Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 11 Nógv landing á Toftum og í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hesir báðir ungu menninir stóðu so hugagóðir á bryggjuni undir Fiska- marknaði Føroya gjára- morgunin og tóku ímóti kassum fullir av upsa, sum komu upp úr skipinum hjá Snaraløki í Saltangará. Sofus í Toftini, sum er til vinstru á myndini, hevur landað í fleiri ár; hann ork- ar at taka tey tøk, sum tak- ast skulu. Tað orkar hin ungi maðurin á myndini eisini. Tað er strævið at landa, tá ið nógv er at lyfta í last- uni, men tað gevur krops- styrki og væl í lumman, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land. Vit hava frætt um langar dagar og stórar vikulønir. Á Toftum landa summir fyri Fiskamarknaðin, aðrir fyri P/F Snodd, sum hevur bygt stóran bygning – og nú eisini nýtt móttøkuhøli - beint innanfyri Fiska- marknaðin. Í Saltangará landa menn fyri P/F Beta, og aðrir landa fyri virkið hjá Fiska- virking. Landingin er ikki heilt vandaleys; tí bera menninir hjálm á høvdinum. Ein stórur partur av fiskinum undan Føroyum kemur uppá land á Toftum og í Saltangará. Mynd: Vilmund Jacobsen Mekanik yvirhálar motorin á Vesturfarinum - Her er eingin rokan beint nú, men okkurt er fyri framman, sigur Jón Rasmussen UMVÆLING Vilmund Jacobsen Á maskinverkstaðnum, Mekanik í Runavík, er eingin rokan beint nú. Tó hava tey stívliga 20 fólkini, sum eru knýtt at arbeiðs- plássinum, nóg mikið at taka sær fyri um dagarnar. Trolbáturin, Vesturfarið VN 250, hevur ligið við bryggjukantin í Runavík í eina viku og kemur at liggja eina viku aftrat. Mot- orurin verður yvirhálaður, og aðrar ábøtur verða gjørdar umborð. Ein annar trolbátur liggur eisini við bryggjuna; tað er Niclas, fyrrverandi Norð- leivur, sum eisini er fyrr- verandi Stiðjabarmur. Um- borð á Niclasi ger Mekanik nakrar smærri umvælingar. Sum skilst, er hetta ikki stórarbeiði, men meira ar- beiði, sum gjørt verður millum túrar. Inni á verkstaðnum fáast menn eisini við ymiskt ann- að maskinarbeiði, men einki stórt arbeiði er í gongd beint nú. – Eg vil siga, at vit hava nóg mikið at takast við, men her er eingin rokan beint nú, sigur Jón Rasmus- sen, sum hevur leiðsluna, meðan pápin, Ernst, er í summarfrí. Útlitini í lagi Hann vísir á, at útlitini eru ikki ring, tí onnur størri ar- beiði eru á veg. Sosialurin veit, at trolar- arnir, Jaspis og Ametyst, skulu sandblásast í Dan- mark í heyst, og at spølini skulu broytast. Sum skilst, fara trolarar- nir til Danmarkar um ein mánaða ella so, men áðrenn skipini fara hiðani, skal ymiskt maskinarbeiði ger- ast á Mekanik. – Jú, tað er rætt, at vit skulu taka okkum av mask- inu og gearum umborð á Jaspis og Ametyst, sigur Jón Rasmussen. Mekanik í Runavík tekur sær serliga av maskinum- vælingum og ymiskum øðr- um umvælingum umborð á skipum og bátum. Við bryggjukantin frammanfyri Mekanik í Runavík mikumorgunin. Trolbáturin, Vesturfarið, liggur fremst, aftanfyri liggur trolbáturin Niclas. Mynd: Vilmund Jacobsen FERÐSLA Vilmund Jacobsen Á Portalinum hjá Føroya Tele hevur seinastu tíðina verið møguligt hjá fólki at svarað einum greiðum og áhugaverdum spurningi um ferðslu og rúsdrekka. "Hevði tú farið í bil, um tú visti, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka?" Ein greiður spurningur. Svarini munnu hava undrað mong, tí meiri enn helm- ingurin av teimum, sum svara "ja" ella "nei", siga, at tey høvdu farið í bil, hóast tey vistu, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Tilsamans 11.309 fólk hava svarað. Av hesum siga 49,1% ja og 48,2% nei. Tey, sum ikki vita, telja 2,7%. Syrgiligt... - Eg haldi, at hetta er ógvuliga syrgiligt og av- speglar ein hugburð. Tað er trist, at fólk ikki eru meira bevíst