Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 1983síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður Tit verða stevnd um tit atkvøda fyri! Á síðu 3 56. árg. * kr. 5,- Nr. 45 * hósdagur 21. apríl 1983 brødralag Nato- stødin nýggja | útgerð - fyri 130 mill. kr. “ Síða ll Býráðslimur brýtur tagnarskyldu á opnum býráðsfundi Reksaði upp skattaeftirstoðu hjá fólki í ávísum storvum Ein býráðslimur í Vági, Jákup Olsen, skúlastjóri, breyt tagnarskyldu sína á almennum býráðsfundi í Vági mánakveldið Á fundinum reksaði hann upp skattaeftirsteð- ur hjá fólki í ávísum stervum. Hetta var brot úr einum bræyi, hann hev- ur sent landsstýrinum, saman við Rudolfi Taus- en, býráðslimi. Fólk, sum vóru á bý- ráðsfundinum, upplýsa, at í brævinum til landsstýrið skrivar Jákup Olsen um likasæluna í kommununi, og at kommunan ger einki fyri at fåa skatt inn frå åvisum persónum við fast ari løn I hesum nevndi hann, at unan gjørdi einki at fåa skatt inn frå fólki i komm- unalum arbeidi, hjå lands- verkfrødingi og hjå løg- tingi Hetta fekk Flemming Mikkelsen, løgtingsmann, sum eisini situr i byrådn- um, at spyrja, hvat hann meinti vid. sambandi komm- Sambært upplys- ingunum, Sosialurin hevur fingið, svaraði Jákup Olsen, at tað kundi Flemming Mikkelsen fáa at vita á kommunu skriv- stovuni, tí har lógu skjel ini Serken, sum Sosialurin hevur spurt, halda, at við hesum er býráðslimurin Jákup Olsen, sum eisini situr í Vágs líkninga- nevnd, farin út um tað mark, sum tagnarskylda setir honum. Sum limur í líkningarnevndini hevur hann skrivað undir, at hann virkar undir tagnar- skyldu. Sosialurin hevur fingið upplýst, at hesar upplýg- ingarnar hevur Jákup Olsen úr einum lista yvir skattaeftirsteður, ið Vágs kommuna fekk fyri stutt- um Á hesum listanum er annar legtingsmaðurin sum fyri stuttum fekk eina eftirrokning í skatti sum ikki er ónatúrligt sjálvum sær Jákup Olsen er valdur í býráðið á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum eins og Torbjern Benjardegg og Dánjal Bjarkhamar Tjóðveldisfólk upplýsa, at seint mánakveldið mett- ust tjóðveldismenn til fundar. Tjóðveldisfólk, Sosialurin hevur tosað við, ivast í, um Jákup Olsen sleppur at halda fram í flokkinum ernan skal sigla meira hóvliga næsta vetur Einasti moguleiki fyri at sleppa undan samanstoytum, er at avlýsa túrarnar við Ternuni tá ið ringt veður er Gitingar hava verið um, at Ternan næsta vetur fer at sigla uppá Fuglafjerð, tí at tað í ringum veðri er ov hættisligt fyri Ternuna at koma at í Leirvík. Um hetta sigur Jóhan Restorf Jacobsen, stjóri á S.L., at so verður ikki. Tað hevur ikki veirð uppá tal, at Ternan skal sigla til Fuglafjorð kom- andi vetur, hóast tað í onkrum førum møguliga verður neyðugt at avskipa ferðafólkið í Fuglafirði. Vit hava fingið eitt bræv frá Tryggingini, hvar okkum verður álagt at gera nakað fyri, at strandfaraskipið Ternan í framtíðini fær tryggari atløgu. Annars fer trygg- ingargjaldið fyri skipið at hækka. Um tvey ár — steðan frægari — Einasti meguleikin hjá okkum er at avlýsa túrin til Leirvíkar, tá ið veðrið ikki er til vildar. Tað eru nevniliga onkrar ættir sum um veturin gera tað næstan ómeguligt fyri Ternuna at koma at. Tí hava vit heitt á skiparnar, um ikki at taka nakran kjans, tá ið ivasamt er at leggja t. — Sum nú er, er Ternan ov stór til atlegubryggj- una. Men vit kunnu tó rokna við, at arbeiðið uppá havnina í Leirvík verður liðugt um eini tvey ár. Til tað tíð, mugu vit royna at klára okkum sum frægast, Htta kann tí koma at við- føra, at fleiri túrar verða lýstir, um veðrið ikki er til vildar. Tey mongu óhappini seinasta vetur botnaðu í teimum vánaligu umsteð- unum. Tað er ikki skip- arunum tað er galið við, sigur Jóhan R. Jacobsen. Landsstýrið hevur enn funn fram til, hver loysn skal veljast. Á síðu 5