Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EITT UPPSKOT frá javnaðarflokk- inum um at sleppa pensionistum undan skatti vann ikki nóg stóra undirtøku á tingi. Uppskotið fall tá legtingið atkvøddi um tað týs- dagin. ENDAMÁLIÐ VIÐ uppskotinum var sum nevnt at sleppa pension- istum undan skatti í framtíðini. Eftir uppskotinum skuldi hetta gerast á tann hátt, at persónsfrá- drátturin varð hækkaður stóran mun, at vanligar fólka- pensiónir ikki komu undir skatt. tann feilur gjørdur tå, at persóns- frádrátturin bert varð hækkaður, men ikki pristalsvidgjørdur fram- yvir, við tí úrslitið, at pensionistar eftir stuttari tíð fingu skatt aftur. Endamálið við uppskotinum hjá javnaðarflokkinum nú var at rætta hendan feilin við at hækka per- sónsfrádráttin og regulera hendan eftir prístalinum framyvir. UPPSKOTID fekk sum nevnt ikki f so Og fyri at tryggja pensionistum skattfrælsi framyvir mælti javn- aðarflokkurin til at persónsfrá- dråtturin í framtíðini skuldi pris- talsviðgerast. BROYTINGARNAR, Ídnaðarráðgevin: sum vórðu gjørdar í skattalógini í 1978, bóru millum annað í sær, at pension- istar sluppu undan skatti. Tó varð nóg stóra undirtøku. Samgongu- flokkarnir tóku ikki undir. Teir bóru seg undan við at siga at hesin spurningurin skuldi takast upp í sambandi við eina serliga lóg um skattastigan og persónsfrá- dráttin. Hetta lógaruppskoti skal koma í ólavsgkutingsetuni. JAVNAÐARFLOKKURIN vónar at so verður og skal flokkurin geva tilsegn um, at hann tekur undir við samgonguni, treytað av, at upp- skotið sum kemur í ólavsgkuting- setuni, feldi. verður uppskot, ið javnaðarflokkurin nú legði fram og sum samgongan í tráð við tað Taki undir við ætlanini hjá klaksvíkingum at byrja idnaðarráðgeving Ætlanin er at fara undir vinnu- og ídnaðarráðgev- ing í Klaksvík. Herfyri vóru Jógvan við Keldu, borgarstjói í Klaksvík og Jógvan Clementsen á vitjan í vinarbýi Klaks- víkar, Grenaa, har teir m.a. kannaðu vinnu- og íd- naðarráðgevingina har í kommununi. Sambært Dimmalætt- ing týsdagin, so hevur Jógvan við Keldu úttalað seg til blaðið Kalundborg Folkeblad og har víst á, at ein ídnaðarráðgevi var í Feroyum, men at hesin ikki hevði stundir til at vitja kring oyggjarnar. Tí "ynskti ein í Klaksvík at seta á stovn vinnuráðgev- ing í neyvum samstarvi við kommunala virkið. Vit hava vent okkum til ídnaðarráðgevan, Tormóð Dahl og biðið hann um eina viðmerking til ætlan- ina hjá klaksvíkingum at byrja egna vinnuráðgev- ing. Fegnast Tormóður Dahl sigur seg fegnast um hetta tiltak, tí tervur er á slíkari ráðgev- ing. Ídnaðarstovan hevur bert avmarkaðar megu- leikar at fara út kring oyggjarnar at ráðgeva, tí myndugleikarnir hava ynskt at avmarka virk- semið hjá stovuni. Hann sigur víðari, at Id- naðarstovan longu fyri 10 árum síðani skjeyt upp at seta á stovn deildir kring landið, men at hetta onga undirteku fekk. — Ætlanin var at seta slíkar deildir á stovn i Norðoyggjum, í Suður- oynni og eina fyri Eystur- oynna. Hetta heðvi tá verið í trá við, hvussu ídnaðarstovurnar t.d. eru bygdar upp í Norður- noregi. Víðari sigur Tormóður Dahl, at uppskotið miðjaði ímóti, at ein slík stova í byrjanini kundi kombinerast, soleiðis at tað varð bíligar. Tvs. at kommunuverkfreðingurin fekk ein assistent hjá sær í júst hesum málum. Slík ráðgeving skuldi rindast við helvt av kommununum og helvt av landinum. Síðani skuldu lokalar umboðsnevndir við limum úr Idnadarfel- “ einum r. 48 — 28. apríl 1983 Verið á varðhaldi so segan frá 30-unum ikki endurtekur seg Dimmalætting gloymir Dagblaðið í hugleiðingum sínum um feroysku pressuna Harra blaðstjóri. Dimmalætting hevði í leiðara herfyri nakrar hugleiðingar um ta føroysku pressuna. Hesir snúðu seg um, at ein svii hevði úttalað seg, at hann var forfardur yvir tað skrivingarlag, bleðini her nýttu. Í hesum sambandi nevndi Dimmalætting Sosialin og 14. September. Her man Dimmalætting mistaka seg, ti sum eg skilti av greinini, segåi hesin sviin hetta fyri lang- ari tíð síðan, »langt fyri Hitlersa tíð“. Tá vóru hverki Sosialurin ella 14. September til, bert Tinga- krossur og — dimmalætt- ing. Tá Dimmalætting nú fór at nevna onnur bleð enn seg sjálva, átti hon at tikið botnin í feroyskari pressu við, nevniliga Dag- blaðið. Tað man neyvan ver Dagblað, sum kemur út, uttan minst ein illa undirbygd, av hatri móti annarleiðis hugsandi merkt skemdargrein stendur í. Fríggjadagin 