týsdagur 26. apríl 1983síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Framvegis 47 andveikir føroyingar i Danmark:
Eingin feroyingur eigur
at verða sendur á stovn i
Danmark - ti ikki er pláss
fyri honum í Føroyum
— Aðalsjónarmiðið í allari útbygging fyri andveik er, at tey
skulu kunna liva so líkt eini vanligari tilveru sum gjørligt. Tað
inniber. at børn og ung skulu kunna búgva heima og ganga í
veggustovu, barnagarði og fólkaskúla sum onnur bern. Hjálpi-
tiltøkini skulu veitast í heiminum og á teimum stovnum, har
bernini koma
Hetta sigur ein nevnd, sum hevur kannað viðurskiftini hjá
teimum andveiku i Føroyum
Í hesum degum hevur
landsstýrið latið almanna-
kunngera eitt »ålit um út
bygging fyri andveik í
smærri vistar-, uppven)-
ingar- og umlættingar-
he:mum kring landið<.
Longu í 1976 gjørdi løg-
tingiå av at seta eina
nevnd at kanna tørvin å
útbygging av forsorgini
fyri andveik i Føroyum og
geva landsstyrinum eitt
tilmæli.
I nevndini, sum varð
vald i 1978, hava verið 10
fólk. Árni Olsen, yvir-
lækni hevur sitið sum for-
maður. Í desember mán-
aða í fjør varð nevndin
liðug við sítt álit.
Tíðindablaðið Sosi-
alurin, sum rættiliga
oftani hevur skrivað um
hesi mál, skal her gera ein
samandrátt av álitinum.
Fyrst í álitinum er segu-
ligt yvirlit, har greitt
verður frá støduni hjá and-
veikum feroyingum síðani
seinna heimsbardaga. Tað
er ikki fyrr enn í 60-unum,
at broyting kemur í við-
gerðarmeguleikarnar í
Feroyum av sansabrek-
aðum. Skúlaskapur til
deyv og meira og minni
dul verður stovnsettur. So
við og við koma onnur
sansabrekað aftrat og
seinni eisini tey rerslu-
brekaði.
Felagið Javni ger eitt
stórt arbeiði í sek teirra
andveiku. Arbeitt verður
fram ímóti at skapa um-
steður í Feroyum. soleiðis
at andveikir teroyingar, ið
eru sendir til Danmarkar,
kunnu koma heimaftur. I
1980 verða sostatt tveir
bygningar — Eirargarður
14—16 tiknir í brúk.
Men nú stinga nýggir
tankar seg fram um, at tey
andveiku eiga ikki at hús-
ast á stórum stovnum,
men eiga at fáa meiri
heimligar umsteður eins
og ell onnur.
Royndir aðrastaðni
vísa, at stovnar við færri
fólkum eru tað best hósk-
andi og ódýrast. Tí kemur
nevndin eisini til ta niður-
stødu, at smærri eindir
fíggjarliga svara seg best.
Síðani verður greitt fra
teimum ymsu stovnunum
sum eru í dag.
Hóast nógv hevur verið
gjørt fyri at beta um
umsteðurnar hjá teimum
andveiku í Feroyum, so
eru framvegis 47 and-
veikir feroyingar í Dan-
mark. Tá talið varð hægst
vóru tað 90.
Nevndin sigur tí, at tað í
letuni er ein bráðneyðugur
tervur á serligum tiltøk-
um í Feroyum fyri and-
veik.
Nevndin vísir á, at hesin
tervur er sterstur í Suður-
oy, Norðoyggjum og við
Streymin (samskipa
Eysturoynna og norðaru
helvt av Streymoynni) og í
Suðurstreymoy.
Vit skulu nú prenta
tann partin av álitinum,
har nevndin nemur við
spurningin: hverjum
tiltøkum tervur er á:
Hevuðssónarmið nevndar-
innar eru:
1) At andveik skulu hava
hevi til at fáa somu semdir
sum aðrir borgarar. Her
verður t.d. hugsað um at
kunna koma í vanligar
veggustovur og barnagarðar,
har serliga tervinum hjá and-
veikum verður gingið á meti
við t.d. fleiri starvsfólkum.
