hósdagur 12. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 174 - 12. september 2002
Nr. 174 - 12. september 2002
11
Í hesum døgum eru 10 ár liðin, síðani Atli Dam, táverandi
løgmaður saman við samráðingarmonnum sum Halgir W.
Poulsen og Árna Olafsson kundu geva føroyingum tey
gleðiligu boð, at danska stjórnin varð gingin við til at lata
Føroyar yvirtaka ráevnini í undirgrundini. Tað hevði við
sær, at heimastýrið fekk allan lóggevandi og fyrisitandi
myndugleika yvir møguligum ráevnum í undirgrundini.
Hetta hendi eftir eitt drúgvt stríð millum føroyskar og
danskar myndugleikar og politikarar. Hendingin var so
mikið stór, at táverandi løgmaður skýrdi hana størstu
politisku hendingina síðani Heimastýrislógina. Og fyri
Atla Dam, sum er tann politikari, sum hevur sitið longst í
løgmansesssinum, var hetta helst eisini ein hin størsta
hendingin í politikki.
Tað er einki at taka seg aftur í, at hóast tað kom óvart á
føroyingar, at Schlúter forsætisráðharri brádliga kúvendi
og gav eftir fyri føroyskum krøvunum, so vóru tað ikki
minst royndu og góðu samráðingarfólkunum við Atla
Dam á odda, ið slóðaðu fyri eini loysn í hesum fyri
Føroyar so týðandi máli.
Nú 10 ár eftir standa vit á einum vegamóti. Olja og gass
eru staðfest í okkara undirgrund og verður nú kannað, um
hesi eru í so mikið stórum nøgdum, at tað loysir seg at
útvinna tey. Júst í hesum døgum, á 10 ára degnum fyri
yvirtøkuna av somu ráevnum og á 70 ára føðingardegi
Atla Dams, verður borað niður í undirgrundina fyri at
finna tað svar, sum vit so leingi hava bíðað eftir og sett
okkara álit á. Tað var jú nettupp ynskið um at fara undir at
leita eftir olju og gassi og vónirnar til, at hetta tilfeingi
fanst í føroysku undirgrundini, sum vórðu drívmegin
aftanfyri samráðingarnar at fáa yvirtikið møgulig ráevni í
undirgrundini. Tí er rætt í dag nú vit eru um at koma á mál
at minnast aftur á umrøddu hending fyri 10 árum síðani.
Tað eru eisini teir politikarar her á landi, sum hava roynt
at niðurgera og gera til einkis umrøddu avtalu við danir í
92. Og sum siga, at danir – um teir vilja tað – bara kunnu
taka rættin frá okkum aftur. Men soleiðis sær veruleikin
ikki út. Føroyingar eiga møguliga olju og gass eins væl og
vit eiga fiskiríkidømið, sum svimur í havinum kring
okkum. Hesi tilfeingi eru okkara og vera verandi okkara.
Tað er eisini tí, at landsstýrið hevur kunnað gjørt avtalur
við útlendsk oljufeløg um at leita eftir olju. Var nøkur
óvissa um ognarrættin til hesa somu olju, so var als eingin
leiting. Tvørturímóti var tað undirgrundaravtalan við
danir frá 92, sum tók hesa forðing burtur. Brádliga kundu
vit sjálvi taka avgerðir um hetta okkara »nýggja« tilfeingi.
Tí vit áttu og eiga tað.
Tað áhugaverda við hesum degi er tó ikki bara sjálv
yvirtøkan, men eisini tann sannroynd, at persónurin, sum
var politiska drívmegin aftanfyri hesa yvirtøku, Atli Dam,
í dag verður 70 ár. Tí kann sigast, at bæði hann og Føroya
fólk hava nakað av hátíðarhalda í hesum døgum.
Sosialurin vil eisini nýta høvið til at ynskja Atla Dam
hjartaliga tillukku við runda degnum og vóna vit, at eins
stórhending tað var at fáa rávevnini yvirtikin fyri 10 árum
síðani, eins stórhending kann tann leiting gerast, sum fer
fram í hesum døgum
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Merkisdagar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Dánial á Dul
Jacobsen
Sum áður sagt, so skilir tú
helst ikki tað eg sigi, men
vit royna aftur kortini.
Tali- og skrivifrælsi inni-
ber, at vit mugu lata onnur
sleppa til orðanna uttan at
stempla tey svín og leggja
tey undir líkt og ólíkt.
