hósdagur 12. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 12. september 2002
19
19
C
M
Y
K
18
Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Í serflokki
Unglingarnir Martin
Poulsen og Hans
Kristian Simonsen
gjørdu rættiliga vart
við seg við ávíkavist
einum øðrum- og
níggjunda plássi í
sterkari opnari
kapping í Barcelona.
Tvey framúrskarandi
úrslit.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Fyrireikingarnar hjá vin-
monnunum Hans Kristian
Simonsen og Martini Poul-
sen til Talvolympiaduna eru
farnar í gongd. Leiðin er
farin til Spania har nógvar
kappingar eru kring alt
árið. Seks vikur eru til OL-
startskotið í Bled, Slovenia.
Báðir byrjaði heldur var-
liga,við tveimum stigum
eftir fyrstu trý umførini í IV
Open International í Barce-
lona, sum í ár hevði heili
390 luttakarar. Men eftir
hesa annars hampiligu byrj-
an, varð tað sum um at
telvað bleiv fyri dagligt
breyð og yvirlivilsi restina
av kappingini. Stigini skol-
aðu inn hjá báðum, og væl
fylgdust teir gjøgnum alla
kappingina.
Vunnu á sama stór-
meistara
Tann royndi stórmeistarin
úr Ukraina, Viktor Moska-
lenko (2513) fekk av álvara
føroyska framtíðartelving
at smakka. Fyrst niður-
spældi Martin stórmeistar-
an í sætta umfari, og bert
trý umfør seinni framdi
Hans Kristian sama kynstur
ímóti tí nipna Moskalenko.
Tvey sonn undursúrslit,
men ikki vórðu hetta ein-
astu
megnarúrslit
hjá
fremstu unglingum okkara.
Hans Kristian vann eitt nú á
altjóða meistara (eisini
fingu báðir javnleik móti
altjóða meistarum), og báð-
ir vunnu móti fleiri telvar-
um yvir 2250 í rating.
Undan seinasta umfari
høvdu báðir sjey stig av
níggju møguligum, og so-
statt vóru teir við í odda-
stríðnum. Í seinasta umfar-
inum leikti Hans Kristian
javnt móti altjóða meistara,
meðan Martin vann á væl
hægri styrkismettum telv-
ara. Tey átta stigini Martin
fekk varð nóg mikið til eitt
deilt annað pláss saman við
sjey øðrum luttakarum,
meðan Hans Kristian fekk
eitt deilt níggjunda pláss,
bert hálvt stig aftanfyri
Martin og eitt stig aftanfyri
vinnaran.
Skarvslop á rating-
listanum
Tá hugsað verður um at
390 telvarar luttóku í kapp-
ingini, harav nakrir stór-
meistarar og fleiri altjóða
meistarar, eru úrslitini hjá
føroyingunum einastand-
andi. Samstundis ger hetta
Føroyar uttan iva sjónligari
á altjóða talvpallinum.
Hóast
góðu
úrslitini,
bleiv talan ikki um IM-
normar. Men tey 113 (!)
ratingstigini Martin fær
aftrat sínum 2123 stigum,
og tey 58 stigini Hans
Kristian fær omaná sínum
2179 stigum, eru sjálvsagt
kærkomin. Í løtuni gevur
hetta teimum eitt fimta
(Hans Kristian, 2237) og
sætta pláss (Martin, 2236) á
listanum, framanfyri eitt nú
Ólavur Simonsen og Eyðun
Nolsøe.
113 ratingstig fekk Martin
Poulsen burtur úr
kappingini, og tað er einki
minni enn einastandandi
flott av unga telvaranum,
sum var bert hálvt stig frá
fremsta plássinum í stóru
kappingini
Eisini Hans Krisitan
Simonsen stóð seg væl í
kappingini. Hann gjørdist
nummar níggjur, og fekk 58
ratingstig
Í hesum døgum biður
FSF feløgini um av
nýggjum at boða frá
luttøku til steypa-
kappingarnar, sum
verkfallið í vár var
orsøk til ikki vórðu
spældar sambært
upprunaligu ætlanini
STEYPAKAPPINGAR
Jóannes Hansen
Í hesum døgum heitir FSF
á fótbóltsfeløgini um av
nýggjum at boða frá, um
tey ætla at luttaka í steypa-
kappingunum
í
yngru
deildunum. Heitt verður á
feløgini um at geva FSF
skrivstovuni boð í seinasta
lagið mikudagin í komandi
viku.
– Tá vit hava fingið frá-
boðanirnar frá feløgunum,
fara vit at leggja kapping-
arnar til rættis. Ætlanin er
at fáa tær spældar tvey tey
fyrstu vikuskiftini í okto-
ber, sigur Karl Vidtfeldt,
sum er formaður í kapping-
arnevndini hjá FSF og
kappingarstjóri hjá yngru
deildunum.
Bara tríggjar steypakapp-
ingar eru avgreiddar í ár.
