Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 27 Jóhannus Egholm Hansen Í samband við, at Føroya Tele fyri fáum døgum síð- ani boðaði frá, at felagið er í fer við at gera avtalu við eitt nú MT Højgaard um bygging av nýggjum høv- uðssæti, og at byggingin skal fremjast undir einum nýggjum avtalugrundar- lagi, sum verður nevnt »partalag« (á enskum »partnering«) hevur Sosial- urin biði Jóhannus Egholm Hansen, advokat hjá Faroe Law/DANIA Advokatar, sum ráðgevur um byggi- sáttmálar og sum hevur ver- ið við til at gera fleiri »par- talags-avtalur« í Danmark, um at greiða eitt sindur nærri frá hesum í Føroyum nýggja fyribrygdi. Tørvur á nýggjum avtalu- grundarlag innan byggi- virksemi Úti í heimi, eitt nú í Dan- mark, hava byggifyritøkur í fleiri ár arbeitt við at royna nýggjar avtaluhættir innan byggivirksemi. Høvuðsorsøkin hevur millum annað verið eitt ynski um at sleppa undan stóra talinum av trætumál- um, sum hava stungið seg upp millum byggiharran og byggifyritøkuna í samband við byggimál, har avtalu- grundarlagið millum byggiharran og byggifyri- tøkuna hevur verið antin sonevnd »fakentreprisa«, »høvuðsentreprisa« ella »totalentreprisa«. Ein onnur høvuðsorsøk er, at tað hevur víst seg ikki at vera nóg lønandi, hvørki fyri byggiharran ella byggi- fyritøkuna, at brúka framman fyri nevndu av- taluhættir. At tað ikki hevur verið nóg lønandi hevur millum annað staðist av, at byggi- harrin og byggifyritøkan alt ov ofta høvdu hug til at uppfata hin sum mótpart, og at tað tí hevur rátt um, at halda hvønn annan fast uppá gjørdu avtalurnar heilt út í æsir. Bleiv bert ein lítil broyting gjørd á eini tekn- ing, setti byggifyritøkan fram krav um eykagjald, tí at arbeiði teirra nú var broytt. Ein onnur orsøk til at bygging eftir áðurnevndu avtaluhættum ikki hevur verið lønandi fyri serliga byggiharran, hevur verið tíðarmissurin. Vanliga hev- ur arbeiðið verið lagt til rættis soleiðis, at byggi- harrin fyrst gerð avtalu við teknisku ráðgevarnar (ark- itekt- og/ella verkfrøðinga- fyritøku) um gerð av tekn- ingum, arbeiðslýsingum, trygdarskipan, o.s.fr. (van- liga nevnt »projektering« av arbeiðinum) Ikki fyrrenn hetta arbeiði er gjørt, verð- ur byggiuppgávan bjóða út millum byggifyritøkurnar, sum so lata inn boð uppá gerð av arbeiðinum. Eftir av hava mett um innkomnu boðini, velur byggiharrin eina fyritøku til at fremja sjálva byggiuppgávuna. Samráðst verður um byggi- sáttmálan, og so kann byggivirksemi setast í gongd. »Totalentreprisa« skilir seg tó eitt sindur frá hesum við tað, at tað er byggifyri- tøkan, sum sjálv hevur árbyrgdina av »projekter- ingini«. Men eisini í slíkum avtalum er talan um, at byggiharrin fyrst skal gera útbjóðingartilfarið, sum í høvuðsheitum lýsir krøvini til tað, sum skal byggjast, og síðani velja eina byggi- fyritøku. Byggifyritøkan skal so aftur nýta tí uppá at fremja sjálva »projekter- ingina« (høvuðs- og detail- projektering). Byggiarbeiði ikki í gongd fyrrenn »projekteringin« er liðug. Nýggjur avtaluháttur Ein av nýggju avtaluháttun- um, sum hevur verið roynd- ur uttanlands er sonevnda »partneringavtalan« (á før- oyskum »partalag«). Í Dan- mark hava tað serliga verið stóru byggifyritøkurnar MT Højgaard A/S og NCC Danmark A/S, sum vegna byggifyritøkurnar hava gingið á odda og mælt til at brúka »partalag« sum nýtt avtalugrundarlag innan byggivirksemi. Á byggi- harrasíðuni hava fleiri størri fyritøkur, eitt nú Novo Nordisk, Ferring, SAS, Tulip og Danish Crown, umframt