Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Pristalid skal aftur å Vid teprum meiriluta samtykti legtingið mikudagin seinra- partin eitt uppskot hjá landsstýrinum um at flyta prístalið aftur til 100. Tað var bert sam- gongutingmenn, sum atkveddu fyri. Tvær atkveður vóru ímóti. Hetta uppskotið ger tað, at allir feroyskir lentakarar bara í ár 100 koma at missa 2000 kr. í úrteku síni, um roknað verður við 10 pst. í prísvekstri. Men verður broytingin sett í mun til steðuna frá 1980, tá ein broyting varð gjørd, hevur len- takarin mist 6000 kr. av úrteku síni, hava føroysku fakfelegini upplýst. Vinningurin má ikki hækka samtykti eitt Legtingið hóskveldið uppskot frá legting- inum um Vvinnings- steðg. Hetta uppskotið er meiri víttgangandi enn uppskotið, legting- ið samtykti í fjør. Tey, sum selja verur ella tænastur, hava hverki loyvi at hækka vinn- ingin í prosentum ella krónum. Seinast, vinn- ingssteðgur var í gildi, var bert forboðið at hækka viningin í prosentum. Ferjulega í Kirkju- be fyri 18 mill. kr. køgtingid samtykti hóskveldið eitt upp- skot frá landsstýrinum um at geva landsstýri- num heimild at taka lán fyri 13 mill. kr. til gerð av ferjulegu í Kirkjube. Á fíggjarlógini, sum varð til 2. viðgerð í gjár, eru settar fimm mill. kr. av til nevnda endamál. Upprunaliga hevði landsstýrið sett 18 mill. kr. á uppskot- ið, men ein meiriluti í figgjarnevndini broytti hetta til 13 mill. kr. Ein minniluti, Atli Dam, mælti til at senda málið aftur ti landsstýrið, tí hann metti ikki, at málið var búgvið. Í viðmerkingunum til álitið vísir hann á, havnaviðurskiftini, sum Kirkjubeur fyrst og fremst skal hava samband við, Skopun- ar havn, eru ikki fingin í rætt lag enn, soleiðis at trygd er ikki fingin fyri, at ferjan fær ligið í eðrum staðnum. Pierurin á Bergi skal leingjast Legtingið samtykti hóskveldið eitt broyt- ingaruppskot frá ein- um meiriluta í figgjar- nevndini um at geva landsstýrinum heimild at læna átta mill. kr. til at leingja pierin á Bergi í Skopun 15 metrar og at leggja eitt grótkast norðan fyri henda mol- an. 32 atkveður vóru fyri uppskotinum. Frammanundan feldi Tingið eitt uppskot frá Atla Dam um at geva landsstýrinum heimild til at læna upp til 55 mill. kr. til eina meiri umfevnandi útbygging av Skopunar havn. Henda útbyggingin miðjaði ímóti at dýpa og víðka Ytra Poll, gera ein pier á Skers- enda, leggja grótkast uttan fyri pierin á Bergi og leingja hann. Bert 12 atkveður vóru fyri hesum uppskoti- num. tíðindablaðið Nr. 36 — 26. mars 1983 Telefonverkið so sterkt at tað klárar at bera lánsskuldina Hilmar Kass setir spurnartekin við, um tað var rætt, at hvort utjadaraøki fekk automat-telefon: úrslitið er, at TFL er við at fara á heysin! Roknskapirnir hjá Telefon- verki Feroya Legtings eru ikki viðgjerdir í fíggjar- nevndini enn. Undir umreðu av roknskapunum á Tingi mikudagin vórðu teir eftir ynski frá Atla Dam beindir í fíggjarnevndina. Umreðan av roknskapun- um, sum legtingsins grann- skoðarar hava lagt fram, snúði seg mest um orðaljóðið og uppsetingina av ålitinum. Hetta hevur Oli Breckmann, sum er formaðu rhjá grann- skoðarunum, sett upp. Men hinir grannskoðararnir, Flemming Mikkelsen. Er- lendur Patursson og Vilhelm Johannesen, hava skrivað undir. Hetta fekk Hilmar Kass undir umreðuni at undrast, og hann kannaði, um allir hevu skrivað undir. Tað hevdu teir. Men undir hverjum for- treytum? Vilhelm Johannesen upplýst, at for- maðurin hevði lisið eitt útkast upp fyri honum. Seinri ringdi Vilhelm Johannesen til stjóran á telefonverkinum, Sólbjern Jacobsen, og bað henda lesa álitið igjøgnum fyri at fáa váttan fyri, at hann var rætt endurgivin. Víðari greiddi Vilhelm Johannesen frá, at tá Óli Breckmann kom til hansara, og bað hann skriva undir, spurdihann Ola, um telefon- verksstjórin hevði lisið álitið. Óli svaraði, at alt var í lagi. — Men seinri vísti tað seg, at tað, sum stjórin á TFL hevði sagt, var vent á hevdið, segði Vilhelm Johannesen. Stjórin á TFL hevði ikki fingið loyvi at síggja álitið. Tí gjerdi Vilhelm Johanne- sen og Erlendur Patursson eitt uppískoytisálit. Í hesum hava teir rættað ymiskt av tí, sum er komið skeivt fyri í tí fyrra álitinum. (Hetta álitið varð umrett í Sosialinum hós- dagin). Lánskuldin knappar 200 mill. kr. Kjarnan