Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÆRE ' SP SOSÍalUrin; 50 Teir við ti besta fisk- inum kunnu ikki liv- bjarga sær — Tí má okkurt gerast, ásanna legtingsmenn. Men hvat? Fleiri taka undir vi? uppskoti Javnadarfloksins um minstuløn. Men eisini verður mælt til, at ekið verð: friðað og at broyta stuðulslóggávuna Okkurt má gerast fyri at beta um støduna hjá út- róðrinum, men um uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum um eina minstulen er tað heilt rætta, setti onkur fø segumaður spurnartekin við, tá uppskotið var til 1. viðgerð týsdagin. Men Tjóðveldisflokk- urin og Sambandsflokk- urin taka undir við upp- skotinum. Sjálvstýris- flokkurin var íivingar- samur, meðan helvtin av Framburås- og Fiski- vinnuflokkinum tekur undir við uppskotinum. Tað er kortini ikki taða sama sum, at uppskotið verður = samtykt eftir nevndarviðgerð í Fiski- vinnunevndini. Eli Nolsøe, úr Sambands- flokkinum, viðmerkti nevniliga, at hann tók undir við uppskotinum, um politiskur meguleiki er fyri tí. Uttan iva sipar hann til spurningin, um samgongan loyvir sam- gongulimum at taka undir við uppskotinum. Skulu mynstra í tvey skeið Uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum miðjar ímóti, at útróðrarmenn skulu mynstra við ellum deks- ferum undir 100 tons. Talan er um tvey mynstringarsekið: frá 1. oktober til endan av desember og frá ársbyrjan til 31. mars. V.e.o. er minstalenin bert galdandi um veturin. Upphæddin er tann sama sum fyri mynstraðar skipsfiski- menn. Í lógaruppskotinum eru ymiskar treytir og nærri ásetingar. M.a. skulu bát- arnir í minsta lagi hava verið úti 18 dagar fyri at fáa minstulen. Men frávik kann gerast, um veðrið hevur verið út av lagi ringt. Manningartalið skal vera millum tríggjar og seks mans. Ein kann vera á landi í samband við egn- ingina. Javnaðarflokkurin hevur mett, at ein minstu- lenarskipan fyri útróðrar- menn fer at kosta einar 25 mill. kr. árliga. Bygdamennandi og arbeiðsskapandi Utréåurin hevur stóran týdning fyri nógv pláss í landinum. Utróðurin er bygdamennandi og arbeiðsskapandi, tí ofta eru fáir og eingir arbeiðs- meguleikar á smápláss- unum, og egningin gevur arbeiði til eldri og ungling- ar. Soleiðis gevur útróð- urin eisini tí uppvaksandi ættarliðnum praktiskar royndir í vinnuni, vísti Vil- helm Johannesen, fram- segumaður Javnaðar- floksins, á undir umreðuni av málinum. — Harafturat hevur út- róðurin týdning fyri bú- skapin. Utróðrarfiskurin er góður — oftast púra feskur — og verður ofta avreiddur bert einar 12 tímar, eftir at hann er veiddur. Talan er tí um góðan fisk Fhomm góðskustigi, segði Norð- oyatingmaður Javnaðar- floksins. — Men útróðurin er í eini afturgongd. Heldur hon fram, er vandi fyri vinnuni. Allir stættir hava onkra trygd, men útróð- urin hevur onga. Utróð- urin fær minst frá tí al- menna. Utróðrarmenn veiða mest tosk og hýsu og hesin fiskurin fær lítið úr Ráfiskagrunninum. Og línuveiðan fær lítið í olju- studningi. Tora ikki at binda seg til båt Vilhelm Johannesen visti eisini á, at útróðrarmenn tora ikki at binda seg til ein bát, tí vánirnar fyri eini hampiligari urtøku eru smáar. Sum demi nevndi hann heystið í fjør og ársbyrjanina í ár, tá eingin útróðrardagur var í mánaðir. Annars segði framsøgu- maður Javnaðarfloksins, at flokkurin hevur íkki nakað beinleiðis uppskot til, hvar peningurin skal fåast, um uppskotið verður samtykt. Men hann vísti á, at Javnaðar- flokkurin metir, at lands- stýrið metir alt ov lágt um inntekuni á fíggjarlógini. Tað sama hendi í fjer, vísti Javnaðarflokkurin á. Vilhelm Johannesen segði, at her skuldu nakrar milli- ónir verið í heimtan. Annars