Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 5 Bill og Jenis mugu steðgast – Vil miðflokkurin ikki sleppa sínum víðgongda politikki á átrúnaðarliga á øk- inum, eigur hann at verða varpaður úr samgonguni, heldur Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður SAMGONGUSTEV Áki Bertholdsen – Miðflokkurin eigur nú at fáa eina harðaliga átalu. Torbjørn Jacobsen, løg- tingsmaður fyri tjóðveldis- flokkin, heldur ikki, at sam- gonguni er lív lagað, broyt- ir miðflokkurin ikki kós. Torbjørn Jacobasen sigur, at samgongan hevur ikki meiri enn lagt árarnar út, nú miðflokkurin í tveimum førum hevur skapt so álv- arsligar trupulleikar at tíðin eigur at vera komin til at steðga á og at hugsa seg um. – Herfyri var tað spurn- ingurin um fosturtøku, har miðflokkurin skapti ein trupulleika við at kunngera sjónarmið, sum liggja so fjart frá tí, sum tjóðveldis- flokkurin stendur fyri, sum hugsast kann. Og nú hevur hann enn einaferð lagt aft- urat bálinum við eini rættiliga sermerktari saman- seting av siðseminevndini. Tað hevur vakt ans, nú landsstýrismaður miðfloks- ins, Bill Justinussen hevur valt nýggjar limir í vís- indaligu siðseminevndina. Ikki tað, at nevndin er vald, men tað eru fólkini, hann hevur valt í nevndina, sum hevur ørkymlað mong, tí landsstýrismaðurin hevur valt fólk í nevndina, sum eru kend úr ymsum átrún- aðarligum minnuluta bólk- um her á landi. Í Løgtinginum mikudag- in reisti Annita á Fríðriks- mørk, tingkona fyri tjóð- veldisflokkin málið í ting- inum, har hon hvassliga fanst at, at Bill Justinussen hevur valt siðseminevndina soleiðis, at meirilutin av nevndini nú umboðar ein lítlan minniluta í føroysk- um trúarlívi. Og partamaður hennara í tinginum, Torbjørn Jacob- sen, er púra samdur. Hann heldur, at soleiðis, sum miðflokkurin hevur borið seg at í spurninginum um fosturtøku og í málin- um um siðseminevndina, er tað við at gerast ein trupulleiki hjá samgonguni. Hann heldur, at miðflokk- urin eigur at fáa eina harð- liga átalu fyri sítt politiska virksemi higartil. – Og tekur hann ikki betri partar fyri seg, eigur hann at verða varpaður úr sam- gonguni. Tórbjørn Jacobsen leggur dent á, at hann tosar bara fyri seg sjálvan. – Men tað er greitt, at verður hetta stílurin hjá miðflokkinum framyvur, verður tað ómetaliga tungt hjá mær at samstarva við flokkin. Misskilt støðuna Tórbjørn Jacobsen heldur, at Bill Justinussen full- komiliga hevur misskilt støðuna, tá ið hann velur limir í eina nevnd alt eftir, hvussu samdir teir eru við sjónarmiðini hjá honum sjálvum. – Nevndir og ráð verða ikki vald fyri at ganga landsstýrismanninum á møti í hansara sjónarmiðj- um. Tey vera vald fyri eitt embæti og eina politiska skipan og ikki eftir, hvat tænir tí einstaka landsstýr- ismanninum best. Hann sigur, at vit hava ikki tað amerikonsku skip- anina í Føroyum, har hvør nýggir forseti skiftir alla umsitingina út, tí har er umsitingin politiskt. – Í Føroyum er umsiting- in faklig og tískil skulu nevndir og ráð veljast eftir fakligum fortreytum og ikki persónligum. Løgtingsmaðurin sigur, at hann hevur sjálvur reist málið í einum skrivligum fyrispurningi, har hann spyr løgmann, um tað eru saklig og objektivar for- treytir, sum eru galdandi, tá ið nevndir og ráð verða sett og tá ið fólk fáa alment starv. – Alt annað er púra vit- leyst, leggur hann afturat. – Í hesum føri hevur hann er ein grundgeving fyri at velja eitt umboð í siðseminevndina, at hann hevur havt nakrarsendingsr í útvarpsrásini Lindini. Eg haldi ikki, at tað skulu betri kvalifikatiónir til at manna siðseminevndina enn tað. Torbjørn Jacobsen vísir á, at siðseminevndin er ein ógvuliga týdningarmikil nevnd, tí hon skal taka støðu til granskingarverk- ætlanir og hevur tí avgerð- andi ávirkan á framtíð Føroya. – Men hesuferð er tað týðiligt, at hann einans hevur valt limirnar í sið- seminevndina úr sínum egna umhvørvi og tí er framferðin hjá Bill Justinussen brandskeiv. – Hvør í hesum landi skal fáa sær eína útbúgving til nakað sum helst, tá ið tað telur meiri at vera limur í ávísum flokkum ella ávís- um trúarbólkum, spyr Tórbjørn Jacobsen at enda. Bill Justinussen og miðflokk- urin eiga at fáa eina harðliga átalu og heldur hetta fram, eiga teir at verða varpaðir úr samgonguni, heldur Tór- bjørn Jacobsen. Umsitingin í trivnað- armálaráðnum mælti Bill Justinussen til at velja somu limirnar aftur í siðseminevnd- ina, men hann vildi ikki fylgja tilmælin- um og valdi nýggjar limir í teir flestu sessirnar SIÐSEMINEVNDIN Áki Bertholdsen Tá ið Bill Justinussen valdi nýggjar limir í vísindaligu siðseminevndina, gekk hann ímóti tilmælinum frá síni egnu umsiting. Umsitingin hevði nevni- liga mælt landsstýrismann- inum til at velja alla nevnd- ina aftur. Hetta váttar Helle Rosen- vold