hósdagur 12. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 174 - 12. september 2002
Nr. 174 - 12. september 2002
21
Annað av fýra
umførum í stóru
marathon-kappingini
verður í Klaksvík
leygardagi
RENNING
Tíðindaskriv
Leygardagin 14. september
skipar Ítróttafelagið Treysti
fyri øðrum umfari av
Daewoo Marathon Cup
2002 í Klaksvík. Kappast
verður á ymsum teinum hjá
børnum og vaksnum. Sein-
asta ár vóru einir 60 rennar-
ar við í kappingini í Klaks-
vík. Teinurin hjá teimum
vaksnu hesaferð verður 5
km, á einum strekki sum
skal rennast fýra ferðir.
Kappingin byrja og endar
heilt har úti á Stoksoyra-
vegnum. Runnið verður frá
endanum av Stoksoyravegi
niðan á Bumshamarsveg og
heimeftir til Kelduskákið,
har verður snara til vinstru
omanaftur á Stoksoyraveg-
in.
Eisini verður barnarenn-
ing á Bumshamri leygar-
dagin. Børnini verða býtt í
fýra aldursbólkar:
Kappingin í Klaksvík er
samstundis annað umfar av
Daewoo Marathon Cup
2002. Tvey tey seinastu
umførini verða runnin 12.
og 26 oktober, og verður
tað ávíkavíst á Toftum og á
Kambsdali.
Tað eru Treysti, Bragdið
og Roysnið saman við P/F
Esmar Simonsen á Kambs-
dali, sum skipa fyri kapp-
ingini.
Daewoo Marathon Cup
er samansett av fýra renni-
kappingum, ið tilsamans
verða 42.195 metrar ella
tað sama sum eitt heilt
marathon til longdar. Vinn-
ari av Daewoo Marathon
Cup verður tann rennarin,
sum samanlagt hevur brúkt
minst tíð til at gjøgnumføra
tann samlaða teinin uppá
42.195 metrar. Kappingin
er skipað fyri bæði kvinnur
og menn. Fyri hvørt umfar
verða latin heiðursmerkir
til nr. 1, 2 og 3. Samlaði
vinnarin av kappingini fær
kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og
5 fáa ávikavist kr. 400, 300,
200 og 100. Eisini verða
steyp latin til nr. 1, 2 og 3.
Sum nakað nýtt er eisini ein
bólkur fyri veteranar í ár,
tvs. fyri tey, sum eru fødd í
1956 ella fyrr.
Støðan eftir fyrsta umfar,
sum var 31. august, er tann,
at hjá monnunum er Jon-
hard Larsen úr Treystinum
fremstur, meðan Sigurð
Justinussen úr Bragdinum
er nummar tvey og Snorri
Patursson úr Havn er
nummar trý. Íalt 22 menn
eru framvegis við í kapp-
ingini. Hjá kvinnunum er
Rigmor N. Arge úr Bragd-
inum nummar eitt, meðan
Ingrid Patursson úr Havn er
nummar tvey. Hjá veteran-
unum er Óli Olsen fremst-
ur, meðan Steintór Hjaltalin
og Ólavur H. Olsen eru
ávikavist nummar tvey og
trý. Teir eru allir úr Brag-
dinum.
Eisini Mini Marathon
Cup fyri børn
Barnakappingin leygardag-
in er eisini annað umfar av
Daewoo Mini Marathon
Cup fyri børn. Hjá børnun-
um verður kappast í fýra
aldursbólkum (sí oman-
fyri). Daewoo Mini Marat-
hon Cup er eisini samansett
av fýra rennikappingum,
men verða hesar tilsamans
4.219 metrar (ella 1/10
marathon) til longdar hjá
dreingjum og gentum -13
og -17. Hjá dreingjum og
gentum -7 og -10 verður
samlaði
teinurin
2.109
metrar (ella 1/20 marat-
hon). Vinnari av Daewoo
Mini Marathon Cup verður
so tann rennarin, sum sam-
anlagt hevur brúkt minst tíð
til at gjøgnumføra tann
samlaða teinin. Fyri hvørt
umfar verða latin heiðurs-
merkir til nr. 1, 2 og 3.
Eisini hjá børnunum verða
steyp latin til nr. 1, 2 og 3
samanlagt, tvs. bert børn,
sum hava gjøgnumført øll
fýra umførini, telja við í
samlaða
úrslitinum
av
Daewoo Mini Marathon
Cup.
