hósdagur 28. apríl 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Skurðurin á 3. mynd samsvarar við borikjarnan;
hann fevnir um 556 m av miðfláunum, kolalindina
vit halda (3 m), og ovasta partin av niðastu basa!t-
fláunum. Gosmyrju varð ikki rakt við í borikjarn-
anum, heldur ikki óreglulig innskot, so goskluft
hevur helst eingin verið nærindis boristaðnum.
Borað varð stívar 100 m (101 m) niður í niðastu
basaltfláirnar; tær vórufyri tað mesta blágrýtis-
fláir við royðugrýtislindum ímillum, líkar teimum
ovastu 200 m av niðastu basaltfláunum í suðuroy
og í Vágum. Millum tær og miðfláirnar var á 556
m dýpi komið niður á eina um leið 3 m tjúkka lind
(555,7—558,5 m), sum vit halda vera kolalindina.
Kol var einki í henni, men grábrúnur basaltsand-
steinur ovari og árundað eyrgrýti niðari. Somu
viðurskifti hava vit verið varir við ymsastaðni í
Suðuroy, t.d. norður móti Økslini í Prestfjalli, har
heldur einki kol er í kolalindini, men sand- og eyr-
grýti. Líkt kundi tí verið til, at vit á boristaðnum í
Vestmanna, eins og vit halda undir somu viður-
skiftum í Suðuroy, eru staddir úti við útjaðararnar
á einari kolalind, við eina gamla vatnstrond, og at
kol væl kann vera í lindini longri inn frá boristaðn-
um. Undir lindini (555,7—558,5 m) í Vestmanna og
er sigulmagnspólvísingin rættvend, oman áhenni
er hon evut eins og hon er í Suðuroy (Saxov á
Abrahamsen 1966). Niðasti parturin av miðflá-
unum, sum borað varð i gjøgnum, var allarmest
olivinbasalt, ovastu 107 m feldspattbasalt.
Við tað at hitin í boriholinum verður åvirkadur
av boringini og av skolivatni, sum verður pumpað
niður, vórðu hitamåtingar gjørdar um vikuskifti,
tå ikki varð borað. Jarðhitaveksturin í boriholin-
um var um leið 40*C/km. Mesta vatntilrenningin
var á 300 m dýpi, um leið 12 min. og á 600 m
dýpi 5 Vmin. Vatnið sum rann upp úr boriholinum,
var um leið 17*C.
—
Skurðumn sama
settur av Regn
} 4 = % age
| i —
i i 4 — Compied by
ea < i 4 Regn Wangste:n
0 —
560
Skurður gjøgnum boringina i Lopra Tverstrikur mark í
millum fláirnar. Hvítu teigarnir basalt /plusstekin, grovkornut, dolerut
$ = legugrýti (royðugrót, leir, sand- ella eyrgrýt
Boringin í Lopra
Niðastu basaltfláirnar, sum í Vestmanna eru langt
undir sjóvarmálanum, eru í Suðuroy oman fyri
sjógvin (1. mynd). Frá kolalindini norðuri á oynni
og so langt suður (niður), sum til ber at eygleiða
tær, eru tær um leið 900 m tjúkkar tilsamans. Tær
eru allar atkomandi (skurðirnir I, II, III á jarð-
freðiliga Feroyakortinum), so henda partin av
fláareðini slapst undan at bora ígjegnum.
Slættað varð tí fyri boriplássi (50X50 m) og
borimaskinan (Dofri) sett upp á lendinum beint
vestan fyri vegin í Ónavík, sum er so niðarlaga í
niðastu basaltfláunum,sum atkomandi er (4.
mynd). Fláirnar við sjóvarmálan vestantil á oynni,
millum Beinisverð og Lopranseið, eru á boristaðn-
um um leið 50 m undir sjónum.
Sum frammanundan nevnt var hevuðsenda-
málið við boringini í Vestmanna m.a. at vita um
fláirnar vestantil í oyggjunum, niðastu basali-
fljáirnar og kolalindin, hildu frma inn undir
oyggjarnar eystureftir. Hovuðsendamálið við bor
ingini i Lopra afturímóti var i. at bora í gjøgnum
stivar 2000 m av flåunum undir nidastu basaltflå
unum i Suduroy, sum vit einki vistu um, og fåa so
góðan jardfrødiligan og jarðalisfreðiligan kunn-
leika um tær, sum gjørligt, 2. at fáa vita jarðhita-
vøksurin aðrastaðni.í landinum og djúpari í fláa-
rødini enn í Vestmanna, 3. at bora niður í gjøgnum
allan basaltháslættan, um tað bar til, og vita um
undirsteðið undir honum er meginlandsskorpa
eins og á Rockall grunninum sunnari.
Ein skurður gjøgnum flåarødina, sum borað
varð igjøgnum, sæst á 5. mynd. Tverstrikurnar
sipa til markið millum fláirnar, hvítu teigarnir til
basalt (plussteknini merkja, at tað er grovkornut,
doleritt) og tjúkku svertu strikurnar, merktar s,
til legugrýti (royðugrót, leir, sandur).
Borað varð niður á 2178 m. Tvermátið á borihol-
inum var 15" niður á 43 m, 12 1/4" niður á 192 m
og 8 1/2"' niður á 2178 m. Royndarlutir av uppskol-
aðum, knústum gróttilfari vórðu tiknir fyri
hverjar 2 m niðureftir. Heilir kjarnar vórðu tiknir
við sterri gloppi ímillum; teir eru avmerktir á 5.
mynd: 1. kjarni á 340 m dýpi (1,63 m), 2. kjarni á
860 m dýpi (2,65 m), 3. kjarni á 1220 m dýpi (1,80
m), 4. kjarni á 1570 m dýpi (0 m), 5. kjarni á 1925
m dýpi (0,72 m) og 6. kjarni á 2178 m dýpi (0,72 m).
