Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HJÁ DIMMALÆTTING og Sam- bandsflokkinum er einki ovboðið. Øll minnast vit ågangin frá teimum, tá Sambandsflokkurin var uttan fyri landsins stýri. Eitt av teimum stóru málunum var tá henda øgiliga uttanlands- skuldin,sum fyri ein og hvønn pris mátti minkast. Hetta skuldi Sam- bandsflokkurin syrgja fyri, um hann kom í landsstýrið. Og tað kom hann. HVAT ER síðani hent við uttan- landsskuldini? Seinasta árið fyrra landsstýrið sat var 1980. Tá borg- arliga landsstýrið kom til var uttanlandsskuldin 1083 miljónir. Árið eftir — t.v.s. annað árið hjá hesum landsstýrinum — var uttan- landsskuldin 1358 miljónir. Í fjør var uttanlandsskuldin komin upp um 1600 miljónir, og nú — triðja árið hjá hesum úrmælingum Sam- bandsfloksins í Tinganesi — vænta menn, at henda sama uttanlandsskuld kemur langt upp um 2000 milj. — kanska upp í 23—2400 miljónir. SIGAST MÁ, at her er munur á orðum og gerðum Sambands- floksins. Og hóast tað smædir Ut Postsmoga 76, sama Dimma seg ikki við at taka hesa uttanlandsskuldina upp á tunguna sum prógv fyri, hvussu illa undanfarna landsstýrið hevur stýrt. DIMMALÆTTING vísir á í odda- greinini hósdagin, at tá Javnaðar- flokkurin ráddi fyri borgum, syrgdi hann fyri at vaksa um uttanlands- skuldina hóast vætferðartíð var. Tað, sum Dimmalætting gloymir, er, at orsøkin til vælferðartíð okkara í sjeytiárunum var, at tað, við skilagóðari stýring m.a. — takkað verið Javnaðarflokkinum — eydnaðist at seta fleiri arbeiðs- skapandi virki á stovn og fáa skip til landið. Hetta kostaði sjálvandi pengar. Hevur tú ikki pengar, mást tú læna, og tað gjørdu teir. Um fyrra landsstýrið ikki hevði lænt tað, teir læntu, var ikki henda vælferðartíð í Feroyum sum Dimmalætting sipar til. Og hetta hevur fyrrverandi formaður í Bú- skaparráðnum eisini sagt í samrødu við Sosialin. HINVEGIN mugu vit nú harmast um, at uttanlandsskuldin ongantíð hevur vaksið so nógv sum nú — háost ílegurnar í vinnuskapandi virkir ikki eru tað stórar. Fyrr fór uttanlandsskuldin eina og aleina til arbeiðsskapandi virkir. Nú fer hon eisini til forbrúk. Og tað í ólukku máta. Í - > Nr. 40 — 9. apríl 1983 Skal alt ljósið í landsuðri liggja Essa Arge, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur biðið um at fáa hesa greinina í Sosialin, sum hevur vidgjørt ætlanirnar um útbygg- ing av føroyska sjúkra- húsverkinum rættuliga gjølliga Nu hevur kjak um sjukrahus- verk Føroya tikið seg upp- aftur. Hetta kemst helst av, at politikararnir um stutta tiå skulu taka avgerå um, hvat teir vilja vid ti føroyska sjúkrahúsverkinum og kanska serliga um hvert Landssjúkrahúsið ella Ríkis- hospitalið í Keypmannahavn skal verða tað centrala sjúkrahúsið í Feroyum. Millum ár og dag er mangt sagt og skrivað um sjúkra- húsverkið í Feroyum. Av tingsins reðarapalli segði ein tingmaður: Eingin útbygging skal fara fram á Landssjúkra- húsinum fyrrenn sjúkra- húsini í Klaksvík og Tver- oyru eru komin minst upp á hædd við Landssjúkrahúsið. Og einaferð stóð sum við- merking í Legtingsins fíggj- arlóg. at ell viðgerð í ortopædi skuldi gerast á og frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í seinastuni hava serliga politikarar úr Norðoyggjum úttalað seg um sjúkrahús- verkið og seinasta yvirskrift- in hjá Vilhelm Johannesen er: Sjúkrahúsið og yvirlæknin komin, so nú er nátúrligt at játta pening til tól og sterv Í Sosialinum hevur Jan Miller havt viðtalu við sjúkrahússtjóra J. A. Seren- sen, og skulut eir báðir hava tekk fyri teirra sakligu viðgerð av málinum. Feroyar eru so mikið smáar bæði í vídd og í fólkatali, at nóg mikið er við einum so væl sum gjerligt útgjerdum sjúkrahúsi, og tá er mest natúrligt, at hevrðssjúkra- húsið liggur í mit øroyum, men av geografiskum og traditionellum grundum er gótt at hava eini minni sjúkrahús í Klaksvík og eini á Tveroyri nekurlunda sum tey eru nú, tá Klaksvíkar Sjúkra- hús hevur gjørt 1. byggistig og Tveroyrar Sjúkrahús hevur fingið nakað tað sama. Tað er kanska skiljandi, at teir lokalu politikararnir royna at skaffa so nógv ar- beiðspláss sum gjørligt