Anderson, sum er løg- frøðingur í trivnaðar- málaráðnum. Annars er tað læknafel- agið, sum velur tríggjar limir í siðseminevndina, men landsstýrismaðurin veldur hinar fýra Í Sosialinum týsdagin, fyrr í vikuni, segði Bill Justinussen, at tá ið hann skuldi velja sínar fýra limir í seiðseminevndina, var tað ikki eftir aftur einum fak- ligum tilmæli frá umsit- ingini. – Hetta skal skiljast so, at umsitingin setti ikki nøvn á sum so, men mælti til at velja somu nevndin aftur, sigur hann og váttar annars, at hann fekk eitt tilmæli. Vit spurdu eisini Helle Rosenvold Andersen um umsitingin royndi at fáa landsstýrismannin at broyta støðu, tá ið tað gjørdust greitt, at hann ikki ætlaði at fylgja tilmælinum frá um- sitingini. Hon sigur, at tað er av- markað, hvat hon kann upplýsa, tí talan er um innanýsis skjøl. – Men tað var ikki trupult at síggja, at hetta kundi elva til trupulleikar, sigur hon. Bill Justinussen sigur, at valdi nýggjar limir í nevndina fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum, tí tað stendur í lógini, at nevnarlimir kunnu bara endurveljast einaferð. – Varð nevndin afturvald nú, skuldi øll nevndin skift- ast út næstu ferð. Annars sigur hann, at umsitingin eisini mælti honum til at broyta reglar- nar, so ikki øll nevndin verður skift út um fýra ár fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum, og at og hes- um ætlar hann at fylgja. – Men eg havi onga trygd fyri, at tað eydnast, og tí valdi eg at skifta nevndar- limirnar út fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum. Gjørdi eg ikki tað, er vandi fyri, at allir sjey nevndarlim- irnir verða skiftir út í senn. Eydnast tað hinvegin at broyta reglarnar, verða helst tvey av teimum fólk- unum, eg havi valt, skift út um tvey ár. Í blaðnum í morgin hava vit meiri um siðsemi- nevndina. – Eftir teimum roynd- um, vit higartil hava, mugu vit ásanna, at frægasta samgongan hevði verið ímillum fólkaflokkin, javnað- arflokkin og tjóð- veldisflokkin, heldur Tórbjørn Jacobsen SAMGONGUSTEVN Áki Bertholdsen – Eg hevði væntað, at miðflokkurin fór at skikka sær hampiligt, nú kom við í samgonguna. Politiska framferðin hjá miðflokkinum higartil eru komin eitt sindur óvart á Torbjørn Jacobsen, løgtings- mann tjóðveldisfloksins. Hann ásannar at at mið- flokkurin og tjóðveldis- flokkurin hava so ymsa áskoðan á nógv ymisk mál, at teir eru sum eldur og vatn. Spuringurin er tí, um tað var annað væntandi? Men úrslitið av løgtings- valinum 30. apríl varð so løgið, at miðflokkurin end- aði í samgongu, tí hann var hóast alt hampiliga sjálv- stýrissinnaður. – Tað tekur oftani nógv ár, áðrenn flokkar, sum eru so lítlir sum miðflokkurin, yvirhøvur koma í sam- gongu. Tí hevði eg ikki vænta, at hann fór at taka so umstríddar avgerðir, sum hann longu hevur gjørt, fyrst í spurninginum um fosturtøku og nú aftur tá ið landsstýrismaður floksins valdi siðseminevndina. – Eg hevði væntað, at hann fór at føra ein politikk, har teir vildu vísa, at teir kundu sita í samgongu . Men vit mugu ásanna, at teir hava longu víst, at teir eru ikki búnir at sita í stjórn. Torbjørn Jacobsen leggur dent á, at hetta er hansara egna áskoðan og hann heldur ikki, at samgongan eigur at tola fleiri politisk tiltøk av hesum slagnum Men soleiðis sum hann sær støðuna nú, heldur hann, at frægasta samgongan hevði verið ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin. –Politisk hevði hetta verið tann frægasta loysnin. Sum tað vísir seg, hevði ein slík samgonga havt hampiliga javnvág, bæði úteftir vinstra og høgra ásinum og uppeftir sjálvstýri og sambandsásinum. Ikki minst heldur tjóðveldismaðurin úr Eysturoy, at ein slík samgonga er áhugaverd, nú tað vísir seg, at javnaðarflokkurin ikki er so óviljaður at taka undir við einum politikki, sum liggur á sjálvstýriskósini og sum hevði eitt hægri mál á tjóðskaparliga økinum, enn tær gomlu samgongurnar í sjeyti og áttatiárunum ímillum hesar flokkarnar høvdu. –Sum er, dugi eg ikki at síggja aðrar møguleikar, sigur hann, ikki minst nú tað eisini vísir seg, hvussu s a m b a n d s s i n n a ð u r einsamalli tingmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum eisini er. – Skulu vit hava ein nøkunlunda skilagóðan, framrættaðan og siviliseraðan politikk, kann væl henda, at hetta hevði verið frægasta loysnin. Men um hetta skal henda beint nú, veit hann ikki. –Tað er onki at ivast í, at Bill Justinussen hevur gjørt sjálvmál í spurninginum um siðseminevndina. Men blívur hetta við, fái eg ógvuliga ringt at liva við tí, sigur Torbjørn Jacobsen. Bill fylgdi ikki innstilling frá umsitingini – Eg valdi nýggjar limir í nevndina fyri at tryggja at ikki øll nevndin verður skift út ísenn, sigur Bill Justinussen Væntaði at miðflokkurin fór at skikka sær hampiligt C M Y K 5 4