Daewoo Marathon Cup 2002:
Annað umfar verður leygardagin í Klaksvík
Ætlaði
veitslufótbólturin, nú
føroyameistarnir
skuldu vísa seg fyri
heimaáskoðarunum
varð av ongum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tríggir
dystir
í
bestu
kvinnudeildini skuldu eftir
ætlan spælast sunnudagin
og mánakvøldið, men talan
gjørdist so bara um tveir
dystir.
KÍ varð fyri vikuni síðani
kosin sum meistari triðja
árið á rað, og sunnudagin
skuldu tær so fyri fyrstu
ferð síðani hetta spæla á
heimavølli, tá Skála skuldi
koma á vitjan. Ætlaða gull-
veitslan varð tó av ongum,
so klaksvíkingar mugu bara
brynja seg við tolið, um tey
ætla sær at síggja trífaldu
føroyameistararnar spæla
dyst.
B68 vann
bronsudystin
Á Toftum spldu B68 og
HB, og í nógvar mátar
liktist hetta einum slagi av
bronsudysti, tó at alt enn
kann henda í hesum spurn-
inginum.
VB68 vann dystin við
einum máli móti ongum, og
sum skilst, so mundi hetta
vera á eini góðari leið. Tal-
an var annars um ein dyst,
har stórur partur av spælin-
um gekk fyri seg á miðjum
vølli, og tískil vóru mál-
møguleikarnir
ikki
so
nógvir í tali. Einasta málið í
dystinum kom tíðliga í
dystinum, tá Mary-Ann
Isaksen lat eitt hart skot av
móti málinum. HB-mál-
verjin hevði hondina á bólt-
inum, men fekk tó ikki
forðað fyri skotinum.
Er stórur spenningur um
bronsuna, so tykist silvur-
plássið mest sum avgjørt.
Gaman í hevur B36 spælt
ein dyst fleiri enn B68, men
eftirverandi dystarskráin
sær tó nakað lættari út hjá
havnarliðnum. Ikki minst tí
KÍ enn hevur dyst móti KÍ
eftir.
Mánakvøldið spældi B36
á heimavølli móti GÍ, og tó
at tað leingi stóð á gomlum
nøglum, so endaði alt við
tryggum heimasigri. B36
hevði yvirvágina størsta
partin av dystinum, men í
fyrra hálvleiki spurdust tó
einki burtur úr hesum, og
liðini bæði fóru tí málleys
til hálvleiks. Í seinna hálv-
leiki bragdaði tó. Laila
Enghamar sendi tvær ferðir
bóltin í netið, áðrenn
Súsanna Hansen stutt fyri
leiklok kundi staðfesta sig-
urin, soleiðis at silvurmerk-
ini framvegis bleiktra bjart
hjá
árstalsfelagnum
úr
Havn.
Úrslit:
KÍ-Skála
KÍ vann uttan dyst
B68-HB 1-0 (1-0)
1-0: Mary-Ann Isaksen
B36-GÍ 3-0 (0-0)
1-0: Laila Enghamar
2-0: Laila Enghamar
3-0: Súsanna Hansen
Hjá monnunum er Jonhard Larsen úr Treystinum á odda í
samlaðu mara thon-kappingini
Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni) renna 700 m.
Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994) renna 700 m.
Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991) renna 870 m.
Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988) renna 870m.
Tilmelding fyri allar aldursbólkarnar verður klokkan
11.30 í PitStop.
KÍ vann uttan dyst
Súkkluárið er nú at
vera liðugt, og
komandi vikuskiftið
verða seinastu
kappingarnar
avgreiddar
SÚKKLING
Tíðindaskriv
So er kappingarárið hjá
TSF farið at halla, og eru
bara tríggjar súkklukapp-
ingar eftir, og eru tað sjálv-
ar FM-kappingarnar, sum
nú eru á skránni.
Felagið hevur í ár skipað
fyri 10 kappingum av
ymiskum slagi, umframt
barnasúkklukappingum á
summarstevnunum, og eru
FM kappingarnar byrjanin
til
fyrireikingarnar
til
Oyggjaleikirnar
á
Guernsey 2003.
Sum nakað nýtt, skipar
TSF í ár fyri FM í barna-
býarsúkkling, og verður
hon beint aftaná kapping-
ina hjá teimum vaksnu
tórskvøldið.