til síni egnu valdemir, men allir legtingsmenn máttu verið so mikið at sær komnir, at teir ikki lata tað ganga út yvir sjúkrahúsverkið, tað kundu verið so nógv onnur umráði, har tað var meiri rímiligt at drigi til sín uttan at tað nervaði tað endaliga úrsliti. Vit vita øll, at tað er ómeta- liga dýrt at reka heilsu- og sjúkrahúsverkið, men hví gera tað so nógvar ferðir dýr- ari enn neyðugt. tá vit lítlan og ongan fyrimun fáa burtur úr, kanska heldur hinvegin? Vit mugu síggja i eyguni, at Danmark fer ikki áhald- andi at gjalda fyri okkum, fyri ein part, tí teir ikki hava ov góð ráð sjålvir, men fyrði mesta partin, tí teir ikki vilja gjalda fyri tann erskap, sum í dag frá ávísum síðum er ætladum at fara fram. So frægt duga danir á at skyna Tað hevur verið nokk sa nógv tosað og skrivað um ortopædi í Føroyum. Onkun- tíð havi eg sagt, at tað hevið verið nóg mikið arbeiði til tveir ortopædar í Feroyum. Tað vísir seg meira og meira, at tann metingin var bein- rakin Vit hava í dag eitt stórt problem ay sjúklingum við ringum mjadnum, knøum og discusprolapsum, sum als ikki verða skurðviðgjerdir í Feroyum í dag, tí vit ikki hava útbúgvnar læknar til hetta arbeiði í dag. Á Ríkis- hospitalinum í Keypmanna- havn er um 3 ára, ja 3-åra bíðitíð fyri at“ sleppa inn og hesi fólk hava ofta pínu bæði dag og nátt. Umvegin hava vit fingið hjálpt nekrum av hesum sjúklingunum á Lands- sjúkrahúsinum, og tíbetur tykjast vit at kunna hjálpa teimum flestu, sum bíða, komandi summar. Eisini á eðrum ekjum innan ortopædi og skaðaviðgerð . høvdy vit havt ein slíkan ortopædisk útbúgvnan lækna fyri neyð- ini. Her hugsi eg serliga um tey illa lestaðu, sum ofta eru ung fólk, og ofta samstundis hava brúk fyri eðrum serút- búgvnum læknum — aðrir skurðlæknar (narkosu - rent- gen - medisinara - laboratorii). Eisini meti eg, tað er galið at hava trý sjúkrahússtýri innan sama sjúkrahúsverk, serliga tá tað er so lítið sum tað feroyska sjúkrahús- verkið. Visitatiónin, t.v.s. gera av hvar sjúklingurin skal viðger- ast og hver meguliga skal fara av landinum til víðari viðgerð. eigur eisini at mið- savnast. Tí vil eg heita á legtings- politikararnar at lurta eftir rådleggingarnevndini fyri sjúkrahúsverk Føroya i høv- udsheitinum, men ikki tå teir skriva at ortopædiin fyribils eigur at fara fram å Klaks- vikar Sjúkrahúsi. Ortopædi kann fara fram å Klaksvikar Sjúkrahúsi, men eigur so sanniliga eisini at fara fram á Landssjúkrahúsinum og verða framd av einum ser- lækna í ortopædi, sum er settur við Landssjúkrahúsið At enda vil eg eisini heita á legtingspolitikararnar um at loysa rektarheimsspurningin so skjótt sum gjerligt eisini í Havn, so Landssjúkrahúsið kann virka eftir síni ætlan nú tann primæra læknatanastan (kommunulæknar, heima- sjúkrasystrar, jarðamóðir- skipan o.s.fr.) er farin at virka. Sjålvur vil eg ikki at alt ljósið í landsuðri skal liggja. men at vit skulu taka ábyrgd fyri okkum sjálvum so langt sum til ber, men við skili. Pappirsleys fáa meiri fólka- pensjón Sambært kunngeringina frá Almannastovuni um almannaveitingar fáa nú tey pappirsleysu »hjån- ini« kr. 1279,— meira um mánaðin ella kr. 15.336,— um árið, enn hini lógliga giftu hjúnini. Góðu legtingsmenn! Kunna tit ikki broyta lóg- ina soleiðis, at hjún, ið eru lógliga gift, ikki snýtt fyri omanfyri- nevnda pening? Lesið bara lýsingina um al- mannaveitingarnar, so síggja tit, at hetta er beint útroknað: at tey, ið liva saman sum »gåsapør«, fáa ir 15.000,— kr. meira í fólkapensjón um árið, táið tey eru 67 ár o.s.frv. Ein flott árlig premia! X Argur Hvi bara menn at kjakast um fosturtøku Tå vit lésu lysingar i blødum um ætladan panel- fund um m.a. evnið »fost- urtøku« kjakaðust vit um hetta. Vit komu til ta niðursteðu, at ein sovorð- in fundur, har panelluttak- ararnir einans vóru menn, kundi ikki vera álvara. -- Men tá hesin fundur gjørdist veruleiki, harm- aðust vit. Hvar var hev- uðspersónurin: kvinnan! Er hetta evnið ikki álvar- samari enn so? Vónandi taka kvinnurnar hetta grova místak í álvara. Og vónandi taka fundar“ fyeelkasnsnis tað til eftir“ 'tektar. ; M. & G.