í álitinum og orða- skiftinum er fíggjarliga steð- an hjá TFL, sum í fjør hevði 22 mill. kr. í avlopi áðrenn rentur og avdreg. Eitt útlit sigur, at lánsskuldin um árs- skiftið var um 194 mill. kr. og at hon um komandi ársskiftið fer at liggja um 171 mill. kr. Men tvey stuttfreistad dollarlán fella til gjaldingar í ár. Hesi eru í virði um 80 mill. kr. Ætlanin er at hesi skulu umleggjast til langfreistað lán. Tey skulu ikki veitast í tilskoti til TFL. sum sagt verður í álitinum hjá grann- skoðaraformanninum. Men fyri at TFL skal klára sínar fíggjarligu skyldur mæla grannskoðarar leg- tingsins til, at telefongjeldini hækka við 25 pst. í ár og næstu árini við 5—10 pst Enn hevur figgjarnevnd løg- tingsins ikki givið TFL TFL hevur einar 200 mill. kr. í lánum. Hesi lán eru brúkt til at fremja automatiska telefon kring landið heimild at hækka gjeldini. Annars sigur eitt langtíðar- útlit, at í 86—87 verður láns- upphæddin tann sama sum nú. Tá verður roknað við, at rakstraravlopið verður um 42 mil. kr. TFL ongatiíð fingið tilskot Undir umreðuni metti Atli Dam, úr Javnaðarflokkinum, at TFL er so sterkt, at stovn- urin kann bera hesa láns- skuldina, eins og kurstap sum svinga upp og niður. Hann upplýsti, at TFL ongatíð hevur fingið nakað almennt tilskot og hevur heldur ikki verið á fíggjarlóg- ini. — Tverturímóti hevur TFL hjálpt til, tá almenna gjald- ferið ikki hevur verið so gott sum tað átti, segði Atli Dam, og vísti á, at TFL ongatíð hevur tikið lán uttan heimild frá legtinginum. Atli Dam kallaði álitið hjá grannskoðarunum fyri eitt »seks-tals-fiks-faksari-ålit« og segði, at grannskoðararnir hava íkki kunnað arbeitt saman við formanninum, Óla Breckmann. Hann harmaðist um, at Erlendur Patursson og Vilhelm Johannesen høvdu skrivað undir álitið. Sum demi nevndi hann geluna fyrraárið, tá motor- keypið hjá Strandferðsluni var fyri. Atli Dam vísti á, at tá hevði SL ein stjóra, sum Oli Breckmann forfylgdi. Men nú er tøgn um SL. Hvussu er nu vid utskifting av motorum og keypi av eykalutum, spurdi Atli Dam. Jóannes Dalsgaard, úr Javnaðarflokkinum, helt tað vera fantastiskt, at ein per- sónur, sum hevur fingið dóm fyri at jagstra fólk, fær viður- kenning frá sitandi sam- gongu at grannskoða almennar roknskapir. Hesin maðurin skal prógva yvir fyri skattaborg- arunum, at alt er í lagi. Hesin maðurin hevur gjørt grann- Fråsøgn úr løgtinginum: Jóhann Mortensen skoðanina til fótatraðk fyri sínum agressiónum, segði Jóannes Dalsgaard. Skal hver krókur hava telefon Ikki bara fíggjarviðurskiftini vórðu viðgjerd. Hilmar Kass, úr Sjálvstýrisflokkinum, vísti á, at tá ein hevur fingið eitt ella annað, so skulu øll hava. Hann segði, at krav var komið um, at hvert útjaðara- eki skuldi hava automattele- fon. — Úrslitið er, at vit hava eitt telefonverk, sum er um at fara á heysin. Tað sama krav- ið ger seg galdandi við havn- um og vegum, segði Hilmar Kass. Hann segði, at skulu el! slík krev lúkast, so fer alt samfelagið á heysin. Hilmar Kass vildi vera við, at tað kann eisini vera galið við leiðsluni á TFL. Lands- stýri og legting skulu góð- taka låntøkur, men tað er eftir tilráðing frá leiðsluni. Framsegumaður Sjálvstýr- isfloksins mælti til eina neyva kanning av stovn- inum, tí úrslitini eru so ring Vilhelm Johannesen skilti orðini hjá Hilmar Kass soleiðis, at hesin setti spurn- artekin við um øll skulduhava automattelefon ella ikki. Vilhelm Johannesen upp- lýsti, at hann júst hevði verið á einum fundi í Sandoynni. Á hesum fundinum greiddu eldri fólk frá, hvussu tey ofta høvdu ligið í telefonloysi í dagar, og at menn hevdu verið noyddir at manna bát út í Hest fyri at ringja eftir doktara. Í ringasta feri var ein sjúklingur deyður á steðni. Vilhelm Johannesen segði, at øll hesi fegnaðust um, at allar Feroyar hava fingið eina væl virkandi tele- fon. Skotið varð upp at beina málið um roknskapirnar hjá telefonverkinum aftur í nevnd. Men Atli Dam vísti á, at grannskoðararnir eru ikki ein nevnd. Hann mælti tí til at senda málið til fíggjar- nevndina, sum hevur eitt uppskot um at hækka tele- fongjeldini til viðgerðar í letuni. Formaðurin í nevndini, Ívan Johannesen, mótmælti og kravdi atkveðugreiðslu. Bert 11 samgongumenn vóru ímóti, at roknskapirnir skuldu fara figgjarnevnd- ina jo-mo