Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 9 25 ára gamli maður- in, sum mikumorg- unin skeyt eftir trim- um løgreglufólkum í Magnus Heinasonar- gøtu í Havn, er nú skuldsettur fyri drápsroynd. Maðurin er fyribils varðhalds- fongslaður í fýra vikur LØGREGLA Jón Brian Hvidtfeldt Drápsroynd móti løgreglu- fólki. Soleiðis ljóðar skuld- setingin móti 25 ára gamla manninum, sum miku- morgunum, við 20 metra frástøðu, skeyt við eini høglbyrsu móti løgreglu- fólki. Foreldrini hjá tí 25 ára gamla manninum boð- sendu løgregluni, tí maður- in ætlaði at gera av við seg sjálvan við eini høglbyrsu. Men eftir at løgreglufólkini høvdu tosað við hann eina løtu, tók maðurin byrsuna og skeyt eitt skot eftir teim- um. Sambært skuldseting- ini royndi hann at drepa tvey av løgreglufólkunum. Í grundlógaravhoyringini seinnapartin mikudagin varð maðurin skuldsettur eftir grein 237 í revsilógini. Har stendur at »den, som dræber en anden, straffes for manddrab med fængsel fra 5 år indtil på livstid«. Men av tí at maðurin ikki drap nakran mikumorgun- in, skotið raktið ein metur við síðuna av tí eina løg- reglufólkinum, so er grein 21 í revsilógini skoytt upp í skuldsetingina. Hon sigur, at tá atgerðin ikki verður fullførd, er hon at rokna sum roynd. Í øðrum lagi, tvs. um ikki verður mett at grundarlag er fyri skuldsetingini um drápsroynd, er maðurin skuldsettur eftir grein 119 í revsilógini. Eftir hesi grein er maðurin skuldsettur fyri at hava hótt og framt harð- skap móti løgreglufólki, sum vóru til arbeiðis. Í báð- um føri er talan um álvars- ligar skuldsetingar, sum kunnu geva fleiri ára fongsul. Maðurin noktar seg sek- an í skuldsetingini um at hann skal hava roynt at dripið tvey løgreglufólk. Hann sigur seg ikki minn- ast at hava skotið eftir teim- um. Dómarin gjørdi av at maðurin skal varðhalds- fongslast í fýra vikur, með- an kanningararbeiðið fer fram. Hann skal møta aftur í rættinum 8.oktober. Stórt kanningararbeiði Kanningararbeiðið eftir hendingina í Magnus Heinasonargøtu mikumorg- unin byrjaði av álvara hós- morgunin. Ein serfrøðingur frá kriminalteknisku deild hjá donsku ríkisløgregluni er komin til Føroya. Hann skal kanna løgreglubilin, sum varð raktur av skotun- um frá høglbyrsuni, og eis- ini skal hendingin endur- gerast, rekonstruerast, nið- ur í smálutir, so ein neyv mynd fæst av, hvat fór fram, frá tí at løgreglan fekk boðini kl.06.09 til 25 ára gamli maðurin varð hand- tikin ein góðan hálvan tíma seinni. Løgreglan hevur somu- leiðis avhoyrt vitni til hend- ingina. Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini, sigur, at møguliga skulu fleiri vitni avhoyrast, og kanska skal onkur avhoyr- ast av nýggjum. Høvuðspersónurin, tann 25 ára gamli maðurin, er enn ikki avhoyrdur av løg- regluni. Bergleif Brimvík sigur, at avhoyringin í fyrsta lagi verður fríggja- dagin. Í fyrstu atløgu hevur løgreglan valt at savna seg um tær teknisku kanning- arnar, umframt at avhoyra vitni. Í grundlógaravhoyringini mikudagin varð maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og Bergleif Brimvík væntar, at fýra vikur er nóg long tíð hjá løgregluni at gera sítt kanningararbeiði liðugt. Skuldsettur fyri drápsroynd Kanningararbeiði eftir skotbardagan í Magnus Heinasonargøtu fór av álvara í gongd hósdagin. Í hesum sambandi er ein serfrøðingur frá donsku ríkisløgregluni komin til Føroya Tað verður ein