Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mars 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Umboðsnevndarformaður SEV 's: tíðindablaðið Havi einki imoti at pressan er við á SEV-fundunum — Eg havi als einki ímóti, at pressan luttekur á umboðsmannafundunum hjá SEV, men so mugu hesir fundir skipast á annan hátt enn í dag Tað er formaðurin í um- boðsmannanevnd SEV's, Hanus Joensen í Hvalvík, sum sigur hetta. Hann vísir á, at hetta málið var i á næstseinasta og seinasta fundi í umboðs- mannanevndini, og at tað varð felt báðar ferðirnar. — Hevði uppskotið um at geva almenninginum innlit í hesar fundir verið sett eðrvísi upp, og hevði tað verið betri gjøgnum- arbeitt, so ivist eg ikki í, at eg hevði atkvett fyri tí. Hanus Joensen sigur seg einki hava ímóti, at pressan fær allar upplýs- ingar, men so má ein tílík- ur fundur skipast á ein slíkan hátt, at hetta er praktiskt gjerligt. Og tað er tað ikki í dag. Vit vita, hvussu skilið er, tá útvarpið fer við mikrofonini í tingið. Teir eru so bert 3 mans. Vit eru millum 70 og 80 m ans í umboðsmannanevndini, og skal pressan hava megu- leika at fylgja einum orða- skifti her, og skulu vit hava meguleikan at gera okkum lidnar innan rímu- liga tíð, so er neyðugt at umleggja fundin, og tí mugu vit fyrst hava eina reglugerð fyri fundin, áðrenn vit samtykkja eitt uppskot heldur Hanus Joensen. — Tað, sum umræður, er so at finna eina fundar- gongd, sum ger hetta meguligt. jan Síða 9 Sandavágsmenn sekt um loyvi til eitt nýtt rækjuskip Fleiri av rækjubát- unum eru nú farnir til Eysturgrenlands. Teir, sum eru komnir á fiski- leið, eru Vesturland, Oknin og Hviltenni. Tað er ikki nógvur ísur, og fiskiskapurin er góður. Men veðrið hevur tó tarnað bátun- um nakað. Tveir rækjubátar eru á Svalbardleiðini. Teir eru Kjelur (fyrrv. Vest- urvarði) og Sólborg. Tað frættist, at Sólborg hevur havt óvanliga góðan fiski- skap. Teir hava fingið upp í 40 tons um sam- degrið. Johan á Plógv, for- maður í felagnum Rækjuskip, sigur, a bátarnir nú fara at royna at fiska kvotuna upp í Eysturgrenlandi. Aftaná fara teir smærri bátarnir helst vestur- um at royna, um tað er fiskandi fyri ísi. Sum stødan er nú ber ikki til at fiska í Vesturgren- landi orsakað av ov nógvum ísi. Karina liggur í Hirts- hals og fær plátufryst- arar ísettar. Teir eru ætlaðir til framleiðslu av rárækjum til Japans. Eisini Fame fær plátufrystarar isettar. Fame er i Noregi og fær hetta gjørt. Johan á Plógv upp- lýsir annars, at fleiri av reiðarunum hava ætlanir um at umbyggja rækjubát- arnar. Eitt nú skal Karina leingjast, og í Vági hava teir esini ætlanir at umbyggja Svalbard. Sjálvur hevur Johan á Plógv ætlan at umbyggja Hviltenni fær hann ikki loyvi at byggja eitt nýtt stort rækjuskip. Hann hevur liggjandi eina umsókn í landsstýrinum um at sleppa at byggja eitt nýtt rækjuskip. — Eg havi einki svar fingið, hóast tað er rættiliga lang tíð síðani eg sendi umsókn í Tinganes sigur Johan á Plógv. Hann vísir á, at skulu vit satsa uppá Svalbardekið í framtíð- ini so mugu vit hava onnur skip ístaðin fyri tey smærri skipini sum ikki egna seg til fiski- veidu vid Svalbard. Leidin til fiskimidini er long, so båtarnir skulu helst hava stóra last fyri, at tårurin kann løna seg nog væl. jan Innflutningsbann av skipum óbótaligan skaða Soleiðis sá yvirskriftin út á forsíðuni á Sosialinum 12. mars 1983. Tá ið so ein hevur lisið hesa