hósdagur 12. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 174 - 12. september 2002
Nr. 174 - 12. september 2002
13
Ein seinnapartur við
reportarunum hjá
Barometrinum
REPORTASJA
Ingrid Bjarnastein &
Brynhild H. Reinert,
praktikantur
Hvønn seinnapart í summar
hevur Barometrið verið í
luftini. Ein væl løtt og væl-
umtókt sending við inn-
sløgum, kappingum, tema-
døgum, tónleiki og øðrum.
Týsdagin vóru vit ein túr
við teimum báðum report-
arunum, Hera Jacobsen og
Jens Tummas Næss, meðan
teir koyrdu runt í býnum og
gjørdu beinleiðis innsløg til
sendingina.
Lagt var fyri uppi í út-
varpinum. Eitt sindur áðr-
enn klokkan trý er ruðu-
leiki. Billyklarnir eru horv-
nir, um eina lítla løtu skal
slagið byrja niðri á fasta
plássinum – rundkoyringini
við pylsuvognin á keiini.
Eitt sindur av rennaríið
her og har, lyklarnir koma
aftur í aftur, og so er ikki
nógv annað at gera, enn at
leggja til brots.
Útvarpsbilurin stendur
klárur í túninum og bíðar.
Hetta man hann vera vanur
við.
Vit koyra Yviri við
Strond, og eitt, tvey, trý so
standa vit niðri við rund-
koyringina. Nú er klokkan
trý.
– Í dag eru vit tíðliga á
veg, sigur Jens Tummas
skemtandi. – Vanliga plagar
tað at vera soleiðis, at vit
parkera bilin og leypa út í
rundkoyringina og so bein-
leiðis í luftina. Men í dag
liggur heldur betri fyri.
Eftir eitt sindur av baksi
við sendara og mikrofon
riggar alt endiliga sum tað
skal, og nú eru teir í luftini.
Eingin av teimum, sum sit-
ur og lurtar hevur ánilsi
fyri, alt stríðið og roksið
sum hevur verið framman-
undan, og teir báðir ljóða,
sum teir hava staðið klárir
niðri í rundkoyringini í
fleiri tímar.
Lagið er gott, og tey
skemta allatíðina. Nógvir
bilar koyra framvið hesa
løtuna. Helst er tað tí, tey
vilja síggja reportararnar
báðar. Men tað eru ikki bert
reportaranir, sum eru í góð-
um lag. Hetta er eisini gald-
andi fyri fólkini, sum ganga
og koyra framvið. Bilarnir
floyta og fólkini heilsa. So
vit kunnu siga, at reportar-
arnir eru sera væl umtóktir.
Innsløg
Tað er verri enn so ikki
hvønn dag, at øll innsløgini
eru fyrireikað, men í dag
eru vit heppin. Fleiri avtal-
ur eru gjørdar, so teir vita,
hvagar leiðin liggur eftir
byrjanina niðri í rundkoyr-
ingini.
Fyrsta stopp: Blinda-
stovnurin. Her tosa teir við
Una Rasmussen, ið er mas-
sør, ella vøddamýkjari, sum
tað eitur á føroyskum.
Lagið er gott allan vegin.
Smædnir eru teir heldur
ikki, so tað fær fólk, ið eru
á vegnum ella til gongu at
venda sær, hyggja, og
kanska enntá smílast eitt
sindur.
Frá
Blindastovninum
leggja vit leiðina út á Fóm
Ís. Her sita tveir av bilfør-
arunum, Jens og Katja, og
drekka kaffi. Tey hava
kaffisteðg nú, men arbeiði
teirra er at koyra ís kring alt
landið. Meðan tosað verður
um ís, fær ein av reportar-
unum eitt hugskot. Hann
heldur, at tað hevði verið
eitt gott hugskot, um Fóm
fór at koyra við »hjemme-
is«.
Eisini sleppa vit ein túr
inni í frystirúmið, har allir
ísarnir eru. Og reportararn-
ir fáa tvær ístertur heim við
aftur.
Á veg út í Blákrossbúð-
ina skemta reportararnir
óført. Teir eru í góðum lag
og finna allatíðina upp á
okkurt stuttligt.
Blákrossbúðin er ein
handil, ið selir endurnýtslu
klæðir bíliga. Her eru nógv
fólk komin. Tey venda sær
øll forvititn, tá tey síggja
reportararnar – smílast eitt
sindur, men vilja ikki
rættiliga gera vart við seg.