um tær fylgjur, sum kunnu standast av at koyra við bilførara, sum er ávirk- aður av rúsdrekka. Hetta sigur Kristian M. Joensen, sýslumaður í Eysturoy. Hann harmast um, at meirilutin av teimum, sum hava svarað "ja" ella "nei", ikki skulu hava fingið meira burtur úr teirri upp- lýsing, sum hevur verið um ferðslu og rúsdrekka. - Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur saman við skúlunum gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kunna um ferðslu, og tí kann tað undra, at upplýs- ingin eftir øllum at døma ikki hevur havt størri ávirk- an. Tey ungu kunnu tískil ikki siga, at tey ikki eru upplýst um ferðslu og ferðsluvandar. Sýslumaðurin sigur, at bæði skúlar og heimini royna at leggja niður í tey ungu, at tað er vandamikið at koyra, tá ið tú ert ávirk- aður av rúsdrekka – og eins vandamikið at fara í bil, har førarin ikki er edrúur. - Tey, sum koyra ella koyra saman við øðrum, noyðast sjálvi at taka ábyrgdina av sínum lívi og lagnu, tí eingin annar kann gera tað fyri tey. Spurdur, um bilførarar, sum verða tiknir ávirkaðir av rúsdrekka, koyra einsa- mallir ella saman við øðr- um, sigur Kristian. - Eg veit ikki, um hagtøl finnast í so máta, men vit kenna bæði dømini; at bil- førarar eru einsamallir, men eisini, at onnur eru í bilinum. Sýslumaðurin heldur seg tó tora at siga, at tá ið fólk eru í bilinum saman við bilførara, sum er ávirkaður av rúsdrekka, so eru hesi ofta eisini ávirkaði. - Men sambært kanning- ini á Portalinum fara fólk eisini edú í bil saman við bilførara, sum hevur drukk- ið, og tað er syrgiligt, sigur Kristian M. Joensen, sýslu- maður, at enda. Syrgiligt, at fólk vilja koyra við ávirkaðum bilførara Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian M. Joensen, heldur tað vera syrgiligt, at fólk vilja fara í bil, tá ið tey frammanundan vita, at førarin er ávirkaður av rúsdrekka. - Hetta avspeglar ein hugburð í gerandisdegnum, sigur hann. Mynd: Vilmund Jacobsen Prostitutión er eingin náttúrulóg Mikukvøldið skipaði Kvinnuhúsfelagið fyri fyrilestri í Norður- landahúsinum. Evnið var prostitutión og um henda »vinnan«, sum onkur hevur hug at kalla tað, er á veg til Føroya FYRILESTUR Ingrid Bjarnastein Klingran var næstan fullsett tá Kvinnuhúsfelagið skip- aði fyri fyrilestri í Norður- landahúsinum mikukvøld- ið. Og hesuferð vóru konu- fólkini við yvirlutan. Mannfólkini, ið við vóru til fyrilesturin, kundu teljast á eini hond. Orsøkin til, at stig eru tikin til slíkan fund, er greið: Seinastu árini hevur striptease verið vanligt í Føroyum á ólavsøku. Hetta sama hendi í Íslandi fyri fáum árum síðani, og har eru í dag sjey skøkjuhús. Í Noregi er eisini prógvað, at síðani oljuvinnan kom til landið, er skøkjulevnaðurin vaksin munandi. At halda fyrilesturin, hevði Kvinnuhúsfelagið fingið Dorit Otzen úr Dan- mark. Hon er víðagitin sosialráðgevi í Danmark. Hon hevur fingist nógv við evnismisnýtarar og skøkjur. Síðani 1990 hevur hon ver- ið leiðari á Reden og síðani 1999 hevur hon verið for- seti fyri IAF, sum er heims- ins elsti felagsskapur, sum arbeiðir ímóti prostitutión. Boðskapurin var greiður. Her í Føroyum skulu vit ikki loyva skøkjuídnaðin- um at mennast. Úr Asiu – Eyguni verða latin aftur fyri, at kvinnur veru prost- itueraðar. Prostitutión er harðskapur ímóti kvinnuni, segði Dorit Otzen millum annað. Talið á skøkjum í Dan- mark er vaksið alsamt. Fyri nøkrum fáum árum síðani var talið á skøkjum ein- staðni millum 1600 og 1700, meðan tað í dag liggur ímillum 7 og 8000. – Flestu skøkjurnar koma frá Thailandi. Men eisini úr Eysturasiu og teimum bal- tisku londunum, og tær eru allastaðni í Skandinaviu. Teir norðurlendsku mennin- ir streyma til skøkjuhúsini, og teir spyrja ikki, hvussu tað