Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 174 - 12. september 2002 Nr. 174 - 12. september 2002 5 Suðurrás fer í fyrstu syftu atsenda eina tíma um vikuna, tá ið vetrarskráin hjá Útvarpinum byrjar LOKALVARP Áki Bertholdsen Um einar 14 dagar fáa suð- uroyingar sítt egna útvarp - um enn tað verður við ógvuligari avmarkaðari senditíð. Ùtvarpsrásin Suðurrás, sum varð stovnað fyrr í summar, fer nevniliga at senda seinni í hesum mán- aðinum. Suðurrás verður við í út- varpsskránni hjá Útvarpi Føroya og fyribils fer lokal- varpið hjá suðuroyingum at senda ein tíma um vikuna. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at manningin á Suðurrás fer at gera send- ingarnar, sum Útvarp Før- oya síðani keypir og sendir. Á kunnandi fundi um Suðurrás í Stóra Pakkhúsi í Vági týskvøldið, greiddu stigtakararnir til lokalvarp- ið frá ætlanum sínum. Á fundinum greiddi for- maðurin í nevndini fyri Suðurrás, Bjarni Johansen frá, at fyribils er ætlanin, at Suðurrás skal enda frá klokkan 17 til 18 hvønn týsdag í vetrarskránni hjá Útvarpi Føroya. Men hann minti samstundis á, at tað er ikki endaliga avgjørt, so tíðin og dagurin kann verða broytt, tá ið vetrarskráin er endaliga løgd. Bjarni Johansen segði, at Suðurrás fer bara at senda tilfar úr Suðuroynni. Talan kann verða um samrøður við suðuroyingar, frágreið- ingar um hendingar og til- burðir í oynni og annað. Hann legði samstundis dent á, at at Suðurvarp er ikki eitt lokalvarp fyri Vág, ella fyri syðru helvt, men tað er fyri alla oynna. Tey fara sostatt at leggja doyð- in á at senda tilfar úr allari oynni, heilt úr Sumba til Sandvíkar. Senda allan dagin Umframt tilfar til hendan eina tíma um vikuna, halda menninir aftanfyri Suður- rás, at tað er ikki óhugsandi at Suðurrás eisini fer at hava okkurt íkast til onkra morgunsending av og á, og hendir okkurt heilt avgerð- andi í Suðuroy, kunnu eis- ini onkur tíðindi til Útvarp- ið koma upp á tal. Teir duldu tó heldur ikki fyri, at ætlanin var at keypa teirra egna sendara so skjótt, sum tað læt seg gera. Endamálið er nevniliga at gera eitt veruligt lokalvarp fyri Suðuroynna, sum fer at senda ein part av samdøg- urinum, eins og Rás 2 ger. Nær tað er komið so langt, er ilt at siga, tí tað kostar ikki heilt frítt. Men fyribils máttu teir samstun- dis staðfesta, at suðuroy- ingar høvdu verið dyggir at stuðla Suðrrás, eitt nú hava allar kommunurnar í oynni, stuðla tiltakinum fíggjar- liga – men enn er onki svar komið frá Porkeris- og Hvalbiar Kommunu, tet vóna tó eisini at frætta hað- ani. Tað vóru heilt fá fólk møtt á kunnandi fundinum týskvøldið, men fyrireikar- arnir ivaðust ikki í, at hetta komst av, at enn var ætlanin so lítið ítøkilig, og at áhug- in fór at veksa munandi, tá ið Suðurrás var farið at senda og fólk høvdu vant seg við tað. Og tað verður eisini neyðugt við stórum áhuga, tí tað er ikki so lítið krevj- andi at at gera útvarp, hóast teknikkurin er nógvar ferðir lættari at fáast við nú á døgum, enn hann var bara fyri nøkrum fáum árum síðani. Tí vónar nevndin í Suð- urrás eisini, at fólk bjóða seg fram at hjálpa til at gera sendingar fyri Suðurrás, tí skal alt arbeiði hanga á nevndini einsamallari, fer tað ikki at bera til í longd- ini. Upptøkuhøli og -útgerð eru fingin til vega. Suður- rás heldur til í hølum uppi á Litbúðini mitt í Vági. Næsta týskvøld verður kunnandi fundur um Suð- urrás á Tvøroyri Tá ið Atli Dam fylti 60 ár fyri tíggju árum síðani, fekk hann ta bestu føðingardags- gávuna, hann kundi ynskt sær, men