Kunnu vit ikki halda okk-
um frá tí, so er tað í veru-
leikanum bert okkara egna
tali- og skrivifrælsi vit
elska og vilja verja.
Nú hevur í langa tíð verið
lítið at hoyrt til Salman
Rushdie, og tí kendist tað
heldur løgið, tá eg dagin
eftir at hava sent aftursvar
(1), fekk norsku kristnu,
vikuavísina Magazinet inn
um dyrnar og lesi um
nevnda Salman Rushdie í
einum høpi, sum í ólukku-
mát líkist júst tí hugsaða
døminum:
Um nú Føroyar høvdu
verið muslimskar. Magazi-
net skrivar um pakistanska
Ayub Masih, sum nú, eftir
at hava sitið fongslaður í 6
ár vegna kristnu trúgv sína
er latin leysur og av ótta
fyri víðgongdum muslim-
um loyniliga er fluttur til
eitt vestanland.
Orsøkin til fongslingina
vóru falskar ákærur. Ayub
Masih var handtikin og
dømdur til deyða, eftir at
ein islamskur granni hjá
honum ákærdi hann fyri at
spotta profetin Muham-
med. Grannin pástóð, at
Ayub hevði lovprísað bók-
ini hjá Salman Rushdie
»Satanisk ørindi«. So Niels
Uni, hetta er veruleikin,
øðrvísi hugsandi mugu liva
við aðrastaðni í heiminum.
Tú ert helst ikki so óvit-
andi, sum tú letst.
Annars er tað ein onnur
misskiljing, eg ætlaði at
nerta eitt sindur við. Tað
tykist, sum tú heldur, at
sannleikin er ókristiligur,
um hann særir. Tað er ikki
so! Jesus fýrir ikki fyri at
kalla mótstøðumenn sínar
fyri bæði høggormar og
ormaavkom. Tað er kortini
lítið av miklum afturímóti
tí, hann sigur við nærmasta
lærisvein sín, Pætur. Nú
plagar sjónvarpið at ávara,
áðrenn teir sýna sterkar
myndir. Tað er kanska best,
tú setir teg, áðrenn tú lesir
meira. Orð Jesusar vóru:
»Vík aftur um Meg,
Satan! Tú ert Mær til
ástoyt; tí tú hugsar ikki um
tað, sum Gudi hoyrir til,
men um tað, sum menniskj-
um hoyrir til!«
Hetta
kann
sjálvsagt
virka bæði hart og døm-
andi, men Jesus segði eisini
við lærisveinarnar at:
»…tit skulu skilja sann-
leikan, og sannleikin skal
gera tykkum fríar.«
Tá tú fert til tannlæknan,
og hann sigur tær, at tú hev-
ur 15 hol í tonnunum, so
sigur hann tað ikki fyri at
vera harður og dømandi,
men fyri at tú kanst fáa
høvi til at fáa skaðan bøtt-
an, og helst er hann noydd-
ur til at særa teg, tá hann fer
í holtur við tey. Pling!
Royn og lurta eftir Moses
Hansen einaferð afturat.
Tosar tú pent við Victor, so
ivist eg ikki í, at hann út-
vegar tær upptøkuna frá
nevnda »Víngarði«. Sjálvur
kann eg útvega tær taluna
hjá Moses, sum Lindin
sendi, um tað er áhugi fyri
tí.
Til Niels Una Dam (2)
Jógvan Arge
Býráðslimur í Havn
fyri Tjóðveldisflokkin
Sær út til, at borgarstjórin í
Havn hevur gjørt sær til
vana at argumentara ímóti
minnilutanum í býráðnum
á teimum tíðindafundum,
sum hann heldur eftir
hvønn býráðsfund.
Helt, at hann fór undir
hesar fundirnir til tess at
lata kommununa upp og at
kunna borgararnar objekt-
ivt um tað, sum fer fram í
býráðnum.
Brúkar hann fundirnar
bara til at sæta sær og síni
samgongu, hevur hann ikki
skilt sín egna leiklut sum
borgarstjóri
fyri
øll
í
kommununi.
Tann spurningin mugu
vit í minnilutanum so taka
upp og møguliga møta
sjálvi á tíðindafundunum at
greiða frá okkara sjónar-
miðum.