Basaltfláirnar í fláareðini, sum borað varð
igjøgnum, vóru um leið 120 í tali; tær vóru í miðal
15—20 m tjúkkar; onkrar fláir vóru meira enn 40
m til tjúktar, tær tynstu vóru heilt tunnar. Við-
víkjandi útsjónd og samanseting eru tær líkar nið-
astu basaltfláunum oman fyri sjóvarmálan og eiga
helst at vera taldar upp í tær, sum framhald teirra
niðureftir. Niðastu basaltfláirnar verða tá longdar
niðureftir við meira enn 2000 m til um leið 3 km,
og feroyska fláareðin, eil sum hon er, verður tí
meira enn 5 km, eitt tal sum samsvarar væl við
tjúktina á basaltfláareðini í Eysturgrenlandi.
Sigulmagnspólvísingin tykist vera øvut gjøgnum
alla flåarødina, sum borað varð igjøgnum. Grót-
slagið er fyri tað mesta fínkornut, stundum
ítinnut. Á 600 m dýpi og á 800 m dýpi er grót-
slagið meira grovkornut basalt (doleritt)
Legugrýtislindirnar (royðugrót, leir, sandur)
millum basaltfláirnar eru, hendir seg, um leið 5 m,
men vanliga eru tær nógv tynri. Tað tykist sum
tær eru færri og tynri niðari, enn tær eru ovari í
flåarødini; taðkundi bent á, at gosvirksemi niðari, í
fyrstani, hevur verið virknari við títtari eldgosum
enn ovari, seinni
Mátingar av jarðhitavekstrinum í Lopra vístu,
at hann var um leið hin sami sum í Vestmanna,
kanska heldur lægri. Hesar mátingar verðr. upp-
afturtiknar seinni fyri at fáa neyvari úrslit
Fyribils úrslit
Samanumtikið kann verða sagt um boringarnar: Í
Vestmanna varð komið niður á A-lindina (markið
millum niðastu basaltflåirnar og kolalindina) á ti
dýpi, sum roknað var við. Borikjarnin sum heild
samsvarar væl við fláareðina oman fyri sjóvar-
málan vestantil í Vágum og vísir, at fláirnar
vestantil í Vágum ganga inn undir Streymoynna,
har kolalindin, sum fer í sjógv í Bíggjarurð og á
Víkum, er 556 m undir sjóvarmálanum á sjálvum
boristðanum.
Í Lopra eru allar fláirnar, sum borað varð
ígjegnum, 2178 m, myndaðar á turrum lendi oman
fyri sjóvarmálan, og landið er tí sokkið meira enn
2000 m, síðan tær vórðu til. Tað er ikki óhugsandi,
at hesar fláir nú ganga langar leiðir eystur eftir
havbotninum, og har tekja lækkar við botnsettum
grótslegum (legugrýtislækkar) sum teir sunnan
fyri Hetlandsrennuna.
Maátingar av jarðhitavekstrinum vísa, at hann
er heldur ovari, umleið 40*C/km, enn miðaljarð-
A — 4G
o
4
hitaveksturin í Europu, sum er 30*C/km.
Boritilfarið, bæði gróttilfar frá sjálvari boringini
og jarðalisfreðiligar måtingar, verður nú gjølla
kannað, og tá tað er liðugt viðgjert, um 1—2 år,
givið út í bók (Fróðskaparrit — Supplementum).
———————itls————WwJ——wWi'-Wi#'—
| |
Bókmentir |
| Baott M. H. P, Sunderland, J. Smith, P. J |
| Casten, U., and Saxov, S. 1974: Evidence for |
| continental crust beneath the Faeroe Islands |
| Nature 248, p. 202—204 |
| Í
| Bott, M. H. P. 1975: Structure and Evolution of |
| the North Scottish Shelf, the Faerce Block and
the Intervening Region. In: Woodland, A. W.: |
| Petroleum and the continental Shelf of NW
| Europe
í
Nielsen, P. Hedebol, Waagstein, R., Rasmussen
J., and Larsen, B. 1979: Marine seismic Ínvesti
gation of the Shelf around the Faroe Islands
Fróðskaparrit 27. bók. p. 102—112.
Noe-Nygaard, A. 1966: The invisible Part of the
Medd. Dansk Geol. Foren. Bd. 16, p
i
Í
| Faroes
| 191—195
|
Rasmussen, J. og Noe-Nygaard, A. 1969: Beskri- |
velse til geologisk Kort over Færøerne. Danmarks
Geologiske Undersøgelse, 1 Rk. Nr. 24, 370 p. |
|
Roberts, D. G. 1975: Tectonic and Stratigraphic
evolution of the Rockall Plateau and Trough. In:
Woodland, A. W.: Petroleum and the continental
Shelf of NW. Europe.
Saxov, S. og Abrahamsen, N. 1964: A note on
some gravity and density measurings in the
Faroe Islands. Boll. di geofis. Teor. ed Appl. Vol.
4, p. 249—260.
Saxov, S. og Abrahamsen, N. 1966: Some geophy-
sical investigations in the Faroe Islands.
Zeitschrift fur Geophysik 32, pp. 455—471.
Saxov, S. 1969: Gravimetry in the Faroe Islands.
Geodætisk Institut, Medd. Nr. 43.
Schrøder, N. F. 1971: Magnetic anomalies around
the Faeroe Islands. Fróðskaparrit 19. bók,
20—29.
Waagstein, R. 1977: The Geology of the Faeroe
Plateau. (Licentiatritgerð, Københavns Universi-
tet 195 p.).