Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 1983síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I eee Nr. 31 — 15. mars 1983 Um byttisliga skriving um uttanrikismål Her nakrar viðmerkingar til grein hjá Paula Ellef- sen, legmanni í Dimma- lætting 8. mars. Pauli Ellefsen roynir í hesi grein at bagatelisera og burturforklára alt tað, sum er komið fram m.a. í Sosialinum viðvíkjandi fiskiveiðisáttmálanum mil- lum Noreg og Feroyar. Hann sigur m.a. at talan er um ein ungan blaðmann (hann meinar nokk óroyndan), sum ikki hevur sett seg inn í málið við- víkjandi rækjunum við Svalbard og eiheldur dugur at skilja tydningar- mikið frå ti, sum ongan tydning hevur. Hann biður at enda blaðmenn lata vera við at skriva so nógv býtt um uttanríkis- mál. Eg kann bert stutt siga, at eg havi fingist við blað- útbúgving og blaðmanna- arbeiði seinastu 10 árini og havi hesa tíð roynt at skrivað sakliga, lítið polemiserandi og partapolitiskt óheft. Sjálvsagt eftir førimuni. Meti tað hava stóran týdning, at almenningurin fær so nógvar upplýsingar um flest ell mál, sum til ber, eisini um fiskiveiði- sáttmálar millum Feroya og onnur lond. Fyri tað at okkara legmaður hevur gjørt eina avtalu við norð- menn eftir bert tveimum døgum, er tað ikki vist, at henda avtala tænir fjeld- ini av Feroya fólki best. Tá talan er um fram- tíðarmeguleikar hjá okkara fiskimonnum haldi eg tað hevur alstóran týdning at fylgja við m.a. í tí politiska spæli, ið fer fram aftan tjald. Lat meg beinanvegin siga, at tað eri ikki eg ella Sosialurin, sum hava »upptunnid«, at seinasti sáttmálin millum Feroyar og Noreg er eitt prógv um politiskt óhegni og ódugnaskap. Tað hava rækjuveiðumenn víst á, síðani legmaður skrivaði undir sáttmálan í Keyp- mannahavn 22. desember i fjør. Men blaðið helt so hetta mál hava so stóran almennum áhuga, at vit byrjaðu at »bora« í ti. Og mangt áhugavert er komið fram — hóast Pauli Ellefsen nevnir tað býtt og uttan veruligan týdn- ing. Tað verða so hansara orð. Veruleikan kann hann so ikki reingja, og ein part av hesum veruleika finna vit í teimum mongu spalt- unum, sum legmaður spottandi sigur hava staðið í Sosialinum um hetta mál. So harra løgmadur og háttvirdi samráðingarleið- ari, talan er ikki um ungar og býttar blaðmenn, men harafturímóti um sjálv- Se MN, segd rættindi hjá fer- oyskum fiskimonnum og leiklut politiska leiðara Feroya í hesum sambandi. Tað er útfrá hesum vit skulu tosa og meta um, hvat nú er rætt og ikki. Nú tá legmaður dittar sær at svara hesi skriving og brúkar besta pláss í Dimmalætting til enda- málið, so man hetta helst vera ti, at legmaður veit, hvussu álvarsligt hetta mál er. Og tí er tað eisini gott, athann nú er við at halda lív í hesum kjaki. Bert tá kunnu vit fáa fram sannindi og ósannindi, veruleikar og skeivleikar. Tá kunnu fólk so sjálvi meta um, hvat nú er rætt og hvat er skeivt í hesum Tað er eisini greitt, at hesin spurningurin hevur ikki bert tíðindaligan týdning, men eisini sam- felagsligan júst nú, tí sátt- málin millum Noreg og Feroyar er enn ikki sam- tyktur í legtinginum. Hann er bert undirskriv- aður av løgmanni og fyri- bils góðkendur í markn- aðarnevndini. Haraftrat kemur, at norðmenn — við at ekja um sítt virksemi — hava brotið fortreytirnar sum gjerdu, at Pauli Ellefsen og aðrir gingu við til av- markingar í rækjuveiðuni. Ein avmarking, sum eingin onnur tjóð hevur álagt sær sjálvum — frí- villuga — uttan Feroyar. Gongdin í málinum er stutt henda: Legmaður undirskrivar 22. desember sínámillum fiskiveiðisáttmála millum Feroyar og Noreg. Norð- menn krevja, at feroy- ingar avmarka veiðuna av rækjum við