Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

YE Nr. 39 — 7. april 1983 »Læntu« . , bilar å , , . býartúri Ein túrur í býin hjá nekr- um ungum monnum end- aði á politisteðini. Politiið skuldsetir teir fyri at hava verið í fleiri bilum, koyrt onkran, rullað ein út av og flutt nakrar aðrar. Hetta var týsdagin í Havn og menninir byrjaðu í norðurbýnum og endaðu í miðbýnum. Annars hevði politiið í Havn ikki nógv um at vera um høgtidina. Fríggjakveldið gjerdist veðrið so ringt, at avgjert varð at stongja Oyggjar- vegin ein tíma, millum midnátt og klokkan eitt. Heldur ikki aðra staðni í landinum vóru ofta boð eftir politinum um pásk- irnar. hd Fótbóltur fyri gentur og dreingir B36 skipar nú um viku- skiftið fyri opnari fót- bóltskapping í Ítróttar- hellini á Hálsi. Kapp- ast verður í hesum bólkum: Pinkulingar (feddir í 1973, 74 og 75), piltar (1971 og 72) smá- dreingir (1969 og 70), dreingir (1967 og 68), unglingar (1964, 65 og 66), smágentur (1971, 72 og 73) og gentur (feddar í 1968, 79 og 70). Síðsta freist fyri til- meling er í dag. Fest tíðarætlan er ikki legd, men ætlanin er at byrja fríggja- kveldið kl. 19,00, tá smádreingirnir og síð- ani gentubólkurin skulu leika. Hesir bólk- arnir koma eftir ætlan- ini at leika semifinal- urnar og finalurnar leygardagin. Leygardagin verður byrjað kl. 9,00, tá pinkulingarnir spæla. Vinnandi liðið, besti leikari og besti mål- skjutti i hverjum aldursbólki fáa steyp og skreytblað frá Sjó- vinnubankanum til ognar. Pensionista- felagið í Suðuroyar norðaru helvt Fundur verður í kveld kl. 19,30 í nýggja skúlanum í Trongisvági. Kalli Jacobsen gevur góð ráð um orkusparing í húsarhaldinum. tíðindablaðið Nú sprett- ur á fold og spirar... Nú sprettur á fold og spírar, brátt summar i hondum er...syngur i mær. Sólin stavar. Himmalin er heiður og havið er spegilsblankt. Vit ganga á slætt- lendinum undir Hóvstúgvu. Komin í lívd. Landnyrðingslotið er heldur kaldligt. Vit steðga við ein niðurrepaðan varða. Her gongur getan millum Hov og Øravik. Spell, at hesir fyrndar- gomlu vardarnir detta nidur — og verda liggjandi. Okkurt gongu- fólk — onkur nåtturuvinur — kann fáa gagn av teimum. Tað hendir seg meira enn so, at tú leggur leiðina eftir teimum gomlu gøtunum millum bygdir á fjalla- túrum. Men hver tímir at sketta sær um ein varða í dag, nú ferðin millum bygdir gongur við rúk- andi ferð eftir asfaltinum. Men tað kundi verið tin partur av virkseminum hjá skótunum — skótalið eru í oynni. Vit setast á ein stein í brekkuni og njóta sýnið suðureftir. Porker- isnes, Spinarnir, Beinissverð og Vágfelli. Undir Vágfelli hómast Vágsvatn í porkerishaganum. Hovsfjerður er silvurlittur og Borgarknappur hevjar seg so tignarligur. Á skuggasíðuni er hann hvítur enn. Hugsa um túrin uppi á honum páskaaftan fyri tveimum árum síðani — ein eina- standandi túrur, men meðsamur. Hetta er kveikjandi. Tosa um, at stórur partur av okkara ættarliði, og serliga tey sum eru upp aftur yngri, hava bert sæð náttúruna — fjellini, líð- irnar, hamrarnar, tindarnar og vetnin. — út gjegnum ein bilrút. Og alt tað, tey ikki hava sæð, bakkar. berg. gjáir og dalar. Tey Jóhann Mortensen, tíðindamaður Undir okkum liggur Trongisvágsfjorður víðopin Stórur partur av tí yngra ættarliðnum hevur bert sæð foroysku náttúruna gjognum ein bilrút eru fátæk. Fara niðan á sjálva túgvuna. Hon tykist vera tað jarðfreðiliga fyribrigdið, sum kallast »gong«. Basaltstabbarnir liggja vatnrættir. Líkt er til, at teir eru stinnari móti niðurbrótingini enn vanligt er. Og undir okkum liggur Trong- isvågsfjørdur víðopin: Gjalda- víkshólmur, Tjaldavik, Øravik og Gålgatangi. Oyrnafjall skjytur ryggin år sær, medan Gluggarnir bretta sær å og lata tann hvita kavan i gilunum spakuliga tina av sólgeislunum. Ein