hósdagur 12. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 174 - 12. september 2002
Nr. 174 - 12. september 2002
7
Skot gingu av í Magn-
us Heinasonargøtu í
Havn mikumorgunin,
eftir at løgreglan varð
boðsend eftir einum
manni, sum ætlaði at
taka lívið av sær. Við
20 metra frástøðu
skeyt hann við høgl-
byrsu eftir løgregluni,
sum skeyt afturímóti.
– Løgreglufólkini
vóru í lívsvanda, og tí
skutu tey beinleiðis
eftir manninum, sigur
Jón Klein Olsen, vara-
politikommissærur.
LØGREGLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Klokkan 06.09 mikumorg-
unin fekk løgreglan í Havn
boð um at ein 25 ára gamal
maður, búsitandi í Magnus
Heinasonargøtu í Havn, var
um at gera av við seg sjálv-
an við eini byrsu. Tevir pol-
itistar
fóru
á
staðið,
maðurin kom út á trappuni
við byrsuni, men illa gekk
at fáa hann at geva seg yvir.
Løtu seinni kemur ein triðji
løgreglumaður á staðið.
25 ára gamli maðurin
situr alla tíðina við byrsuni,
meðan
løgreglufólkini
royna at fáa hann at broyta
meining. Hann er drukkin,
hevur brennivín hjá sær, og
er tíðiliga ikki væl fyri
sálarliga. Hann situr á eini
trappu, og 20 metrar frá
honum standa løgreglu-
fólkini. Tvey standa aftan
fyri eitt húsahorn eitt aftan
fyri ein løgreglubil, sum
stendur
parkeraður
við
hornið til Dr.Jakobsens-
gøtu. Brádliga tekur mað-
urin høglbyrsuna upp, sikt-
ar, og skjýtur beint móti
løgreglufólkunum. Skotið
brestur í bakrútin og vinstra
bakstølpa á løgreglubilin-
um, sum sostætt gerst bein-
leiðis skjøldur hjá løgreglu-
fólkunum.
– Í hesi løtu eru løgreglu-
fólkini beinleiðis í lívs-
vanda. Tann eini stendur
nakað aftanfyri, men tvey av
løgreglufólkunum
kundi
hann tað sama rakt, tí hann
skjýtur við skørpum eftir
teimum, greiðir Jón Klein
Olsen, varapolitikommis-
særur, frá. Hann kom ikki á
staðið fyrr enn eftir hending-
ina, men hevur síðan fingið
eina frágreiðing frá løg-
reglufólkunum á staðnum.
– Eftir at hann hevði latið
skotið av, gjørdu løgreglu-
fólkini av at skjóta aftur-
ímóti, ikki eitt ávaringar-
skot, men fyri at raka hann
í beinið, og á tann hátt
steðga honum. Tey síggja,
at hann er í holt við at løða
byrsuna av nýggjum, og
renna tá fram ímóti honum,
samtíðis sum tvey skot
verða latin av. Skotini raka
tó ikki mannin, men ein
stólpa, beint við har hann
situr. Áðrenn maðurin fær
løtt byrsuna av nýggjum
eydnast tað løgreglufólkun-
um at leggja hann í
hondjørn.
Løgreglufólk í lívs-
vanda
Jón Klein Olsen sigur, at tað
altíð er síðsta loysn hjá
einum
løgreglufólki
at
skjóta eftir einum persóni.
Men hann er ikki í iva um,
at tað var neyðugt í hesum
føri. Maðurin var vápnaður,
hevði longu skotið eitt skot
eftir løgreglufólkunum, og
var í holt við at løða av
nýggjum. Hann heldur tí, at
avgerðin um at skjóta eftir
manninum, var tann einasta
rætta.
– Løgreglan kann ikki
rýma av staðnum, tá tað
gerst vandamikið. Tað er
okkara ábyrgd at tryggja, at
maðurin ikki ger skaða á
seg sjálvan og onnur, og
hann mátti heldur ikki
sleppa at reika um í býnum
við byrsuni. Tí meti eg, at
allir reglar eru fylgdir, og at
løgreglufólkini gjørdu tað
rætta í hasi støðuni, sigur
Jón Klein Olsen. Hann vísir
á, at tað seinni vísti seg, at
maðurin veruliga var í holt
við at løða byrsuna av
nýggjum, og hann hevði
eisini fleiri patrónur hjá
sær. Jón Klein Olsen hevur
verið politistur í høvuðs-
staðnum síðan 1981, men
minnist ikki á nakra aðra
hending, har løgreglan hev-
ur verið noydd at skjóta
eftir einum persóni.
– Tað er altíð síðsti
møguleiki hjá einum løg-
reglufólki at skjóta eftir
einum persóni, men í
hesum føri vóru allir aðrir
møguleikar royndir, og tí
høvdu vit ikki annað val,
sigur Jón Klein Olsen.