20. apríl í ár stóð á fyrstu síðu grein undir yvirskrivtini: »Hviti« og »gråi« lið um lið á Havnarvåg«. Neyvan mundi nekur grein i Tingakrossi ella Dimma- lætting, sum oman fyri nevndi svii sipaði til, vera so andstyggilig og merkt av so ringari muru sum henda! Í sama blaði undir skemti — ella rættari skemdarteiginum stend- ur: »Heidning av Heiði hevur fingið 23 spurn- ingar svaraðar av KGB og sent teir til Sosialin«. Her verður uttan iva sipað til ein ungan mann, Hegni av Heiði, sum lesur í Russ- landi. Hann hevur í Sosi- alinum skrivað um viður- skifti teirra kristnu í Ruslandi. Hansara frá- greiðingar samsvara als ikki við ta mynd, Óli Breckmann ( og vit onnur við) hava av hesum. Hver mynd, ið er tann beina, veit eg ikki, eg vil meta, at hon liggur onkunstaðni millum hesar báðar. Óli Breckmann hevur ti- betur enn rætt til at vera ósamdur við Hegna av Heiði, men hann hevur ikki rætt til at kalla Hegna av Heiði ella nakran annan fyri heidning! „Demið iki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd«. Matteus, 7—1. Í sjónvarpinum hava vit sæd, »Heimurin í loga“ og „Tey óynsktu í tríati árun- um«. Báðar hesar send- ingar greiða frá, hvussu nasistarnir forfylgdu annarleiðis hugsandi, skrivaðu — og segdu lýgu- segur um tey. Á tann hátt stýrdu teir hugsanini hjá fólki, so tey mettu, at ein dyður jedi, sosialistur ella hver tað nú var, sum hugsaði annarleiðis, var tann besti av slagnum. Í fimti árunum sóu vit í Amerika eina líknandi mannagongd. Har vórðu — og verða sosialistar jagstraðir, um ikki lika so systematiskt, so jagstrað- ir, og nógvir av teimum máttu rýma av landinum. Tann navnframi Charlie Chaplin var ein av teimum. Um hann var sosialistur, veit eg iki, men tað var ikki avger- andi, tað var nóg mikið, um hann var sagdur at vera slíkur. Hóast filmar hansara bóru heitið skemtingarfilmar, so hevdu teir meina djúpari meining“, sum var vend móti korum teirra vesælu, sum tað altíð eru nógv av, har mammon ræður. Hetta varð av teimum ráðandi í Amerika mett at vera sosialisma. Í dag síggja vit bæði í Týsklandi, Bretlandi, Amerika og aðra staðni við bólkar av nýnasistum stinga seg upp. Eg vil ikki døma Ola Breckmann ella Dag- blaðið, men vit eiga at vera á varðhaldi, so segan frá tríati árunum ikki endurtekur seg. ohe. ÉT agnum veråa eitt råd fyri hesa stovuna. — Taka vit Norðurnoreg so er eingin kommuna við undir 3000 íbúgvum, sum ikki hevur eina slíka til: taksstovu sigur ídnaðar- ráðgevin víðari. — Eg meini, at hug- skotið er gott, men tað er ikki víst tað er rætt at vit skulu fara til Noregs ella Danmarkar at finna fram til, hvussu vit skulu byggja hetta upp, men vit skulu gera tað eftir, hvussu viðurskiftini eru í Feroyum. Nú er talan um ein vinarbý hjá Klaksvík, so tað er kanska ikki so legið, at teir venda sær tann vegin eisini. Skerd — Hvar stendur Ídnaðar- stovan annars í dag? — Eg haldi tað er spell og óhugnaligt, at Idnadar- stovan skal verða skerd meira ár undan ári, sjálvt tá vit kunnu síggja, at júst ídnaðurin er tann vinnugreinin, sum hevur havt tann stersta vekst- urin ell hesi árini. — Hver er orsøkin til at stovan verður skerd? — Tað er meguligt, tí ídnaðarráðgevin eitur Tor- móður Dahl. Hann er kanska ikki vanur at siga slíkt, sum kitlar so hugaliga í oyrunum á politikarunum. — Men eg merki, at fólk eru við at vakna. Tey koma at krevja hesi viður- skiftini broytt. Tað verða nógvar brennisteðir og nógv SEV-mál aftrat, sum koma at skapa naggateðn í hesum samfelagnum, um ikki politikararnir læra seg at lurta eftir hvat fólk- ið vil ella duga at síggja eitt mál frá fleiri síðum. — At slík ráðgeving nú meguliga skal byrja í Klaksvík, metir tú tað vera eina ónegd við tað arbeiði, sum Ídnaðarstov- an hevur gjert? — Eg havi onga orsek at halda tað. Tað vilja altíð vera fólk og virki, sum eru ónegd við ráðgevan. Tað má ein liva við. Ein kann ikki gera meira enn eftir síni egnu sannfering. — Júst nú eru vit við at byrja eitt tað stersta íd- naðarprojekt í longri tíð, nevniliga í Norðoyggjum. Talan er um at framleiða agnskerimaskinuna hjá Trónda Serensen, sum stórur eftirspurningur er eftir og framleiðslu av mekaniseraðu klipslínuni hjá Trónda Serensen. Eg meti, at hetta hevur megu- leika fyri at vera eitt tað mest týðandi ídnaðar- projekt í Norðoyggjum í nógv ár, endar Tormóður Dahl. meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini.