týsdagur 22. mars 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eisini tingmenn úr samgonguni
eru nøgdir við Noregssáttmálan
Men teir noyðast at atkvoða fyri, tí annars sori áhuga.
fær tað avleiðingar — grein 13 hevur aftur Sóðtók norskar
verið frmami! Andstoðan tekur ikki undir
Javnaðarflokkurin
við
sáttmálanum.
mælir tilnýggjar samráðingar
Ikki bara andsteðuflokk-
arnir á legtingi halda, at
fiskiveiðisáttmálin, sum
tandsstýrið hevur undir-
skrivað við norðmenn, er
vánaligur
Tá såttmålin, sum løg-
tingið enn ikki hevur sam-
tykt, varð til 1. viðgerð
fríggjadagin seinrapartin,
vísti tað seg, at Fólka-
flokkurin ikki bert var iv-
ingarsamur, men at Svend
Áge Ellefsen hevði um-
hugsað ikki at taka undir
við sáttmálanum.
Men tað fær hann ikki
loyvi til. Hann segði undir
umreðuni, at tók hann ikki
undir við sáttmálanum,
fekk tað parlamentariskar
avleiðingar. | Tingmaður
Fólkafloksins ásannaði, at
grein 13 í samgonguskjal-
inum forðar honum í at
seta eitt broytingarupp-
skot til sáttmálan fram.
Jógvan Sundstein segði
seg eisini vera í iva. Hann
boðaði kortini frá, at
Fólkaflokkurin fer at at-
kveða fyri sáttmálanum.
Men hann segði, at norð-
menn skulu hava at vita,
at teir hava brotið for-
treytirnar fyri sáttmál-
anum.
Javnaðarflokkurin = og
Tjóðveldisflokkurin hava í
álitinum frá marknaðar-
nevndini boðað frå, at teir
taka ikki undir við sátt-
málanum. Javnaðarflokk-
urin hevur skotið upp, at
nýggjar samráðingar
verða tiknar upp við
Noregi.
Eftir uppskoti frá Finn-
boga Isaksen, úr Tjóð-
veldisflokkinum, sum
annars segði, at hann fór
at atkveða fyri sáttmál-
anum, varð uppskotið til
sáttmála beint aftur í
marknaðarnevndina til
skjóta viðgerð, áðrenn 1.
viðgerð av málinum
verður gjørd liðug.
Aðrenn málið varð beint
i marknadarnevndina
høvdu framsøgumenn fyri
flokkarnar orðið:
Hvat hevur lands-
stýrið gjert
Jógvan Sundstein, úr
Fólkaflokkinum, vísti á, at
síðan fiskiveiðisáttmálin
við norðmenn varð undir-
skrivaður, er komið fram,
at norðmenn hava givið 10
fiskiloyvi afturat til norsk-
ar bátar.
Legtingsformaðurin vil-
di hava legmann at svara
nekrum spurningum,
áðrenn legtingið atkveddu
um sáttmálan. Jógvan
Sundstein spurdi, um
landsstýrið hevur mót-
mælt avgerðini hjá norð-
monnunum, um lands-
styrid hevur bodad frå, at
såttmålin ikki er i gildi
ella um føroyingar fåa
møguleika at økja um
fiskiskapin.
Pauli Ellefsen upplysti,
at landsstýrið hevur havt
samband við norðmenn,
og at landsstýrið hevur
fingið at vita, at
norðmenn hava givið 10
fiskiloyvi afturat. Eitt av
hesum loyvunum er til ein
frystibát, sum er 400 tons
stórur. Hinir eru smærri
og sigla inn fyri at leggja
veiðina upp.
Legmaður segði, at
sjálvandi fer tað at ávirka
samráðingarnar komandi
ár, at norðmenn hava
givið fleiri loyvi. Hann
segði, at logiskt fóru krov
at verða sett fram, um
rækjumenn kunnu vísa á,
at fiskiskapurin hjá norð-
monnunum er sterri enn
upplýst.
Legmaður
undraðist
Pauli Ellefsen segði seg
annars undrast yvir, at
menn tykjast líkaglaðir
um kvotuna av toski og
botnfiski, meðan teir
ganga nógv upp í tað, at
rækjufiskiskapurin er av-
markaður.
Somuleiðis undraðist
løgmadur yvir, at menn
einki siga um tað prinsipi-
ella vandamikla, at føroy-
ingar fingu tosk við í Sval-
bardsáttmálan í 1989 og
aftur í -80.
I Tå feroyingar
£ Mtóku at fáa tosk frå
rr-ðmonnum við
Svlabard, hava vit
g6dtikid, at norðmenn tå
eiga toskin við Svalbard,
segði Pauli Ellefsen.
(Talan er um 750 tons av
samlaðu toskakvotuni
upp á 8000 tons við Sval-
bard, og sum er ein kvota,
sum norðmenn hava
bundið seg til at steðga, tá
hon er fiskað. Men tað var
bert av praktiskum orsek-
um, at feroyingar ynsktu
at fáa henda partin tillut-
aðan. Meira um hesi tons-
ini longur frammi í frá-
segnini, blaðm.).
