Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 1983síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Arthur Koestler | Hósdagin tann 3. mars vóru Arthur Koestler og kona hansara Cynthia funnin | deyð í heimi teirra i London. Koestler, ið var 77 ár, hevði verið sjúkur eina tíð, hann hevði leukemi og Parkinsons sjúku. Koestler var næstformaður í fel- agnum Exit, hvers limir halda tað vera ein sjálvsagdan rætt sjálvur at avgera, nær tú endar lív títt. Koestler var ungarari. Pápin var av russiskari ætt, mammam tjekkiskur jødi. Eftir eitt fjølbroytt og flakkandi liv sum blaðmaður og rithøvundur eydnaðist tað honum fyrst í krigsårunum at koma til Onglands, har hann gjerdist stats- borgari og livdi restina av ævi síni. Koestler var, á bókstaviligari hátt enn mangur annar, ein skipbrotin. Tað jed- iska fólkið, hann kom av, var, sum vit í dag dagliga verða mint á, so at siga | útruddað í árunum 1933—45. Tann miðeuropeiska siåmenningin, sum hann var Í runnin av og sum eisini skapti fólk sum Franz Kafka og Sigmund Freud, ivaleyst tað ríkasta mentunarjerðildið í Europa, var í 1945 ein rúkandi toft Koestler skrivaði yvir tríati verk. Millum hansara kendastu skaldsegur eru The Gladiators, 1940 (Gladiatorerne), um trælauppreisturin í Rómararíkinum ár 73—71 fyri Kristi feðing (Spartakus); Darkness at Noon, 1941 (Merke midt | på dagen), um Moskvasakarmálini; Arrival and Departure, 1943 (Ankomst og afrejse), ið m.a. er ein viðgerð av psykoanalysuni; og Thieves in the Night, 1946 (Tyve i natten) um skapanina av Palestina Koestler var stríðsmaður alt sitt liv. Hann striddist fyrst móti fascismuni, so móti stalinismuni, seinni móti visindaligum råkum, sum tóktust honum ivasom og vandamikil. Eitt av hansara hjartamålum var at avtaka deyðarevsingina í | Onglandi, og bók hansara Reflections on Hanging (Tankar um Heinging) gjerdi | sitt til, at deyðastraffurin varð avtikin Koestler hevði sitið fangi í minst trimum londum, Spania, Fraklandi og Ong Hann setti á stovn Koestler-virðislenina, sum á hverjum ári verður latin Í landi Í £ } 4 FÁ i ár | tarh ot | fangum í enskum fongslum, sum skriva, mála ella fáast við annað listarligt i arbeið Í KK rk r r S K Æ 3 1 D x Sjá 1 2 x KK € of 10. LIN l Í Inkar gekkaskort | thur. Á ein djúpari og nsamalla. Tá kann tað vera ein stór pers enn telefonin útvarpið hjálp at meta einum yrkjara, sum sigur € S yggir prentlistin brýr legg einki í, eg havi tað upp á sama máta! ósæddar vinir, sum Tað var hetta, Koestler gjørdi. I ævisegu síni skrivar hann um ungdómsárini. Um ótta, ringa samvitsku, seksuellar trupulleikar. Um eitt ótal av fylgja tær alt lívið Soleiðis føldist tað í hvussu er at koma einsemi, at kenna ungarska rithevundin Arthur Koestler. Tann fyrsta av hansara bókum var sjálvsævisegan Arrow in the Blue 1952 (Pilen í det Blá). Tá ið eg hevði lisið hana, kendist tað, sum hevði eg í huganum ein ósjónligan vísara, sum segði til, hverju ferð eg sá navnið Koestler, í einum blað, einum bókhandli ella eini bókaskrá. Eg las allar bekurnar hjá Koestler, eg fekk hendur á. Fyrst las eg hann á donskum. Seinni kom hann at vera millum teirra, sum leiddu meg míni fyrstu spor inn í eingilska mál- og bók- mentaheimin. Sum eg las eina bók fyri og aðra eftir, tosadi eg við høvundin, gjørdi viðmerkingar í bókunum, var ósamdur Koestler gjørdist ein partur av mínum lívi. Seinni, tá ið eg kom til London og onkuntíð nærkaðist Buckingham Street, har hann hevði adressu, kundi eg knappliga fáa eitt legið hugskot. Skuldi ein stokkið inn á gólvið? Nei. Arbeiðssom menniskju skal ein ikki órógva. Hevuðsgrundin til, at tað kendist so hugtakandi at lesa Koestler, var helst ið eg las sálarligum fløkjum, so nógvar, at ein vin- maður einaferð segði við hann: »Vit onnur hava kompleks. Tú hevur ein heilan katedral!