NSÍ hevur vunnið løgmans-
steypið, KÍ hevur vunnið
kvinnukappingina, og ung-
lingarnir hjá HB hava vun-
nið sína steypakapping.
– Vit halda, at tað er
neyðugt at biðja um nýggj-
ar tilmeldingar, tí nú er so
langt útliðið, síðani til-
meldingin til hetta kapp-
ingarárið varð gjørd, at tað
kann hugsast, at grundar-
lagið undir liðunum er
broytt nógv onkra staðni.
Tey feløgini, sum hava
fregnast um ætlanirnar í
sambandi við steypakapp-
ingarnar hjá teimum yngru,
hava fingið at vita um
ætlanirnar, og tey hava tikið
væl undir við teimum, sigur
Karl Vidtfeldt.
Í FSF hava teir hugsað
sær, at steypakappingarnar
hjá gentum 14-17 ár og
smágentum og hjá dreingj-
unum og smádreingjunum
verða skipaðar sum viku-
skiftiskappingar, tá lands-
kappingin verður liðug.
Verkfallið spældi eitt
puss
Sambært
skipanini
so
skuldu steypakappingarnar
havt verið spældar nógv
fyrr, og finalurnar skuldu
havt verið undan summar-
steðginum. Formaðurin í
kappingarnevndini hevur
hesa frágreiðingina um, at
kappingarnar
ikki
eru
spældar:
– Fótbólturin varð raktur
av verkfalli tíðliga í ár. Tað
hevði við sær, at vit vóru
noyddir at umleggja, og tá
raðfestu vit landskapping-
ina fremst. Harafturat kom
so, at tað hava verið trupul-
leikar við bussflutningin-
um, síðani broytingar í við-
urskiftunum hjá bussánar-
unum vóru frá 1. mai. Tí-
verri er hetta framvegis ikki
komið heilt í rættlag, sjálvt
um vit halda, at tað er púra
greitt, hvussu flutningurin
eigur at vera skipaður.
Verkfallið og fleiri avlýs-
ingar høvdu við sær, at
okkum restaði tíð til lands-
kappingina, og tí útsettu vit
steypakappingarnar.
Karl Vidtfeldt sigur seg
vóna, at feløgini fara at
taka væl undir við viku-
skiftiskappingunum, sum
partvís eru ein neyðloysn.
Men hann vísir samstundis
á, at tað undanfarnu árini
ofta hevur verið so sum so
við steypakappingunum.
– Ofta stendur á dómara-
seðlinum, at dysturin ikki
varð spældur, tí annað liðið
ikki møtti. Tíðliga á árinum
eru øll feløgini ikki til reið-
ar at spæla tað, sum teim-
um verður álagt. Nú fáa vit
at síggja, um fleiri dystir
fara at verða avgreiddir í ár,
nú
kappingarnar
verða
seinni, enn tær plaga at
vera, sigur Karl Vidtfeldt.
Steypakappingarnar vera eftir
mánaðarskiftið
Einasta av steypafinalunum í
yngru deildum, sum enn er
avgreidd, er tann hjá
unglingunum, har HB vann
finaludystin móti VB
Men hann heldur tað
ikki vera ráðiligt at
spæla við, tá Føroyar í
næsta mánað fara til
Litava og Týskalands
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Ein av stóru yvirskriftunum
á ítróttarsíðunum í Politik-
en í gjár var, at Todi Jóns-
son er á veg aftur á før-
oyska landsliðið. Teir hava
tíðindini frá tíðindastovuni
Ritzau, sum hevur tosað við
Toda Jónsson.
– Eg havi einki sagt um
nakra ítøkiliga avgerð, og
um hatta er yvirskriftin í
blaðnum, so hava teir spent
bogan rættuliga nógv sam-
mett við tað, sum eg havi
sagt.
Hetta sigur Todi Jónsson,
sum staðiliga undirstrikar,
at hann er sera áhugaður í
at spæla fyri Føroyar.
– Eg havi skilt á lagnum,
at okkurt hevur verið
frammi um, at eg ikki eri
áhugaður í at spæla á lands-
liðnum. Tað harmist eg um.
Í fjør gav eg fyribils avboð
til landsliðið. Tá segði eg,
at tað var av heilsuávum, og
soleiðis er tað framvegis.
Eg havi ikki hildið meg
vera nóg væl fyri til at vera
á landsliðnum.
Nær fert tú at boða venj-
aranum frá, um hann skal
rokna við tær ella ikki?
– Tíbetur hevur tað gingið
rætta vegin nógvu teir
seinastu mánaðirnar. Tá
Hans Backe kom til FCK í
fjør, var eg skaddur, og eg
hevði verið nógv skaddur.
Hann nýtti góða sambandið,
sum hann hevði til Eystur-
ríki, har hann hevði verið
venjari, og eg fór niður
hagar. Har vandi eg, og tað
hevur víst seg at hjálpa væl.
