hósdagur 7. apríl 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ólavur Clementsen, skrivar:
Í hesum parti verður greitt frá teimum,
ið flutti til Skopunar millum 1850 og
1860. Harnæst verður tikið saman um og
víst, hvussu bygdin er broytt og vaksin
fram til dagin í dag.
Í seinastu grein varð nevnt, at Petur
Hentze festi tær tvær merkurnar av
Skarðsgarði, ið liggja í Skopun, tann 16.
oktober 1851. Tað má tí roknast við, at
hann við húski er fluttur til Skopunar um
hetta mundið, samstundis sum Hedavík,
einkjan eftir Mikkjal Jacobsen, flutti úr
Skopun heim undir Skarð. Hús teirra í
Skopun vórðu kongshús, tey hoyrdu til
garðin, so Petur Hentze hevur tikið við
teimum, tá ið hann festi.
Men hetta sama summar flytur eisini
annar maður til Skopunar. Hann er Jógv-
an Clementsen ættaður av Selatrað.
Kirkjubókin sigur: »I 1851 Joen Clemen-
sen og Mariane og 3 bern, ankom om
sommeren<. Hesin Jógvan reisti búgv í
útnyrðingshorninum á bønum í Skopun,
har sum nú verður rópt uppi á Selatrað.
Kona hansara Marianna Jensdatter var
eisini av Dímun, systir Lisu og Jóannes.
Selatrað-Jógvan, sum hann varð rópt-
ur, má tí roknast at vera 6. maðurin og
kongsbóndin Petur Hentze 7. maðurin, ið
búsettust í Skopun.
So eru tveir aðrir menn búsettir í
Skopun fyri manntalið í 1855. Hesir eru
Jógvan Djurhuus úr Kollafirði og Zaka-
ris Joensen úr Koltri.
Jógvan Djurhuus var sonur Jens
Christian Djurhuus skald og kongsbónda
við Sjógv í Kollafirði. Hann kom í Sand-
oynna sum húskallur hjá presti í 1841, av
hesum fekk hann navnið Prest-Jógvan.
Við manntalið í 1855 er hann búsitandi í
Skopun saman við arbeiðskonu Súsonnu
Jensdatter, sum hann stutt eftir giftist
við. Súsanna var dóttir Janus undir
Brekkuni á Sandi og Biritu, ættað av
Strøndum.
Zakaris, seinri róptur Gamli-Zakaris,
var bóndasonur úr Koltri, sonur Jógvan
Simonsen og Malenu Johannesdatter.
Kona hansara Nicolina var eisini úr
Koltri, dóttir Hans Niclasen kongsbónda
Nr 39 — 7. apríl 1983
og Mariannu Niclasdatter.
Hesir báðir eru sostatt nr. 8 og 9 av bú-
reisingunum.
10. maðurin, ið búsettist í Skopun, var
Jákup Olsen úr Syðrugetu, róptur Getu-
Jákup. Pápi hansara Ola Jákup gekk
burtur við Seiðabátinum í 1826, áðrenn
Jákup var feddur. Mamma hansara var
ættað úr Oyndarfirði. Kona Jåkups,
Elsupa Jacobsdatter var dóttir Jákup
Andersen kongsbónda í Koltri og
Súsannu Simonsdatter. Jákup og Elsupa
fluttu saman við soninum Sámal Jákupi
til Skopunar hin 1. mars 1856.
So er enn eitt hús komið í Skopun fyri
1860. Tað var ein tjørnuvikingur Jógvan
Heinesen, ið hevði verið húskallur hjá
Havnarmenn á skjútsferð í Skopun s utt fyri 1900. Aftanfyri sæst Stórasker við fleiri fiskastakkum.
Mennirnir eru: Í bakborð Jens Pauli á Hoyvíksvegnum, Hanus á Frælsinum og Heini á Treðni, í stýriborð Óli á
Kák, Óli í Koytustovu og Jens hjá Gustu