Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 7 Vantandi brunatrygd kann gera, at Vágatunnilin ikki verður latin upp tann 26. november sum ætlað. Kanska als ikki í hesum árinum BRUNATRYGD Edvard Joensen Trygdarviðurskiftini við- víkjandi undirsjóvartunlin- um undir Vestmannasundi eru ikki í lagi. Avleiðingin kann gerast, at tunnilin als ikki letur upp í ár. Málið snýr seg um, at út- gerðin til eldsløkking og tað, sum har til hoyrir, er ikki nøktandi. Strong krøv eru sett til slíka útgerð og til trygdina yvirhøvur. Eingin ivast í, at hetta bara skal vera í lagi, og allir partar eru samdir um, at út- gerðin skal fáast til vega. Men so røkkur semjan ikki longur, tí tá talan verð- ur um, hvør skal gjalda fyri trygdina, er tað, at partarnir fara hvør sín veg. Sum Sosialurin skilir á keldum, sum kenna til mál- ið, hevur leiðslan í partafel- agnum Vágatunlinum hug at halda, at Sandavágs Kommuna skal fáa til vega ta útgerð, sum krevst til roykkaving, eldsløkking og ikki minst at flyta hesa út- gerð úr goymslu á staðið, um brúk verður fyri henni inni í tunlinum. Men Sandavágs Komm- una vil ikki gjalda fyri út- gerð, sum kommunan met- ir, at Vágatunnilin eigur at fáa til vega, siga keldurnar. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, vil onga viðmerking gera yvirhøvur til málið. Tað er ikki komið nóg langt enn, sigur hon. Tó sigur hon, at hon væntar, at málið verður loyst. Í øllum førum verður skipað fyri skeiði fyri brandmonnunum í kom- andi viku, sigur hon. Sosialurin veit, at arbeitt verður við at fáa upplýs- ingar um útgerð. Eitt nú úr Íslandi verður roynt at fáa slíkar upplýsingar. Bæði um útgerðina sum so, um prís og ikki minst um veit- ingartíð. Men eitt, sum gongur aftur og aftur í teimum upp- lýsingum, blaðið hevur fingið um málið, er, at veit- ingartíðin er so mikið long, at tað verður í hvussu er ikki fyri nýggjár, at nøkur útgerð kann vera í Føroy- um. Kanska ikki fyrr enn móti sumri, verður sagt. Sum heild eru partarnir, sum hava við málið at gera, sera tigandi, tá gingið verð- ur á teir. Keldur okkara vita at siga, at tað er Brunaumsjón Landsins, sum hevur víst á, at trygdin ikki er í lagi, og eisini kravt, at tað skal hon vera, áðrenn latið veðrur upp. Leiðarin á Brunaumsjón- ini var staddur uttanlands, tá vit fingu orð á hann. Men hann var sera fámælt- ur og vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til hetta mál- ið, tí tað er ikki avgreitt, sigur hann. Heldur ikki frá leiðsluni í partafelagnum Vágatunlin- um bar til at fáa nakra við- merking, áðrenn blaðið fór til prentingar. Nevndarfor- maðurin, Klæmint Weihe, er staddur uttanlands, og var ikki við fartelefonina, tá vit ringdu til hansara í gjár, og Dávur Reinert Hansen, stjóri, var upptikin á fundi og fekst ikki at gera viðmerkingar til málið. Vágatingmenninir eru ovfarnir av at frætta, at útlit eru fyri, at tunnilin verð- ur seinkaður. Teir siga báðir við ein munn, at tað skal ikki henda TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Vágatingmenninir eru púra samdir um, at tað skal ikki koma fyri, at tunnilin verð- ur seinkaður. Majus Dam, løgtings- maður, sigur, at fæst út- gerðin ikki til keyps, má hon leigast. Starvsfelagi hansara, Jóanes Nielsen, sigur, at tað