Borgarstjórin vil vera
við, at vit hava ligið sjóvar-
fallið av okkum í bussleið-
armálinum. Hetta er ein
skuldseting, sum er tikin úr
leysum lofti.
Vit hava verið væl um-
boðað í teknisku nevnd,
sum hevur havt hetta málið
í hálvtannað ár. Vit hava
alla tíðina havt varhugan av,
at samgongan og hennara
umsiting onga ætlan hava
havt um at menna Bussleið-
ina.
Tað, sum vit í minnilut-
anum sita eftir við frá hes-
um viðgerðum, er, at hug-
urin fyrst og fremst stóð til
at skerja Bussleiðina og
sleppa av við onkrar entre-
prenørar.
Tað gav eisini at bíta, tá
útbjóðingartilfarið
kom
fram. Sunnudagurin skuldu
leggjast burturúr, leygar-
dagurin skuldi skerjast og
gerandiskvøldini
skuldu
skerjast.
Vit mótmæltu øllum hes-
um skerjingum og skutu
upp at gera útbjóðingartil-
farið av nýggjum, so tæn-
astan hjá Bussleiðini varð
víðkað.
Tað fekk ikki undirtøku,
men so mikið fingu vit
kortini burtuúr, at sunnu-
dagurin er komin upp á
aftur skránna, og at gerand-
iskvøldini ikki eru skerd.
Leygardagurin
er
enn
skerdur tíanverri.
Nú tilboðini vóru komin
inn, mæltu vit til, at komm-
unan brúkti í minsta lagi
tær 3,4 milliónirnar, sum
hon heldur seg spara, til at
víðka tænastuna hjá Buss-
leiðini.
Hetta fekk ikki undirtøku
og tessvegna eru útlitini, at
Bussleiðin, sum verður
løgd í ein sjey ára sáttmála,
er niðurbundin alla hesa
tíðina.
Sláast kann eisini fast, at
atlitini til borgarnar, til
ferðsluna og til umhvørvið
hava ikki talt eitt vet í teirri
loysn, sum meirilutin í
Tórshavnar Býráð hevur
valt.
Borgmeistarin og Bussleiðin
Í dag 12. september
fyllir Atli P. Dam,
fyrrverandi løgmaður
sjeyti
Hann er føddur á Tvøroyri
12. september 1932. For-
eldrini vóru Ragnhild og
Petur Mohr Dam, fyrrver-
andi løgmaður og ein av
stovnarunum av javnaðar-
flokkinum og floksformað-
ur í meira enn ein manns-
aldur.
Tá Atli fyri 10 árum síð-
ani fylti seksti vórðu mill-
um annað hesi orð skrivað
um hann: »Javnaðarhug-
sjónina seyg hann í seg
saman við móðurmjólkini.
Longu sum smádrongur og
í uppvøkstrinum lærdi hann
at telva við í tí politiska
talvinum og seinni gjørdist
hann stórmeistari í politisk-
um talvi. Áhugan fyri polit-
ikki og samfelagsviður-
skiftum annars, eins og tey
politisku evnini, tað framúr
góða
politiska
hegnið,
handalagið og samráðing-
arkynstrið, fekk hann í
vøggugávu.«
Atli sleit sínar barna-
skógvar á Tvøroyri. Har
gekk hann í barnaskúlan og
har tók hann realprógv.
Seinni tók hann students-
prógv og í 1964 gjørdist
hann maskinverkfrøðingur
frá Danmarks Ingeniør
Akademi. Í lestrartíðini
starvaðist Atli eina tíð á
maskinverksmiðjuni
hjá
Burmeister & Wain í Keyp-
mannahavn og seinni ar-
beiddi hann sum verkfrøð-
ingur
í
oljuvinnuni
í
Kuwait. Har var hann
staddur tá javnaðarflokkur-
in í 1970 hevði boð eftir
honum. Hetta hendi eftir at
landsstýrismaðurin
Villi
Sørensen, sáli var deyður 2.
januar 1970.