helt hann, at aðrir útvegir kunnu uttan iva ávísast. Juul Jacobsen, úr Fram- burðs- og Fiskivinnuflokk- inum, segði, at hann var ikki heilt samdur við upp- skotsstillaran, men legði afturat, at hann fer at taka undir við uppskot- inum, hóast hann segði seg ongatíð hava verið sinnaðan fyri at fiska fyri fasta len. Hann var annars samdur við uppskotsstill- aran í tí, at okkurt má gerast við útróðurin. Juul Jacobsen helt, at opni bát- urin eigur at koma upp í skipanina, tí nógvir út- róðrarmenn hava bert opna bátin á at líta. Loysast i størri heild Petur Reinert, framsøgu- maður Tjóðveldisfloksins, helt, at allur spurningurin um útróðurin eigur at loysast í eini sterri heild. Við tað hugsaði hann um, at talan er ikki bert um ringt veður og pening Hann vísti á, at har bátar áður fingu nógvan fisk, fáa teir ikki 100 pund upp á stampin í dag. — Hetta skyldast kapitalhópan. Grundar- lagið er tikið undan tí frælsa manninum. Tí er ikki nóg mikið við minstu- len, segði Petur Reinert. Tað má berast so í bandi, at frælsi maðurin ikki verður troðkaður burtur av kapitaláhuga- málum — væl stuðlað av hesum borgarliga alterna- tivinum, helt Petur Reinert fram. — Hvat ætla tit við frælsa manninum, grundstuðulin undir fer- oyskum vinnulívi. Hesir hugsa sjálvandi sum so, at tað loysir seg betur at fara við skipunum, sum liggja á útróðrarmiðjunum. Eysturoyar tingmað- urin hjá Tjóðveldisflokk- inum vísti á, at tað er kvalitetsfiskur, sum kemur frá hesum útróðrar- monnum: — Men hesum monnun- um verður ikki givin møguleiki fyri at lívbjarga sær, sló hann fast. Lógirnar eiga at endurskoðast Petur Reinert kom eisini inn á stuðulslógirnar frá 1975, og segði, at tíðin er kanska runnin frá allari stuðulslóggávuni frá 1975. Hann helt, at øll lógin um ráfiskagrunnin átti at takast til umhugs- an. Annars upplýsti hann, at spurningurin um minstulen til útróðrar- menn var umreddur mitt í 70-unum, men tá varð hildið, at ein minstulenar- skipan fór at verða ov torfer at umsita. Tí varð loysnin við minstaforvinn- inginum vald Trongdir burtur Asbjørn Joensen, úr Sjálvstýrisflokkinum, tók eisini undir við tí, at út- róðrarmennirnir eru trongdir burtur. - Spurningurin er, um hetta uppskotið er nekur loysn. Doyr vinnan ikki, um hesir útróðrarmenn- inir fáa nekur oyru. Nei, gevið teimum virkiseki, so klára teir seg. Asbjern Joensen helt, at hugskotið aftan fyri upp- skotið er gott, meðan upp- skotið ettir hansara tykki var ivasamt. Hann segði, at steðan er ikki ødrvisi, enn man kundi hugsa sær til fyri 10 árum síðani, tá menn fóru at broyta fiskiveiði- mynstrið. Asbjern Joensen spurdi, hver orsekin er til, at út- róðrarmenn ikki klára seg, tá tað stendur í uppskot- inum, at hesin fiskurin er tann besti. Sjålvur visti hann å,at øll stuðulslóggávan eigur at endurskoðast. Asbjern Joensen kom við nekrum tonkum um treyt fyri at fáa minstu- len. Hann segði, at í staðin fyri treytirnar í uppskot- inum, kundi talið 120 út- róðrardagar verið brúkt 150.000 kr. árliga sum minstamark. Hjálp — pengar ella eki — Eftir tann farna veturin er tað givið, at heimaút- róðurin má fáa hjálp, um he tað so er pengar ella eki, segði Eli Nolsee, úr Sam- bandsflokkinum. Hann kundi í stórum og heilum taka undir við upp- skotinum. — Eg vil fegin vera við til at fremja uppskotið, um tað er politiskt megu- ligt. Í hesum sambandi spurdi Eli Nolsøe, hverjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum eki. Framsegumaður Sam- bandsfloksins setti kortini spurnartekin við, um upp- skot Javnaðarfloksins er tann besta loysnin. Hann segði, at hann hevur verið í samband við útróðrar- emær, sum siga seg ivast. Annars