konsert av teimum heilt stóru, tá Boney M leygarkvøldið fer at spæla í Fuglafirði. Discobólkurin hevur framleitt hitt omaná hitt, og allir hesir kendu sangir verða at hoyra leygarkvøldið KONSERT Tíðindaskriv Føroyingar hava altíð tikið væl undir við Boney M. Tann lætti, svingandi og melodiøsi discotónleikurin hjá teimum hevur fangað føroyska oyrað, og tað munnu vera fáir bólkar, sum hava so nógv hitt í Før- oyum, sum Boney M eigur. Kendasti sangurin hjá teimum á okkara leiðum er helst »By the Rivers of Babylon«, sum eisini hevur uppiborið at verið so nógv spældur, sum hann hevur verið gjøgnum árini í Før- oyum. Men ein rúgva av øðrum sangum bjóða seg eisini fram. Rasputin, Ma Baker, Daddy Cool og so víðari. Tað er næstan eingin endi á teimum sangunum, sum kunnu fanga eina breiða áhoyrarafjøld. Alt hetta ber til at leggja oyra og eyga til í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 14. septem- ber. Brakið í Fuglafirði verður ikki minni av, at ein av teimum tónleikarunum, sum hevur klárað at levera hitt aftaná hitt á føroyskum, eisini fer at spæla hetta kvøldið. Terji Rasmussen møtir upp við sínum tón- leikarum og sínum sangum, sum røkka frá Eros, Eg flýggi til tónleikin og til Eg eri eitt nummar og aðrar. Tað verða tí hópin av kendum og væl dámdum sangum á skránni, tá ein tann mest spennandi konsertin her í landinum í langa tíð verður í Fuglafirði leygarkvøldið. Her er ikki talan um háfloygdan og av- bjóðandi tónleik. Hetta er framúrskarandi discotón- leikur, sum øll verða tikin við av. Stutt og greitt. Forsøla av atgongumerkj- um er á Statoil-støðunum í Klaksvík, Leirvík, Saltang- ará, Kollafirði, Skálafirði og Havn og hjá Haraldsen í Fuglafirði. Atgongumerk- ini kosta 225 krónur. Bussar úr Havn (Steina- tún), av Toftum og av Strondum koyra klokkan 22.30 og heim aftur eftir konsertina. Bílegg pláss við bussinum úr Havn á telefon 21 64 64, pláss er fyri 130 fólkum. Ternan siglur av Klaksvík klokkan 22.15. Busssamband er úr Leirvík og til Fuglafjarðar og heim aftur eftir konsertina, tá Alfa Pilot siglur av Leirvík. Øll hittini fara at ljóma TK STOVAN Skeiðsdepilin í Marknagili Flest øll munnu kenna orðið coach frá eitt nú ítróttini, t.d. football coach ella basketball coach. Orðið merkir ein venjari, kennari ella lærari. Leikluturin hjá einum coach er at motivera ítrótt- arfólki at gera sítt besta, at nýta allar sínar ressourcir, at tryggja at ítróttarfólkið tekur ábyrgd av sínum gerðum og avgerðum og roynir sjálvstøðugt at loysa trupulleikar. Men coaching er eisini eitt hugtak, ið hevur vunnið størri og størri frama í vinnulívinum, tí coaching kann nýtast sum leiðsluam- boð. Í framtíðini skal leið- arin evna at motivera starvsfólkini at taka ábyrgd fyri uppgávunum og eggja starvsfólkini til sjálvi at finna loysnir. Til hetta kann coaching nýtast. Tú hevur nú møguleikan at kunna teg um hvat coaching er. At fáa innlit í hví, hvat, hvussu og nær - við øðrum orðum at fáa innlit í leiðsluamboðið coaching. TK Stovan skipar í samstarvi við Skeiðs- depilin í Marknagili í døg- unum 20. og 21. september 2002 fyri skeiði um coaching. Skeiðleiðari er Bo Ech- wald. Hann hevur gjørt vart við seg innan sigliítróttina. Eitt nú hevur hann eitt heimsmeistaraheiti og tvey danmarksmeistaraheitir innan hesa ítróttargrein. Eisini hevur Bo Echwald royndir frá vinnulívinum, har hann m.a. hevur starv- ast