hósdagur 12. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 174 - 12. september 2002
Nr. 174 - 12. september 2002
9
Fartelefonirnar fáa
pengarnir at streyma
inn hjá Føroya Tele.
Fyrra hálvár gav 27,3
mió. í yvirsktoi
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Tað gongur strálandi hjá
Føroya Tele. Hetta kann
valla vera nakar ivi um.
Hálvársúrslitið fyri 2002
vísti eitt yvirskot áljóðandi
27,3 mió. Hetta er 32,5%
betri enn í fjør, tá yvirskot-
ið var 20,6 milliónir fyri
teir fyrstu seks mánaðirnar.
Úrslitið gjørdist 27,3 mió.
kr., eftir at 6,8 mió. kr. eru
settar av til skatt og 0,6
mió. kr. eru settar av til
landskassan fyri rakstur av
Fjarskiftiseftirlitinum.
Í
fyrsta hálvári 2001 gjørdist
úrslitið aftan á skatt o.a.
20,6 mió. kr., og er sostatt
talan um ein vøkstur í úr-
slitinum upp á 6,7 mió. kr.,
ella 32,5 %
Hóast fleiri gjaldslækk-
ingar í hálvárinum og økt-
ari kapping á fleiri økjum,
øktust samlaðu inntøkurnar
við 8 % úr 133,5 mió. kr.
upp í 144,6 mió. kr.
– Í fyrsta hálvári 2002
hækkaði talið av fartelefon-
kundum við 17 % til
28.646 kundar. Hinvegin
lækkaði talið av fastnets-
kundum og talið av inter-
netkundum við uppringd-
um sambandi vegna øktari
kapping á økjunum, skrivar
Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Fyrstu 6 mánaðirnar í ár
hækkaði
eginpeningurin
við 27,3 mió. kr. og var
samlaði
eginpeningurin
234,9 mió. kr. tann 30. juni
2002, svarandi til eitt
trygdarevni upp á 56 %.
Vinningurin av far-
telefonum
Sum nevnt vaks talið á
fartelefonkundum við heili
17% fyrsta hálvári í ár.
Fartelefonirnar
hava
seinnu árini verið høvuðs-
orsøkin
aftanfyri
stóru
yvirskotini hjá Føroya Tele.
Andras Róin, stjóri fyri
Føroya Tele, sigur, at
gongdin á fartelefonøkin-
um hevur verið ógvuliga
positiv, og fartelefonirnar
eiga størsta partin av risa-
yvirskotinum hjá Føroya
Tele.
Hann metir, at talið av
kundum liggur í dag um
teir 29.000. Hetta merkir, at
eini 61% av øllum føroy-
ingum hava fartelefon.
Hetta er seks av hvørjum
tíggju.
Stjórin á Føroya Tele
fegnast um úrslitið, og
roknað verður við, at hetta
gevur útlit fyri ársúrslitið.
Kapping
Føroya Tele hevur fyri fyrra
hálvár í ár – eins og í fjør –
kent sviðan av øktu kapp-
ingini innan fjarskifti í
Føroyum.
Føroya Tele er enn einasti
veitarin av GSM og NMT
fartelefontænastum, men á
fastnetøkinum og á Inter-
net-økinum fær Føroya Tele
kapping.
Kappingin hevur so m.a.
havt ta ávirkan, at Føroya
Tele ikki hevur nátt einum
av sínum fíggjarligu mál-
setningunum, sum var at
fáa ein 10% vøkstur í netto-
søluni. Hesin vøksturin
gjørdist "bert" 8%.
Seinni í heyst kemur so
kapping á GSM-økinum, tá
Kall fer undir sítt virksemi
av hesum slag.
Andras Róin sigur, at teir
mugu rokna við at tapa eitt
sindur av teirra marknaðar-
parti orsakað av kapp-
ingini.
Andras Róin sigur, at teir
ikki hava heilt somu møgu-
leikar sum eitt nú Kall við
at geva avsláttur. Hann vísir
á, at teir ikki kunnu bjóða
produktir, har teir seta
saman eitt nú GSM og fast-
net. Hesum við Fjarskiftis-
eftirlitið - í øllum førum
enn – ikki loyva.
– Hetta er ein trupulleiki
fyri okkum, sigur Andras
Róin.
