leygardagur 23. apríl 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
oddagrein
HERFYRI legði Jóannes Dals-
gaard fyri Javnaðarflokkin
uppskot fyri tingið um bókaforlag.
Í viðmerkingunum til uppskotið
varð millum annað sagt, at grund-
arlagið undir bókaútgávu í
Føroyum er ógvuliga ymiskt og at
tað, at geva bøkur út, er eitt tungt
fíggjarligt tak. Í viðmerkingunum
verður eisini víst á at Mentannar-
grunnurin hevur verið føroyskum
rithevundum ein góður stuðul,
men ikki røkkur hesin stuðul langt
í mun til framleiðslukostnaðin av
at prenta eina bók.
EITT AV ENDAMÁLUNUM við
hesum uppskoti er at taka stig til
ein almennan mentannarpolitikk,
samstundis sum hetta er ætlað
sum ein roynd at lætta um skap-
andi virksemi hjá tí parti av okkara
listafólki, sum Í løtuni hava tey
vánaligastu arbeiðskorini, sigur
Javnaðarfiokkurin.
JAVNAÐARFLOKKURIN sigur at
enda í viðmerkingunum, at allir rit-
høvundar eiga at fáa eina sømu-
liga løn fyri sítt arbeiði — nakað, ið
eftir Javnaðarfloksins meting
bert kann fremjast gjøgnum eitt
alment rikið og alment fíggjað
bókaforlag.
HESI VÓRU, sum sagt sjónar-
miðini hjá Javnaðarflokkinum,
men hesum taka ikki allir flokkar
SP sosialurin
Tjóvur trýr at hvør maður stjelur
undir við. Teirra millum er Fólka-
flokkurin. Tað vóru íkki hissini
álop og ákoyringar, sum Javn-
aðarflokkurin fekk yvir seg í
hesum sambandi. Í besta fólka-
floksstíli varð alt vent á ranguna.
Fólkaflokkurin førdi fram, at her
var talan um eitt hugsunnarmono
pol og vísir flokkurin á, at við
einum tílíkum almennum bókafor-
lagi høvdu vit fingið útspillingar av
føroyska vinnulívinum. Eisini varð
ført fram, at av tí at tað liggur best
fyri hjá teimum intellektuellu at
skriva, verður meirilutin í nevndini
fyri bókaforlagið helst vinstrahall-
ur. Og hesi mugu sum kunnugt
ikki koma til orða sambært Fólka-
flokkin.
HESI fólkafloksins sjónarmið eru
eitt so tíðuligt tekin um ótta fyri
kritikki móti verandi samfelags-
skipan, og øllum tí sum hon ber í
sær. Kritikkur mótvegis teimum
ráðandi — annaðhvort talan er um
politiskt ella peningaliga — eigur
ikki at vera toldur. Skal tú skriva
og meguliga geva eina bók út, er
fyrst og fremst avgerandi, hver tú
ert og, hvat tú politiskt stendur
fyri.
HVAR stendur skrivað í Javnaðar-
uppskotinum, at hetta forlag er
ætlað teimum vinstrahallu? Kann
Fólkaflokkurin siga okkum tað?
Sjálvandi stendur tað ikki nakra-
staðni og er heldur ikki ætlanin.
Bert ein tvangstanki og illgitingar-
vápn hjá Fólkaflokkinum. Tjóvur
trýr at hver maður stjelur...
Sáttmáli gjørdur um 1000 tons av upsaflaki:
Fiskasølan ynskir
størri samarbeiði
við Sovjetsamveldið
Eitt ágrýtið telefon- og telexsamband millum Tórshavn og
Moskva seinastu vikurnar hevur lagt steðið undir stórum sátt-
Frá okkara manni í Vágum: Hegna Djurhuus
Í morgin sunnudagin fer
minsta lagi 1000 tons av
komnir á mál við sáttmál-
Nielsen, sølustjfi á
øroya Fiskaselu til
Moskva at leggja síðstu
hond á sáttmála um í
upsaflaki. | Samráðingar
vera við keyparan mána-
dagin og týsdagin. Olaf
Nielsen sigur, at teir eru
anum, og nú eru bert
formalitetirnir eftir.
