hósdagur 24. mars 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 -+
Hanus Joensen, formadur i umbodsmannanevnd SEV's:
Nr. 35 — 24. mars 1983
— Ja — vatnorkuutbyggingin er uppå rokning
— Og tad er ymiskt, sum
talar fyri, at tad er bædi
neydugt og skilagott, at so
er
— Hóast vit nú taka ein nýggjan motor í
brúk á Sundsverkinum, so verður tervur
á sterri orkuframleiðslu í næstum. Neyð-
ugt verður tí sum skjótast at fáa gongd í
vatnorkuútbyggingina. Verður henda út-
bygging ikki sett í verk skjótt, so verður
neyðugt at keypa fleiri motorar til olju-
verkini.
Men upprunaliga projektið hjá SEV er
so nógv broytt og víðkað at tað verður
neyðugt aftur at fyrileggja vatnorkupro-
jektið fyri umboðsmannanevnd SEV's,
áðrenn farast kann í gongd.
Tað er formaðurin í umboðsmanna-
nevnd SEV's, Hanus Joensen, sum sigur
hetta í samreðu við Tíðindablaðið Sosi-
alin
— Eftir teimum spurn-
ingum, sum SEV hevur
fingið frá teimum ein-
steku limunum í friðingar-
nevndini í Feroyum at
dema so tykist tað sum at
tann reglugerð, hesar frið-
ingarnevndir arbeiða eftir,
er sera leystlig. Eg fari tí
at seta eitt ávíst spurnar-
tekin við tær avgerðir,
sum hesar nevndir taka.
Hetta sigur formaðurin í
umbodsmannanevnd
SEV's, Hanus Joensen i
Hvalvik.
- Vit siggja eisini, at
tad eru føddir formenn i
hesum nevndum, sigur
Hanus Joensen víðari.
Dómarin er formaður í
Yvirfriðingarnevndini, og
sýslumenninir eru for-
menn í teimum einsteku
friðingarnevndunum. Tað
kunnu gott vera góðir
dómarar og góðir sýslu-
menn, men teir nýtast ikki
at vera teir allarbestu til
at meta um, hvat skal og
hvat ikki skal friðast.
Hanus Joensen vísir
eisini til aðrar felagsskap-
ir so sum umhvervis-
verndarfelagsskapin.
— Eg hoyrdi ein mann
frá hesum felagsskapi í út-
varpinum og tað mesta eg
hoyrdi hann tosa um vóru
heilt onnur mál enn um-
hvervi — eitt nú peninga-
ligar spurningar. — Nú
kenni eg ikki reglugerðir
fyri tað felagið, men eg
haldi tað vera legið, at
slíkur felagsskapur skal
fara at leggja seg út í pen-
ingalig viðurskifti.
Hanus Joensen setir
eisini eitt spurnartekin við
arbeiði hjá ávísum um-
boðsmonnum í SEV. —
Talan er oftani um býráðs-
limir, sum eru valdir inn í
SEV, sum so brúka sín
sess í SEV fyri at skaffa
sínum valdemi arbeiðs-
pláss tvs. at útbyggja
SEV í síni egnu sókn mest
meguligt fyri at skaffa
arbeiði.
Tá tað er komið so
langt, so má ein siga, at
hetta liggur uttanfyri
endamálið hjá SEV.
Hanus Joensen heldur
tó at tað er ringt heilt at
sleppa undan slíkum, og
vísir við hesum á, at eisini
umbodsmannanevndin he-
vur sitt mark.
Innlitid
— Hava umbodsmenn hjå
SEv nóg góðan møguleika
at fylgja vid i ti sum fyri-
ferst innan SEV, hvørjar
avgerðir verða tiknar 0.1.?
— Í dag haldi eg
umboðsmenn hava tað,
men kanska ikki tey
fyrstu árini. Tað hevur
víst seg, at teir fremstu
verkfreðingarnir í orku-
málum hava verið sera
ósamdir. Tað verður latið
illa at hesum í dag, men eg
vil siga, at tað var nógv
verri fyrr. Ikki bert um
hvussu tað skuldi byggj-
ast út, men eisini hvar. Og
skuldi ein ikki bygt út fyrr
enn teir vóru samdir, so
var eingin vatnorka í Fer-
oyum í dag.
Hanus Joensen sigur
víðari at tey vatnverkini,
sum bygd eru hava roynst
okkum væl. Hann vísir
eisini á, at tað seinastu
árini hevur verið ser gjella
uppsett og framlagt,
hverjar ætlanir, sum SEV
hevur havt. Tað hevur so
hver maður í umboðs-
mannanevndini fingið at
vita undan fundunum.
Ein og hver umboðs-
maður fær teir upplýs-
ingar hann ynskir frá SEV
til at framleggja í síni
sókn.
Uppá rokning
— Vatnorkuútbyggingin,
sum danska felagið Høj-
gaard á Schultz skal
standa fyri, skal gerast
uppá rokning hevur verið
sagt. Hvussu nógvan
kunnleika hevur tú sum
formaður í umboðsmanna-
nevnd SEV 's til tað?