ber til at bæði myndigar og ómyndigar kvinnur selja seg sjálvar, greiðir Dorit Otzen frá. – Tað vísir seg, at betri skipað virksemið er, meira kundar eru. Skøkjurnar verða skrásettar eftir góðsku. Júst sum mjólkin hjá eini kúgv verður skrá- sett eftir góðsku. Tær koma inn í landið, sum eitt tal og ikki við navni. Enn eru ongir pengar settir av til at basa skøkju- levnaðinum í Danmark. Men í Svøríki hava tey fingið eyguni upp fyri vaksandi trupulleikanum. Svøríki er fyrsta landið í heiminum, sum hevur sagt, at prostitutión er harðskap- ur ímóti kvinnum, og í Svøríki er skøkjulevnaður forboðin í dag. – Eingin tekur sær av, at kvinnur dagliga prostituera seg. Eg hitti einaferð eina skøkju niðri í Dortmund. Hon var 65 ár og hon var framvegis prostituerað, eins og hon hevði verið seinastu 40 árini. Hon kundi ikki steðga, tí hon fekk ikki forsorg. Fleiri kvinnur velja skøkjuídnaðin tí revsingin er minni enn við rúsevnum. Harafturat fáa tær eina regluligari inntøku. Úr Danmark fara bak- menninir, ella alfonsarnir, sum teir eisini verða róptir, niður til Letland og keypa kvinnur fyri 500-1000 doll- arar. Og tað vísir seg, at tað eru teir, sum fáa mest burt- urúr. Um 200.000 fyri hvørja kvinnu. 8 ára fongsul Í skøkjuídnaðinum verða kvinnur sæddar sum brúks- lutir. Hví skulu menninir halda, at teir ikki noyðast at vísa virðing? Hví skulu teir fáa sex, soleiðis sum teir ynskja tað? Og hví skal sex gerast eitt krav við eini skøkju? Svarini, sum føroy- ingar geva, eru grundarlag fyri, hvørt skøkjuídnaðurin kemur til landið ella ikki. Tá skøkjuídnaðurin av álvara byrjaði at taka dik á seg í Íslandi segði ein kvinna, at lap dance, priv- ate dance og striptease varð alt roknað sum list. – Ísland hevur norður- lendskt met í innflyting av kvinnum pr. hvønn mann- ligan íbúgva. Og millum 1500 og 2000 av teimum eru úr Evropa. Menniskjahandil kann geva upp í átta ára fongsuls- revsing, og ein av teimum størstu pornokongunum í Danmark stendur nú ákærd- ur fyri menniskjahandil og bíðar eftir dóminum. – Tað vísir seg, at flest allar skøjkur hava verið misnýttar sum barn. Eini 90% av skøkjunum hava verið út fyri incest ella mis- nýtslu av ørðum slag. Vant- andi kærleiki og umsorg er afturvendandi, og tá ein kvinna verður prostituerað heldur hon, at hon fær alt hetta aftur við at geva seg burtur kynsliga, sigur Dorit Otzen. – Prostitutión er eingin náttúrulóg. Eingin verður føddur við prostitutión í blóðinum. Dorit Otzen vísti millum annað á, at í donsku syn- onymorðabókini hevur orð- ið »skøkja« nógvar týdn- ingar: gleðisgenta, hora, luder og so víðari. Alt eru negativ orð. Men tá tað kemur til tann mannliga týdningin av orðinum, verð- ur orðið beinanvegin meira positivt. Tá verður hann kallaður »en skørtejæger«. – Tað er mangul uppá menniskjarættindini tá ein kvinna er prostituerað. Mín dreymur er, at ongar kvinn- ur eru til sølu. Tit hava framvegis møguleikan at gera av í Føroyum, hvørt skøkjuídnaðurin skal fáa røtur í landinum ella ikki, segði Dorit Otzen at enda. Dorit Otzen, sosialráðgevi, helt mikudagin fyrilestur um skøkjuídnað Mynd: Álvur Haraldsen TUNNIL Brynhild H. Reinert, praktikantur. Náttina til hósdagin var kaldbakstunnilin stongd- ur. Hetta var í sambandi við, at ein lastbilur fyri nøkrum vikum síðani, hevði koyrt eina viftu niður. Bilurin var ov høgur, og rakti tí viftuna. Tó hendi eingin mans- skaði. Landsverkfrøðingurin hevur arbeitt í tunlinum í alla nátt. Teir hava tikið eina rammu niður og arbeitt uppá ventilatorin. Teir fingu eisini hjálp frá einum stórum kranabili. Landsverksfrøðingurin var liðugur við arbeiði einaferð tíðliga í morgun, og tunnilin lat upp aftur klokkan 6 hósmorgunin Arbeiða uppá Kaldbakstunnilin C M Y K 11 10