Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Havnarmaðurin Henry Christiansen er búsitandi í Mont- pellier í Suðurfrak- landi, har hann hevur búð síðan 1994. Seinastu fýra árini hevur hann havt egnan plátu- og lakkeringsverkstað. Á hvørjum sumri arbeiðir hann nakrar vikur hjá Reyni Service. BILMEKANIKARI Magnus Gunnarsson Henry Christiansen er í dag 34 ára gamal. Hann er út- búgvin bilmekanikari og lærdi hjá Auto Service frá 1985-89. Síðan arbeiddi hann á plátu- og lakker- ingsverkstaðnum hjá Reyni Service frá 1989-94. Í mai 1994 fór Henry sam- an við tveimum vinmonn- um ein túr til Fraklands. Har hendi so tað, at hann fann sær ein gentu, við tí úrsliti at hann á heysti sama árið flutti til Suðurfrak- lands at búgva. Hann býr í býnum Montpellier. Harfrá er ein tími at koyra til spanska markið og 3 tímar til Nice. Fyrstu fýra árini arbeiddi hann á einum virki sum framleiddi ovnar (peisir). Teir høvdu brúk fyri einum autolakkerara. Egnan verkstað í Montpellier Síðan 1998 hevur Henry havt sín egna bilverkstað í Montpellier. Hann legði seg mest aftir at gera plátu- og lakkeringsarbeiði. Hann er nú givin við hesum verk- staðinum. Hóast honum dámar sera væl í Fraklandi, leingist honum altíð eftir at koma aftur til Føroyar. Á hvørjum sumri hevur hann arbeitt á plátu- og lakker- ingsverkstaðnum hjá Reyni Service í nakrar vikur. Henry sigur, at Reyni Ser- vice er eitt sera gott ar- beiðspláss, og roknar hann ikki við at finna nakað betur. Har hevur hann altíð følt seg at vera vælkomnan. Fekk dreingjadreymin uppfyltan Úti er gott, men heima er best, sigur Henry. Hóast tað hevur hann ikki ætlanir um at flyta heimaftur. Tað er lætt at eita Henry í Frak- landi, har navni Henri er heilt vanligt. Tað verður út- talað nakað sum [ånri]. Hann hevur ofta vitjanir av vinmonnum sínum úr Før- oyum. Við sær í Føroyum hevur hann eina motor- súkklu, eina Honda 1100 XX Super Bluebird frá 1997. Eisini hevur hann fingið sín dreingjadreym uppfyltan, við tað at hann í fjør keypti sær ein Chev- rolet Corvette frá 1976. Tann bilurin stendur eftir heima. Nr. 174 • hósdagur • 12. september 2002 • 76. árg. Henry Chistiansen – føroyskur bilsmiður í Suðurfraklandi Her er Henry við sínari svørtu Honda XX Super Bluebird frá 1997. Hinir á myndini eru Eyðstein Jacobsen við sínari Yamaha Virago XV 1000 frá 1988 og Muddi Udbø við sínari Yamaha Virago XV 750 frá 1995. Henry fekk dreingjadreym sín uppfyltan, tá hann í fjør keypti sær hendan silvurgráa Chevrolet Corvette frá 1976 Henry Christiansen hevur búð í Suðurfraklandi síðan 1994. Á hvørjum sumri arbeiðir hann nakrar vikur á plátu- og lakkerings- verkstaðnum hjá Reyni Service 14 Nr. 174 - 12. september 2002 Umleið 75.000 ferðandi hava verið við Norrönu í summar. Tað er ein vøkstur uppá nærum 10% í mun til í fjør. Eisini vetrarsiglingin tykist hava vind í seglunum FERÐAVINNA Jan Müller Í gjár fór Norröna seinasta túrin í summarsiglingini í ár. Hetta er samtíðis allar seinasti túrur í summarsigl- ing hjá »gomlu« Norrönu yvirhøvur, nú nýggja Nor- röna tekur við siglingini næsta summar. Við henda seinasta túrin til Danmarkar eru 400 ferðafólk. »Gamla« Norröna gevst eisini sína summarsigling við maner. Ongantíð hevur hon flutt so mong ferðafólk sum í summar. Samlaða talið á ferðafólki í summar er 75.000 og er hetta ein vøkstur í mun til árið fyri uppá nærum 10%. Áki Jes- persen, leiðari á ferða- mannadeildini á Smyril Line er fegin um gongdina. Hann er eisini sera fegin um, at fleiri og fleiri velja at sigla við Norrönu um veturin eisini. Seinasta vetur tvífaldaðist talið av ferðandi úr 6000 uppí 12.000 í mun til árið frammanundan. Og gongur tað eftir ynskjunum og met- ingunum hjá Áka Jesper- sen, so verður talið á ferð- andi komandi vetur kanska at vaksa til eini 15.000. Fyrsti túrurin í vetrarsigl- ingini í ár kundi eisini bent á eina slíka gongd. Tá verða ikki færri enn 400 fólk við Norrönu, sum er met við byrjan av vetrarsigling. Tvs. at tølini fyri bæði summar- og vetrarsigling skuldu boða frá góðum, nú Smyril Line ger seg tilreið- ar at taka ímóti einum nýggjum skipi. TÍÐINDASKRIV/- RÆTTLEIÐING Jackways Fyri at koma undan skeivtulkingum av grein í Dimmalætting 06/09/02 »Jackways finst ikki longur fríggja- kvøld fyri føroyingar« vilja vit hervið útgreina viðurskifitni á Hauser- gade 43 – fríggjakvøld. Jackways er útleigað fríggjakvøld teir næstu mánaðirnar til lima- klubban, Sous Sol. Hetta er, sum áðurnevnt, ein klubbur, sum gevur lim- unum framíhjárætt at koma inn. Hetta merkir tó ikki, at føroyingar ikki sleppa inn. Teir kunnu, sum øll onnur, royna at gerast limir í klubbanum. Harafturat er møgu- leiki hjá fólki, sum ikki eru limir, at sleppa inn, tá pláss er. Tey mugu tó vera varug við, at tað er ein selektiv útveljan av fólki við dyrnar. Tað merkir, at fyriskiparin avgerð, hvør skal inn og ikki. Hetta er eisini kent frá flestu støðum í Keypmannahavn. Fyrireikarin av Sous Sol biðjur okkum at enda nevna, at ein kann søkja um at gerast limur (aldursmark 23 ár) í Sous Sol við at ringja til Zeit Aps á tlf. 33110119. Jackways/Sous Sol Metár hjá Norrönu Áki Jespersen, leiðari av ferðamannadeildini hjá Smyril Line fegnast um framgongdina í ferðafólkatali. Í gjár fór Norröna seinasta túrin í summarsigling í heila tikið Mynd Jan Teir gera klárt til tann allar seinasta túrin í summarsiglingini hjá »gomlu« Norrönu, Atli Niclassen, stýrimaður og Ári Hammer, bátsmaður Mynd Jan C M Y K 14