— Tað hevur verið kjak-
ast í SEV, um tað nú var
rætt at gera arbeiði uppá
rokning. Eg kann siga so
mikið sum at umboðs-
mannanevndin hjá SEV
hevur ongantíð verið fgein
um at gera nakað uppá
rokning. Og heldur ikki
nú.
— Men tað hava tit so
góðtikið nú viðvíkjandi út-
bygging av vatnorkuni?
— Tað, sum varð sam-
tykt viðvíkjandi vatn-
inum í 1978, var uppá
rokning, ja.
Hanus Joensen sigur, at
skulu vit útbyggja vatnið
eftir teimum nýggju upp-
skotunum sum eru gjerd,
so slepst ikki undan at
fara aftur til umboðs-
mannanevndina í SEV við
málinum. Hetta orsakað
av teimum stóru broyting-
unum í projektinum.
Hanus Joensen vísir á,
at SEV alla tíðina hevur
verið ov langt afturút við
at projektera. Har er so
nakað, sum hann heldur
kundi verið gjert meira
við.
— Tað hevur skund at
útbyggja vatnið og skulu
vit bjóða arbeiði út, so
skal eitt stórt fyrireik-
ingararbeiði til.
— Blahamarskards
Seinast í 70-unum sóu
menn at tað hevði skund
at útbyggja vatnið og
skuldi hetta gerast innan
ikki ov langa tíð, so mátti
tað gerast uppá rokning.
— Tað var sagt okkum í
umboðsmannanevndini, at
varð hetta gjert uppá
rokning, so kundi arbeiði
byrja rættiliga skjótt.
Men skuldi tað bjóðst út,
so gingu eini tvey ár,
áðrenn nakað kundi ger-
ast.
Var tað gjert uppá
tilboð so vóru vit noyddir
til athalda okkum til til-
oðið, men var tað gjørt
uppá rokning, so var lætt-
ari at broyta projektið
undir byggingini. Hetta
var eisini eitt av
argumentunum fyri at
gera arbeiði uppá rokning.
— Heldur tú sjálvur, at
tað er rætt at gera arbeiði,
sum kanska fara at kosta
upp ímóti milliardini ella
meira uppá rokning?
— Nei tað haldi eg ikki,
men hetta er so nakað,
sum umboðsnevndin
hevur verið tvingað til at
játta orsakað av neyðsteð-
uni vit eru í viðvíkjandi
tervandi orku til at fram-
leiða streym við. Men
nakað annað, er so tað, at
tað er ikki bert ein fyri-
munur við akkordarbeiði,
tí tá er neyðugt við einum
sera munagóðum eftirliti.
Utbyggingin av vatn-
orkuni er meira umfevn-
andi nå enn upprunaliga
ætlað. Eisini verður nú
skotið upp at gera arbeiði 1
aðrari raðfylgju enn upp-
runaliga ætlað.
Hetta ger at umboðs-
mannanevndin hjá SEV
fer at taka steðu til málið,
áðrenn arbeiði kann fara í
gongd leggur Hanus
Joensen aftrat.
+ <*$
AVFALLSØKIR
ES FYRSTA ÆTLANIN
Kolid
— Tad hevur verid sagt i
orkukjakinum nú um dag-
arnar, at SEV átti at út-
bygt kolaorkuverk heldur
enn oljuverkið á Sundi.
Hvat heldur tú um tað?
— Í fjør vitjaði eg eitt
nýtt kolaorkuverk i
Danmark. Har eru nógvir
féktorar, sum gera seg
galdandi. Eg skal í hvussu
er hava eina sera gjella
frågreiding um henda
spurningin, áðrenn eg
kann góðtaka .tey telini
sum eru komin framnú.
Hanus rense id.
at tað er legið at síggja
menn úttala seg, at vatnið
fer ongan veg og tí kunnu
vit goyma tað og brúka
kolið ístaðin. — Men, kolið
fer tá heldur ongan veg, so
tað er legið at fakmenn
úttala seg soleiðis.
— Tað kann væl vera, at
hasir kolaorkumenninir,
sum hava vitjad her, eru
skilagóðir, men eg må tó
seta eitt spurnartekin við
fremmandar ráðgevarar.
T.d. hevur Orkuráið verið
hjá norskum felag, Bredal
við SEV-projektinum. Ég
haldi ikki, at tað var so
heppið. Tí reint rokn-
skaparliga so komu hesir
norðmenninir heldur ikki
so væl frá arbeiðinum. So
eg veit av royndum, at tað
er ikki altíð rætt at halda
uppá tað, sum kemur úr
útlondum.
Eingir duga betri enn
førovingar sjálvir at
skyna á, hvat er best at
gera í Feroyum.
— Hví fara vit tá til Hej-
gaard og Schultz við vatn-
inum?
Tað er eitt felag, sum
hevur arbeitt við vatn-
inum fyrr. Tað vóru teir,
sum útbygdu vatnið í
Vestmanna á sinni. Pen-
TI '
Konoi
-…— unnel
— Ek 3isterena
—— = |jenesterej
5 NN SEINASTA ÆTLANIN