vekur sjón — ein livandi sjón. Eitt tjaldurs- klipp hoyrist. Í Tjaldavík fóðrar ein bátur sílini og út eftir fjerð- inum stevnir stásiliga fiskifarið, Rankin. Ikki liggja teir inni um páskirnar. Vit hava lagt leiðina vestur eftir reðini og undir okkum liggja tey vekru Hovsvetnini — Vatns- ens og Bessavatn. Tey liggja so óspilt. Ikki sæst hiðani, at mannahond hevur verið á teimum. Men kortini er ein byrging gjøgd og tunnil gongur vestur í Botn og úr fossamegini fáa vit ravmagn. Men tann stóra útbyggingarætlanin, sum fevndi um fleiri vetn í Suðuroy, vera slept? Einki er hoyrt aftur um hana. Man SEV fáa nakað burtur úr hesum vetnunum? Vatnið kann ikki vera tað nógva. Úr vetnunum rennur Hovsá oman gjøgnum dalin og á sjógv niðan fyri Grenadal. Hon rennur so mek har niðri á slættlendinum. Hidani tykist hon stór. Áður var hon tiltikin gýtingará hjá sjósíl- um. Men nú fæst lítið ella einki út fyri henni. Teir siga, at hon er ov turr, síðan byrgingin varð gjerd. Komi at hugsa um ætlanirnar vesturi við Fjallavatn og norðuri við Eiðisvatn — tvey av okkara vakrastu plássum. Har fer nátt- úran ikki at liggja so vekur, um tað afturlætnað landið SEV fær lov at fremja náttúruoyðing sína. Kanska stersta brotsverkið, gjort verður á náttúru okkara nakrantíð. Aldrin fara eftirkom- ararnir at fyrigeva okkum tað. Vit, sum bert mótmæla, men sum kanska ikki klára at steðga brots- verkinum, sum danski byggi- kapitalurin skorar á at fremja, væl studdur av okkara fremstu embætismonnum. Vit sita her í eini náttúru uttan sjónliga dálking. ÍIkki ein plastikkposi. Ikki eitt glaspetti. Eini órudd. Men vit eru eitt fitt petti frá altfaravegi. Her hevur bert onkur seyðamaður, og fjallmenn nakrar fáar ferðir árliga, sína gongd. Oðrvísi var i gjár, skírisdag, tá vit gingu ein túr runt um Ryskivatn — eitt frá- líkt útferðarpláss. Og leivdirnar lógu eisini har. Vit tóku fleiri floskur og fulla hond av fløsku- skørum. Havi ofta spurt meg sjålvan: hvat fær eitt fólk at knúsa eina fløsku í tí fríðu náttúruni. Ein gerð, sum kann vera til ampa og óbótaligan skaða fyri onnur, sum kanska í summarkæti tveita skógvarnar!!! Er tað av gáloysni. Er tað tann steðugt vaksandi vandalisman. Líkasælan, sum tykist alt meira vanlig. Eru tað foreldrini, sum ikki venja bernini, hvussu tey skulu bera seg at í haganum. Ella er tað skúlin, sum ikki megnar at leggja nakað í bernini á hesum eki? Tað tykist legið, um so er. Tú letur valla eitt blað upp, ella lurtar eftir útvarpi ella hyggur at sjónvarpi, uttan at renna teg á hugtekini dálking og umhvervi. Seinastu árini hava fingið heft eitt spjaldur á seg: kvinnuár, ár teirra brekaðu og árið í ár er eitt »kommunikationsår« (men tað er helst ikki ti, at vit i ár fáa »al- ment« sjónvarp.... Hugsa vit um alt tað, sum eftir ætlan skal gerast við náttúru okkara í ár, áttu vit havt verið meira vakin og gjert árið til eitt umhvervis- og náttúruverndarár. Og roynt at vakt fólkið, soleiðis at ein sterri partur hevði givið sær fær um tað, sum er við at henda. FNU tekur kanska tankan upp. Ja, FNU hevur gjert vart við seg í fleiri stórmálum, men felagsskapurin átti kanska at gjørt meiri vart við seg i tí smáa við upplýsan og áheitanum. T.d. kundi FNU heitt á kommunur um at seta upp skelti og ruskílet har fólk vanliga leita sær í náttúr- una, eins og felagið kundi fingið stuðul at gjert upplýsandi tilfar til skúlar og almenningin sum lið í tí upplýsandi virkseminum! Klokkan gongur. Tað hevði verið stuttligt at hildið leiðina fram vestur eftir, oman til vetn- ini og uppaftur, niðan á Vágs- vatn og upp um fellið til Vágs aftur. Men tað er heldur kaldligt og vit hava ikki gjørt okkum út til eina longri ferð. Vit venda nesina eystur eftir og ganga í lívd av reðini oman móti Hovsegg.