segði Eli Nolsøe, at prísurin eigur at vera hægri fyri út- róðrarfisk, tí kvaliteturin er so góður. Ivan Johannesen, fíggj- arnevndarformaður, eisini úr Sambandsflokkinum, fór longur enn nakar annar. Hann vísti á, at arbeiðsfólkið á landi er tætt knýtt at útróðrinum, og tá eingin fiskur er, hava hesi einki arbeiði. Ivan Johannesen helt tí spurningin vera, um taðffr rætt at seta eina arbeiðs- loysisstuðulsskipan i verk. — Hjá hesum arbeiðsfólkunum er eingin meguleiki at fáa minsta- forvinning. Hesi eru ikki væl tryggjað. Tey fáa einki, segði hann. Er ynskið hjá útróðrinum Vilhelm Johannesen gjørdi eftir umrøduna við- merkingar til tað, sum var komið fram. Til Eli Nolsee segði hann, at hann hevur tosað við formannin í Klaksvíkar Utróðrarfelag og fleiri aðrar útróðrar- menn. Allir hava sagt, at uppskotið er í tráð við ynski teirra. Somuleiðis vísti Vilhelm Johannesen til fleiri fundir í Klaksvíkar útróðrar- felag, har menn hava fert fram, at tað er neyðugt við eini minstulen, tí minsti- forvinningur dugur einki, tá veðrið er ringt og teir slettis ikki sleppa út. Annars vísti framsegu- maður Javnaðarfloksins til eitt uppskot frá samgongutingmonnunum fyri Norðoyar, Eli Nolsøe, Annfinn Kallsberg og As- bjørn Joensen, um endur- gjald til útróðrarmenn vegna ringt veður. Vil- helm Johannesen vísti á, at hetta uppskotið settu teir fram, uttan at orða tað við hann eila hin ting- mannin fyri Norðoyar, Finnboga Isaksen. Men, segði Vilhelm Johannesen, teir vórðu noyddir at taka uppskotið aftur... Landsstýrið ikki friðað ein tumma Sum eina viðmerking til Asbjørn Joensen segði Vilhelm Johannesen, at hetta landsstýrið hevur ikki Mðiffein tumma til út- róðurin. Hinvegin er Feroya Banki latin upp fyri troling. Somuleiðis vísti hann á, at eitt eki á Suðuroyar Banka, sum annars varð brúkt til snellufiskiskap, er latið upp til troling. — Er hetta at ekja virkisekið hjá útróðrar- monnunum, spurdi VII helm Johannesen. Í hesum viðfangi visti hann eisini á, at lands- stýrissamgongan hevur givið loyvi til EEC-skip at fiska inn at 21 fjórðingum við smærri meskum enn loyvt hevur verið. Eins og landsstýrið hevur loyvt útlendskum skipum at veiða eftir blálongu við 100 mm meskum. — Er hetta at skapa ekt virkisekið, spurdi hann uppaftur. Vilhelm Johannesen tók aftur í tíðina og segði, at Sjálvstýrisflokkurin á sinni gekk inn fyri garna- veiði á Norðhavinum. Um trolloyvini í ár vísti framsegumaður Javnaðar- floksins á, at hann hevur hoyrt, at hetta tal er tví- faldað í mun til tað talið, tá hetta landsstýrið tók við. Og hetta er uttan iva hent við vælsignilsi frá Asbirna Joensen, endaði Vilhelm Johannesen. Ikki tvífaldað Annfinn Kallsberg. lands- stýrismaður, upplýsti, at trolloyvini eru ikki tvífald- að, men at landsstýrið hevur hækkað loyvini úr 22 upp í 28 eftir tilmæli frá Fiskivinnuráðnum (Talið var 16, tá hetta landsstýrið = tók við) Annars upplýsti lands- stýrismaðurin, at 42 bátar hava sekt um trolloyvi. Eisini upplýsti Annfinn Kallsberg, at landsstýrið arbeiðir við spurninginum at friða nekur eki eftir til- mæli frá Fiskivinnuráðn- um. Somuleiðis arbeiðir landsstýrið við einum uppskoti um at broyta mynstringar- og mann- ingarlógina. Orðaskiftið endaði við einum orðadrátti millum Adolf Hansen og Vilhelm Johannesen um ymiskt í uppskotinum, Adolf Hansen segði ikki taka undir við tí. Uppskotið skal nú við- gerast í Fiskivinnunevnd seg legtingsins. Undir orðaskiftinum fanst Petur Reinert annars at arbeiðslagnum hjá Fiskivinnunevndini. Hann upplýsti, at uppskot vrakarastovnin hevur ligið í nevndini í átta mánaðir. Formaður í Jógvan Olsen, úr Sam- bandsflokkinum. jo-mo