Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 24 Nr. 175 - 13. september 2002 25 Bussleiðin: Endalig avtala nærkast Ein endalig avtala um bussleiðina í Tórs- havnar kommunu nærkast almikið. Sambært Jan Christi- ansen verður leyst og liðugt longu í vikuni BUSSLEIÐIN Heri á Rógvi Málið um Bussleiðina hev- ur fingið rættiliga drúgva umrøðu seinastu vikurnar. Ábendingar eru um, at enn eru ikki allar súðir syftar. Mótmælini hava eisini ver- ið nógv frá serstakliga bussførarunum. Hesir kenna seg illa viðfarnar í sambandi við avgerðina hjá býráðnum. Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi eisini á seinasta býráðsfundi at lurta var eftir bussførarunum, og bíðað varð við avgerðini um bussleiðini. Jan Christiansen, borgar- stjóri, og meirilutin í bý- ráðnum helt, at mótmælini komu ov seint, tí avgerðin um útbjóðingina er tikin, og nú skudli støða takast til eitt tilboð. Tað eru Mouritsens buss- ar, ið eiga lægsta tilboðið. Samráðingarnar millum Mourtisens bussar og bý- ráðið ganga so mikið væl, at Jan Christiansen sigur seg rokna, at komið verður undir land longu í hesi vikuni, t.e. í dag, fríggja- dagin. Í treytunum fyri at koyra bussleiðina í Tórshavnar kommunu stendur m.a., t talan skal vera um nýggjar bussar, sum ikki eru eldri enn tvey ár, tá teir koma inn í skipanina, og ongantíð gerast eldri enn 12 ár. Verandi bussar, ið verða nýttir til bussleiðina í løt- uni, verða eisini nýttir í framtíðini. Talan er í alt sjey bussar til leiðirnar í Havn, og tveir bussar til leiðirnar uttanfyri Havnina, t.e. 4/4x. Sambært tekniskudeild á býráðnum eru 8 bussar í Havn sum nú er, harav 6 eru nýggir bussar. Tann, ið fær bussleiðina at røkja skal keypa allar bussarnar, ið longu verða nýttir til bussleiðina í Tórshavnar kommunu. Í framtíðini verður bert talan um teir eyðkendu reyðu bussarnar, ið fara at koyra í kommununi. Áður hava Bygdaleiðir røkt ein part av uppgávuni fyri bý- ráðið. Onga viðmerking Mourtits O. Mouritsen, sum er stjóri og ein av eig- arunum av Mouritsens bussum, sigur seg ikki hava nakra viðmerking til málið um bussleiðina. – Tú kanst venda tær til býráðið, men vit gera onga viðmerking, sigur Mourits O. Mouritsen. Hann sigur tó, at einki er avgjørt enn, og teir skulu til forhandlingar við býráðið í næstum. Mouritsens bussar átti lægsta boðið, tá bussleiðin í høvuðsstaðnum varð boðin út. Saman við Gundurs bussum var tilboðið al- tjóðandi 10,7 milliónir utt- an Mvg fyri allar leiðirnar. Nú skulu forhandlingar- nar vísa, um býráðið og entrepenørarnir kunnu standa við sítt. Heldur ikki Gunnleif Danielsen, eigari av Gunn- leifs bussum, hevur nakra viðmerking til støðuna sum hon er nú. Sambært borgarstjóranum er býráðið nær við at kunna undirskriva ein avtalu við Mourtitsensbussar og Gundurs bussar um teir reyðu bussarnar í Havn. SIÐSEMISNEVND Jústinus Leivsson Eidesgaard Løgmaður er ikki heilt foreintur við andaliga til- knýti í siðsemisnevndini hóast hann er nøgdur við fakligu breiddina í nevndini. - Bill Justinussen er nýggju landsstýrismaður.. Hevði hann lagt hetta málið fyri á tí óformella lands- stýrisfundinum, sum vit halda hvønn týsdag, so hevði nevndin helst sæð ørvísi út. Á einum slíkum fundi høvdu landsstýris- menninir og løgmaður sjálvur komið við ráðum til Bill Justinussen. Eitt fast punkt á hesum landsstýris- fundum er, at landsstýris- menninir kunna landsstýrið um hvønn teir velja í nevndir og ráð, sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður. Nýggja siðsemisnevndin, er hon endalig? – Tað veit eg ikki. Hend- an nýggja nevndin er ikki ørvísi enn kringvarps- nevndin á sinni, sum fekk tað eftirspæl, at reglurnar fyri vali vórðu broyttar í tinginum. Landsstýrismað- urin kann sjálvandi eisini taka í egnan barm og siga, at hetta økið vil eg ikki hava. Ella um landsstýrið er ivasamt við hetta mál, so hevur hann møguleika til at hyggja upp á tað einaferð afturat, sigur løgmaður. – Eitt annað er tað, at fólk sum verða vald í eina slíka nevnd ikki bríggja seg um at verða hongd út á ein slíkan máta, sum hent er í hesum máli, sigur løgmað- ur. Er tú persónliga nøgdur við at nevndin sær út sum hon sær út nú? – Um tú hyggur eftir tí út frá einum fakligum sjónar- miði, so er breidd í nevnd- ini. Har er juristur, lektari, sjúkrasystur og fyristøðu- maður og síðan eru tríggir læknar. Hinvegin so kann setast spurningur út frá einum etiskum sjónarmiði um tey átrúnaðarligu viður- skiftini. Og vit kunnu sjálv- andi diskutera um breidd er í nevndini út frá einum átrúnaðarligum sjónar- horni. Ein eigur at vera øgiliga varin, tá ein slík nevndi verður vald og tað at fólk viðurkenna sín átrúnað í eini slíkari nevnd, tað nýt- ist ikki at vera ein vansi. Kanska er í so stór umboð- an á tí átrúnaðarliga økin- um. Tað kann gerast ein trupulleiki, men nýtist ikki at vera ein trupulleiki, sigur løgmaður. Løgmaður leggur afturat at Bill Justiussen, lands- stýrismaður einki skeivt hevur gjørt í at velja sið- semisnevndina. Tað er undir verandi skipan bara landsststýrismaðurin, sum kann velja eina slíka nevnd. Løgmaður: Veit ikki um siðsemisnevndin er endalig 25