Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 16 Nr. 175 - 13. september 2002 Sosialurin var við í matbilinum hjá Norðoya Ellis og Vistarheimi, tá tey koyrdu teir fyrstu døgurðarnar út til tey eldru í Klaksvík. Tey fingu bilin mánadag- in, og týsdagin varð so farið at koyra mat- in út ELDRARØKT Solby A. Eliasen Klaksvík: Tvey av starvsfólkunum á Norðoya Ellis og Vistar- heimi fóru at koyra døgurð- arnar út til tey eldru, beint áðrenn døgurða týsdagin. Tær søgdu báðar, at tær kundu ikki siga so øgiliga nógv um tað, tí tað var fyrsti túrur. Men báðar vóru samdar um, at tað hevur stóran týdning fyri tey eldru í býnum, at tey hava møguleika til at fáa heitan mat einaferð um dagin. Men tað tekur umleið ein tíma at fáa allar døgurðar- nar út til fólki. Hetta er ein tími av arbeiðstíðini hjá starvsfólkunum á Vistar- heiminum. – Tað er torført at siga, hvat hetta fer at merkja fyri okkum, tí tað er so nýtt, men tað tekur av arbeiðs- tíðini hjá okkum, sum vit áttu at verið inni á Vistar- heiminum. Tað sigur seg sjálvt, men harvið er ikki sagt, at tað fer at merkja so nógv fyri okkum, siga tær báðar, sum koyra matin út hendan dagin. Mattænastan góð- gerandi Norðoya Ellis og Vistar- heim byrjaði mattænastu sína fyri umleið 15 árum síðani. Hon er eitt góðger- andi endamál fyri tey eldru í Klaksvík. Hetta kom av, at politisku myndugleikarnir tá vildu hava fólk í Føroyum at búgva heima hjá sær sjálv- um so longi, sum til bar. Tað vóru tær báðar Eydna Dragaberg, leiðari á Norðoya Ellis og Vistar- heimi og Jastrid Olsen, økonoma, sum tóku stig til at byrja at bera mat út til borgarar, sum vóru illa fyri. Hetta varð gjørt saman við hjálparfólkunum á Norðoya Ellis og Vistarheimi. Hendan mattænastan er ment upp gjøgnum árini, og í dag verða tað koyrdir millum 18 og 20 døgurðar út hvønn dag. Tað finst ein faldari við øllum hentum upplýsning- um um mattænastuna hjá Norðoya Ellis og Vistar- heimi. Har er eisini ein til- meldingarseðil, har fólk kunnu melda seg til tæn- astuna. Tann faldarin fæst á heiminum. Men harvið er ikki vist, at tað kann lata seg gera at koma uppí beinanveg, tí tørvurin á tænastuni vísir seg at vera stórur, og talið á døgurðum er avmarkað. Eitt sum møguliga er keðiligt við at tað eru starvsfólk á Vistar-heimin- um, sum koyra matin út, er, at tær ikki hava stundir til at tosa við fólkini. Áðrenn bilurin kom, vóru tað heimarøktararnir, sum koyrdu døgurðarnar út. Eydna Dragaberg, leiðari á Norðoya Ellis og Vistar- heimi fegnast sjálvandi um bilin, og hon sigur, at mánadagin 16. septembur millum klokkan 14 og 17 verður móttøka, har øll tey, sum hava stuðlað tiltakin- um við at savna pengar inn til bilin, eru hjartaliga væl- komin. Høvi verður so eisini tá til at síggja húsið. Døgurða til dyrnar 84 ára gamli Franklin Ziska er ein av teimum eldru, sum fær døgurða til dyrnar Bilurin hjá Norðoya Ellis og Vistarheimi er sera væl egnaður til sítt endamál. Men hann skal eisini nýtast til annað, eitt nú at koyra biltúr við teimum eldru, sum ynskja at sleppa út eina løtu Hóskvøldið fór gentumanningin á Sílinum, sum vunnu føroyameistaraheitið hjá 5 mannaførum niður til Sorø at lut- taka í kappróðri har. KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Inga Torkilshøj, sum er bátsformaður á Sílinum sigur, at tær vita millum lít- ið og onki um kappingina uttan tað, at tær skulu rógva við 6 mannaførum og tein- urin er 1.000 metrar. – Vit vita sum so ikki nógv meira enn tað og so ferðaætlanina hjá okkum. Hon sigur, at tær ikki hava fingið vant so nógv, tí beint eftir Ólavssøku fóru tvær av manningini niður til Danmarkar