Støðan hættislig
Tað tók ein góðan hálvan
tíma, frá tí at løgreglan
kom á staðið, til tann 26 ára
gamli maðurin varð lagdur
í hondjørn. Hesa løtuna var
støðan hættislig, og løg-
reglan valdi tí at ávara
íbúgvar í grannalagnum við
Magnus Heinasonargøtu í
Havn um ikki at fara útum.
Eisini vóru bilar og fólk,
sum ætlaðu sær framvið
har, biðin um at halda seg
burtur. Men av tí at hend-
ingin fór fram rættuliga
tíðliga um morgunum, áðr-
enn klokkan sjey, var lítið
av fólki í økinum. Jón
Klein Olsen metir, at tey trý
løgreglufólkini á staðnum
høvdu so mikið tamarhald á
støðuni, at vandi ikki var
fyri at maðurin skuldi gera
skaða á onnur. Men sjálvi
vóru løgreglufólkini í lívs-
vanda, tá maðurin lat skotið
av móti teimum.
Eru fyrireikað
Hendingin mikumorgunin
er aðruferð í tveir mánaðir,
at skotið verður eftir løg-
reglufólki í høvuðsstaðn-
um. Fyrru ferð var við
Sundsvegin ein leygar-
morgun tíðliga í juli, tá ein
maður við byrsu fór at
skjóta eftir løgregluni.
Jón Klein Olsen sigur, at
løgreglan er fyrireikað til at
tílíkt kann henda. Hann
vísir á, at løgreglufólkini
hava eina góða útbúgving,
sum ger tey før fyri at klára
tílíkt, og tvær ferðir um árið
vera venjingar gjørdar, har
fólkini verða sett í støður,
har skotið verður eftir
teimum.
Harumframt
ganga øll løgreglufólk í
Føroyum við revolvara.
Løgreglan hevur fastar
mannagongdir, tá løgreglu-
fólk koma í vandastøður.
Jón Klein Olsen greiðir frá,
at løgreglufólk eru vand til
at halda høvdið kalt, meðan
hendingar sum tann miku-
morgunin fara fram, men
sjálvandi eru tey í ávísum
føri skelkaði skelkaði aft-
aná. Tí verður altíð gjørd
ein sálarlig eftirmeting, har
tosað verður við einstaka
løgreglufólkið um hending-
ina. Vísir tað seg eftir eina
tíð, at hendingin framvegis
melur í høvdinum hjá løg-
reglufólkinum, so hava tey
eisini møguleika fyri sálar-
ligari hjálp frá serfrøðingi.
Skotbardagi í Havn
Per Skov Christensen, løgreglumaður, kannar skaðan, sum løgreglubilurin fekk eftir at ein maður mikumorgunin skjeyt eftir politinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Løgreglufólk eru vand til at
handfara slíkar støður, sum
tey komu í mikumorgunin.
Men neyðugt er altíð at tosa
um hendingarnar aftaná,
sigur Jón Klein Olsen,
varapolitikommiserur, sum
her tosar við eitt av
løgreglufólkunum, sum var í
skotríðini mikumorgunin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Fólk í grannahúsun-
um í Magnus Heina-
sonargøtu í Havn
vaknaðu mikumorg-
unum til eina hend-
ing, sum flestu bara
kenna úr útlendskum
spenningsfilmum, ein
skotbardaga millum
ein ungan mann og
løgregluna. – Tað er
óhugnaligt, at tílíkt
skal henda í Føroyum,
greiðir eitt sjónarvitni
Sosialinum frá.
LØGREGLA
Jón Brian Hvidtfeldt
– Eg vaknaði um hálvgum
seks tíðina við at tað var
nakað av larmi og rópi í
grannalagnum – tað eru vit
so von við, men kortini
valdi eg at fara upp at
hyggja. Tá sá eg, hvat var í
umbúna. Ein ungur maður
situr á eini trappu í granna-
lagnum, hjá sær hevur hann
tvær fløskur av brennivíni,
og so eina byrsu. Skamt
burturfrá,
aftanfyri
eitt
húsahorn, standa tríggir
vápnaðir politistar. Soleiðis
greiðir eitt sjónarvitni frá.
Sjálv er hon búsitandi í
grannalagnum, har hending-
in mikumorgunin fór fram.
Lítla løtu seinni hoyrir
hon løgreglufólkini tosa
sína millum um, at ein
teirra skuldi fara runt horn-
ið, og á tann hátt kanska
koma á tal við unga mannin
við byrsuni, kanska fáa
byrsuna frá honum. Við eitt
reisist maðurin og fer yvir á
eina aðra trappu at seta seg.
Byrsuna hevur hann fram-
vegis við sær. Sjónarvitnið,
Sosialurin hevur tosað við,
fer úr vindeyganum aftur.