grein, sum snúði seg um samreðu við John Dam, skipara, so má haldast, at gott varð, at hansara sjónarmið komu fram júst nú. John Dam er maður, ið er nógv virdur av feroy- ingum. Hann hevur, sum ellum kunnugt verið slóbrótari, og ikki minst innan fiskivinnuna. Hetta takkar alt feroya fólk honum fyri. Tá ið tað kemur til skipabyggjan her heima og uttanlanda, so eru vit ikki samdir. — Eg skal nú her royna at lýsa okkara sjónarmið, so væl sum eg eri ferir fyri. Vit her í Feroyum byggja í dag sterri og sterri skip av ymiskum slag. Vit umbyggja, umvæla og hava servisu av skipum av nærum ellum slegum, eins og okkara virkir byggja og hava servisuna av okkara fiskaídnaðar virkjum. Hetta eru vit glaðir yvir, at vit idag eru ferir fyri. Taka vit fyrst skipa- smiðjurnar, so eru tær fleiri kring landið, tó eru bert tvær, ið kunnu byggja stór havgangandi skip, fiski- sum farmaskip. Hesar > skipasmiðjurnar hava vid mikid strid og strev upparbeitt seg, til tær umsíður vóru førar fyri -at byggja ella um- byggja tílík skip. Vit eiga eisini her at verða teimum monnum takksamir fyri at teir vildu leggja rygs til, fyri at náa hetta mál. Hetta hava verið Feroyum góðir menn. Tað felist hugstotyt fyri okkum, ið hava stríðst alt okkara lív fyri at upp- byggja virkir av ymiskum slag. so óneyðugt skuldi verið at farið uttanlands, tá tað ídag eru teir, ið meina at vit framhaldandi eiga at byggja okkara skip uttanlans ella loyva at flyta gomul skip inn, eins og útlendingar koma her at byggja virkir 0.a. Vit, sum ídag eru eldri, minnast aftur á tíðina, tá ið feroyingar innfluttu gamlar trolarar. Vit minn- ast eisini úrslitið av hesum. Sum formaðu fyri FHM, sum umboðar allar hand- verksmeistarar í Feroyum, hevur tað altíð verið mítt og okkara aðal- mál, at so nógv hand- verksarbeiði skal verða gjørt av okkum føroy- ingum, sum yvirhevur gjørligt, tí vit vita, at alt ov nógv verður innflutt. Vit vita eisini, at á henda hátt skapa vit arbeiði til nógvar hendur, eins og vit gerast meira sjálvbjargnir á hesum eki. — Vit eru við til at upp- læra meira ungfólk, okkara virkir menna seg, og jú sterri avbjóð- ingarnar eru, jú skjótari verða vit førir fyri at koma á hædd við okkara granna- lond. Sum áður nevnt, so er okkara mál: alt hand- verksarbeiði í Feroyum skal gerast av feroying- um, so nógv, sum gjørligt. Við hesum málsetningi hava vit verið á fundi við Feroya Landsstýri og greitt teimum frá okkara sjónarmiðum, ikki minst nú SEV skal útbyggja vatnorku. Vit meina, at, har ið landið bæði letur stuðuls- lán og veðheldur til skip og virkir, so eiga hesi arbeiði fyrst og fremst at gerast av feroyingum. Um tað skal verða so, at feroyingar fara uttanlands at fáa arbeiði gjørt ella útlendingar kom ahigar at gera arbeiðini, so fara vit at seta okkum sjálvum tann spurning, um vit í veruleikanum stríðast til fánýtis, og um Feroyaland í heila tikið hevur brúk fyri okkum. Vit hava tó higartil verið av tí áskoðan, at okkara stættur er neyð- ugur í okkara samfelag: men skal hann verða, so skal hann ikki bert verða sum eitt eiti ella tiltak. Tá ið nú tosað og skriv- að verður um, at loyvi eigur at verða givið til at byggja skip uttanlands, eins og loyvi eigur at verða givið til at innflyta gomul skip, so fari eg at seta henda spurning: Hvussu hevur ætlanin verið við teimum skipum, sum vit ídag noyðast at taka úr tí vinnu, tey upprunaliga vórðu bygd til, tí tey hava ikki