Svalbard. Feroyingar góðtaka hetta krav. Sáttmálin er so fyri í marknaðarnevndini, har Í Nordnaþet |. samgongumenn ikki eru samdir um sáttmálan, og har andsteðan sigur seg ikki kunna góðtaka hesar avmarkingar í rækjuveið- uni, tí talan er um altjóða sjógv, har Noreg ikki hevur rætt til at gera krev galdandi, uttan talan er um vísindaligar prógvaðar orsekir fyri hesum skerj- ingum. Og so mugu øll londini ið veiða, avmarka seg. Ein meiriluti í markn- aðarnevndini samtykkir tó sáttmálan, sum so seinni verður lagdur fyri tingið til umreðu. Síðani fer hann aftur í markn- adarnevndina. (Nú er hann so lagdur aftur fyri tingið til endaliga viðgerð). Nú koma so mótmælini. Rækjumenn eru í eðini. Siga at legtingið eigur ikki at góðtaka sáttmálan, tí hann steðgar ellum út- viklingi hjá okkara rækju- flota í Svalbardekinum í framtíðini. Felagið Rækju- skip sendir skriv til legtingið, har tað m.a. sigur, at krevini hjá norð- monnum eru órættvís, og at legtingið eigur ikki at samtykkja sáttmálan, men taka upp aftur sam- ráðingar við norðmenn. Sosialurin tekur hetta málið til meiri nágreiniliga viðgerð við at seta lands- stýrinum, norskum sam- ráðingarmonnum, norsk- um juristum og eðrum spurningar. Tað, sum kemur burtur úr hesum, eru so tær mongu greinirnar í Sosi- alinum í januar, februar og mar mánað. Her kemur mangt áhugavert fram. Nógvir av hesum upplýs- ingum eru við til at geva okkum eina meiri fjøl- broytta mynd av spurn- ingunum. M.a.: at landsstýrið hevur skrivað undir sátt- mála har tað stendur at foroysk rækjuveiða skal avmarkast í >fiskeværn- sonen<, sum fevnir um ekið frá 4 og út til 200 fjórðingar kring Svalbard. Men í sínum viðmerk- ingum til sáttmálan, sum verður lagdur fyri tingið og harvið kunngjert al- meninginum, verður skrivað, at talan er um alt svalbardekið. »Hesa finessuna« sigur landsstyrid seg fyrst ikki hava hugsad um, men visir so kortini å, at lands- stýrið skilir såttmålan so- leiðis, at hann fevnir um alt ekið kring Svalbard, tað vil siga bæði territori- alsjógvin, sum kemur undir svalbardtraktatina og ekið uttan fyri, sum ósemja annars er um, antin tað er ein nattúrlig leingjan av sjóskinum ella tað er norsk fiskarísona, tí hetta liggur á norska land- grunninum. Eitt er tað ein leggur í sáttmála, tvs. skilir. Men reingjast kann so ikki burtur, at tað ein hevur skrivað undir uppá er galdándi, og tað er so orðið Fiskeværnsonen. Tvs. at okkara samráð- ingarmenn hava skrivað undir eina avtalu, har talan er um at skerja føroyska rækjuveiðu í fiskiværnsonen sum er ekið frá 4 til 200 fjórð- ingar men skilja hetta at galda frá O til 200 fjórð- ingar. Hvar er logikkurin í hesum! Tað, sum var áhugavert í hesi finessu ella gloppi í okkara tulking av sáttmálanum var so tað, at bæði rækjumenn og onnur við fingu ta fatan at talan er um avmarkingar á øllum svalbardøkinum. Ikki fyrr enn vit her i Sosialinum gera vart við hetta, viðgongur lands- stýrið, at legalt sæð kunnu feroysk rækjuskip uttan avmarking fiska innanfyri 4 fjórðingar, men landsstýrið heldur hetta vera óklekt. Við eðrum orðum hevur landsstýrið roynt at dylja, at sáttmálin í veru leikanum bert fevnir um fiskiverjusonuna. Hesa skriving kallar Pauli Ellef- sen so týdningarleysa og býtta. Tá rækjumenn halda, at landsstýrið hevur gjert ein so ringan sáttmála og órættvísan, so var tað kanska uppá sítt pláss at teir vistu, at ell skipini hava loyvi at fiska innan- fyri 4 fjórðingar ístaðin fyri at hesi skip skulu liggja fyri teym heima í Feroyum. Arið er ungt enn, so hetta fer helst at koma fram aftur í kjak- inum, tá summarið nærk- ast og tá ell 9 rækjuskip- ini vilja sleppa til