Telefonin ringir. Tað er
løgreglan sum biður øll í
grannalagnum um at halda
seg innandura, tí tað kann
vera vandamikið at fara út-
um. Ein maður situr við
byrsu, og ilt er at meta um,
hvat hann kann finna uppá.
Eisini verða fólk, sum eru
tíðliga á fótum henda miku-
morgun, biðin um ikki at
halda seg burtur frá granna-
lagnum við Magnus Heina-
sonargøtu.
Kvinnan hevur ikki meira
enn lagt seg aftur, so hoyrir
hon eitt skot smella, og við
eitt er nógvur gangur uttan-
fyri. Hon fer uppaftur. Skot-
ið frá høglbyrsuni vísir seg
at hava rakt bakrútin á
løgreglubilinum. Við eitt
sær hon ein løgreglumann
renna móti trappuni, har
ungi maðurin situr við byrs-
uni, og samtíðis skjýtur
hann eitt ávaringarskot móti
manninum. Eitt skot hoyrist
afturat, eisini frá løgregluni.
Hon sær ikki mannin við
byrsuni. Men úr stovuni
hoyrir hon løgreglufólkini
tosa um, at ikki er neyðugt
kortini at fáa sjúkrabil á
staðið. Maðurin er hand-
tikin. Løtu seinni ringir
telefonin aftur. Tað er aftur
løgreglan, hesaferð fyri at
boða frá, at vandin er av, og
at maðurin er handtikin.
Klokkan er nú næstan sjey,
tað er mikumorgun, og
gerandisdagurin kann byrja.
– Tað er óhugnaligt, at
tílíkt kann henda í Føroy-
um. Hugsa tær, um onkur
av tilvild var komin fram-
við, ella var farin út um dyr,
áðrenn løgreglan fekk ávar-
að. Hvat kundi tá ikki hent?
Og tað er eisini víst, at
maðurin siktaði og skeyt
eftir
løgreglufólkunum,
greiðir sjónarvitnið frá.
– Ein hevur eitt sindur
trupult við at skilja, at tílíkt
kann henda í Føroyum. tað
er jú ikki so langt síðan, at
ein annar maður hótti við
byrsu í høvuðsstaðnum,
sigur hon og sipar til hend-
ingina við Sundsvegin í
Havn fyri tveimum mánað-
um síðan, tá ein maður
gekk og hótti við byrsu.
Eisini ta ferðina varð skotið
eftir løgregluni.
Sjónarvitni:
Sá og hoyrdi skotini bresta
Bergleif Brimvík,
leiðari á Kriminal-
deildini, metir
hendingina miku-
morgunin vera sera
álvarsliga, og málið
verður mett sum ein
drápsroynd móti
løgreglumanni.
Serfrøðingur úr
Danmark kemur nú
at kanna málið.
LØGREGLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Tann 25 ára gamli mað-
urin, sum skeyt eftir
løgregluni mikumorg-
unin, skuldi seinnapartin
mikudagin í grundlógar-
avhoyring, har løgreglan
fer at biðja um at sleppa
at hava hann í varðhaldi,
meðan málið verður lið-
ugt kannað.
Økið
við
Magnus
Heinasonargøtu í Havn
er byrgt av, og miku-
dagin hevur løgreglan
avhoyrt vitni í málinum.
Bergleif Brimvík, leiðari
á Kriminaldeildini, hev-
ur eisini boðsent einum
serfrøðingi frá Ríkispo-
litinum í Keypmanna-
havn, sum skal staðfesta
skotvinklar osv. Krimi-
nalløgreglan tekur málið
í størsta álvara, og í løt-
uni verður tað mett sum
ein drápsroynd móti ein-
um løgreglumanni.
– Tað er greitt, at tá ein
maður skjýtur eftir ein-
um løgreglumanni frá 20
metra frástøðu, so er tað
álvarsligt, sigur Bergleif
Brimvík. Hann sigur, at
danski
serfrøðingurin
m.a.
skal
fastleggja,
hvussu stórur vandin var
fyri, at løgreglufólkini
vóru rakt at skotunum.
Eisini eitt
neyðarróp
Bergleif Brimvík sigur,
at fyribils verður málið
mett sum ein drápsroynd
móti einum løgreglu-
manni. Men enn er ov
tíðliga at siga, hvussu
ákæran kemur at ljóða.
Hann leggur afturat, at
málið eisini má metast
sum eitt neyðarróp frá tí
25 ára gamla, sum upp-
runaliga ætlaði at taka
lívið av sær sjálvum.
Drápsroynd
móti
løgreglumanni
Skotið frá høglbyrsuni hjá tí 25 ára gamla manninum brast í bakrútin og vinstra stólpa á
løgreglubilinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Fleiri høgl raktu
løgreglubilin, sum eitt av
løgreglufólkunum fjaldu seg
aftanfyri.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6