Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 174 - 12. september 2002 Nr. 174 - 12. september 2002 3 Fráfarandi strand- ferðslustjórin fer at bjóða sína vitan út á privata arbeiðs- marknaðinum, tá hann leggur verandi starvið frá sær. Hann fer ikki at verða stjóri á Fiskasøluni, sum leysasøgur vilja vera við, sigur hann STARVSSKIFTI Edvard Joensen Reidar Nónfjall, fráfarandi strandferðslustjóri, fer at bjóða seg fram sum ráð- geva í privata vinnulívin- um. Onkur áheitan er kom- in, sigur hann, men eingin ávísur stólur stendur og bíðar honum nakrastaðni. Tað kom eitt sindur óvart á fólk, tá stjórin á Strand- faraskipum Landsins týs- dagin boðaði frá, at hann hevur biðið um at verða loystur úr starvinum. Gitingar fóru beinanveg í gongd um, hvar hann mundi fara, og nærliggj- andi var at hugsa, at hann kanska fór at gerast kom- andi stjórin á Føroya Fiska- sølu. Men hesum gitingum vísa bæði nevndarformað- urin á Fiskasøluni, Hákun Steingrímsson, og Reidar Nónfjall sjálvur frá sær. –Tað hevur als ikki verið upp á tal, og tað fer ongan- tíð at henda heldur, svarar Reidar Nónfjall av gjørdur spurninginum. Hann letur tó skilja, mestsum millum reglurnar, at hann hevur í huga at fara undir eitthvørt ráðgevinga- virksemi. Vinnuliga undirvísing kallar hann tað og rør líka- sum uppundir, at talan væl kann fara at verða um eitt sjálvstøðugt ráðgevingar- virki. Nýggjur kapittul –Eg havi býtt lívið í kapitl- ar ásannandi, at tað er ikki so øgiliga langt, sigur Reidar Nónfjall og nevnir í tí sambandi tveir teir seinastu kapitlarnar, ið ver- ið hava. Tíðina hann starv- aðist í umsitingini í Tinga- nesi og tíðina sum strand- ferðslustjóri. – Nú eri eg vorðin 40 ár, og meti tíð vera at blaða víðari til næsta kapittul, sigur Reidar Nónfjall. Eg haldi, at eg eigi at gera tað nú, meðan eg enn eri førur fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Eg havi fylgt við, hvat hendir við mær sjálvum og rundan um meg, og eri komin til ta nið- urstøðu, at tað er nú, skiftast skal. – Eg havi tikið nógvar avgerðir í mínum starvi, og nú var so tíðin komin til at taka eina avgerð um mín egna persón, sigur frá- farandi strandferðslu- stjórin. Hann sigur, at tað, hann er á veg til, er ikki nakað, sum líkist hesum starvin- um, hann nú fer úr. Tað eru heilt aðrar vinnugreinar, sum talan er um. Og kortini roknar hann við, at júst royndirnar á Strandferðsl- uni skulu kunna brúkast í víðari virki hansara. Hóast hann nú fer úr stjórastarvinum á Strand- faraskipum Landsins, sigur hann seg vera fúsan at standa til taks hjá stovnin- um, um brúk verður fyri honum. Hann vil fegin kunna hjálpa sínum eftir- manni ávegis, sum hann tekur til. Millum annað við at fortelja honum, hvussu ein yvirlivir í eini slíkari skipan sum hesari. Spennandi og strævið At leiða ein stovn sum Strandfaraskip Landsins er bæði spennandi og strævið, ásannar Reidar Nónfjall. Tað stendur nógv á við- hvørt. Serliga fyrsta tíðin í stjórastarvinum var øgiliga tyngjandi persónliga, sigur hann. Seinni er tað komið í fastari legu, og í dag metir hann, at hann hevur rokkið teimum málum, hann fyri umleið seks árum síðan sum nýsettur stjóri setti sær. So er bara eitt at gera, og tað er at fara at leita eftir nýggjum málum. Tey síggj- ast nú úti í sjónarringinum, og hann hevur loyst og er á ferð móti teimum. Bygnaðurin á Strand- ferðsluni við eini trýbýttari samferðslu, sum kortini skal vera ein eind, er geni- alur, sigur Reidar Nónfjall. Men tað er tungt at skula hugsa í trimum brotum alla tíðina. Tú skal reka eitt ferjureiðarí, eina bussfyri- tøku og eina lastbilafyr- itøku samstundis. – Men tað hevur borið til, og er nú komið í so mikið trygga legu, at eg meti mína uppgávu her vera av- greidda, sigur hann. Reidar Nónfjall skal sambært uppsagnarfreistina sita í starvinum til nýggj- árs. Men hann hevur heitt á arbeiðsgevaran, sum er