Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 13 Nógv stúrsaðu við, tá samgongan varð víðkað til at taka Miðflokkin við. Vit á hesum stað vóru spent at síggja, hvussu leikur fór at fara. Mið- flokkurin stendur fyri nøkrum, ið mong helst høvdu sæð uttanfyri tinggáttina, og er støða Mið- floksins í flestu málum illa foreinilig við pro- gressivar flokkar, ið Tjóðveldisflokkurin plagdi at teljast ímillum. Stuttligt er sum søgan endurtekur seg. Forgangarin hjá Miðflokkinum, Kristiligi Fólkaflokkurin sleit samgonguna í 1988. Hetta slit var ikki vegna fíggja- rligt mál ella nakað annað. Tann samgongan varð slitin við Javnstøðulógini sum grund. Nú í 2002 rumbla reaktioneru kreftirnar aftur. Bill Justinussen landstýrismaður hevur valt eina Siðsemisnevnd, har reaktiónerar kreftir ella ein átrúnaðarligur minni- luti í Føroyum eru umboðaðar, uttan tó, at fólka- kirkjan hevur eitt umboð. Landsstýrismenn hava í nýggju stýriskipanar- lógini sera víðar heimildir, men tíverri sær út til, at ikki øll eru vaksin nokk til at hava hesar heimild- ir. Tað var sera avdúkandi at hoyra, at Bill Just- inussen gekk út frá, at ein frílyntur landsstýris- maður ivaleyst hevði sett frílynt fólk í Siðsemis- nevndina. Hetta er fullkomuliga skeivur hug- burður. Fólk skulu veljast í eina nevnd, tí man gongur út frá, at tey hava skil fyri økinum, tey skulu fáast við og umboða tey áhugamál, ið eiga at umboðast í slíkum nevndum. Tað má ikki gerast til ein spurning, um man er frílyntur ella ikki. Um man kennir viðkomandi ella ikki. Siðsemisnevnd- in er soleiðis háttað, at atlit mugu takast til breiða umboðan frá teimum instansum, sum nú einaferð fáast við slík mál, sum til dømis fólkakirkjan. Valið av limum í siðsemisnevndina var ikki hepp- ið, men var annað væntandi frá Miðflokkinum? Hjá nógvum gjørdist glasið fult, longu fáar dagar eftir, at samgongan var skipað, tá fosturtøkumálið var viðgjørt. Fólkaflokkurin hevur altíð verið rættiliga reaktionerur, men nær verður glasið fult hjá Tjóðveldisflokkinum? Nær fer formaður Tjóðveldisfloksins at viðganga, at tað var eitt mistak, at fara í samgongu við Miðflokkin? Vónandi verður tað skjótt, tí tað gongur við sjeymílafetum tann skeiva vegin, tá tað kemur til toleransu og virðing fyri okkara medmenniskjum. Tingkvinna Tjóðveldisfloksins Annita á Fríðriksmørk segði tað so gott, tá hon segði, at ein lítil minniluti framdi diktatur móti meirilutanum. Nú verður bara spennandi at síggja, hvat Tjóð- veldisflokkurin ætlar at gera við tað, tí tey sita sjálv sum garantar fyri, at Miðflokkurin sleppur at føra sín politikk út í lívið. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Nær er nóg mikið? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Niels Uni Dam Góði Dánial, bara tí eg ikki eri einigur við tær, so er hetta ikki tað sama sum, at eg ikki skilji tað, sum tú sigur, og tú sigur akkurát tað sama í tínum næsta lesarabrævið sum í tí fyrra. Tí kann eg vísa til mítt lesarabræv mikudagin, har svarið eg tínum pástandum. Eg kann brúka tína tann- læknamynd til at vísa tær, hvat eg meini. Tannlæknin sigur tær frá, at tú hevur hol, fyri at tú kanst fáa skaðan bøttan. Hann for- telur tær harumframt, at tú skalt ikki eta so nógv søtt. Júst eins og Jesus kallaði Pætur líkt og ólíkt fyri at fáa hann á rættan veg, kann tannlæknin verða noyddur til