Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 13. september 2002 15 Katrin D. Jakobsen í New York: Finna saman um mentanina 11. september Løgtingskvinnan Katrin Dahl Jakobsen er stødd í New York, nú fólk minnast aftur á ársdagin fyri 11. september SAMRØÐA Heri á Rógvi Løgtingskvinnan Katrin Dahl Jakobsen er í hesum døgum stødd í New York, har nógv verður gjørt burt- urúr ársdegnum fyri yvir- gangsatsóknirnar hin 11. september í fjør. Vit ringdu Katrina upp í hotellið sínum í New York. Samrøðan er gjørd 11. september um eitt tíðina lokala tíð í New York. Katrin sigur sjálv úr New York, at sera nógv verður gjørt burturúr, og allar sjón- varpsrásir senda at kalla bert um 11. september, og sum heild er allur býurin og fólkini nógv merkt av ársdegnum – Eg siti við einum blaði í hondini. Tað er ein útgáva av New York Times, sum er gjørd í samstarvi við borgar- stjóran (Michael R. Bloom- berg, blðm.) og governørin (George E. Pataki, blðm.) Tað eru bólkar innanfyri mentanina og listina úr øllum býarpørtum, ið verða umrødd í útgávuni av blaðn- um. Ein rúgva av mentanar- ligum tiltøkum verða hildin í øllum býarpørtum. Mentanin og listin eru líkasum karmurin um hetta minningarhaldið. Borgar- stjórin og governørurin skriva í blaðnum, at list og mentan hevur fingið fólk at hugsa og kann eggja fólki. Gjøgnum søguni hevur mentan og list givið fólki íblástur, troyst og vón, sigur Katrin Dahl Jakobsen. – Tað, sum tað verður lagdur dentur á, sær tað út til í greinini hjá borgarstjór- anum og governørinum, er, at fyrireikingarnar ikki eru av handilsligum slag. Til- tøkini eru í døgunum 7. til 15. september. Øll hesi mentanarligu tiltøkini,t.e. konsertir, framsýningar o.a. eru opin fyri øllum og ókeypis. Hetta skal hjálpa fólki til at minnast aftur og eisini til at taka lut í arbeiðinum at hjálpa býn- um fram á leiðini – og so stóltleika, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Tøgn Sjálvurin dagurin 11. sep- tember verður hildin við einari longri røð av tiltøk- um og haldum. – Dagurin byrjaði heilt tíðliga við skrúðgongum við sekkjapípum og annað úr øllum fimm býarpørtum, t.e.. Bronx, Queens, Man- hattan, Brooklyn og Long Island. Hesar samlaðust so allar við staðið, har World Trade Center var. Hetta staðið verður nú kallað fyri Ground Zero, greiðir Katrin Dahl Jakobsen frá. – Kl. 8.46, tá flogfarið rakti tað norðara tornið, t.e. tað fyrra tornið, ið varð rakt, var tøgn eina løtu um allan býin. Síðani fóru tey undir at lesa øll nøvnini á teimum, sum doyðu or- sakað av yvirgangsatsókn- unum í fjør (2.801 fólk, blðm.), greiðir Katrin frá. Sjálv var Katrin stødd saman við donskum ST- fólki ta løtuni, ið tøgn var. – Kl. 10.29 hoyrdi man kirkjuklokkur ringja um allan býin. Hetta var tá tað flogfari rendi á hitt tornið, sigur Katrin Dahl Jakobsen úr New York. – Í kvøld, t.e. mikukvøld- ið, kl. 19.15 til 21 verða ljós tendraði. Øll fólk verða biðin um at luttaka. Øll til- tøkini ganga útfrá teimum fimm býarpørtunum, har tað so er eitt samlingsstað í hvørjum býarparti. Hetta verður so sjónvarpað bein- leiðis frá teimum fimm støðunum, greiðir Katrin frá. Við