nú hann fyllir 70, væntar hann ikki at fáa tað, hann kundi ynskt sær allarmest FØÐINGARDAGUR Áki Bertholdsen Tey eru uttan iva mong, sum minnast, Atli Dam fylti 60 ár. Tá var hann løg- maður og í sama viðfangi fór ein politisk stórhending fram í Føroyum: Poul Schluter tók forskot upp á føðingardagin, tí dagin fyri, 11. september, 1992, kunngjørdi hann, at danska stjónrni hevði yvirgivið seg í samráðingunum um undirgrundina og gjørdi semju við føroyska heima- stýrið um, at føroyingar kundu yvirtaka undirgrund- ina. Tá var tað onkur, sum helt, at hetta var besta føð- ingardagsgáva, Atli kundi ynskt sær. Sjálvur helt hann, at hetta var størsi dagurin í hansara politiska lívi. Og, nú vit spyraja hann aftur, 10 ár seinni, nú hann fyllir 70, heldur hann fram- vegis, at hetta er ein hin størsta hendingin í hansara politiska lívið – um ikki tann allarstørsta. Síðani hevur hann sjálv- andi havt góðar stundir at hugsa um hesa hendingina og hann metir framvegis at framferðin, har føroyingar løgdu dent á samráðingar- leiðina, var hin rætta, tí tað var eftir bókini og tann møguleikin, sum var tann frægasti tá. Hetta metir hann, hóast summi enn royna at sáa iva um, antin føroyingar veru- liga hava fingið ræðisrætt- indini á undirgrundini. Tí í hansara hugaheimi er als ongin ivi um, at tað hava vit. Fái neyvan gávuna Men hann ásannar eisini, at tað ógvuliga avmarkaða liðið av embætisfólki, sum føroyingar tá høvdu til taks, bæði úr almennu umsit- ingini og úr privatu vinn- uni, gjørdi eitt megnar- arbeiðið fyri at draga fram tilfar, sum var so sannfør- andi, at tað bæði snnførdi okkum sjálvi um, at hetta var gongda leiðin, samstun- dis sum tað gjørdi tað ógvuliga trupult hjá døn- um at sýta okkum at yvir- taka undirgrundina. – Í so máta vóru vit so væl ílatin til samráðingarn- ar, sum hugsast kundi og tað gav eisini úrslit. Men síðani er nógv hent í undirgrundarmálinum. Men ikki minst er Atli Dam ógvuliga hugtikin av tí arbeiði, sum undirgrundar- fyrisitingin hevur avrikað síðani og í so máta metir hann, at undirgrundin er í ógvuliga tryggum hondum, tí tey hava gjørt eitt eina- standandi arbeiði. – Men hvussu verður framyvir verður sum við so nógvum øðrum, har fara politikkur, egin áhugamnál og flokspolitisk áhugamál at órógva arbeiða og tað fer altíð vera torført at umsita eitt mál sum hetta, tí áhuga- málini eru so ymisk. Men sjálva fyrisitingina eiga vit at vera sera væl nøgd við. Nú vóru tað onkur ið hildu, at hetta var besta føð- ingardagsgáva, Atli Dam kundi fingið á 60 ára degn- um. Hvat hevði verið tað besta, tú kundi fingið á 70 ára degnum. – Ja, tað haldi eg eisini, at tað var. Men at tosa um, hvat eg kundi ynskt mær á 70 ára degnum, nyttar ikki nógv at tosa um, tí ta gáv- una, eg kundi ynskt mær allarmest, fái eg neyvan, so at seta tey ynskini fram, er ikki so átrokandi. – Men eg ivist ikki í, at einaferð vakna fólk og seta tað rætta stýri aftur at stjórna landinum. Tann dagin verið eg glaður, tí eg meti, at tað er alneyðugt fyri land og fólk. Suðuroyingar fáa útvarp um 14 dagar Gávuna eg ynski allarmest, fái eg neyvan Nevndarformaðurin í Suðurrás, Bjarni Johansen, ytst høgru- megin, greiðir Arnfinni Thomasen, vm, og Palla Jacobsen frá ætlanini um Suðurrás. Tað skiltst, at teir báðir eru eisini sinnaðir at taka eina hond í, gjørdust tað neyðugt Ein søgulig mynd fyri Føroyar og fyri Atla Dam. Føroya Løgmaður og danski forsætisráðharrin skriva undir avtaluna um at føroyingar hava yvirtikið undirgrundina C M Y K 5 4