< Samhugin hjá Koestleri við lesaranum kom eisini fram á ein annan hátt, í skriv- ingarlagnum. Koestler var helst ein tann greiðasti rithevundin í okkara tíð. Uttan at renna rundan um flektar spurningar, gjørdi hann alt hann var mentur fyri, at lesarin skuldi skilja tað, sum hann skilti, og síggja tað, sum hann sá. Hann brúkti myndir, kom við dømum, krydraði frá- segnina við persónligum upplivingum Stuttligt kann vera at hugsa um, hvussu mangir skriftlærdir og tulkarar hevdu gjørst arbeiðsleysir, áttu Marx ella Freud bara ein part av tí meistarliga og krystallklára skrivikynstrinum hjá Koestleri. Aftrat tí kom hansara óslekkj andi forvitni, ið fór darrandi sum rav- magn gjegnum stílin hjá honum, til tað rein við lesaran og fekk huga hansara á glid. Alt, hann nam við, gjørdist áhuga- Leygardagur 19. mars 1983 yndil í eini myrkari tíð 'R . hj 4 . h - Politikkur, moralur, stjørnufrødi, livfrødi, sega. Í bókini The Roots of Coin- cidence 1972 (Sandsynlighedens grænse) greiddi Koestler frå kvantefysikkini å so spennandi og livandi hått, at tad kendist sum at hava fingid eitt spildurnytt Tintin-hefti upp i hondina! Tad tridja, sum gjørdi Koestler so dragandi, var evnid í bókum hansara hansara hendingarika og fjølbroytta liv Av sinnalag var Koestler sjålvskodandi og hugsunarsamur. Sum so mangur annar svaraði hann upp á viðkvæmið og innhugsnið í sær sjálvum við at leita tær stóru hendingarnar upp. Hann hevði ein ósvíkjandi sans fyri at vera, har ið leik- urin var harðastur. Tað var næstan ikki tann malstreymur í árunum millum bar- dagarnar, hann ikki vavdist uppí. Hann arbeiddi sum veltingarmaður í Palestina í 1926—27 — sum kunnugt var hetta landið upprunalyga bygt av sosialistisk um jarðarbrúkarum. Hann gjerdi, sum blaðmaður hjá Ullstein-fyritekuni, í 1931 eina norðpólsferð við luftskipinum Graf Zeppelin. Hann ferðaðist í sovjettiska vert t Á Midasia í 1932-33, júst sum neyðin, ið stóðst av kollektiviseringini hungurs var av tí ringasta. Hann var við spanska borgarakrignum, sum blaðmaður hjá enska blaðnum News Chronicle. Har var hann tikin til fanga og demdur til deyða, men slapp undan við lívinum í seinastu letu. Hann eitt skifti, stutt eftir at kríggið var byrjað. innistongdur í kz-fangaleguni Le Vernet í Suðurfraklandi sat TEY VERK, SUM Koestler hevur latið úr hondum, kunnu býtast sundur í fýra partar skaldsegur, sjálvsævisegur. greinasevn og heimspekilig og vísindalig verk. Ég ætli her at tríva í nakrar tættir í bókmentaliga virki hansara. Men fyrst nekur fá orð aftrat um Arthur Koestler Fyri tað fyrsta: Koestler var málsligt flogvit. Hann skrivaði fyrst á móðurmáli sínum, ungarskum. Fór so at skriva á týskum. Fekk sær síðani, eftir at hann var flyttur til Onglands, eingilskt til mál og skrivaði tað betri enn flestu bretar Harnæst: Koestler var bæði humanistur