forsætisráðharranum Hvørji tiltøk hevur tú verið við til og hvørji fert tú at luttaka í? – Í morgun hava vit verið inni í donsku missiónini saman við forsætisráðharr- anum, Anders Fogh Ras- mussen, og uttanríkisráð- harranum, Per Stig Møller. Har høvdu vit so tøgn í ein minutt. Tann løtan var týðu- liga merkt av, at man hevði ringt við at tosa um hetta her. Har varð einki sagt. Hvørki uttanríkisráðharrin ella forsætisráðharrin søgdu nakað, sigur Katrin. Tann danska delegatiónin telur níggju fólk hesar dagar í New York. Uttanfyri ST-bygningin var eisini skipað fyri einum hátíðarhaldi. Tað eydnaðist Katrini og hinum dønun- um, ið vóru har fyri fyrstu ferð at luttaka, hóast tað var trupult at fáa neyðuga trygdarloyvið. – Trygdartiltøkini vóru nógv herd kring ST-bygn- ingin. Har var hópur av her- monnum og øðrum trygd- arfólki. Bush forseti hevur givið boð, at trygdarviður- skiftini skulu vera á "orange alert" ella á hægsta stigi, greiðir Katrin frá. Strongu trygdarviður- skiftini gera, at Katrin sjálv ikki er sloppin inn í ST- bygningin, og døttur henn- ara, Edith, sum er við mammu sínari í New York, sleppur heldur ikki inn á økið við ST-bygningin. Restina av degnum hevði Katrin frítt program, so hon dótturin kundu gera sum teimum lystir. Dagin eftir – hósdagin – skuldi Katrin á fund við forsætisráðharranum. Hon skuldi eisini lurta eftir Bush, men roknaði ikki við at møta amerikanska forset- anum. Ikki líkaglað Hvussu kennist tað at luttaka í einum sovorðnum degi/hátíðarhaldi? – Tað er rørandi. Kanska serliga, tá tú fært eitt so- vorðið blað í hondina, har øll verða tikin við, sigur Katrin. – Hetta eigur at læra okkum, at man ikki bara skal vera líkaglaður, sigur Katrin Dahl Jakobsen úr New York. Katrin letur annars heilsa øllum í Føroyum og sigur, at hon og dóttirin hava tað gott. Mynd: Nógv fólk vóru til staðar á Groun Zero í New York sjálvan ársdagin fyri 11. september. Kl. 8.46 var tøgn. TÍðINDASKRIV Mánagin fingu Ítrótta- samband Føroya (ÍSF) og Ítróttasambandið fyri Brekað (ÍSB) forkunnuga vitjan. Canadiumaðurin Dr. Robert Steadward vitjaði í Føroyum og hevði fundir við umboð fyri Ítróttasam- bondini, umframt fund við løgmann og umboð fyri løgtingið. Robert Steadward, pro- fessari og doktari, er júst farin frá sum limur í Altjóða Olympiska Ráðn- um (IOC) og sum formaður í International Paralympic Commitee (IPC), ið er altjóða ítróttasambandið fyri brekað. Fundirnir vóru óform- ligir fundir um vánirnar hjá ÍSF at vinna Føroyum al- tjóða olympiska viðurkenn- ing. Lítil ivi var á fundinum um, at tað eru góðar vónir fyri viðurkenningini um ikki ov langa tíð. "You have earned it!" segði Robert Steadward millum annað. Níggju føroysk sersambond hava vunnið sær viðurkenning frá teimum altjóða sersambondum, ÍSB var millum stovnandi limalondini av IPC, ið skipar fyri Paralympisku Leikunum samstundis sum Olympisku Leikirnir verða hildnir, og Føroyar eru í somu stjórnarligu støðu sum 13 av verandi Olymp- isku londunum. At Føroyar á heimavølli megnaðu javnleik 2-2 móti Skotlandi beint fyri vitjan- ina hjá Robert Steadward fór heldur ikki afturvið borðinum. Eitt