Sval- bard at fiska. Við eðrum orðum hava ell tey føroysku rækju- skipini loyvi til at fiska innanfyri 4 fjórðingar við Svalbard samstundis. Tá er tað so upp til skipini, um tey vilja fylgja boð- unum frá landsstýrinum, at hetta er óklekt at gera og sostatt liggja við bryggju heima — ella tey vilja fylgja tí skrivaða sáttmálanum bókstaviliga og fiska sambært hann. Tað ber sjálvandi til at kjakast aftur og fram, um vit hevdu kunna fingið ein betri sáttmála. Legmaður vísir á, at góðtóku teir ikki krevini frá norðmonnum um at avmarka føroysku rækjuveiðuna, so fingu vit als ongan sáttmála. Her hevur so verið víst á í kjakinum aftaná, at tað var skeivt av legmanni at gera so skjótt av og næst- an beinanvegin ganga við til tey norsku krevini. Legmaður átti heldur at bílagt enn ein ferðaseðil og komið heimaftur fyri at samráðast við vinnuna og politikarar bæði í sam- gongu og andsteðu — fyri at fáa nekur góð ráð. Síð- ani kundi hann farið aftur til Keypmannahavnar at tikið upp eitt nýtt samráð- ingarumfar. Tá hevði hann helst havt upplýs- ingar, sum kundu verið brúktir til okkara fyri- mun, so sum, at tað longu vóru ætlanir um at byggja út rækjuflotan, og at vit tí ikki hildu tað vera rætt at góðtaka, at hámarkstalið 9 skip varð sett. Hetta sýnir, at landsstýrið ikki eins og vinnan hevur kunnað ímynda sær, at vaksa um rækjuflotan aftur. Tað er so eisini komið fram, aftaná at legmaður undirskrivaði såttmålan, at rækjumenn als íkki hava verið eftirspurdir Her hevur landsstýrið so svarað, at teir tosaðu við onkran reiðara, men her hava so reiðarar og skip arar ferð aftaná ferð víst á, at hetta er ikki rætt. Teir vóru als ikki eftirspurdir Uttan at tað er neyðugt hjá einum blað at taka steðu fyri hesum ella has um, so er tað greitt, at slíkir = upplýsingar um samráðingarháttin hjá okkara fremstu politisku leiðarum, hava stóran al- mennan áhuga. Tí hava vit so eisini roynt at fylgt málinum upp Og niðursteðan av hesum kann m.a. blíva: at her hevur ein valdur sam- ráðingarleiðari misrekt sínar embætisskyldur, tí hann ikki ynskti at seta seg betur inn í hesar spurningar, áðrenn hann góðtók krøv, sum kanska hava tikið meguleikan at útbyggja rækjuflotan aftur, frá okkum. Tað er greitt, at í slíkum álvars- máli mugu okkara samráð- ingarmenn ikki hugsa partapolitiskt, men teir mugu hugsa um føroyska samfelagið í síni heild. Tað at koma heimaftur til Feroya frá so týdningar- miklum samráðingum eftir tveimum degum og hava gingið við til krev, ið raka ein stóran part av okkara fiskiflota, uttan so mikið sum at hava spurt teir menn, hetta rakar eftir, áðrenn tað gevur hevi til spurningin: Umboðaði legmaður bert samgonguna og vildi hann bert við at gera sam- ráðingarnar lidnar eftir einans eitt umfar vísa fólki, at hann nú hevði megnað at fingið ein sátt- mála eftir einum samráð- ingarumfari — í mun til undanfarin landsstýri, sum gjerdu fleiri umfer! Hesar spurningar og teir upplýsingar, sum eru komnir í ljósmála aftaná, at hasin sáttmálin varð undirskrivaður, meti eg hava almennan áhuga og eisini hava týdning fyri føroyska samfelagið. Tá so legmaður sigur, at altavgerandi spurningurin var, um vit høvdu rætt til at fiska hesar rækjur uttan at geva norð- monnum endurgjald, so er hetta ein sera áhuga- verdur pástandur. Serliga tá vit vita,at rækjurnar verða veiddar í altjóða sjógvi, har norðmenn hava tikið sær eftirlits- rættin. Tvs. at teir kunnu krevja avmarkingar, um slíkar eru neyðugar fyri at verja fiskastovnarnar. Men tá talan er um al- tjóða eki, er tað burturvið at tosa um at skula lata endurgjald. Og so sigur løgmadur, at vit sluppu Framhald á síðu 12