Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 21. apríl 1983 | Ikki færri enn try uppskot til figgjarætlan 50 fólk møttu á býráðsfundi í Vági — fund- urin varð hildin Stórur áhugi var fyri bý- ráðsfundinum í Vági mánakveldið. Eini 50 fólk vóru mett upp á komm- unuskrivstovuni, tá býráðið skuldi hava fíggjarætlanina fyri figgj- arárið 1983-84 til fyrstu viðgerð. Fíggjarætlanin var eisini á skránni fyri ein fund hóskveldið í síðstu viku. Men hesin fundurin varð slitin eftir eini lítlari løtu. Fundurin mána- kveldið varð framdur, og býráðið viðgjerdi tey trý uppskotini, sum eru komin frá trimum minni- lutum, til eina fíggjar- ætlan. A fundinum samdist ein meiriluti um at halda skattaprosentið innan fyri 18,5 pst. Harafturat varð samtykt við fýra atkvød um fyri at umleggja nekur smærri lán til eitt sterri lán. Tveir byrådslimir at kvøddu ímóti og tveir at- kveddu ikki, tí teir vildu ikki atkveða undir hóttan. Aðrenn hevði býráðslim- urin, Ingvard Thorsteinsson, hótt við at stevna, um nakar at- kveddi fyri! Tríggjar mill. kr. í lánum Býráðið viðgjerdi trý upp- skot til eina fíggjarætlan. Eitt frá einum minniluta í figgjarnevndini, Andreas P. Jacobsen, býráðsfor- manni, sum er feddur for- maður í figgjarnevndini. Eitt annað uppskot er frá einum minniluta í býráðnum, Jákupi Olsen og Rudolfi Tausen. Hesir báðir sita i figgjarnevnd- ini, men uppskot teirra er ikki viðgjert í fíggjar- nevndini. Tað triðja uppskotið er frá einum eðrum minni- luta í býráðnum, Dánjali Bjarkhamar og Torbirni Benjardogg. Uppskotið hjá býráðs- formanninum javnvigar við 17,0 mill. kr. Roknad er tá við trimum mill. kr. í låntøku til avdrøg fyri lán. Renturnar og nakað av av- dráttinum skal fíggjast yvir raksturin. Debitorar sum inn- tøka Uppskotið hjá Olsen og Rudolfi Tausen javnvigar við 18,5 mill. kr. Sosialinum er upplýst, at á inntøkusiduni hava teir tikið debitorar hjá kommununi. Men hetta letur seg ikki gera, tí hesar upphæddirnar eru bókaðar. (Talan er um skuld, sum Sumbiar, Por- keris og Hovs kommunur skylda Vágs kommunu fyri part í Heilsumidstød- ini og læknahúsum. lalt 3 mill. kr.). Restin av tí gamla meirilutanum Elsebeth Nielsen, Sverri Skaalum og Flemming Mikkelsen taka undir við uppskot- inum hjá Andreas Peturi Jacobsen, sum vónar, at tey kunnu fáa eina semju við Dánjal Bjarkhamar og Torbjørn Benjardøgg um eina figgjarætlan. Uppskotid hjå teimum Jåkupi tidindabladid bådum javnvigar vid 18,1 mill. kr. Andreas P. Jacobsen sigur, at tad er minni munurin å hesum bådum uppskotunum. Teir hava okkurt ynski, sum hann ikki hevur. Ein mill. kr. til útstykking Tann stersta upphæddin á fíggjarætlanar-uppskotin- um hjá Andr. P. Jacobsen fer til rentur og avdráttir, ialt 7,4 mill. kr. Til skúla- mál fer 1,5 mill. kr., til vegir 1,25 mill. kr., til sosi- almál 1,0 mill. kr. og eisini hevur hann sett eina milli- ón av til útstykking av grundstykkjum. Ut- reiðslurnar til heilsumál er settar til 675.000 kr., til stjórnarútreiðslur eru sett av 865.000 kr., meðan aðrar útreiðslur eru 520.000 kr. Harafturat koma so aðrar minni konti. Býráðsformaðurin hev- ur eisini lagt upp fyri einum vekstri í skatta- skuld upp á tvær mill. kr Í seinasta skattaárið øktist skuldin vid 1,6 mill. kr Samlada skatta- eftirstødan i Vågs komm- unu er i dag 6,2 mill. kr. Leggja vit skattaeftir- støduna saman vid ti, sum hinar kommunurnar í sunnaru helvt av Suðuroy skylda Vágs kommunu, eigur Vágs kommuna yvir 9 mill. kr. til góðar Verið í Tinganesi eftirlitið i hevur Kommunala landsstýrinum Kommunuskrivstovan í Vági. Eini 50 fólk voru og lurtaðu, tå býráðið månakvøldid vidgjørdi figgjarætlan- ina fyrru ferð. Eitt uppskot er frá býráðsformanninum, Andr. P. Jacobsen. Hetta javnvigar vid 17,0 mill. kr Kommunala eftirlitid heldur tad vera realistiskt i mun til støduna hjå