nógvir al- mennir stovnum valt »par- talag« sum avtalugrundar- lag. Eisini byggingin av nýggja høvuðssætinum hjá Danmarks Radio, ið er ein verkætlan upp á 124.000 m2, sum kostar meira enn 1 milliard krónur, verður framd við »partalagi« sum avtalugrundarlag. Higartil hava royndirnar við partalag í Danmark verið góðar so at skilja, at byggingin hevur gingið skjótari, men ásannast má, at enn er ikki komið so langt, at øll tey mál, sum menn hava sett sær fyri við at nýta »partalag«, eru rokkin. Einstakar rættar- trætur eru í løtuni á veg í Gerðarrættin fyri Byggi- og Anleggsvirksemi í Dan- mark, tí tað hevur víst seg, at byggiharrin og byggi- fyritøkan ikki fingu parta- lagsavtaluna at rigga, sum ætlað. Hóast royndirnar higartil hava verið góðar er tó at siga, at tað hevur víst seg, at partalagsavtalur sjálvdan náa niður til undir-arbeiðs- takararnir í eini byggiverk- ætlan. Sostatt er rættuliga vanligt, at meðan byggi- harrin, byggifyritøkan og teknisku ráðgevararnir ar- beiða í partalagi, vera tær avtalur, sum byggifyritøkan ger við undir-arbeiðstakar- ar gjørdar sum vanligar fakentreprisuavtalur. Hetta er við til at minka eitt sind- ur um teir fyrimunir, sum annars skuldu verið við partalagi sum avtaluháttur. Upprunin til partalag Partalag, sum avtalugrun- darlag, tók seg av álvara upp í Onglandi fyri umleið 10 árum síðani. Royndirnar í Onglandi við vanligu av- taluháttunumm høvdu, eins og í Danmark, víst, at hesir vóru ikki lønandi eins og góðskan ikki var nóg góð. Byggiharrarnir valdu í høvuðsheitum tær byggi- fyritøkur, sum vóru bílig- ast, og ikki tær, sum lótu bestu góðskuna. Tað sigst, at fyrsti amerikanski astr- onauturin, John Glenn, einaferð skal hava sagt hesi hugvekjandi orðini, sum í stóran mun eisini hava sína sannroynd innan byggivirk- semi: »As i hurtled through space there was only one thought in my mind – that every part of the capsule was supplied by the lowest bidder.« (umsett: »Bert ein tanki mól í høvdinum á mær, meðan eg hurlaði avstað gjøgnum rúmdina – at hvørt einasta petti av rúmdarfarinum var lati av tí, sum hevði lægsta boðið.«) Í dag verður partalag javnan nýtt sum avtalu- grundarlag í stórum byggi- uppgávum í Onglandi. Eisini innan aðrar vinnu- greinar hevur hugtakið aftanfyri »partalag« vunnið frama. Eitt nú gjørdu olju- feløgini, sum vóru við tá ið fyrireikingin av føroyska oljuleitingarvirkseminum fór fram, javnan vart við og løgdu dent á týdningin av, at føroysku oljumyndug- leikarnir, vinnulívið og før- oyska samfelagið annars ikki mettu oljufeløgini sum mótpartar, ið bert komu við tí eina endamálinum at vinna sær sjálvum pening, men harafturímóti sum við- spælarar, sum í samstarvi við føroyingar kundu menna oljuvinnuna og sam- felagið, soleiðis at samlaða úrtøkan, sum býtast kundi, kundi geva báðum pørtum meira, enn um partarnir arbeiddu og mettu hvønn annan sum mótpartar. Hvat er partalag Tað sum sermerkir »parta- lag« er, at talan er um eina avtala millum byggiharran, byggifyritøkuna og tekn- isku ráðgevarafyritøkurnar, har partarnir, longu áðrenn byggiprojektið er gjørt, seta seg saman fyri at áseta tey mál, sum partarnir saman skulu røkka til tess at upp- fylla tey mál, sum byggi- harrin hevur til tann bygn- ingin, sum skal gerast. Talan er um, at partarnir, ístaðin fyri at uppfata hvønn annan sum mótpart- ar, skulu uppfata hvønn annan sum viðspælarar á einum liði, sum bert hevur eitt endamál, nevnliga í felag at náa málini fyri sjálvari