Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Nr. 34 — 22. mars 1983 Kundu útbygt Skopunar haun fyri 52 mill. kr. í 1980: Fremja nú bygging fyri 30 milli- onir meira — men minni i Vavi Pierurin á Bergi og grótkast uttanfyri verður ikki gjørt fyri átta milliónir sum ein meirilutin i figgjarnevndini mælir til, metir Atli Dam, sum hevur sítt egna uppskot Fíggjarnevndin er nú liðug at viðgera uppskotið, sum landsstýrið legði fram í fjør um dyping av Ytra Polli og gerð av pieri í Skopun. Nevndin hevur arbeitt sum millumtinganevnd og hevur m.a. havt fund við Skopunar bygdarráð, eins og hon hevur verið á staðnum. Ein meiriluti — landsstýrisflokkarnir, Tjóð- veldisflokkurin og Framburðs- og Fiskivinnu- flokkurin — mæla til at leingja pierin á Bergi við 15 metrum og leggja grótkast norðan fyri molan á Bergi. Í hesum sambandi mælir meirilutin til at geva landskassanum heimild at læna átta mill. kr. fyri at fremja ætlanina. Ein minniluti — Javnaðarflokkurin — harmast um, at byggiætlanin, sum var utbodin í 1980, ikki varð framd fyri 52 mill. kr., tí fýra mill. kr. restaðu í játtanini. Javnaðarflokkurin vísir á, at ifjør og fyrraárið er útbygt fyri 25 mill. kr. Landsstýrið hevur biðið himild at byggja út fyri aðrar 35 mill. kr. Men landsverkfreðingurin metir ikki, at útbyggingin kann gerast fyri undir 50 mill. kr. Harafturat koma príshækkingar, so kostn- aðurin verður einar 55—60 mill. kr. Harafturat kemur tað sum er gjert. T.v.s., at landsstýrið nú fremur eina bygging fyri 80—85 mill. kr. Javnaðarflokkurin metir ikki, at uppskotið hjá meirilutanum ber nakra havnagerð í Skopun við sær. Javnaðarflokkurin sigur, at tað er neyðugt, at nú ikki verður framdur leikur, sum ger, at vit mugu koma aftur um aftur ov ofta. Javnaðarflokkurin mælir tí til at dýpa og víðka Ytra Poll, byggja pier har, leggja grótkast uttan fyri molan norðuri á Bergi og leingja hann. Tí mælir Javnaðarflokkurin til at geva landskass- anum heimild at læna 55 kr. fyri at fremja hesi arbieði. Fríggjadagin legði fíggjar- nevndin fram álit í málinum um útbygging av Skopunar havn. Meirilutin hevur ongar viðmerkingar til málið, men meiriluti ger vart við, at um neyðugt verður at gera grót- kast út á Boðan, skal hesin meguleiki verða hildin opin. A fíggjarlegtingslóg 1983/84 verða 5 mió. kr. at seta til nevnda endamál. Minnilutin, Atli P. Dam, úr Javnaðarflokkinum, harmast um, atbyggiætlanin, sum útboðin varð í 1980 sam- bært legtingslóg nr. 72 frá 29. mai 1980 ikki varð framd orsakað av, at 4 mió kr. vóru á muni í millum til- boðskostnað (52 mió. kr.) og játtan (48 mió. kr.). Annars sigur Atli Dam í viðmerking- unum Í staðin fyri at játta nevndu 4 mió. kr. steðgaði nýggja samgongan bygging- ini og helt aðra kós viðvíkj- andi Skopunnar havn. Bygt er fyribils fyri út við 25 mió. kr. í 1981 og 82, og biður landsstýrið nú um heimild at nýta aðrar 35 mió kr. til eitt projekt, ið er minni enn tað í 1980 útbodna, men framt eftir somu hevuðssjón- armiðum sum tá Utrokningar landsverk- frødingsstovnsins sýna tó, at projektið í dag ikki letur seg fremja fyri 35 mió. kr.. men heldur kemur at kosta 48,7 mió. kr. Leggja vit príshækk an í byggitidini afturat, kemur tað at kosta 55—60 mió. kr P.v.s. at vit í staðin fyri bygging fyri 52 mió. kr 1980 sambært fast tilboð nú fremja eina bygging Tekningin er av uppskotinum hjå Atla Dam, ur Javnadarflokk- inum. Tað svarta økid er pierur, 25 metrar, úr Lítlaskeri og garður suður á brimgarðin við uppfylling = innanfyri Eisini vísir myndin ein longdan pier á Bergi og grótkast uttanfyri fyri 80—85 mió. kr. Eina bygging, sum er minni í vavi, men sum kortini brýtur frá 1980-ætlanini við portri og eitt sindur sterri dýpi inni í havnini Grótkast við molan á Bergi Undir viðgerðini av málinum hevur landsverkfrødingurin gjørt greitt. at minni rúmkan av Ytra Polli enn hon, ið svarar til sonevnda projektið V 1,5 ikki er rådilig at fremja, gr XX. - -y? r . me = v . — Á / Í - Þá . . te - + ” jr ; = mr — sr” - - = P ” rs - =... r X på »” - - i —. yt x På ei , - „ Sí ) I - / / SR 4 » AD ki - á li ” p , 4 . á skal nóg mikið av tilfari fáast til vega til grótkast, piersteði 0.a., og skulu umsteðurnar at »manøvrera« á Pollinum verða forsvarligar Hendan víðkan er minni enn tann í 1980 útbodna, men kann minnilutin kortini taka undir við henni. Metingar hava verið gjørd- ar viðvíkjandi einum grót- kasti á ytru síðu av molanum norðuri á Bergi til tess at taka megina burtur og lutvíst brýtur um molan lut- víst snarar um molaendan og skapar ókyrru skapar ókyrru í innsiglingina á Pollin. Hesar metingar vilja vera við, at grótkastið kann beta um innsiglingarvidurskiftini á Ytra Polli og taka burtur brotið, sum nú endar á »Reydafyri«. Slíkt grótkast kostar 4,5 mió. kr. at leggja, men trygd er ikki fyri, at tað verður liggjandi. Serliga verður torført at tryggja landnyrð- AU g ENI. å SU På NN SN ÆRE „> > - Pan - - = + , - < Á NR a 20 * á 5 ø NS -- Á ? . — Í ingshornið, har vandi er fyri, at klettarnir verða tiknir suður við molanum út á dýp- ið. Eisini er vandi fyri, at nakað av gróti við molarótina verður tikið norður í slokuna nærri landi. Kortini er hetta grótkast so mikið bíligt og helst møgu- ligt at afturbeta regluliga, tí molin er bakverja, at minni- lutin tekur undir við at fremja tað. Menn á staðnum hava álit á, at bati er í hesum .. p . yr f. - ár - m Í , - A - = — NS - ro > > - >- -— — 8 N grótkasti, og mælir minni- lutin tí til at seta 4,5 mió. kr. av til hetta. Leingjan av molanum á Bergi Ynski er eisini frammi um ávísa leingjan av molanum norðuri á Bergi, og kann minnilutin taka undir við, at útvegur er opin fyri hesum í játtanini. Her kemur upp á tal annað- Framhald á síðu 10 WA PARK $3óvaRMÁL , fuLT OVP: FYR Full DÝPI FYRI Vis