kommununi kannað uppskotið hjá Andr. P. Jacobsen til fíggjarætlan fyri hetta fíggjarárið. John Danielsen, fulltrúi, vísir á, at ætlanin er at taka tríggjar mill. kr. í lánum til avdráttir í hesum fíggjarárinum, og tað somu upphæddina til 3,5 mill. kr. í avdráttum í komandi figgjarætlan Talan verdur ti um ein nettoavdrått, sjålvt um hann verður lítil. John Danielsen metir, at kann kommunan gera hetta í nekur ár, uttan at taka upp onnur lán, skuldi kommunan skula komið undan. Ein kommunal figgjar- ætlan skal hava tvær vid- gerðir og fjúrtan dagar skulu vera ímillum. Á tí næsta býráðsfundinum, væntandi um knappar 14 dagar, skal atkveðast um figgjarætlanina. jo-mo Byrådslimur á almennum býráðsfundi: Tit verða stevnd um tit atkvøda fyri Ein býráðslimur í Vági, Ingvard Thortseinsson, hótti á fundinum mána- kveldið hinar býráðslim- irnar við sakarmáli, um teir atkveddu fyri einum ávísum máli. Málið snúði seg um um- skipan av lánum, innloys- an av kassakredittum, umsókn um langfreistað lán í samband við veð- haldsskyldur hjá kommununi fyri P.f. Rúta- felli og P.f. Suðurfisk í likvidatión og stovnan av tveimum kassakredittum. Í alt snúði málið seg um 9,5 mill. kr. Ingvard Thortseinsson segði, at hinir býráðs- limirnir skuldu vita, at tað fekk juridiskar fylgjur, og at teir vórðu stevndir, um teir atkveddu fyri mál- inum. Eisini segði Ing- vard Thorsteinsson, at bý- ráðslimir kundu rokna við at koma at gjalda. Hóttanin hevði tað við sær, at tveir býráðslimir, Torbjørn Benjardegg og Dánjal Bjarkhamar, nokt- aðu fyri at atkveða undir hóttan. Teir kravdu tí at fáa hesa orðingina ferda í gerðabókina: »Byrådslimur hevur hótt vid sakarmåli, um at- kvett verður fyri hesum máli. Minnilutin Torbjern Benjardegg og Dánjal Bjarkhamar vilja íkki atkveða fyri hesum máli undir hóttan, og skjóta upp, áðrenn atkvett verður, at kanna, hverjar juridiskar fylgjur hetta mál kann fåa«. Atkvett varð kortini um málið og tað varð samtykt við tað at fýra — Elsebeth Nielsen, Andr. P. Jacob- sen, Flemming Mikkelsen og Sverri Skaalum — at- kveddu fyri uppskotinum. Jákup Olsen og Ingvard Thorsteinsson atkvøddu ímóti. Dånjal Bjarkhamar og Torbjørn Benjardøgg atkvøddu ikki. Rudolf Tausen var ikki å fundi vegna sjuku. Sosialurin royndi at fåa fatur å Ingvard Thorsteinsson fyri at fåa at vita, hvat hann meinti við, tå hann hótti vid sak- armáli, men tað eydnadist ikki. jo-mo Síða 3 Leggja lag á Í gjár komu fýra fólk frá Norðurlanda ráðn- um til Feroya at tosa við landsstýrismenn og embætismenn í landsfyrisitingini um, hvussi feroyingar skula bera seg at, nú vit hava fingið broytta umboðan í Norðurlanda ráðnum. Tey fýra fólkini skuldu fundast í gjár og í dag og greiða frá, hvussu feroyingar kunna koma upp í ar- beiðið í nevndum og ráðum hjá Norður- landa ráðnum. Navn kom skeivt fyri Av misgávum er eitt navn komið skeivt fyri í greinini um narkotika í Feroyum seinasta leygardag. Tað var Jergen Jer- gensen, konsulentur fyri Narkonon í Dan- mark, sum tosaði við Ungdómsfelagið Klaksvík í telefon, og ikki Peter Schúler, sum sagt varð í grein- ini. Henda misskilj- ingin broytir tó ikki um innihaldið, men vit biðja Peter Schuler og lesararnar orsakað mistakið. Stra. Ítróttar- stuðlar á flot i summar KÍ, sum óivað er tað einasta ítróttarfelag í landinum, sum sjálvt noyðist at gjalda rentur og avdráttir fyri ítróttarhell, byrjar í hesu vikuni eina landsumfatandi selu av lutaseðlum. Tað er eitt fýra- mannafar við einum Mariner leysamotori, sum tann hepni vinn- ari kemur at ogna sær. Virðið á bátinum er 30.000 kr. Johan Petersen, hotelstjóri í Norðdepli, hevur smíðað bátin. Lutaseðlaselan byr- jar í hesum månad- inum og drigið verður í juni mánað. KÍ sigur, at bát- urin, sum verður burtur lutaður, er væl egnaður til veiðu eftir hegguslokki, til dorg og heimaútróður. Stra.