at brúka sterk orð. Hetta er alt fyri at munnurin skal hava tað gott. Eg haldi, at Móses skal sleppa at siga, tað hann hevur hug til. Eg haldi enn- tá, at hann skal sleppa at mótmæla á Nørrebro. Men hetta er í navni talifræls- unnar. Hetta ger ikki hans- ara boðskap minni svínsk- an, og júst eins og Jesus havi eg loyvi til at nýta sterk orð, at tala at. Trupulleikin er, at tit sum »góð« kristin taka hann heim til Føroyar, og at hann sleppur í eina sending sum Víngarðin, tí her standa tit sum avsendarar, og tit lokka fólk til at ræðast muslimar. Tú blívur við at tosa um Salman Rushdie, sum um tað sum hendi við honum hevur nakað at gera við muslimar sum heild. Hatta er jú tvætl, og um tað pass- ar, sum Bill sigur, at tú ert ein fornuftigur maður, so tekur tú teg saman beinan- vegin. Hatta er víðgongd fólk, ikki vanlig fólk. Hatta er sum at siga, at teir militantu abortmótstøðu- menninir í USA kunnu brúkast sum mynd uppá øll kristin. Takk fyri at tú bjóðar mær upptøkurnar av Mós- esi. Men eg hoyrdi hann bæði í Víngarðinum og á Lindini, og eg kendi eisini hansara argument áðrenn, so mær fer ikki at nýtast at hoyra hann enn einaferð. Framhaldssøgan um Móses 3. partur Norðoya Sambands- felag Norðoya Sambandsfelag mótmælir royndunum hjá samgonguni at fáa lógina um skrásett paralag sam- tykta í løgtinginum. Tá lógin um skrásett paralag, sum grannalond okkara hava bleiv einar bakdyr hjá samkyndum inn í fólkakirkjuna, meta vit tað verða alneyðugt at gjørd verður ein serføroysk lóg, ið tekur hædd fyri at tað sama ikki hendir í Føroyum. Norðoya Sambandfelag góðtekur heldur ikki støð- una hjá leiðslu Samband- flokksins um, at hetta ikki er eitt flokksmál. Sam- bandsflokkurin eigur at hava eina greiða støðu til málið, vísandi til stevnu- skrá flokksins. Manni Høgnesen, Betta Joensen, Erika Elttør, Poul Juul Vilhelmsen og John William Joensen Áheitan á tinglimir sambandsflokksins Norðoya Sambands- felag Norðoya Sambandfelag vil við hesum ávara ímóti kreftum, sum vilja hava føroysku Fólkakirkjuna gjørda til eina fríkirkju. Vit meta at spurningurin um fólkakirkjuna er ov týdningarmikil til einans at snúgva seg um pengar, og meta vit at fólkakirkjan er ein trygd fyri eitt nú kristni undirvísingini í Fólkaskúl- anum og kristniboðanin í almennu fjølmiðlunum. Royndirnar hjá samgong- uni at skunda eina yvirtøku av fólkakirkjuni ígjøgnum fer utta iva at fáa óhepnar fylgur. Eisini í hesum málinum metir Norðoya Sambands- felag tað hava týdning at Løgtingið finnur fram til hvat ein Føroysk Fólka- kirkja skal innihaldað, áðrenn hon verður yvirtikin frá danska statinum. Manni Høgensen, Betta Joensen, Erika Elttør, Poul Juul Vilhelmsen og John William Joensen Fólkakirjan Savna saman tilfar um skúla FIMMTI ÁR Eirikur Lindenskov Leygardagin 5. oktober verða liðin fimmti ár síð- ani, at argjafólk fingu egn- an skúla. Fyri ta tíð máttu argjabørn ganga ta longu leið heim í Kommunuskúl- an í Havn, sum tá hevði til húsa í gróthúsunum á Vagl- inum, har býarumsitingin hjá Tórshavnar Kommunu nú heldur til. Tey fyrru árini gingu børn í argja skúla frá fyrsta til fimta flokk. Seinni varð skúlin víðkaður til børn til og við sjeynda flokk. Skúl- in hevði ongantíð realskúla, men stutt eftir at nýggja skúlalógin kom seinast í sjeytiárunum varð skúlin víðkaður til níggjunda flokk – og fyri eini 10 