Íløgur
Føroya Tele stendur fyri
fleiri
stórum
íløgum.
Føroya Tele skal hava nýtt
høvuðssæti í Hoyvík, og so
skal aðrar íløgur gerast í
útgerð. Eisini skulu nógvir
pengar nýtast til FarIce-
kaðalin, ið verður lagdur
næsta summar.
Andras Róin roknar ikki
við, at allar hesar íløgurnar
verða fíggjaður um rakst-
urin, hóast gongdin er sera
positiv.
Spurdur, sigur Andras
Róin, at hann metir tað
natúrligt, at Føroya Tele
verður einskilt, nú farið
verður í holt við javna
kapping.
Við vinningini fyrsta
hálvár í ár er eginpening-
urin hjá fyritøkuni 235
milliónir.
Stór framgongd hjá Føroya Tele
Andras Róin, stjóri fyri
Føroya Tele, fegnast yvir
gongdina higartil í ár, men
hann roknar við harðari
kapping í framtíðini. Í tí
sambandi vil hann sleppa at
bjóða fleiri produktir.
Eini 29.000 fartelefon hald
eru í Føroyum, og tey eru
Føroya Tele øll, og tey fáa
niðastu linju at síggja gott út.
UTTAN ÚR HEIMI
Vatnkríggj
Sleppur undan revsing
Sveits á aðalfundi
Skyldólkini skulu takast
Fyrrverandi suður-
afrikanski forsetin og
friðarheiðurslønarvin
narin Nelson
Mandela heldur, at
áhaldandi mistøk í
amerikanska uttan-
ríkispolitikkinum
hótta heimsfriðin.
HEIMSFRIÐURIN
Árni Joensen:
Tað vakti stóran ans, at
Nelson Mandela kom við
sínum atfinningum at am-
erikanska uttanríkispolit-
ikkinum í gjár á ársdegnum
fyri yvirgangsatsóknirnar
tann 11. september í fjør.
Lesararnir løgdu eisini til
merkis, at Newsweek lýsti
Mandela sum tann av øllum
monnum, ið heimurin hev-
ur størstu virðing fyri.
Í samrøðu við amerik-
anska tíðarritið Newsweek
segði Mandela, at í mong ár
hevur USA framt mistøk á
tí uttanríkispolitiska økin-
um, og hesi mistøk hava
mong ár seinni fingið
óhepnar avleiðingar. Tað er
lítið at ivast í, at hann við
hesum seinna sipaði til tað,
sum hendi fyri einum ári
síðani, men hann nevndi tó
ikki atsóknirnar at World
Trade Center og Pentagon.
Sum eitt tað størsta amer-
ikanska uttanríkispolitiska
mistakið nevndi Nelson
Mandela
avgerðina
at
fíggja og vápna muja-
heddin-uppreistrarmennin-
ar í Afghanistan í áttatiár-
unum. Hesin politikkurin
beindi sambært Mandela
fyri teirri loysnini, sum
Sovjetsamveldið
hevði
tikið undir við, tá landið
játtaði at taka sínar her-
menn úr Afghanistan.
Nelson Mandela sigur, at
við sínari avgerð gjørdi
USA sítt til, at tann víð-
gongda Talibanrørslan kom
til valdið í Kabul. Amerik-
anarar løgdu seinni Taliban
undir at hýsa og verja
Osama bin Laden og fel-
agsskap hansara al-Qaeda,
sum á støðum sínum í
Afghanistan legði yvir-
gangsatsóknirnar at USA
tann 11. september í fjør til
rættis.
Í samrøðuni við News-
week finst Mandela eisini
hvassliga at George W.
Bush, forseta og bretska
forsætisráðharranum Tony
Blair fyri ætlan teirra at
leypa á Irak.
– Hvørki Bush ella Blair
hava lagt fram eitt einasta
prógv fyri, at Irak hevur
hópoyðingarvápn. Tað, sum
vit vita, er, at Ísrael hevur
slík vápn. Men tað tosar
eingin um. Hví skulu vit
nýta eina mátieind fyri
summi lond og eina aðra
fyri onnur lond, spyr Nel-
son Mandela í samrøðuni
við Newsweek.