landsstýrismaðurin við vinnumálum, um at sleppa fyrr úr starvi. Samráðst verður nú um hetta, sigur hann. Bjóðar sína vitan út Reidar Nónfjall hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Hann ætlar sær undir vinnuliga undirvísing, sum hann tekur til, og letur skilja, at talan kann gerast um at seta egið ráðgevingarvirki á stovn. Eingin nýggjur stjórasessur bíðar honum, sigur hann. Mynd: Álvur Haraldsen Halgabók sum yrkjarin siga tey sjúti árini virkna lívs- skeið manna at vera. Í dag 12. september er hetta markið rokkið hjá Atla Dam. Hóast hann ikki ger hóa- sták burtúr sjálvum degn- um, ger hann tað í heim- bygd síni Tvøroyri nú leyg- ardagin 14. september. Atla Dam kenna føroy- ingar allir sum maðurin, ið tók upp á seg politiska leið- arastarvið í Javnaðarflokk- inum í 1970. Og bar hann kappan sum Føroya løg- maður tey týdningarmiklu árini, tá stóru umskiftini vóru: Støðutakanin Føroyar og Felagsmarknaðurin og sam- ráðingarnar nógvu og drúgvu í tí sambandi – Víðkanin av sjómarkinum og nógvu samráðingarnar í tí viðfangi – Mongu samráðingarnar um fiskivinnurættindi før- oyinga við londini vit sam- starvaðust við á altýðandi vinnuøki okkara – Samráðingarnar og nógvu fyrireikingarnar um rættindi til ríkidømi í før- oysku undirgrundini og sum gjørdust bjarti verun- leikin júst í hesum mánað- inum fyri 10 árum síðani. Sum oddamaður og fram- herji fyri hesum meginmál- um Føroya var Atli Dam maðurin, sum ótroyttiliga og skilaliga legði til rættis og fylgdi málunum í øllum liðum og lykkjum, til úrslit spurdust burturúr. Stór umskifti vóru tey mongu árini Atli var floks- leiðari og oddamaður í pol- itisku leiðslu landsins langt áramál. Tá óføru kreppubrotini skolaðu yvir samfelagið í síðstu áttatiárunum og fyrstu nýtiárunum í farnu øld, var Atli Dam politikar- in, ið mestsum einsamallur fekk holvda niðuryvir sín kropp ábyrgdina av gongdini. Væl sannari mynd enn tann dómur veljarafjøldin gav Atla í 1994, man søgu- skrivingin fara at geva av honum. Tey mongu árini í aktiv- um politikki á odda í lands- politikki og sum floksfor- maður, gav Atli mátt og megi sína alla, hann gjørdi sítt verk til lítar. Sama er at siga um árini, hann hevur stjórna Real- kredittstovninum. Hjartaligu lukkuynski, Atli og góðan byr. jl Atli Dam 70 TALUTRUPULLEIKAR Ingrid Bjarnastein Í gjár skrivaðu vit, at sein- asti talulærarin í Tórshavn- ar Kommunu nú fer at leggja frá sær vegna ov stóra arbeiðsbyrðu. Tað eydnaðast okkum ikki at fáa viðmerking frá lands- stýriskvinnuni í undirvís- ingar- og mentanarmálum í gjár, men í dag gekst betri. – Tað er ikki til at liva við, at ongin talulærari er til alt smábarnaøkið í høv- uðsstaðarøkinum, og tí verður málið tikið upp, har tað verður farið inn og hugt eftir raðfestingini av peng- unum hjá Sernámsdeplin- um, sigur Annlis Bjark- hamar, landsstýriskvinna í undirvísingar- og mentan- armálum. Landsstýriskvinnan held- ur, at tað er ov lætt at bein- anvegin skjóta skyldina yv- ir á politikararnar, og tí vil hon fyrst hyggja, hvussu pengarnir á stovninum verða raðfestir, og um stovnurin veruliga hevur tørv á meira pengini. – Eg haldi ikki, at loysnin til alt er at geva meira pen- ing, og tí er tað týdningar- mikið at fáa at vita, hvussu peningurin verður nýttur. – Sernámsdepilin fær eina játtan, sum tey skulu umsita, og tað er har eg ætli mær at vita, hvussu raðfest- ingin er, og harvið vita, um tað ber til at fáa kabalina at ganga upp. Annlis Bjarkhamar slær tó fast, at tað nýtist als ikki at vera nakað galið við rað- festingini, men hon er sannførd um, at ein eigur fyrst at hyggja eftir, hvagar peningurin fer. Royna at fáa kabalina at ganga upp Annlis Bjarkhamar vil vita, hvussu peningurin hjá Ser- námsdeplinum verður rað- festur, áðrenn nakað ítøkiligt verður gjørt við trupulleikan, at ongin talulærari er í høvuðsstaðarøkinum í løtuni Savnsmynd C M Y K 3 2