2) Bern skulu kunna búgva
heima hjá foreldrunum og
ganga í skúla í heimbygdini
ella ið hvussu so er kunna
koma heim eftir loknan skúla-
dag
3) Vaksin skulu kunna flyta
heimaifrå i egnan bústað eila
búfelagsskap, undir um-
støåum, sum eru líkar
teimum, sum aðrir borgarar
hava.
1 Vaksin skulu hava høvi
til at koma til arbeiðis og
hava eina innteku, tey kunnu
liva av
Við hesum sjónarmiðum í
huga, skjýtur nevndin upp,
at niðanfyri nevndu tiltøk
verða sett í verk.
Viðv. bernum undir skúla-
aldri og veggustovum, barna-
gerðum og tiltøkum í heim-
inum:
Har sum slíkir stovnar, so
sum veggustovur,
garðar og frítíðarheim eru
ella eru við at koma, so sum á
Tvøroyri og á Skålafjørå-
inum, skulu andveik bern fáa
pláss á verandi stovnum, so-
leiðis at neyðturviligar ser-
skipanir verða gjerdar har,
tað er neyðugt, bæði hvat
viðvíkur starvsfólkum, inn-
barna
rættan og amboðum.
Nevndin metir, at hetta er
gjørligt vid jåttanum
gjøgnum barnaforsorgarlóg-
ina.
Í Norðoyggjum er mett at
vera 5 bern undir skúlaaldri.
Í Eysturoynni 5, Norður-
streymoynni 4, Vágoynni 1
og í Suðuroynni 1. Tað er nóg
mikið av plássum til bern
undir skúlaaldri í Suður-
streymoy á verandi stovnum,
men her ger trotið á fysio-
terapeutum seg serliga gald-
andi.
Sum nevnt metir nevndin,
at omanfyri standandi tal á
bernum millum 0—7 år, er ov
lágt. Helst er veruliga talið
tað dupulta.
Nevndin metir so statt, at
verandi veggustovur og
barnagarðar, saman. við
barnagarðinum á Skúlanum á
Treðni og teimum, ið eru í
gerð, kunnu nekta tervin hjá
serskipanum, alt eftir terv-
inum hjá tí einstaka brekaða
barninum.
s2Á ; -
Bygningarnir á Eirargarði liggja á
Nevndin metir to, at neyð-
ugt er við serstøkum upp-
venjingarplássum. Hugsað
verður um fysiurgiska við-
gerð saman við venjing í rein-
feri og annars dagligum fyri-
brigdum, so sum at eta, í- og
úrlating og sum heild at
stimbra hin brekaða at gerast
so sjálvbjargin sum gjerligt.
Nevndin kundi hugsað sær
at nevnda uppvenjing fór
fram í samband við umlætt-
ingarpláss á stovnum fyri
andveik.
Um Skúlin á Treðni og
Eirargarður 14—16 hava teir
neyðugu fysioterapeutar, so
kom tervurin í Suðurstreym-
oy at verða nektaður á ver-
andi stovnum.
Í Klaksvík er neyðugt við 2
uppvenjingarplássum, í
Suðuroy 1—2, við Streymin
3—4.
Samanumtikið kann sigast
viðvíkjandi tiltekum fyri
bern undir skúlaaldri, so er
neyðugt við 1—4 uppvenj-
ingarplássum sum part av
hverjum av teimum stovn-
um, sum nevndin skjýtur upp
(vera settir í verk) í Norður-
oyggjum, við Streymin og í
Suðuroynni. Hesir stovnar
saman við verandi veggu-
stovum og barnagerðum,
umframt teir, sum eru í gerð,
eiga at fáa regluliga fakliga
hjálp og vegleiðing. Her verð-
ur - serliga
hugsað um
Lagt til rættis: Jan Miiller
fysiurgiska viðgerð og
annars vegleiðing frá serken-
um
Nevndin metir somuleiðis,
at verandi stovnar skulu
gerast førir fyri at taka ímóti
brekaðum bernum, soleiðis at
starvsfólkatalið, innrætting
og amboð verður lagað eftir
serliga tervinum hjá brekaðu
bernunum.