Í hesum árinum havi eg ikki
havt gomlu skaðarnar at
dragast við. Nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður
við skaðum í heyst. Um tað
framvegis gongst væl, tá vit
fara undir fyrireikingarnar
til seinnapartin av kapp-
ingarárinum, so fari eg at
gera upp við meg sjálvan,
um eg skal teljast millum
landsliðsevnini ella ikki,
sigur Todi Jónsson úr Keyp-
mannahavn.
Tað vil siga, at tú verður
ikki millum spælararnar,
sum um miðjan oktober
fara til Litava og Týska-
lands?
– Nei, tað verði eg ikki.
Eg ynski landsliðnum alt
tað besta, og eg fegnist um
góða úrslitið, sum teir
fingu ímóti Skotlandi. Eg
fylgi teimum við stórum
áhuga. Men samstundis er
tað týdningarmikið fyri
meg, at eg ikki eri skaddur í
heyst. Um tað fer at gangast
so mikið væl, so er møgu-
leiki fyri, at eg seinni í
vetur fari at boða lands-
liðsvenjaranum frá, at eg
eri tøkur til landsliðið.
Todi Jónsson hevur ikki
spælt so nógv við FCK
síðstu tíðina, sum hann áð-
ur hevur gjørt. Kappingin
um tey fremstu plássini á
FCK liðnum er sera tøtt.
Umframt Toda og Zuma,
sum í vár vóru fastir á liðn-
um, eru Peter Møller og
Jörgen Pettersson nú mill-
um fremstu evnini til tey
bæði álopsplássini.
Todi hevur framvegis hug á landsliðnum
– Eg havi einki sagt um
nakra ítøkiliga avgerð, og um
hatta er yvirskriftin í blaðn-
um, so hava teir spent bogan
rættuliga nógv sammett við
tað, sum eg havi sagt, sigur
Todi Jónsosn, nú Politikken
skrivar, at hann aftur verður
tøkur hjá føroyska
landsliðnum
Nýggi maðurin hjá
Vejle kom í miðdep-
ulin, tá hann í Aarhus
bæði skoraði og sá
reyða kortið
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Eftir at hava stríðst í
føroyska álopinum ímóti
Skotlandi leygardagin var
Christian Høgni Jacobsen
týskvøldið aftur á Vejle
liðnum, har hann enn eina
ferð var allar 90 minuttir-
nar á vongverjanum í
høgru. Orsakað av skaðum
og leikbannum var, sam-
mett við undanfarnu dystir-
nar, talan um stórar broyt-
ingar á Vejle liðnum.
Christian Høgni og Vejle
óru í Riisvangen í Aarhus,
har mótstøðuliðið var FC
Aarhus, sum fyrrverandi
álopsspælarin á danska
landsliðnum,
Flemming
Povlesen, er stjóri í. Sam-
mett við alspentu í hvussu
so er 4.200 ásrkoðararnar á
Svangaskarði leygardagin
var karmurin ikki so ógvus-
ligur í Aarhus, men ð var
ikki heilt sørt. Dysturin var
spennandi, og teir 815
áskoðararnir gingu uppí tað.
Úsrlitið varð 1-1. Efitr
rfyrra umfarið var orsøk
hjá Vejle at harmast um, at
teir ikki vóru á odda meiri
enn 1-0, men eftir allar 90
minuttirnar vóru teir ikki
ónøgdir. Tá tað restaðu
seytjan minuttir, stútaði FC
Aarhus til 1-1, og so trýstu
teir fyri at vinna. Í yvirtíð-
ini fingu teir bóltin í Vejle-
málið, men tá segði dómar-
in, at fríspark var gjørt
ímóti Vejle.
Peter Degn, sum er kom-
in úr Brøndby og til Vejle,
var nýggjur á liðnum, og
hann kom rættiliga í brenni-
depulin. Hann var á mið-
vøllinum í høgru, og harvið
ikki so langt frá Christian
Høgna. Peter Degn legði
Vejle á odda, tá tað restaðu
fýra minuttir av fyrra um-
farinum.
Bólturin
varð
lagdur aftur til hansara, og
møguleikin
var
stórur.
Frammanundan hevði hann
eina ferð sent í stólpan.
Tá seinna umfarið var
nígjan minuttir gamalt,
varð Peter Degn rikin av
vøllinum. Dómarin metti,
at hann hevði hevnt seg.
Tað vóru teir í Vejle ikki
samdir við uppmanninum í,
men tað hevði sjálvandi
ikki so nógv at siga.
Eftir útvísingina trýsti
FC Aarhus, men Vejle
menninir fóru til hús við
eina stiginum. Sunnudagin
skulu teir spæla á heima-
vølli ímóti B1913. Seks
dystir í donsku 1. deild
vórðu leiktir í gjárkvøldi.
Christian
Høgni aftur á
vongverjanum