kann ikki góðtakast, at tunnilin verður seinkaður, og hann fer at kanna málið beinanveg og royna at finna út av, um ikki eitthvørt kann gerast. Vágatingmenninir siga báðir, at hetta er heilt nýtt fyri teimum, hóast Jóannes Nielsen kortini viðgongur, at hann hevur óttast, at tað kundi henda. Hann sigur seg hava spurt um hetta málið á fundi í vikuni, og fekk tá at vita frá leiðsluni í partafel- agnum Vágatunlinum, at arbeiðið gekk eftir ætlan, og tunnilin verður klárur til tann 26. november. Men hann ásannar, at tá varð tosað um sjálvan tunn- ilin og ikki brunatrygdina. Marjus Dam sigur, at tað kann ikki góðtakast, at ein spurningur um, hvør skal gjalda einar tvær milliónir í eini verkætlan upp á hálvt- triðjahundrað milliónir krónur, skal seinka tunlin- um. Tað fer at kosta nógv meira, enn tað hendan út- gerðin kostar, um ikki verð- ur latið upp fyri jól, heldur hann. – Øll tann ferðslan, sum fer at verða um flogvøllin um jólini, fer eisini at geva tunlinum inntøku, sigur hann, og roknar sostatt við, at tað kortini ikki verður ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin. So mikið væntar Marjus Dam, at jólaferðsl- an gjøgnum tunnilin fer at geva, at tað ríkiliga gevur partafelagnum Vágatunlin- um aftur tað, sum sløkki- liðsútgerðin kostar. Tí er eingin ivi í hansara sál um, at Vágatunnilin skal gjalda útgerðina og fáa hana til vega beinanveg, sigur Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins í Vágum. Ivasamt um Vágatunnilin letur upp í ár Tingmenninir vita av ongum Tá undirsjóvartunnilin varð skotin ígjøgnum, var hátíðarhald. Ætlandi skal enn meira gerast burtuúr, tá tunnilin veðru tikin alment í brúk. Men ivi verður nú sáddur um, um hann verður latin upp tann 26. november, sum ætlað, ella um hann yvirhøvur letur upp í ár Eg ætli mær at flagga fyri tunlinum tann 26. november. Tað ber ikki til at útseta hetta nú, tí fólk hava fyrireikað seg upp á hendan dagin, og nógv hava fingið sær frí til júst hetta høvið, sigur Marjus Dam Ginu søgur: Lyfta skjúrtið upp fyri tabuevnum Um stutta tíð fer Leikhúsið Gríma at framføra heimskendu Ginu Søgurnar eftir Eve Ensler SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Ginu søgur, ella Vagina Monologues, sum tær eita á enskum, eru søgur fortaldar av kvinnum um seksualitet. Tær eru skakandi og pro- vokerandi. Tær fara inn á øki, sum annars vanliga verða sædd sum tabu. Men hetta eru søgur, sum systir tín, mamma tín, mostir tín, vinkona tín ella tú sjálv kann hava verið úti fyri. Gerand- issøgur um tráðan, longsul, leitan eftir samleika… Eve Ensler Amerikanarin, Eve Ensler, hevur skrivað Ginu søgur- nar. Hon sigur sjálv, at hon minnist ikki, hvussu leik- urin varð til, men hon hevði tosað við eina gamla konu. Tað, sum skelkaði hana var, at henda gamla konan tosaði ógvuliga niðurger- andi um síni egnu kyns- gøgn. Eve Ensler fór síðani at tosa við aðrar kvinnur um teirra seksualitet, og at enda hevði hon tosað við yvir 200 kvinnur frá yms- um londum, sum høvdu ymsar mentanir, í øllum aldursbólkum og stættum. Í fyrstuni framførdi Eve søgurnar sjálv. Uttan at hon visti tað. Fólk streymaði til frá øllum ættum at hoyra søgurnar. Fyrstu ferð Ginu søgur vórðu framførdar var í 1996, og hava verið spæld- ar uttan