Atli kom heim í mars
1970 og tók beinan vegin
við sum landsstýrismaður í
fiskivinnumálum og sam-
ferðslumálum. Hetta starv-
ið røkti hann til nýtt lands-
stýri varð skipað 10. des-
ember 1970 eftir at løg-
tingsval hevði verið í nov-
ember. Á løgtingsvalinum í
1970 varð Atli Dam valdur
løgtingsmaður. Hann varð
valdur at umboða javnaðar-
flokkin í Suðuroyar val-
dømi. Har í valdøminum
varð hann afturvaldur seks
ferðir – øll løgtingsvalini til
og við 1988. Á løgtingsval-
inum í 1990 varð hann
valdur at umboða javnaðar-
flokkin í Suðursteymoyar
valdømi. Hann var sostatt
valdur tingmaður í tilsam-
ans 24 ár.
10. desember 1970 varð
Atli Dam á fyrsta sinni
valdur til løgmann. Í hesum
fyrsta umfarinum sat hann
sum løgmaður í 10 ár. Í tí
næsta umfarinum gjørdist
hann løgmaður 10. januar
1985 og sat til 18. januar
1989. 15. januar 1991 varð
hann valdur til løgmann á
triðja sinni og sat til 18.
januar 1993 tá hann ynksti
at leggja frá sær. Samanlagt
hevur Atli Dam sostatt ver-
ið Føroya Løgmaður í 16
ár. Her er talan um eitt met,
sum verður sera torført, fyri
ikki at siga heilt ógjørligt,
hjá nøkrum at taka frá
honum. So nógv ár í einum
so týdningarmiklum og
kravmiklum starvi, ber boð
um bæði likamliga og sál-
arliga styrki.
Mangan breyt um bæði
borð, men altíð stóð tú,
Atli, bæði stinnur og sterk-
ur. Uppgávulyndið var tær
so fjart. Tú gavst ikki á
hondum, men ótroyttiligur
royndi tú heldur at rógva
aftur á aftur, fyri at gera
enn eina roynd at fáa eitt
úrslit fyri Føroyar og føroy-
ingar. Um ta tíðina, tá Atli
Dam kom í politikk í 1970,
stóðu politisku myndug-
leikarnir í Føroyum yvir
fyri heilt nýggjum og sera
stórum avbjóðingum. Hetta
vóru torførar samráðingar
við ymisk lond og ymiskar
felagsskapir og eitt økt
samskifti við útheimin.
Fyrst á skránni stóð europe-
iski felagsskapurin. Skuldu
Føroyar gerast limur ella
skuldu vit hava eina han-
dilsavtalu?
Næst á skránni stóðu
samráðingar um sínámill-
um fiskiveiðusáttmálar við
EF og ymisk lond, har
føroyingar høvdu áhuga-
mál. Í fyrstu atløgu ráddi
um at gera rammusáttmál-
ar. Umframt EF, vórðu
rammusáttmálar gjørdir við
táverandi Sovjet, Noreg,
Svøríki, Pólland, Eystur-
týskland, Ísland, Kanada og
USA. (Føroyar vóru annars
fyrsta land í vesturheimin-
um, ið gjørdi handilssátt-
mála við Sovjet.) Sjálvur
stóð tú, Atli, á odda í hesum
samráðingum. Í nógvum
førum vóru samráðingarnar
bæði truplar og torførar.
Men við tínum samráðing-
arkynstri og tínum gløgga
viti, megnaði tú altíð at
telva talvið soleiðis, at vit
fingu tað best møguliga úr-
slitið fyri Føroyar og føroy-
ingar. Sum samráðingar-
leiðari umboðaði tú altíð
føroysk áhugamál til lítar.
Á mangan hátt kann
verða sagt um hetta tíðar-
skeiðið, at her var veruliga
talan um førleikamenning í
verki. Føroysk umsiting og
føroysk fyrisiting vann sær
førleika at fyrisita nýggj
málsøki á uttanríkispolit-
iska økinum. Føroyar vórðu
settar á heimskortið sum
ongantíð áður og heldur
ongantíð síðani. Tað før-
oyska politiska rúmið vaks
í stóran mun. Og fyrst og
fremst var tað víðskygni
hjá Atla Dam, sum var drív-
megin í hesi menning. Her
varð brotið burtur úr nýggj-
um. Og tað skylda vit Atla
eina stóra tøkk fyri.
Tað, at Atli Dam í dag
fyllir 70, gevur okkum høv-
ið til at hugleiða um, hvat
hendi um tað mundið, tá
hann fyri 10 árum síðani
rundaði tey seksti. Tá sat
hann við samráðingarborð-
ið í danska forsætismála-
ráðnum, har hann royndi at
vinna okkum ognarrættin
til ráevnini í føroysku
undirgrundini. Og sjálvan
føðingardagin komu stóru
tíðindini úr Keypmanna-
havn: Vit høvdu vunnið
ognarrættin, lógávuvaldið
og umsitingarrættin yvir rá-
evnunum í føroysku undir-
grundini. Hetta var krúnan
á verkið.