slíkt avrik vísur bæði, at føroyingar fullvæl duga at skipa fyri ítróttatiltøkum, og at vit megna at náa úrslitum á altjóða stigi. At føroyingar kunnu vera við, hevur Steadward sjálvur sannað tey 12 árini, hann var for- seti fyri IPC. Steadward er útbúgvin lækni og hevur virkað í mong ár innan ítrótt fyri fólk við breki og innan ítróttagransking. Fólkaø- heilsa er hansara stóra áhugamál. Elita og breidd hanga saman, vísur hann á. Tann stóra menningin inn- an ítrótt fyri fólk við breki hevur millum annað sett stór krøv til protesur hjá eitt nú svimjarum. Tær nýggju og betraðu protesurnar eru síðani komnar øllum øðrum við tílíkum brekum til góðar. Í løtuni arbeiðir Robert Steadward á Steadward Centrinum á Universitetin- um í Alberta. Centrið er uppkallað honum til heið- urs. Millum annað fáast tey við at granska, hvussu suk- ursjúkur, æðrasjúkur og aðrar vælferðarsjúkur kunnu fyribyrgjast, um fólk íðka ítrótt, eta sunnan mat, og á annan hátt liva væl og velja ein sunnan lívsstíl. Eisini á tí økinum er tað samband ímillum gransking millum elituítróttafólk og ráðini um fólkaheilsu. Steadward vónar at kunna samstarva við føroyskar granskarar um heilsu og ítróttagransking. Robert Steadward var í farnu viku á ráðstevnu í Danmark, har hann milum annað røddi um at fáa dugnaligstu ítróttafólkini við breki uppí kappingar- ítrótt á hægsta stigi. Í hesum sambandi kom hann til Føroya at hitta samskiparar innan ítróttin í Føroyum. At Olympiska viðurkenningin hevur stóran áhuga í Føroy- um, sannaði Robert Stead- ward á vitjan síni. Mána- morgunin tók Óli Breck- mann ímóti sum annar næstformaður á løgtingi, Óli Breckmann greiddi á ramligum enskum máli frá støðuni hjá Føroyum søgu- liga og stjórnarliga. Síðani var kaffifundur við løg- mann, sum legði dent á, at føroyingar standa saman um ynskini at fáa fulla al- tjóða viðurkenning á øllum ítróttaøkjum. Løgmaður er verji hjá ÍSF og hevur sam- stundis ábyrgdina av viður- skifti Føroya við útheimin. Løgmaður vísti eisini Steadward brævið frá danska forsætisráðharran- um, Anders Fogh Rasmus- sen, ið av fullum huga tekur undir við, at Ítróttasamband Føroya fær sjálvstøðuga viðurkenning frá Altjóða Olympiska Ráðnum. Seinnapartin mánadagin vitjaðu Robert Steadward og konan millum annað á Rækju- og Skeljavirkjunum á Oyri. Sum canadiarar vóru tey sera áhugaði í at síggja virkið, sum kappast móti canadiskum virkjum á altjóða skjeljamarknað- inum. Olympiskur fundur Robert Steadward, doktari. 15 14 Nr. 175 - 13. september 2002 Gamlar myndir úr Vágum Hesar myndir eru úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru vælkomin at gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á telefon 333066 5. partur A 20: Hjá Harald Haraldsen (Edi), hjá Harald Jákup (hjá Ólavi), hjá Jóan Paula Ellefsen, í Hoygarðinum, hjá Bakka-Jóan Hans, Kirkjastovan, hjá Suðuroyar-Jóan hans, hjá Jósup Josefesen, hjá Gomlu Elin, hjá Jóan Hendrik Olsen (kokkurin) A 15: Sambært Eigili Resterff eru hetta ikki børn hjá gamla Frants Restorff. Kanska onkur veit at siga, hvrji hesi børn eru...? A 21: Miðvágs kirkja í gerð A 13: Miðvágs kirkja C M Y K 14