Pauli Ellefsen vísti á, at
vit annars framvegis hava
toskakvotu í avtaluni við
norðmenn. Hann segði, at
tað var eydnast at stað-
festa, at vit sleppa at fiska
rækjur uttan at gjalda
nakað afturfyri. Leg-
maður segði, at feroyingar
gingu við til at avmarka
rækjuveiðuna fyri yvir-
hevur at fáa ein sáttmála
um sínámillum fiskiveiði-
sáttmála við Noreg.
Átti at verið komin
heim áðrenn undir-
skrivaðu sáttmálan
Atli Dam, úr Javnaðar-
flokkinum, gav eina
seguliga frágreiðing frá
samráðingunum um sátt-
málar við onnur lond.
Um samráðingarnar
við norðmenn helt Atli
Dam, at legmaður átti at
verið komin heim og sam-
ráðst við rækjumenn og
andsteðuna, og annars
kannað fortreytirnar fyri
undanfarnu såttmålaum
við norðmenn. Hann helt
tað hevði verið skilabetri,
um legmaður — ístaðin
fyri at kasta eftir eðrum í
einum taktiskum spæli —
kannaði, hví nekur tons av
toski standa frá 1979.
Formaður Javnaðar-
floksins greiddi frá, at
8000 tons av toski kundu
veiðast við Svalbard. Hesi
tonsini kunnu veiðast av
øllum, men norðmenn
hava bundið seg til at
steðga veiðini, tá kvotan
er uppi. Tí ræður um aT
skunda sær.
Avtala varð gjørd um,
at føroysk veiða varð sett
til 750 tons, sum so feroy-
ingar kundu veiða, tá tað
lysti teimum og um teir í
heila tikið vildu veiða.
Atli Dam sló fast, at
hesi 750 tonsini, sum
kunnu veiðast við
Svaldbard, vórðu íkki
fingin móti endurgjaldi til
norðmenn, men bert ein
praktisk fyriskipan.
Annars vísti hann eisini
í, at Pauli Ellefsen kundi
havt »skippa« hesi 750
tonsini, um tey vóru ein
meinbogi, tí feroyingar
hava gjørt noråmonnum
greitt, at tey hava ikki
frågreidingar
Atli Dam visti å, at lands-
stýrið góðtók norsk krøv
uttan heimildir og góðtók
norskar upplýsingar og
frágreiðingar. Hanns egði,
at landsstýrið átti at
havt steðgað á og tikið
upp samráðingar við
rækjumenn og embætis-
menn í danska uttanríkis-
ráðnum.
Framsegumaður Javn-
aðarfloksins helt tað vera
eina undanferslu, tá log-
maður hevur víst á, at
rækjuveiðan er ikki av-
markað í negd. Atli Dam
segði, at tað er munur á at
fiska við fimm skipum og
so at hava meguleikarnar
at útbyggja flotan.
Atli Dam segði, at tað
framgongur ikki av frá-
sagnum frá fundinum í
marknaðarnevndini, at
aðrar tjóðir hava bundið
seg til avmarkingar. Hann
segði, at tað er upplýst, at
bæði russar og spaniólar
veiða. Russar veiða við 24
skipum alt árið, er upp-
lýst. Norðmenn siga seg
veiða við 10 skipum. Men
hann vísti á, at tað var
legið, um norðmenn bert
hava 10 skip eftir av um
25 rækjuskipum frá
rækjufiskiskapinum við
Grenland.
Álvarsamt mistak
— stórur stovnur
Atli Dam metti, at sátt-
málin við norðmenn er eitt
tað álvarsamasta mistak-
id, føroyingar hava gjert í
samrådingum við aðrar.
Hann vísti á, at norð-
menn hava brotið sátt-
málan. Tí mælir Javnaðar-
flokkurin- til at taka upp
samráðingar av nýggjum.
Atli Dam upplýsti
annars, at fiskifreðingar
siga, at stovnurin við
Svalbard er sterkur og
tolir veiðina, hóast teir
ikki halda at hon ikki skal
vaksa munandi.
Tað er skilagott at av-
marka. Men Atli Dam
segði, at tað er ikki rætt,
at bara føroyvingar av-
marka. Hann upplýsti, at
stovnurin á tí grunna
vatninum út til 400 m
dýpi er 40.000 tons stórur.
Harafturat hava feroy-
ingar funnið fram til, at
rækjan finst á nógv sterri
ekjum enn framman
undan hildið, og at hon
eisini er á djúpri vatni.
Annars vísti Atli Dam
á, at toskurin við Svalbard
hevur sína serligu steðu.
Lodnan í Barentshavinum
eina aðra og rækjurnar
upp aftur eina triðju, tí
"tær verða veiddar í »al-
heims« sjógvi, sum norð-
menn ikki hava heimild at
regulera.