Víðari metir nevndin, at
heim, ið hava brekað bern, og
sum ikki kunnu gera nýtslu
av verandi stovnum, skulu
hava meguleika at fáa somu
semdir í egnum heimi. Her
verður hugsað um, at serken
fólk kunnu koma í heimini í
fleiri kommunum.
Bæði í Sviaríki og í eðrum
norðurlondum eru starvsfólk
sett centralt (undir lán, amt
ella fylke), men virka lokalt (í
kommunum). Her kundu vit
hugsað okkum, at fakfólk, so
sum pædagogar, sosialráð-
gevarar, fysioterapeutar og
fleiri verða sett soleiðis, at
tey arbeiddu í fleiri komm-
unum. (Skjal 11, s. 48—52.
Frágreiðing frá symposium í
Feroyum 5.—7. aug. 1981).
(Fæst hjá felagnum Javna).
Nevndin metir, at tað ikki
skulu byggjast fleiri sam-
degursstovnar ætlaðir bern-
um.
Viðv. bernum og ungum í ald-
rinum 7—21 ár
Á
BP ur
sjúkrahúseskinum. Nevndin heldur, at andveik ikki
hoyra heima á sjúkrahús ekinum, uttan so tey eru sjúk, og at tað tí er rímuligt at
arbeiða fram ímóti at skipa stovnarnar í smærri eindir
Nr. 47
26. apríl 1983
Sambært lógini um almenna-
forsorg $ 14 eru $8 9—13 í lóg
nr. 192 frá 5.6.1959 galdandi í
Feroyum. Nevndi aldurs-
bólkur hevur eftir hesi lóg
rætt til undirvísing til tey eru
21 ár. Út frá hevuðssjónar-
miðinum, at bern skulu
kunna búgva heima hjá for-
eldrunum, metir nevndin, at
heimini eiga at verða stuðlað
við ellum tí, tey hava fyri
neyðini bæði á pædagogiska,
fysiurgiska og praktiska ek-
inum. Undirvísingin eigur at
fara fram í fólkaskúlanum,
soleiðis at andveik bern eins
og onnur kunnu ganga í skúla
í heimbygdini ella ið hvussu
so er, kunnu koma heim eftir
loknan skúladag.
Nevndin metir ikki, at
fólkaskúlin sum heild er fyri-
reikaður at taka ímóti and-
veikum. Tað er tí innan fólka-
skúlan útbyggingin skal fara
fram. Til tess krevst,, at stór-
broyting fer fram bæði í
h ugsunarhátti, skipanarliga
og viðvíkjandi innrætting,
amboðum og undirvísingar-
tilfari.
. Aðalsjónarmiðið má vera,
at andveik bern ganga í skúla
saman við javnaldrum sínum
í so nógvum lærugreinum
sum meguligt, soleiðis at
undirvísingin verður lagað
eftir teirra serliga tervi. Bert
har tað er avgjert neyðugt,
eigur serflokkur at verða
skipaur.
Nevndin metir ikki, at tað
skal byggjast fleiri serskúlar.
Niðursteðan verður so statt,
at fólkaskúlin skal útbyggj-
ast soleiðis, at hann megnar
at taka ímóti andveikum
bernum. Talan er helst um
eini 40 børn í ellum Førovum.
Heimini eiga at fáa alla ta
hjálp, tey hava fyri neyðini,
so sum heimahjålp, heima-
vegleiðing, fysiurgiska við-
gerð og vegleiding, endur-
gjald fyri eyka útreiðslur,
sum standast av at hava eitt
brekað barn í heiminum,
umlætting á stovni, tá ið tað
er neyðugt og annars tað,
sum er fyri neyðini, fyri at
bern kunnu vera búgvandi
heima.
Nevndin metir ikki, at tað
skal byggjast fleiri samdøg-
ursstovnar til bern og ung.
Heldur ikki fleiri serskúlar,
um so er at omanfyri nevndu
tiltek verða sett í verk. Har-
afturímóti metir nevndin, at
sum partur av teimum stovn-