sum marknaðarleiðari hjá Nike Danmark og Yonex. Bo Echwald hevur í 11 ár arbeitt sum sjálv- støðugur ráðgevi, m.a. við leiðslumenning, coaching, teambuilding og samskifti. Millum fyritøkurnar, hann hevur arbeitt saman við teljast Unibank/Nordea. Hjá hesi fyritøku hevur Bo Echwald havt um hendi leiðsluvenjing. Skeiðið hevur verið fyri- reikað í meiri enn eitt ár, men av tí at Bo Echwald er sera umbiðin, hevur ikki borið til at fáa hann henda vegin fyrr enn nú. Skeiðið er ætlað leiðarum, millum- leiðarum og annars teim- um, ið hava áhuga fyri evn- inum. Til ber at tekna seg hjá: Skeiðsdeplinum í Markna- gili, e-post mb@hsh.fo ella tlfnr. 318813 ella hjá TK Stovuni, e-post: tk@tk.fo, tlf.nr. 317366 ella á heima- síðuni hjá TK Stovuni www.tk.fo. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 16. septembur 2002. Skeiðslýsing og skrá eru á heimasíðuni hjá TK Stovuni. Coaching og vinnulívið Italska oljufelagið Agip og Føroya Kolvetni fara at bora á landgrunninum í juni næsta ár OLJULEITING Jan Müller Gongst sum ætlað fara Agip og Føroya Kolvetni at bora á landgrunninum í juni næsta ár. Hetta upp- lýsir stjórin hjá Agip fyri Føroyaøkið, Aldo Napoli- tano. Hann váttar, at teir í løtuni hava biðið um tilboð uppá ein boripall. Týsdagin vitjaðu umboð fyri Agip og Føroya Kolvetni Oljumála- ráðið, har tey greiddu frá arbeiðinum at gera klárt til komandi boring. Aldo Napolitano sigur, at teir eru »on the track« tvs. teir eru á kósini og at tað restar lítið í at kunna gera av júst hvar boristaðið verður. Sosialur- in skilur, at Agip hevur gjørt sær stóran ómak við arbeiðsprogramminum undan síni fyrstu boring á landgrunninum, og at hetta boðar frá, at felagið, sum telist millum heimsins størstu oljufeløg, tekur sína uppgávu í Føroyum í størsta álvara. Ætlanin var at bora í fjør, men heldur óvæntaðu turru brunnarnir hjá Statoil og BP og eins óvæntaða fundinum hjá Hess í djúpri løgum gjørdu, at Agip metti tað rætt at tulka seismikkin av nýggj- um og at fáa til vega nýggj- an seismikk. Tað skilst, at nýggi seismikkurin hevur beint Agip á eina áhuga- verda kós. Aldo Napolitano sigur við Sosialin, at teir fram- vegis hava vónir um at gera fund á landgrunninum, hóast tveir turrar brunnar í fjør. Uppá fyrispurning um teir ætla sær at undir eina boring uppá 200 til 250 mill. kr. nærum einsamallir sigur hann, at Føroya Kol- vetni er við og hevur møgu- leika at brúka sína optión, sum merkir, at felagið kann fara frá 7% til 21% í loyv- inum. Sum er hevur Agip 93%, og tað verður mett at vera ein stórur váði at átaka sær. – Eru onnur feløg, sum vilja koma uppí lisensin (farma inn) og vit kunnu blíva samdir um treytirnar, so eru dyrnar opnar sigur Aldo Napolitano, sum hel- dur ikki dylur fyri, at teir sjálvir eisini hyggja seg íkring eftir partnarum. Men sum sagt hevur Føroya Kol- vetni enn møguleika til at økja sín lut fram til boring- ina í juni. Ron Lansdell gevst Í sambandi við arbeiðsvitj- anina hjá Agip nýtti leið- arin av kanningarbólkinum seinastu mongu árini, Ron Lansdell, høvi til at takka fyri seg. Hann skal royna nýggjar avbjóðingar og fer til Kazakstan at arbeiða fyri Agip. Ron Lansdell er mill- um tey útlendsku oljufeløg- ini, sum hevur verið longst í Føroyum. Á samkomu mikudagin takkaði hann føroyskum oljumyndug- leikum fyri góða samstarv- ið og ynskti føroyingum og oljuvinnuni góða eydnu. Risastóra