Góðtók frágreiðing-
ina fult út
Jógvan Sundstein
upplýsti, at ætlanin hevði
verið at fingið Atla Dam á
fund í marknadarnevndina
fyri at koma við eini frå-
greiding um toskin. Men
hann segði, at frágreið-
ingin frá framsegumanni
Javnaðarfloksins var so
góð og gjellig, at tað fór at
verða óneyðugt nú. Og at
hann góðtók hana fult út.
Annars segði framsegu-
maður Fólkafloksins, at
hann stóð ivandi yvir fyri
sáttmálanum. Men hann
segði seg taka undir við
sáttmálanum og við
teimum treytum hann
hevur, tí annars høvdu vit
ikki fingið nakran
sáttmála við norðmenn.
Hann spurdi aftur løg-
mann, um hvat vit gera
nú, tí nú eru fortreytirnar
fyri sáttmálanum nakrar
aðrar, ein tá sáttmálin
varð undirskrivaður í de-
sember,' við tað at norð-
menn hava givið fleiri
loyvi.
Jógvan Sundstein segði,
atlegtingsmenn mugu
hava vissu fyri, at lands-
stýrið ger norðmonnum
greitt, at longu í ár hava
norðmenn ekt fiskiskapin,
og at siga teimum, at vit
mugu eisini hava rætt at
ekja veiðina.
Atli Dam burturvísti
undanfersluni, at góðtóku
feroyingar ikki hesar og
hesar treytirnar, so varð
ikki talan um nakran sátt-
mála.
Atli Dam segði, at hetta
hava norðmenn sagt øll
árini frammanundan. Men
tað hava kortini verið heilt
upp í fimm samráð-
ingarumfer, áðrenn sátt-
máli er undirskrivaður.
Avmarka norð-
menn?
Svend Áge Ellefsen, úr
Fólkaflokkinum, segði, at
tað var upplýst, at norð-
menn eisini fóru at av-
marka rækjuveiðina, og
vísti á, at nú siga bleð, at
norðmenn hava ekt veið-
ina.
Hann segði, at einki
stendur i viðmerking-
unum til sáttmálan, um
avmarkaða norska veiðu,
og spurdi, um nakað skriv-
ligt er, um norðmenn fara
at avmarka, sum teir hava
kravt av feroyingum.
Svend Åge Ellefsen
setti spurnartekin vid, um
tad er taktiskt rætt av
førovingum nú — uttan
ein bókstav um norska av-
marking — at taka undir
við sáttmálanum
Hann segði seg ivast í,
um tað ikki ger steðuna
hjá landsstýrinum veikari
við komandi samráðingar,
um vit taka undir við sátt-
málanum nú.
Svend Åge Ellefsén
mælti ti marknadarnevnd-
ini til at broyta álitið ao-
leiðis, at tá sáttmálin
verður viðtikin, at eitt
ávíst fyrivarni er.
Annars segði vágating-
maðurin, at hann hevði
nevnt meguleikan at seta
uppskot fram um at
broyta sáttmálan, men at
hann noyddist at ásanna,
at tað fekk hann ikki lov
til vegna grein 13 í sam-
gonguskjalinum millum
teir triggjar borgarligu
flokkarnar.
Góða mamma...
Erlendur Fatursson, úr
Tjóðveldisflokkinum, seg-
ði, at vit nú er vanir við
ein tragikomiskan leik, tá
Pauli Ellefsen altíð skal
verja seg við eini umber-
ing, sum minti hann um
sangin: Góða mamma tað
var ikki eg ...
Erlendur Patursson
vísti á, at Pauli Ellefsen
lovaði, áðrenn hann
gjerdist legmaður, athann
skuldi gera alt betri — eis-
ini fiskiveiðisáttmálarnar
á fjarleiðunum. Nú hevur
hann gjert ikki bara líka
ringar, men upp aftur
verri sáttmálar.
Adolf Hansen, úr Fram-
burðs- og Fiskivinnuflokk-
inum, helt, at nógv ringt
var í sáttmálanum, men at
eisini ymiskt gott var í
sáttmálanum. Hann segði,
at hann tók ikki undir við
sáttmálanum.
Finnbogi lsaksen, úr
Tjóðveldisflokkinum, setti
upp nakrar meguleikar,
um legtingið ikki tekur
undir við sáttmálanum.
Hann spurdi, um løgmans-
undirskriftin so var
galdandi ella legtingssam-
tyktin.
Annars vísti hann á
vandan við ikki at hava
nakran sáttmála við
noiðmenn og nevndi í
hesum sambandi 'salt-
fiska- og flakatrolararnar.
Hann helt tað tí ikki vera
rætt ikki at atkveða fyri
sáttmálanum.
Finnbogi Isaksen skeyt
upp at beina sáttmálan
aftur í marknaðarnevnd-
ina. Tað gjerdi løgtings-
formaðurin.
jo-mo