Kappingarnar verða 12.
13. og 14. september!
Hósdagin 12. september:
FM í Býarkoyring (45 min.
+ 1 umfar)
Teinur: Koyrt verður sama
tein sum á Ólavsøku, tvs. á
økinum á Hálsi.
Startur og mál: Føroya
Tele.
Kappingin
hjá
teimum
vaksnu byrjar kl. 18.00.
Børnini byrja kl 19.00.
Fríggjadagin
13. september:
FM 30 km tíðarsúkkling
Teinur:
Plantusølan
-
Kaldbak - Plantusølan.
Kappingin byrjar kl. 18.00
Leygardagin
14. september:
FM 100 km samlaður
startur
Teinur:
Toftakei,
Eiðisskarð, Rundkoyringin
við Streymin, Oyggjarveg-
ur, Ringvegurin, niðan eftir
Sundsvegnum,
Vegurin
Langi og Hvítanesvegur.
Teinurin í Havn skal
koyrast 2 ferð!
Kappingin
byrjar
kl.
10.00.
Støðan, 1. deild kvinnur
vunnin tapt mál-
dystir v -
j
-
t
mál
mál munur stig
1 KÍ
8
8 -
0 -
0
38
6
32
27
2 B36
8
5 -
0 -
3
18
14
4
17
3 B68
7
4 -
0 -
3
13
13
0
13
4 HB
7
2 -
1 -
4
14
13
1
7
5 GÍ
7
2 -
0 -
5
7
25
-18
6
6 Skála 7
0 -
1 -
6
9
28
-19
1
Máltindurin
Rannvá Andreasen
KÍ
15
Malena Josephsen
KÍ
9
Arnbjørg Danielsen
B36
5
Elsa Maria Simonsen
KÍ
5
Vivian Bjartalíð
Kí
5
Heidi Heinesen
GÍ
4
Eyðfríð Kristiansen
HB
4
Anja Weihe
B36
3
Ása á Neystabø
B36
3
Laila Enghamar
B36
3
Hansy Davidsen
B68
3
Majbritt Olsen
B68
3
Elin Jacobsen
Skála
3
Mara Vang
B36
2
Súsanna Hansen
B36
2
Mary-Ann Isaksen
B68
2
Eyðvør úr Dímun
HB
2
Malan á Dunga
HB
2
Vivian Unadóttir
HB
2
Jensa Sirdal
Kí
2
Anna Berg Danielsen
Skála
2
Tórshavnar Súkklufelag
riggar av fyri í ár
Tilboð ynskist
uppá at stoypa nýggja rætt fyri Ytra part í
Skálafjalli. Tilfar fæst við at venda sær til Jóan
Petur Hansen, 44 15 75, best eftir kl. 17.00.
Tilboðini skulu sendast til, Hagastýrið fyri Ytra
part í Skálafjalli v/ Jóan Petur Hansen, 485
Skálafjørður.
Hagastýrið
LBF søkir
verkfrøðing
og teknikara
Vit søkja ein dugnaligan verkfrøðing til okkara
nógvu fjølbroyttu og spennandi projekterings-
og eftirlitsuppgávur innan byggi- og anleggs-
fakini.
Eisini søkja vit ein dugnaligan byggifrøðing ella
tekniskan teknara til teknideild okkara.
Arbeiðið umfatar fjølbroytt tekniarbeiði við fram-
komnari cad-útgerð. Luttøka í øðrum tekniskum
arbeiði, kann eisini koma upp á tal, í mun til tann
førleika sum umsøkjarin hevur.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til Hanus
Hansen á telefon 314744.
Landsbyggifelagið P/F,
Ráðgevandi Verkfrøðingar
Grønlandsvegur 5 · Postboks 228
110 Tórshavn
E-mail: lbf@lbf.fo
Søkt verður eftir fólki
til skaða- og
tryggingardeildina
Starvið er í høvuðsheitinum at sýna skaðar á
akfør og farm.
Eisini skal viðkomandi gera upp og hava eftirlit
við møguligum umvælingum av skaðum.
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at sýna og umvæla
skaðar, í góðum árum og ynskir at hoyra meira
um starvið,so skriva nøkur orð um teg sjálvan og
fá eina samrøðu við okkum.
Alt verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sos alur n
Lýsingar
Bilar
Veðr ð
C
M
Y
K
21
20