– Fólk ræðast mikrofon-
ina, sigur Jens Tummas. –
So skjótt sum tey síggja
eina mikrofon, so eru tey
vekk.
Tá reportararnir hava
leitað eina góða løtu finna
teir umsíðir onkran at tosa
við. Og nú vil Heri hava
nýggj klæðir. Tað tekur
leingi at finna tað heilt
rætta, men hann fær góða
hjálp. Tá alt kemur til alt
hevur hann keypt sær einar
brúnar buksur, eina gula
skjúrtu og ein jakka. Slips-
ið fær hann ókeypis. Nú er
hann sum spildurnýggjur,
og alt fekk hann fyri bara
80 krónur. Hesi klæðini
høvdu kostað væl yvir 1000
krónur, hevði hann skulað
keypt tey nýggj.
Seinasta innslagið er
komið undir land, og nú
gongur leiðin oman aftur
har reportararnir báðir byrj-
aðu sendingina.
Klokkan nærkast fimm,
og reportararnir standa
klárir niðri í rundkoyring-
ini. Nógv fólk er komið
oman, og nógvir bilar koyra
framvið. Og meðan Heri
gongur »catwalk«, floyta
bilarnir. Seinastu minutt-
irnir hjá reportarunum eru í
luftini, og nú er enn ein
sending liðug. Nú er ikki
nógv eftir. Nakrar fáar
sendingar afturat, og so fer
barometrið í dvala. Men eitt
er vist. Spitarin hevur verið
í botni (ikki bókstaviliga) í
alt summar.
Barometrið er í topp
Niðri í rundkoyringini á
keiini. Eitt sindur av baksi,
men skjótt riggar alt sum tað
skal og reportarnir eru at
hoyra í útvarpinum
Fyrsta stoppið var Blindastovnurin. Her varð prátað við Una Rasmussen
Niðri í Blákrossbúðini vóru tey bæði blíð og týð
Akraberg farin undir pólskt flagg
- Tað er heilt greitt, at
tonsatalið, sum skuldi
liggja til grunds fyri
eykakvotu til Føroyar,
snúði seg bert um
føroyska og grøn-
lendska veiði og ikki
um veiðina hjá øðr-
um tjóðum, sum fiska
av grønlendskari
kvotu, sigur Anfinn
Olsen, sum var við til
at gera uppleggið til
hendan partin av av-
taluni millum Føroy-
ar og Grønland.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tá ið einki røktist fyri, at
semja spurdist burtur úr
toganini millum føroyskar
og grønlendskar myndug-
leikar um kongafiskakvot-
una í Irmingarhavinum, av-
gjørdi reiðaríið, sum eigur
Akraberg, at lata skipið
fara undir pólskt flagg.
Akraberg er nú í Irming-
arhavinum og fiskar av
pólskari kvotu.
Anfinn Olsen, reiðari,
sigur, at fiskiskapurin hevur
verið hampiligur, og hann
roknar við, at skipið verður
verandi í Irmingarhavinum
í ein mánaða ella so.
- Men alt valdast veður-
lagið, sum er ringt á leiðini,
tá ið tað líður út. Roynt
verður einar 200 fjórðingar
úr Hvarvinum, og hetta er
vánalig havleið til veður, tá
ið veturin nærkast. Tað
longsta, vit hava roynt á
hesi leiðini, er nakað út
oktober, sigur hann.
Við Akrabergi hendan
túrin eru 29 mans. Ein pól-
lendingur er við; tað er
flaggskiparin. Skipari á
Akrabergi er Eyðun á
Bergi.
Kongafiskurin
verður
skráskorin
umborð
og
seldur til Japans.
Tá ið Akraberg kemur
aftur úr Irmingarhavinum,
fer skipið í Barentshavið at
royna.
Vónsvikin reiðari
- Seinast, eg frætti úr lands-
stýrinum, var kvotumálið
ikki slept, men tað er greitt,
at so hvørt tað líður út,
gerst
føroyska
kvotan
minni attraktiv.
Anfinn, sum sjálvur var
við at gera uppleggið í av-
taluni millum Føroyar og
Grønland um tey 500 tons-
ini eyka, sigur, at í hansara
verð er eingin ivi um,
hvussu
avtalan
skuldi
tulkast.