byggiuppgávuni. Ofta verður hetta lýst við at siga, at teir persónar, sum vegna partarnar verða til- nevndir at taka lut í eini partalagsavtalu, í minni mun arbeiða fyri tær fyri- tøkur, sum persónarnir um- boða, men at persónarnir ístaðin í størri mun skulu arbeiða fyri sjálva verkætl- anina. Verkætlanin er so- statt at meta sum eitt sjálv- støðugt felags mál – ofta nevnd »byggiverkætlan p/f« – sum partarnar saman skulu arbeiða fyri. Fyri at tryggja, at part- arnir framhaldandi arbeiða fyri »byggiverkætlan p/f«, t.v.s. við at fremja tey mál, sum eru sett, er tað sera umráðandi, at partarnir ar- beiða við sonevndum »opnum bókum« um alt, sum hevur við byggikostn- aðin at gera. »Opnar bøk- ur« merkir, at byggiharrin, byggifyritøkan og teknisku ráðgevararnir skulu hava fult innlit hvør hjá øðrum viðvíkjandi prísum, út- reiðslum og vinningi. Sam- stundis skal verða møguligt hjá pørtunum so hvørt at fylgja við í, hvørjar kostn- aðarligar/fíggjarligar av- leiðingar broytingar av »verkætlanini« fáa, um broytingarnar verða framd- ar. Júst tí, partarnir hava útlit fyri at kunna býta eina »bonus-pulju«, vilja teir hvør í sínum lag syrgja fyri at hinir halda sínar skyldur fyri at royna fáa tað besta burturúr verkætlanini. Í partalagnum fær byggi- fyritøkan sostatt – mótsatt t.d. fak- og høvuðsentre- prisu – høvi til heilt frá byrjan at verða við til at ávirka t.d. valið av konstr- uktiónshættum, valið av til- farið, tíðarætlanina, hvussu byggileiðslan skal skipast, o.s.fr., meðan slíkir spurn- ingar eftir vanliga nýttum byggiavtalum ofta ikki stinga seg upp fyrrenn byggiarbeiðið er bjóða út, ella er farið í gongd. Hin- vegin fáa teknisku ráðgev- ararnir og byggiharrin eis- ini høvi til at avklára við byggifyritøkuna, um t.d. tað sum er felt niður á pappír nú eisini letur seg gera, og um tað finnast betri og kanska bíligari mátar at gera tingini uppá, soleiðis at man í størri mun fær møguleika fyri at sleppa undan, at byggifyri- tøkan seinni setur fram eyka peningakrøv vegna broytingar av »verkætlan- ini«. Ein av stóru vinn-ing- unum við partalagi hevur víst seg júst at vera, at verk- ætlanin frá byrjan gerðst meira »handverkara-vinar- ligt«, t.v.s. lættari at fremja í verki, og at partarnir á tann hátt sleppa undan stóra talinum av ivamálum, sum vanliga stinga seg upp, meðan arbeiðið fer fram. Sostatt fæst í lag eitt samstarv millum byggi- harran, teknisku ráðgevar- arnar og byggifyritøkuna longu meðan »verkætlan- in« verður gjørd, har hesir partar í felag finna tær bestu loysnirnar uppá t.d. teir teknisku spurningarnar, sum stinga seg upp. Á hendan hátt vilja partarnir eisini heilt frá byrjan hava størri møguleikar fyri betur at meta um samlaðu fíggj- arligu karmarnar um byggi- arbeiðið. Sløg av partalagi Vanliga verður innan byggivirksemið skilt mill- um »verkætlanar-partalag« og »strategiskt partalag«. »Verkætlanar-partalag« snýr seg um, at nýggir part- ar (byggiharri, byggifyri- tøka, tekniskar ráðgevar) verða valdir fyri hvørja ein- staka verkætlan, meðan málið við »strategiskum partalagi« er at royna at uppbyggja eina eind av per- sónum frá t.d. eini byggi- fyritøku og einum teknisk- um ráðgeva, sum arbeiða saman sum »sjálvstøðug« eind yvir langa tíð og um fleiri byggiuppgávur. Eitt nú hava byggifyritøkan MT Højgaard A/S og ráðgev- ingarfyritøkan innan »proces-anlegg« (t.d. virki til framleiðslu av heilivág) Novo Nordisk Engineering Partalag (»Partnering«) sum avtalugrundarlag innan