árum síðani fekk skúlin eisini tíggjunda flokk. Hølisviðurskiftini hjá Argja skúla hava verið nógv viðgjørd í miðlunum seinastu vikurnar. Serliga tí, at pláss ikki er fyri 10. flokki í skúlanum. Hann heldur til á loftinum í neystinum hjá Argja Róðr- arfelag. Sum vera man ætlar Argja skúli at gera okkurt burtur úr degnum, og heitir skúlin tí á fólk um læna skúlanum myndir og annað forvitnisligt, sum hevur við Argja skúla at gera. Tey, ið kunnu hjálpa skúlanum við hesum, verða biðin um at seta seg í sam- band við Argja skúla í Billugøtu á Argjum. Tele- fonnummarið hjá skúlanum er 314136. FRAMSÝNING Tíðindaskriv Komandi leygardag kl. 16 letur Rannvá í Baianstovu upp almenna framsýning í hugnaligum umhvørvi í Gallarí Ribarhús við klæð- um tilvirkað úr føroyskari ull, til bæði kvinnur og menn. Sniðið er klassiskt/- elegant við nýtímans snið- geving. Faroese Fashion tilvirkar og selur troyggur, frakkar, buksidraktir, skjúrtur og kjólar í ymiskum litum. Rannvá í Bainstovu er sjálvlærd og hevur arbeitt við ull heilt frá barnaárum. Faroese Fashion hevur framsýningina saman við Blómuhandilinum Orkis. Framsýningin er í døgun- um frá 14 til 23. september og er annars opin alla dagar frá kl. 15:00 -17:30. Leyg- ardag og sunnudag er opið til kl. 18:00. Marner Lisberg Allir føroyingar kunnu trygt seta seg til rættis umborð á strandfaraskip- unum, tí teir vita, at ferða- fólkaskipini, eins og øll skip í føroyska flotanum, eru undir strongum eftirliti av skipasýninum, hvussu nógv fólk kunnu ferðast við, á hvørjum farleiðum skipini kunnu sigla osfr. Tað sama kann ikki sig- ast, tá ið tað snýr seg um al- mennu samferðsluna á landi. Tað, ið vit uppliva á vegakervinum millum Tvøroyri og Vág, og her hugsi eg serliga um Hovs- vegin, er uttan fyri alt mark, tá ið um trygdina ræður og eigur at verða steðga í stundini. Støðan er tann, at vegurin er lagdur í fimtiárunum og leyk væl tey trygdarkrøv sum tá vóru galdandi, nevniliga dagliga ferðslu við lítlum lastbilum og bussum. Og dagliga bilatal- ið sum tá ferðaðist eftir vegnum kom kanska upp á 10-15 bilar í døgnið. Nú, fimmti ár eftir, er vegurin hin sami, men bilatalið fleirfaldað, eins og støddin á bussum, lastbilum og trailarum, sum koyra eftir vegnum eru bilar, sum hoyra heima á breiðum vegum við góðum útsýni. Øll vita, at fer ein av hesum stóru bussunum, sum sein- astu árini hava sníkt seg á hetta vegakervið, oman av vegnum, slepst ikki undan stórari vanlukku. Størsti parturin av teimum sum koyra við bussi hesa vanda- leið, eru næmingar, sum ganga í Miðnámskúlanum í Vági. Vegastrekkið sum fremmandafólk norðan- fjørðs ikki tora at koyra eftir í vanligum persónbil- um í besta summarveðri, skulu hesir neyðars ung- dómar koyra eftir í kava- roki, stormi, myrkri og toku alla vetrarhálvuna. Og ikki at tala um støðuna hjá bussførarunum, sum skulu flyta ovurfullan buss við 40-50 ungdómum hetta strekkið. Tað kann ikki altíð verða stuttligt at hava slíka ábyrgd. Okkara umsitingarliga skipan hevur flutt seg meira og meira á tann bógvin, at øll skylda upp á hvønn annan. Hvør ið fær skuldina, um ein av hesum ovurstóru bussum fer út av og ein størri vanlukka skuldi hent á hesum vega- strekki, er ikki gott at vita. Óivað fara øll at renna undan ábyrgd. Men í mínari verð er tað eingin ivi um, at seinastu ábyrgdina eiga løgtingslimir. Ikki