at lesa. – So vit hava roynt at vant sum frægast á rógvimask- inunum inni, og vit hava eisini verið onkran túrin við 6 mannafarinum, men tað loysir seg ikki nakað serliga væl, tá vit allatíðina mugu hava eykafólk við okkum fyri hinar báðar. So tað hevur fyri tað mesta verið á rógvimaskinunum, vit hava vant, greiðir Inga frá. Hon sigur eisini, at tær ikki hava lagt somu venjing í til hesa kappingina, sum til júst farna kappingarárið. Tað kemur óivað av, at ein rógvari er vanur við, at tá Ólavssøkan er farin aftur um bak, so hevur man frí. Og tað er so ikki galdandi hjá teimum. Og tá tær held- ur ikki eru fullmannaðar til venjing, so er væl skilligt, at tað til tíðir ikki er so hugaligt at venja. – Men vit hava roynt at vant eftir besta førimuni, og so er bert at vóna tað besta til kappingina, sigur Inga og leggur aftur at, at tað er stórur munur á at rógva við einum 5 mannafari og ein- um 6 mannafari. Tær koma at rógva í fesk- um vatni niðri á Sorø, og tað er stórur munur á, tí bátarnir flóta so nógv tyngri. Av tí sama verður tað eisini tyngri at rógva. Kappingar uttanlanda Kappingin verður í Sorø komandi leygardag. Lut- takararnir verða úr føroy- ingafeløgum í Danmark og so verða sviar eisini um- boðaðir. Genturnar á Sílin- um koma at rógva við ein- um 6 mannafarið, sum eitur Royndin. Tað er róðrarfel- agið Neystið í Ishøj, sum eigur tann bátin. Tey eiga eisini tvey onnur 6 manna- før. Vertir fyri kappingini eru føroyingafelagið á Vest- ursælandi. Frá Róðrarsambandinum verður sagt, at tað verður mett at vera sera passaligt, at kappingin liggur í sep- tembur og ikki í mei, sum eitt nú Scilly kappingin ger. Tí tað verður hildið, at júst Scilly kappingin kann órógva ta heimligu kapp- ingina, tí hon liggur so tætt upp at tí heimligu kapp- ingini. Undanfarin kappingarár hevur verið kappast millum allar bátsmanningarnar, utt- an 5 mannafør dreingir, um luttøku á Scilly oyggjunum, meðan vinnandi manningin hjá dreingjunum, so er sloppin niður til Sorø. Og mest vinnandi manningin hjá kvinnum og monnum sloppin niður at umboða Føroyar á Scilly. Men Róðrarsamband Føroya broytti ta kappingina hetta kappingarárið til, at tað bert verður tann eina manning- in, sum sleppur niður á Scilly. Og so gjørdu tey av, at kappingin um at umboða Føroyar á Sorø skuldi standa millum 5 mannafør við gentum og dreingjum, meðan Scilly kappingin so stóð millum allar hinar manningarnar. Hetta er triðja árið, at føroyskar manningar eru við á Sorø. Bæði tey undanfarnu árini hava tað verið dreing- irnir á Tjaldrinum, sum hava verið har og roynt seg. Og var tað so gentumanningin á Sílinum, sum vann kapp- ingina um Sorø í ár. Inga sigur, at tær sjálv- andi tosaðu um hetta, tá tað bleiv almannakunngjørt, at tær ikki vóru við í Scilly kappingini. – Vit vórðu sjálvandi eitt sindur vónbrotnar, tí tað ljóðar sera spennandi at kunna sleppa á Scilly, men eg veit ikki kortini, vit eru eisini glaðar fyri hendan møguleikan, sum vit nú hava fingið. Tað er altíð spennandi at sleppa út um Føroyar at rógva, so vit gleða okkum sjálvandi til at fara. Men av tí, at vit vita so lítið um kappingina, so ber ikki til at siga, hvat vit vænta okkum, sigur Inga Torkilshøj at enda. Genturnar á Sílinum til Sorø Gentumanningin á Sílinum fór niður til Sorø hóskvøldið. Tær skulu rógva kapp í einum 6 mannafari hjá róðrarfelagnum Neystið í Ishøj leygardagin á Sorø Frá fríggjadegi 13. september til hósdagin 19. september Borð um borð Kjakið Gesturin SATSA Borð um borð Fríggjakvøldið kl. 18.30 Leygarkvøldið kl. 20.00 Sunnukvøldið kl. 20.00 Týskvøldið kl. 20.25 Hóskvøldið kl. 20.50 C M Y K 16