fá arbeiðs-
pláss eru skapt fyri vøksturin upp á 1,7 mia. kr. síðan árslok 1980.
5. Løgtingid åleggur flokksformonnunum beinan vegin —
og áðrenn samtykt av
1. við aðru viðger — at gera avtalu um neyðturviliga loggåvu, id rokkur nakað inn
í komandi valskeið viðvíkjandi fyribils figgjarlogtingslóg og ødrum, herundir
samtykt av lækkan av valrættaraldrinum til 18 ár
komið.
Hesi viðurskifti. sýna
týðiliga, at vinna okkara
hevur ikki ráð til at lata
hetta landsstýrið sita ein
dag longri enn neyðugt.
Ad. 2. Hóast klandur og
steðuloysi hevur førðað
sitandi samgongu at taka
skilagóðar og neyðugar
avgerðir í samfelags- og
vinnulívsútbyggingarmál-
um — ja í so stóran mun,
at bæði Dimmalætting og
Dagblaðið hava skýrt
tvey ára politikkin >Visni-
politikk«, so hevði
føroyski borgarin rætt til
at vænta, at vanligar um-
sitingarligar avgerðir fór
landsstýrið at kunna taka,
men so hevur ikki verið.
Tað er eingin loyna, at
umsóknir um vinnulívsút-
byggingar, umsóknir
frá borgarum, felegum og
kommunum hava hópað
seg upp á skrivaraborðum
landstýrismanna, og at
menn so við og við hava
mist mótið um at fáa mál
síni viðgjerd.
Men tá landsstýrið nú
— tí tað ikki vil, megnar
ella torir at fremja úr-
skurð í málum, tað sum
kærumyndugleiki ella
vanligur umsitingarmynd-
ugleiki hevur skyldu til at
avgera, men í staðin ætlar
at taka legtingið sum
gísla fyri evnaloysi sítt, so
eru vit komin so langt
burtur frá, at hava eitt
ábyrgdarstýri, at hetta
má betast sum skjótast.
Eitt landsstýri skal taka
tær avgerðir, tað hevur
skyldu til, ynskir løg-
tingið tær broyttar, kann
tað lóggeva á ekinum,
men tað hoyrir ikki heima,
at landsstýrið biður log-
tingið umsita sína vegna,
tað er landsstýrið, sum
umsitur løgtingsins
vegna. Er tað ikki ført fyri
hesum, leggur tað frá sær.
Ad. 3. Leitandi fjáltur-
kenda og tíðarkrevjandi
toganin um útbyggingar-
mál og um stýring av
vinnulívi = okkara, sum
samgongan hevur fingist
við í tvey ár, hevur m.a.
tarnað útbyggingini av
svartkjaftaveiðu- og við-
gerð óneyðuga leingi,
somuleiðis troytanini av
dýpunum.
Siglingarmeguleikarnar
hevur samgongan seinkað
óneyðugt í tvey ár, alt
meðan tann útbygging,
sum kortini fer fram,
leggur óneyðugar byrðar á
skattaborgaran.
Hetta er ein sannroynd,
borgarin kennir seg hava
ídag, og tað er tó rímuligt,
at hann fær hevi til at
siga hugsan sína og ger
hann frægast hetta við
valborðið.
Ad. 4. Tað stendur longu
greitt, at politikkur sam-
gongunnar, tær avgerðir,
tiknar eru, tey veðhald
bundið er at, og tey gjald-
javnahail, verið hava, og
hallið vit í 1983 merkja, at
vit fáa eina uttanlands-
skuld við árslok 1983 upp
á 2,7—3 mia. kr.
Hetta hendir, hóast
stýrið hevur skert for-
brúksmeguleikar vanliga
løntakarans meira enn
nakað stýrið fyrr hevur
gjert. Toll- og avgjalds-
skrúvan er snarað so hart
sum ongantíð fyrr, og
ongantíð er tikið so nógv
inn í kassan sum nú. Kort-
ini eru forbrúks-
meguleikar teirra, sum
samfelagsorkan verður
flutt til, sterri enn
nakrantíð.
M.a. tí veksur gjalds-
javnahallið stoðugt.
Ein 5% vekstur í út-
flutningsvirði er ikki nær
til nóg mikið at uppvega
innfluttningsveksturin, og
má hetta merkja, at tað er
skeivur politikkur, rikin
veråur.
Hesin må broytast
ongantíð ov skjótt, skulu
ikki komandi ættarlið
verða so skerd í megu-
leikum sínum, at tey fáa
ikki livað her á landi.
Ad. 5. Tað er neyðugt, at
ein fíggjarlóg, sum rekkur
nakað inn í fíggjárárið við
heimild til neyðugu
nýtslu, er samtykt, áðren
tingiå upploysir seg
sjálvt.
Eitt nýtt landsstýri
kann so leggja endur-
skoðað uppskot fyri
tingið, tá tað hevur mett
um steðuna.
Helst verður eisini
neyðugt at fremja aðrar
átrokandi fyribilslóg-
gávur, sum ma. viðvíkja
samskifti okkara við út-
heimin.
Valrættaraldurin er
semja um at lækka, og
skal hann samtykkjast av
tveimum ymsum legting-
um.
Hetta mugu flokksfor-
menninir avtala soleiðis,
at tingsetan gerst so stutt
sum gjerligt. Helst bert í
1—2 vikur afturat.
Harumframt hevði verið
skilagott at flokksleið-
ararnir = og legtingið
gjørdu greitt, at ein av
orsøkunum til, at val
verður er, at endursamráð-
ing má roynast av nýggj-
um landsstýri, fyri at beta
um verstu brekini í
ymsum veiðusáttmálum.
A Feroya
mars 1983.
Vilhelm Johannesen, Tór-
álvur Mohr Olsen, Jergen
Thomsen, Jóannes Dals-
gaard, Hilmar Bech, Jona
Henriksen. Atli P. Dam.
Løgtingi, 8.