bert teir, sum eru valdir í Suðuroy, men allir, uttan mun til hvaðani teir koma. Tað er løgtingið, sum hevur álagt Strandferðsluni at flyta ferðafólk á landi, og tí má tað eisini verða løgtingsins ábyrgd, at hesin flutningur er tryggur. Tað dugir ikki at tosa um ætlanir at gera berghol og aðrar ábøtur, sum liggja langt frammi í tíðini. Tað er trygdina hjá teimum, sum ferðast í dag tað snýr seg um. Tíanverri er Hovsvegurin ikki einasta ótrygga strekk- ið av slíkum slag, tað eru myndirnar av Dalsvegnum í Sosialinum í dag talandi dømi um, men av tí, at so nógv tung ferðsla fer fram millum Vág og Tvøroyri, gerst vandin upp aftur størri. Tá ið løgtingið kann gera lógir fyri, hvørjar havnir strandferðslan skal sigla til, letur tað seg sjálvsagt eisini gera at gera løgtingslógir, sum seta mark fyri, hvussu stórir bussarnir kunnu vera, ið koyra eftir ávísum vega- strekkjum í landinum, og so verða Bygdaleiðir at halda seg til hesar reglur, undir skipaðum eftirliti, sum ikki bert eigur at snúgva seg um, hvørjum standi bussarnir eru í, men eisini um teir eru egnaðir at koyra á ávísum vegastrekkjum, har vegurin er ótíðar- hóskandi. At løgtingið so játtar at fíggja ein møgulig- an meirkostnað av at nýta minni bussar, er sjálvsagt. Gloymið nú tosið um »cost benefit«. Tað er trygdina hjá tykkara veljarum tað snýr seg um!!! Trongisvági 11. september 2002 VIÐMERKINGAR Løgtingslimirnir hava ábyrgdina! Argja Skúli fimmti Gamli skúli verður brúktur enn, hann sum bygdur var í 1952 Mynd: Jens Kristian Vang Faroese Fashion í Ribarhús Føroya Barna Missión er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur fyri eyga, at røkka út til tey økir, har neyðin er stór. Vit hava sett okkum fyri, at gera eitt munagott arbeiði, har tað krevst, og tørv- urin er sera stórur. Alla staðir rundan um okkum hoyra og síggja vit neyðina og tann harðskap, ið herjar henda heim. Í útvarpi, sjónvarpi og øðrum miðlum hoyra, síggja og lesa vit um mennisku, sum hava mist hús og heim, ella onkran av sín- um kæru. Og í øllum hesum spyrja vit okkum sjálvi, hvør er tann stóri taparin? – Aftur og aftur mugu vit ásanna, at tað eru børnini sum líða, tey standa eftir faðir- og móðirleys, køld og svong, hava ongan góð- an at hella seg til. Tí er tað sera umráð- andi, at vit her í Føroy- um gera vart við okkum, og siga »her vilja vit vera við, fyri at hjálpa alt hvat vit kunna«. Latið okkum vera eina tjóð, við einum stórum hjarta, ið sær ikki bert seg sjálvan, men eisini tey, sum líða. Tað, ið vit siga við hesum er ikki, at vit før- oyingar ikki gera eitt stórt arbeiði á hesum øki, men at vit kunnu gera enn meir. Føroying- urin er jú kendur fyri, at hava eitt stórt hjarta – eisini á hesum øki. Vit í Føroya Barna Missión, vilja biðja allar føroyingar um at taka hetta arbeiðið inn at sær, og blíva ein partur av hesum hjálpararbeiði. 1. Hvussu kann eg gerast ein partur av hesum arbeiði? 2. Hvat kann eg gera fyri at stuðla hesum arbeiði? 3.Hvussu kann eg fáa fleiri upplýsingar um hetta arbeiði? Hesum vilja vit stutt greiða frá. 1. Ein partur av hesum arbeiði, verður at halda tí uppi í bøn. 2. Fyri at stuðla hesum arbeiði, kanst tú lata eina mánaðarliga kær- leiksgávu. 3. Upplýsingar um hetta arbeiði, kanst tú fáa við at venda tær til Føroya Barna Missión a´tlf. 318625/226270. Føroya Barna Missión C M Y K 13 12