oljufelagið ChevronTexaco metir góðar møguleikar at gera olju og gassfund á Atlantsmótinum, sum føroyski land- grunnurin er partur av OIJULEITING Jan Müller Skulu vit ganga eftir met- ingunum og raðfestingini hjá einum av teimum stóru oljufeløgunum í heiminum, tí júst samanlagda Chev- ronTexaco, so kann At- lantsmótið og harvið eisini føroyski landgrunnurin goyma nógva olju og gass. Andy Clitharoe, leitistjóri hjá ChevronTexaco fyri Atlantsmótið sigur við Sosialin, at tey meta At- lantsmótið sum eitt av teirra høvuðsleitiøkjum í altjóða høpi. Við Atlants- mótið skilst tá alt økið frá Írlandi til Føroyar/Hetland og víðari til Norðurnorra. Hesin stóri áhugin hjá ChevronTexaco fyri økin- um gjørdi eisini, at felagið fekk tillutað nøkur av teim- um mest áhugaverdu loyv- unum í 19. útbjóðing í bretskum øki tætt upp at føroyska markinum. Felag- ið søkti eisini um loyvi á føroyska landgrunninum men mátti lúta í tí hørðu kappingini um loyvini. Andy Clitharoe sigur, at teir hava ikki mist áhugan fyri Føroyaøkinum av teirri orsøk. Hann dylur ikki fyri, at teir bíða spentir eftir 2. útbjóðing á landgrunninum og skilst, at felagið fer at vísa hesi útbjóðing stóran áhuga serliga um komandi boringar í økinum geva úrslit. Hann setir annars stórar vónir til boringina í Camboprospektinum nakað norðan fyri verandi olju- keldurnar Foinaven og Schiehallion. Amerada Hess er operatørur/fyri- støðufelag og er Chevron- Texaco partur av tí boring- ini. Hesin brunnurin skal ætlandi borast í vetur. Fel- agið ætlar so eisini at fara undir enn eina boring í næsta ár. Hon liggur tætt uppat Agiplisensinum á landgrunninum. Andy Clitharoe, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum í sambandi við teirra royndir at fáa fótin fastan her – eitt skifti høvdu teir skrivstovu í Havn – sigur, at teir meta góðar møguleikar vera fyri at finna olju og gass í øllum hesum stóra økinum, sum er landnyrðingsparturin av Atlantshavinum. Her er góður møguleiki fyri nýggjum prospektiviteti sum hann málber seg á fak- málinum. Hann leggur dent á, at jarðfrøðin kennir ikki mørk eins og samfeløg gera tað, og tí heldur hann, at brunnar, sum verða bor- aðir í bretskum øki tætt við markið hava eins stóran týdning og áhuga fyri før- oyska landgrunnin og øvugt. Kanningarstjórin hjá ChevronTexaco heldur tað annars vera brúk fyri einum veruligum fundi á Atlants- mótinum, tí tað eru nú nógv ár síðani, at Foinaven (1991) og Schiehallion (1993) vórðu funnin. Uttan mun til hvørju megin mark- ið fundið verður gjørt so heldur Andy Clitharoe, at tað av álvara kann seta ljós- kastaran á alt økið og har- við fáa gongd á leitingina. Økt leiting kann hava fleiri fund við sær. Hann dylur heldur ikki fyri, at tey hjá Cevron- Texaco ikki minst hava stóran áhuga fyri økjunum longur norðuri, har tey eis- ini hava fingið leitiloyvi á bretska landgrunninum. – Vit síggja heilt stórar struktarar har, og tað skuldi verið lovandi. Tørvur er á at gera 3D seismikk í økinum leggur hann aftrat. Agip á beinari kós ChevronTexaco raðfestir Atlantsmótið høgt Martin Heinesen, leiðari av Jarðfrøðissavninum tekur ímóti Ron Lansdell, sum nú gevst í Føroyum og fer til Kazakstan. Aftanfyri Graham Steward, nevndarformaður í Føroya Kolvetni Mynd Jens K. Vang Leitistjórin hjá Agip Aldo Napolitano hittir Herálv Joensen, deildarstjóra í Oljumálaráðnum Mynd Jens K. Vang C M Y K 9 8