fríggjadagur 13. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 175 - 13. september 2002
Nr. 175 - 13. september 2002
3
FarIce:
Avloysarin fyri Cantat
Ein nýggjur kaðal,
nevndur FarIce, skal
leggjast millum Ís-
land, Føroyar og
Skotland næsta
summar
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Føroyingar og íslendingar
seta í hesum døgum síðstu
fingramerkini á ein sátt-
mála, sum skal tryggja betri
telesamskifti við umheimin
enn áður við einum nýggj-
um kaðali.
Higartil hevur einasti
møguleikin hjá føroysku
fjarskiftisveitarum sjóvegis
at samskifta við umheimin
verið
umvegis
Cantat3
kaðalin.
Um Cantat3 av einihvørji
orsøk verður óvirkin, vil
fjarskiftissamskiftið
við
umheimin verða darvað í
stóran mun. Hetta hava
flest øll lagt til merkis sein-
astu vikuna ella so, tá
Cantat3 hevur verið sera
svikaligur.
Sum nú er nýtir Føroya
Tele fylgissveinasamband,
tá Cantat3 hevur hug at
svíkja. Hendan loysnin er
tó bæði dýrari, seinni og
gevur verri góðsku enn
Cantat3.
Cantat3 kaðalin varð
tikin í nýtslu í 1994, og
higartil hava 13 brek verið.
Hetta
hevur
gjørt,
at
kaðalin bert hevur verið
virkin í 90% av tíðini.
– Við atliti at kapasiteti
verða verandi Cantat3 kað-
al og fylgissveinaorka úr
Føroyum til umheimin ikki
nøktandi
í
framtíðini,
stendur at lesa í seinastu
ársfrágreiðingini hjá Før-
oya Tele.
Ásannandi hetta hevur
Føroya Tele saman við
Landssími Íslands í longri
tíð fyrireikað eina ætlan um
ein fjarskiftiskaðal úr Ís-
landi, umvegis Føroyar, til
Skotlands.
Til Íslands
Tá vit fingu fatur á Andrasi
Róin, stjóra fyri Føroya
Tele, var hann staddur á
flogvøllinum í Vágum, á
veg til Íslands.
– Arbeiðið er nú komið
so langt ávegis, at vit nú
fara til Íslands fyri at seta á
stovn sjálvt felagið, sum
umsita
kaðalin,
sigur
Andras Róin.
Eftir ætlan verður farið
undir at leggja kaðalin
næsta summar.
– Kaðalin fer at gera sera
stóran mun. í prinseppinum
gevur
hetta
óendaliga
nógvan kapasitet, sigur
Andras Róin.
Verkætlanin fer væntandi
at kosta um 500 mió. Tann
føroyski parturin verður
20% ella 100 milliónir.
Allir føroyskir fjarskiftis-
veitarar eru við í føroyska
partinum, men tað er eyð-
sæð, at Føroya Tele fer at
eiga størsta partin av
íløguni.
Stóran týdning
Tað er eyðsæð, at hesin
kaðalin
fer
at
hava
ovurstóran týdning fyri før-
oyskt
samskifti
við
útheimin.
Kaðalin kemur tíggjur ár
eftir Cantat3, og hetta
merkir tíggju ár við tøkni-
ligum framstigum, sum
aftur merkir ein munandi
betri kaðal.
Sum nevnt gevur kaðalin
í prinsippinum óendaliga
nógvan kapasitet. Andras
Róin sigur seg vóna, at
nýggi kaðalin eisini vil
ávirka prísgongdina rætta
vegin.
– Tað hevur eisini sera
stóran týdning, at vit nú
hava tveir kaðalar; riggar
ein ikki, so havi vit ein
eyka kaðal, sigur Andras
Róin.
Eisini hjá íslendingum
kemur kaðalin sera væl við.
Meðan Cantat3 hevur verið
óvirkin fyri einari lítlari
viku síðani, hevur at kalla
verið undantaksstøða í Ís-
landi, tí íslendingar ikki
fingu nakað burturúr fjar-
skiftinum við útheimin.
Næsta summar verður ein nýggju kaðal lagdur millum Ísland, Føroyar og Skotland. Við nýggja kaðalinum slepst væntandi
undan teimum nógvu trupulleikunum, sum skyldast brek á Cantat kaðalinum.
C
M
Y
K
3
2