- Tað er heilt greitt, at
tonsatalið, sum skuldi liggja
til grunds fyri eykakvotu til
Føroyar, snúði seg bert um
føroyska og grønlendska
veiði og ikki um veiðina hjá
øðrum tjóðum, sum fiska av
grønlendskari kvotu.
Hann er tí vónsvikin av,
at grønlendskir myndug-
leikar hava tulkað avtaluna
so misvísandi, at eingin
eykakvota spurdist burtur
úr til føroyingar.
- Tað er eingin ivi um, at
embætismenninir,
sum
vóru við til at gera hendan
partin av avtaluni, vóru
greiðir yvir, hvat avtalan
snúði seg um, sigur Anfinn
Olsen, reiðari.
Akraberg fiskar nú av pólskari kvotu í Irmingarhavinum. Flaggskiparin er póllendingur, men tað er Eyðun á Bergi, sum hevur
leiðsluna á brúnni.
Tá ið skipið kemur aftur úr Irmingarhavinum, verður farið í Barentshavið
- Við nýggja skipinum
fáa vit eitt heldur
størri og væntandi
betri skip, sigur
reiðarin.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í dag fer Anfinn Olsen,
reiðari, til Danmarkar at
rigga til heimferðina hjá
línubátinum, sum P/F Regn
á Toftum hevur keypt úr
Íslandi.
Skipið er upprunaligt
bygt til norðmenn í 1988,
men hevur eisini verið
heimahoyrandi í Íslandi.
Navnið á „nýggja“ línu-
bátinum hjá toftamonnum
verður Stapin, og hann
kemur inn í fiskiskipa-
flotan fyri gamla Stapan,
sum tá einki fiskiloyvi
hevur.
Hvat verður av Stapan-
um, er ikki greitt enn, men
fær P/F Regn eitt hóskandi
boð, verður hann væntandi
seldur.
Spurdur, hvussu gongdin
hevur verið hjá gamla
Stapanum seinnu árini,
sigur Anfinn, at hon hevur
verið á góðari leið.
– Við nýggja Stapanum
fáa vit eitt heldur størri,
nýggjari og væntandi betri
skip, sigur reiðarin.
Nýggi Stapin liggur í
Skagen og kemur væntandi
til Føroya um einar 3-4
vikur. Við skipinum verða
12-14 mans.
Skipari verður framhald-
andi Brandur Højgaard,
sum byrjaði rættiliga ungur
at føra skip.
HVALAKANNING
Vilmund Jacobsen
Tann seinasti av til-
samans seks hvalum,
sum vórðu radiomerktir í
Noregi, 1. desember í
fjør, sleit sambandið við
Havgranskingarstovnin,
31. juli. Í 243 samdøgur
hevði granskingarstovn-
urin samband við Emil,
sum tey valdu at kalla
hvalin. Soleiðis kundu
tey eisini fylgja honum
allastaðni,
har
hann
ferðaðist á havinum.
Meðan
stovnurin
hevði samband við Emil,
sendi radiosendarin, sum
var festur á hvalin, javn-
an upplýsingar um, hvar
hvalurin var staddur.
Síðan desember í fjør
hevur Emil ferðast fram-
við norsku strondini og
uppi í Norska havinum.
Hesir 243 dagarnir er
longsta
tíðarskeiðið,
granskarar
í
Noregi
høvdu samband við ein
av merktu hvalunum.
Longd kanning
Nú fer Havgranskingar-
stovnurin at greina upp-
lýsingarnar, sum stovn-
urin hevur fingið. Tó
halda tey, at neyðugt
verður við uppaftur fleiri
upplýsingum, um ein
fullgóð mynd skal fáast
av, hvussu hvalurin ferð-
ast í mun til, hvussu eitt
nú sildin ferðast.
Granskingarstovnurin
í Noregi ætlar tí at
leingja hesa hvalakann-
ingina fram til endan av
komandi ári.
Emil helt
„sambandið“
longst
Nýggi Stapin nærkast
Nú nógv arbeiðstilboð eru á landi, er skilagott at geva teimum sum sigla, betri umstøður
umborð, so fólkið kann støðast uppaftur betri. Stapin verður nú skiftur út við eitt nýggjari og
betri skip
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
13
12