íhald líka síðani. Nú er Gríma farin undir Vagina Monologues. Ein einfaldur leikur við trimum leikarum. – Palluppsetingin er sera einføld. Bara tríggir stólar og so leikararnir. Hetta eis- ini fyri, at leikurin skal kunna spælast allastaðni, greiðir Ria Tórgarð frá, sum hevur leikstjórnað. Ria hevur eisini umsett leikin úr enskum. – Tað var ógvuliga ringt at umseta. Fyri tað fyrsta, so fann eg ikki øll orðini eg skuldi brúka í orðabókini, og noyddist tí út at spyrja fólk. Og harafturat skuldi eg sjálv útum eitt mark, har eg mátti siga við meg sjálva, at tað eg gjørdi var í lagi. Umframt hetta skuldi eg eisini megna at varveita tað poetiska í søgunum og finna eina føroyska mynd upp á tær, greiðir Ria Tórgarð frá. Stuttligt Útgangsstøðið í søgunum er kvinnan og hennara seksualitetur. Men hetta vil ikki siga, at leikurin bert er fyri kvinnur. Hann er fyri øll. Leikararnir vilja heldur ikki seta nakað aldursmark á. – Leikurin er ikki bara um harðskap og neyðtøkur. Humor er ógvuliga týdn- ingarmikil í leikinum. Har eru nógvar stuttligar søgur, sum nógvar kvinnur kunnu játta nikkandi til. Tað hevur heldur ikki verið bara sum at siga tað at venja leikin hjá teimum trimum Biritu Mohr, Gunnvá Zachariasen og Kristinu Hansen. – Nógv suff hava verið, og vit hava eisini noyðst at tikið eitt sindur í egnan barm, tí kvinnur eru so innilæstar. Og at noyðast at tosa um kynsgøgn er ikki altíð so lætt, sigur Gunnvá Zachariasen. Men leikstjóri og leikarar gleða seg nógv. Bæði til at framføra leikin og fyri at hoyra, hvat fólk fara at siga um leikin. Nógvar kendar kvinnur hava verið við at framføra Ginu søgur. Nevnast kunnu millum annað Glenn Close, Claire Danes, Calista Flockhart og nógvar aðrar. Listin er óendaligur. Gríma 25 ár Hesin leikurin er fyrsta útspæl frá Grímu nú leikhúsið fer undir sítt 25. spæliár. Ætlanin er at fara út at ferðast við hesum leik- inum. Hann verður frum- førdur 5. oktober. Hvussu leingi hann verður á skránni er ilt at meta um – alt eftir, hvussu hann verður móttikin. Í november sleppa mann- fólkini framat. Tá fara teir at framføra ein leik, ið kallast »List« eftir Yasminu Reza úr Fraklandi. Tann leikin hava Jette og Gunnar Hoydal týtt, meðan Eyðun Johannesen leikstjórnar. Menninir, ið spæla við eru Hans Tórgarð, Kári Øster og Bárður Persson. Hesin leikurin snýr seg mest um vinarlagið millum trý ólík mannfólk. Ein dagin keypir ein teirra ein hvítan málning fyri 200.000 frankar. Keypið elvir til mikið kjak teirra millum og 15 ára vinarlagið sleppur av sonnum at standa sína roynd. Seinni í vetur er ætlanin at fara undir ein barnaleik og um hálvan mars verður ein klassikari helst á skránni. Her verða bæði konufólk og mannfólk til. – Vit ætla at royna at fara út um Havnina við leikun- um, tí hetta var tað Gríma av fyri langari tíð legði út við, sigur Eyðun Johanne- sen , leikstjóri. Men í fyrsta umfari kunnu vit gleða okkum til leikirnar Ginu søgur og List, sum verða frumfram- førdir ávíkavist í oktober og november. Ginusøgur eru provokerandi og skakandi, men leikararnir gleða seg til at hoyra, hvat føroyingar siga til ein slíkan leik. Gunnvá Zachariasen er ein av leikarunum og Ria Tórgarð hevur leikstjórnað Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6