Ísraelski
forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon,
ávaraði í gjár libansku
myndugleikarnar ímóti
at gera álvara av einari
ætlan um at veita vatn úr
ánni Hasbani.
Hasbani-áin er ein av
teimum norðastu áun-
um, sum rennur í Jord-
anánna, og libanar hava
ætlanir um at veita vatn
haðani.
Men tað vil ísraelski
forsætisráðharrin ikki
hoyra talan um. Á ein-
um fundi í gjár við ísra-
elskar
embætismenn
segði Sharon, at ger Li-
banon álvara av ætlan-
ini, kann tað enda við
kríggi millum tey bæði
londini, tí vatnið í
Jordanánni hevur alstór-
an týdning fyri Ísrael.
Ovasti kærurætturin í
Kili hevur sðtt fyri at
taka tað løgfrøðiliga
ógegnið frá fyrrverandi
einaræðishar ranum
Augusto Pinochet.
Málið kom fyri kæru-
rættin eftir áheitan frá
einum dómara, sum
krevur,
at
Pinochet
verður revsaður fyri at
hava verið uppií, tá ein
av hansara politisku
mótstøðumonnum varð
myrdur í 1974.
Tann myrdi var her-
ovasti,
innanríkisráð-
harri og varaforseti hjá
Salvador Allende, for-
seti, sum varð koyrdur
frá, tá Pinochet tók
valdið í Kili í 1973. Júst
tað, at Pinochet hevur
verið ríkisleiðari, ger
sambært kærurættinum,
at hann kann ikki rættar-
søkjast.
Tá tann 57. ST-aðal-
fundurin varð settur í
New York týsdagin, varð
samstundis staðfest, at
Sveits nú er limur í
heimsfelagsskapinum.
Avgerðina um limaskap
tók sveitsiska fólkið á
einari fólkaatkvøðu.
Sveits er 190. landið,
sum er limur í ST, og
gongst eftir ætlan, kem-
ur land nummar 191
upp
í
felagsskapin
seinni í hesum mánað-
inum. Tað er Eystur-
timor, sum ætlandi fær
sín limaskap staðfestan
tann 27. september.
Í gjár var steðgur á
aðalfundinum til minnis
um tey, sum doyðu í
yvirgangsatsóknunum
11. september í fjør.
Ein dómari í Nicaragua
hevur givið løgregluni
boð um at handtaka 14
fólk, sum standa lands-
ins fyrrverandi forseta,
Arnaldo Aleman, nær.
Myndugleikarnir vilja
vera við, at skyldfólkini
hjá fyrrverandi forset-
anum hava svikað fyri
einar 10 milliardir doll-
arar. Tey eru eisini
skuldsett fyri at hava
misnðtt almennar ognir.
Arnaldo
Aleman
sjálvur er ikki tikin, men
dómarin, sum gav boð
um at handtaka skyld-
fólk hansara, sigur, at
navnið á fyrrverandi
forsetanum er komið
undan kavi fleiri ferðir
undir rannsóknunum hjá
løgregluni. Tær serligu
gegnisreglurnar gera, at
fyrrverandi
forsetin
kann ikki rættarsøkjast.
USA stóð tilbúgvið í gjár
USA hóttir heimsfriðin
Sum hesar báðar myndirnar
vísa, stóð USA tilbúgvið í
gjár. Fyrrakvøldið boðaði
John Aschroft, løgmálaráð-
harri frá, at myndugleikarnir
høvdu fingið álítandi
ábendingar um, at yvir-
gangsmenn ætlaðu at søkja
at amerikanskum málum.
Serliga varð hugsað um
amerikansk mál uttanlands,
og tí vórðu fleiri amerikansk-
ar sendistovur stongdar í
gjár. Aðrastaðni var
vaktarhaldið styrkt mun-
andi.
Heldur ikki í USA váðaðu
myndugleikarnir nakað. Á
aðrari myndini síggjast
alvápnaðir løgreglumenn í
Times Square í New York, og
á hinari myndini sæst ein
rakettskjótistøð uttan fyri
Washington. Støðin hevur
rakettir, sum eru ætlaðar at
skjóta flogfør niður við. Eftir
boðum frá Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharra vórðu
støðir av hesum slagnum
settar upp rundan um allan
Washington í gjár.
C
M
Y
K
9
8