Eftir tógvið stríð í fleiri
ár hevði Atli vunnið talvið
um ognarrættin til ráevnini
í undirgrundini. Hetta var
eitt av tínum stóru hjarta-
málum. Eitt annað var at
loysa trætuna millum Før-
oyar og Bretland um undir-
grundamarkið. Meðan Atli
Dam var løgmaður varð
skjøtil settur á hetta arbeiða
og eftir tógvið stríð í fleiri
ár eyðnaðist umsíðir at fáa
eina semju, sum er nøkt-
andi fyri Føroyar, og tí
kunnu vit nú fara undir
oljuvinnu í føroysku undir-
grundini.
Sum samráðingarleiðari í
meira enn 20 ár vann Atli
sær stóra virðing í útheim-
inum.
Virðing
millum
útlendskar politikkarar og
útlendskar embætismenn.
Millum hesar var Atli Dam
høgt í metum. Her heima
høvdu politikkarar úr øllum
flokkum stóra virðing fyri
tær. Politikkarar úr øllum
flokkum vistu, at hjá Atla
Dam var ein maður ein
maður og eitt orð var eitt
orð, t. v. s. at var ein avtala
gjørd, har tú og javnaðar-
flokkurin vóru annar part-
urin, so varð avtalan í øll-
um førum hildin frá okkara
síðu.
Í meira enn 20 ár var Atli
Dam formaður í Føroya
Javnaðarflokki. Tá flokkur-
in var í andstøðu frá 1981
til 1985 var hann fíggjar-
nevndarlimur. Í andstøðu-
tíðarskeiðnum 1989 - 90
var hann limur í Norður-
landaráðnum. Á fólkatings-
valinum í 1988 varð hann
valdur fólkatingsmaður og
hann varð afturvaldur á
fólkatingsvalinum í desem-
ber 1990, men við tað at
hann í januar 1991 aftur tók
við løgmansstarvinum, lat
hann fólkatingssessin frá
sær til næstvalda umboðið
á javnaðarlistanum, sum
var Jacob Lindenskov.
Tey seinastu gott og væl
20 árini hevur Atli Dam
eisini havt eitt borgarligt
starv. Tá hann fór frá sum
løgmaður í 1981 fekk hann
tilboð um at gerast dagligur
leiðari á Realkredittstovn-
inum. Hann tók av tilboðn-
um og hevur røkt hetta
starv við undantak av árun-
um 1985-89 og 1991-93 tá
hann aftur var løgmaður.
Atli hevur altíð havt ómeta-
liga stóran áhuga fyri skip-
um og fiskiskapi. Lutvíst er
hesin áhugin helst mentur í
tí politiska arbeiðnum. Tað
hevur givið honum góðan
førleika at røkja starvið
sum dagligur leiðari á Real-
kredittstovninum. Nú Atli
Dam rundar tey sjeyti situr
hann framvegis í hesum
starvi.
Føroya Javnaðarflokkur
og javnaðarflokkurin á
tingi heilsa tær og ynskja
tær hjartaliga tillukku við
70 ára degnum. Vit føla
stóra trongd til at takka tær
fyri títt ágrýtni og títt
áhaldandi stríð fyri javnað-
arflokkin og javnaðarhug-
sjónina. Hollur í ávikum.
Ótroyttiligur, og ongantíð
spardi tú teg sjálvan, men
setti altíð hugsjónina fram
um alt, við tí fyri eyga at
skapa eitt gott samfelag –
FÓLKAHEIMIÐ FØROY-
AR – eitt vælferðarsamfel-
ag, har fá hava ov nógv og
færri hava ov lítið.
Hjartaliga tillukku og alt
gott í framtíðini. Hendan
heilsanin verður eisini send
konu tíni, Sólvá, sum hevur
verið tær ein dyggur stuðul,
og til børnini og næstring-
unum annars.
Við javnaðarkvøðu
Føroya Javnaðarflokkur
og Javnaðarflokkurin
á Ting
Javnaðarflokkurin heilsar Atla Dam
C
M
Y
K
11
10