Fiskaselan hevur selt í
Framhald á síðu 14
Kvinntingið: Javnstøda millum kynini:
Nr. 46 — 23. apríl 1983
Núverandi samfel-
agsskipanin kúgar.
kvinnuna meira
enn menn
Umboð Foroya Javnaðarfloks á Kvinnutinginum. Frá vinstru: Tonni: Strøm, úr
fyrireikingarbólkinum, Sigrid Guðjónsson, Klaksvík, Gerda Petersen, Gøtu,
Ebba Vågsheim, Vågi, Anna Hansen, Midvågi, Anna Hurst, Tvøroyri, Anna
Dalsgaard, Havn og Oluva Jensen, Sandi
A Kvinnutingi 1983,
komu vit javnaðarkvinn-
ur til ta niðursteðu, at
frígeringin av kvinn-
unum er ein partur av
frígeringini av fólkinum.
Klassamunurin kemst
av okkara núverandi
samfelagsskipan, ið
kúgar kvinnur meira enn
menn.
Henda kapitalistiska
samfelagsskipanin royn-
ir at halda kvinnum
festum í ávísum rollum,
ið ger, at hon verður
ófræls, minni verd og
kennir seg soleiðis.
Okkara mál er eitt
sosialistiskt demokra-
tiskt samfelag, har
eingin munur er á
rættindum og steðu hjá
fólki.
Vit halda, at fyri at
náa málinum, mugu vit
byrja við okkum
sjálvum og bernunum.
Eingin munur eigur at
vera á uppælingini hjá
gentum og dreingjum.
Samfelagið hevur
skyldu til at geva for-
eldrum góðar umsteður
og meguleikar til at
uppæla bernini. Megu-
leiki skal vera at mað-
urin eisini kann fáa
barsilsorlov.
Undirvisingartilfar i
skúlunum eigur at verða
broytt soleiðis, at tað
kynsbýti, ið nú fer fram,
fellur = burtur. Fleiri
kvinnur eiga at starvast
innan fjelmiðlarnar, so-
leiðis at teirra meiningar
eisini koma fram.
Lýsingar, ið vísa
kvinnuna sum ein lut, ið
skal selja veruna- og har-
við kúga hana, eiga at
vera bannaðar.
Fólkið skal upplýsast
meira um rættindi teirra.
Lógirnar skulu orðast á
einum máli, ið ell skilja.
Lógir, ið diskriminera
skulu broytast, soleiðis
at bæði kynini standa
líka.
Vit góðtaka ikki ta
EDVæftirlit og skråset-
ing av arbeiðskvinnum,
sum fer fram å ymsum
arbeidsplåssum. Vit
vilja hava eina lóg og av-
talu millum partarnar á
arbeiðsmarknaðnum.
Okkara samfelags-
skipan kúgar eisini
kvinnuna sum lenarbeið-
ara. Tað eru ofta
kvinnurnar, ið fáa tey
lægst lentu og mest
troyttandi arbeiðini.
Korini hjá teimum, ið
arbeiða heima eiga at
gerast betur. Dagpen-
ingurin skal vera 100%
frá 1. degi.
Ójavnin á lenum eigur
at útjavnast.
Fyri at vit skulu
gerast fræls, má øll
diskriminering halda
uppat.
Vit ynskja javnsteðis-
nevndini góðan byrð.
Uppskotið
diskriminerar
mannin
Vit, javnaðar-
kvinnur, taka ikki
undir við uppskot-
inum hjá Fram-
burðs -og Fiski-
vinnuflokkinum
um lóg, sum skal
tryggja ellum
kvinnum rætt til
deiltíðararbeiði, tí
vit halda, at stød-
an hjá kvinnuni
gerst verri, um
slík lóg kemur í
gildi. Kvinnan
kann td. íkki
avansera. Har-
afturat halda vit,
at uppskotið dis-
kriminerar mann-
in.
Vit meta, at
rætta loysnin
hevði verið 6 tíma
arbeiðsdag við
somu len sum fyri
teir 8 tímarnar.
Hetta vildi gjørt,
at fleiri fáa arbeiði
og at fólk fáa
meguleika at vera
meira saman.
Kvinnutingið 1983 end-
aði við, at sett varð ein
millumtinganeund at
viðgera uppskotið, ið
tverpolitiskur bólkur
framlegði