veiði- meguleikar longur! Hevur ikki altíð ætlanin verið at umbygt hesi skip, nú fiski- vinnumynstrið er broytt, soleiðis at hesi skip kunnu nýtast til aðra vinnu her heima, ella er tað ætlanin, at vit skulu selja hesi skip av landinum og ístaðin innflyta onnur gomul skip, Eftir míni metan, so vile ghaldi, at rættast má verða at umbyggja hesi skip til ta veiðu, sum tey kunnu nýtast til og eiga tey at verða umbygd á okkara skipasmiðjum, tí harvið skapa vit fleiri arbeiðspláss, útbúgva fleiri ungfólk, og so er tað í sjálvum sær ein avbjóðing til okkara skipasmiðjur og virkir okkara, sum so í framtíðini betur koma at megna tílíkar umbyggjan- ir, og steði verður lagt til meguligar ný-byggjanir. Alt hetta skuldi tala fyri seg, og tá ið so landið letur stuðulslán og veðhald, so skuldi tað verið meira rímiligt. At nakrir nýbygningar av serligum slag altíð verða neyðugir at byggja er náttúrlig gongd, og hetta makta tær stóru skipasmiðjurnar hjá okkum. , Vit vita, at noråmenn hava tradition fyri at byggja skip og hava bygt í longri tíð, enn hvat føroy- ingar hava; men ídag kann ein í hvussu er siga, at tey feroysku skipini standa ikki aftanfyri tey norsku. Skal ein fara at sammeta skipabyggjan í Noregi og Feroyum, so má tað verða á líka fóti. Skip- ini eiga at verða eins í allar mátar, bæði hvat stedd, útgerð v.m. viðvíkir, hertil kemur, at bæði skipa- smiðjur og tann, ið letur skipið byggja, hava somu fortreytir fíggjarliga. Bert tá kann samanlíkning ger- ast á rættan hátt. Míni ráð skulu verða: læt okkum ikki minka um áhugan hjá monnu,m at lata skip byggja ella um- byggja, ei heldur eiga vit at stara okkum blindar í, at tað eru b ert aðrir enn vit sjálvir, ið kunnu byggja hesi skip, og virkir annars. Lat okkum hava álit á okkum sjálvum og til hvenn annan. Bert á hesi leið koma vit at vinna frammá á ellum økju. Við hesum orðum vil eg enda henda greinastubba, og heiti her á allar góðar kreftir um at styðja okkum í hesum, okkara sjónarmiðum: Arbeiði í Feroyum fyri feroyingar fyrst og fremst. Við heilsan Einar Mortensen form. Feroya Hand- verksmeistarafelag ingurin, sum SEV fekk til hesa útbygging, var treyt- aður av, at eitt góðkent felag gjørdi arbeiði. — Aftur til kolið. Hevdi tað lent seg betur við kola- orku, enn oljuni? Kolprísurin er bert ein sera lítil partur av kostn- aðinum. Tað er tann dagl- igi raksturin, sum hevur mest at siga. Tað er ikki tað sama at reka eitt kola- orkuverk sum tað er at reka eitt oljuverk. Hanus Joensen nevnir her vindmyllurnar og sigur, at tað hevði ikki verið væl stætt við streymi, høvdu vit lurtað eftir ávísum monnum og sett vindmyllur upp ura alt Feroya land. — Tekn- ikkurin er als ikki komin so langt á hesum eki, til at vindmyllur kunnu nekta okkara streymterv. Annars kann eg bert siga, at SEV hevur einki tilfar um kolaorkuverk, sum talar fyri, at tað verðr bíligari við kolaorku. Hin- vegin dugi eg heldur ikki at skilja, at umhvervis- verndarfeleg ikki vísa eðrum enn vatnútbygging SEV's áhuga. — Hverjum eðrum? — T.d. kolaorkuverkum, og eisini oljuverkunum. — Tað var nevnt a fund- inum í SEV herfyri, at oljuverkini dálka umhvervið nógv skal av- gerðin hjá Yvirheilsu- nevndini viðvíkjandi brennistødini i Eystur- oynni havast i huganum! — Tad eru helst kønir menn samdir um. at eitt oljuverk dålkar, og tað skulu nógvar ílegur til at fáa tað mest framkomna reinsiútgerðina, endar Hanus Joensen.