byggivirksemi A/S gjørt eina strategiska partalags-avtalu í einari eind, sum verður nevnd Monnet. Hvussu verður partalag framt í verki Partalag verður vanliga býtt sundur í 3 ella 4 stig. Fyrsta stigið Á fyrsta stigi velur byggi- harrin teir partar, sum hann ynskir at samstarva við. Valið verður framt út frá, hvørjar partar byggiharrin hevur so mikið álit á, at hann trýr uppá, at teir loyalt vilja arbeiða fyri at fremja partalagsavtaluna í verkið. Hjá byggifyritøkuni krevst sostatt ein grundleggjandi vilji til at geva verkætlanini og teimum persónum, sum byggiføritøkan tilnevnir til uppgávuna neyðugu ræs- urnar. Byggiharrin skal samstundis hjá sær sjálvum velja teir persónar, sum hann metir hava røttu fak- ligu og persónligu eginleik- arnar til at kunna fara inn í eitt slíkt samstarv við ein- um opnum sinnið. Tað er tí nyttuleyst og oyðileggjandi fyri fremjan av partalags- avtaluni í verkið at velja persónar, sum kanska fak- liga hava røttu eginleikarn- ar, men sum ikki eru førir fyri at samstarva við teir persónar, sum byggifyri- tøkan og teknisku ráðgevar- arnir tilnevna til arbeiði. Tá ið partarnir eru blivnir sannførdir um, at teir hava álit á hvørjum øðrum og eru førir fyri at samstarva, verður fyrsta stigið enda við, at partarnir gera eina partalagsavtalu. Partalagsavtalan fevnir sum útgangsstøði um alt byggiskeiðið. Tó er vanligt, at avtalan gevur møguleika fyri, at partarnir kunnu fara frá hvørjum øðrum eftir annað stigið, um tað vísir seg, at partarnir ikki kunnu røkka tey mál, sum vóru sett frá byrjanini. Fyri at eggja partarnar at royna at fremja tey settu felags mál, er ofta avtalað, at um partarnir kunnu avlevera byggingina til ásettu tíð og fyri ein prís, sum er lægri en tann fíggj- arkarmur, partarnir skulu semjast um, fáa partarnir útgoldið eitt eykagjald (bonus). Hinvegin verður vanliga eisini avtalað, at verður fíggjarkarmurin ikki hildin, er tað ikki bert byggiharran, tað gonngur út yvir. Bæði byggifyritøk- an og teknisku ráðgevararn- ir koma sostatt til at verða við til at bera ein part av tí meirprísi, sum endaligi kostnaðurin vísir. Annað stigið Á øðrum stigi byrja part- arnir við eini sonevndari »work-shop«, har øll, sum skulu verða við til at leiða byggiætlanina hittast undir óformligum umstøðum og læra hvønn annan at kenna og tosa seg til rættis um tey felags mál, sum partarnir seta sær fyri, og har for- treytirnar fyri bæði tí yvir- skipaða samstarvinum og samstarvinum um loysn av teimum kravdu uppgávun- um, verða lýstar (team- building). Á hesum stigið verður avtalað, hvussu verkætlan- ar-leiðslan skal setast sam- an, hvør skal hava sam- starvsleiðsluna um hendi á teimum ymisku stigunum, hvør hevur ábyrgdina fyri t.d. kostnaðarætlanunum, fyri tíðarætlanunum, fyri umhvørvis- og trygdar- spurningum, fyri góðsku- krøvum, o.s.fr. Avgerðandi fyri at ein partalagsavtala skal virka eftir ætlan er, at teir partar, sum taka lut í avtaluni, og serliga teir per- sónar, sum umboða hesar partar, eru sinnaðir at fara inn í eitt heilt opið og álitiskent samstarv við hin- ar partarnar, og at man ikki bert roynir at tryggja egn- um áhugamálum. Partalags-leiðslan verður skipa við einum Stýrisbólki og einum Verkætlanarbólki. Tað verður mett at verða ógvuliga týdningarmikið fyri partalagsavtalur, at til- nevndu limirnir í Stýris- bólkinum, eru persónar, sum hava sæti ovalaga í bygnaðinum hjá pørtunum, soleiðis at teir, um tað gerst neyðugt, kunnu loysa møguligar trætur á høgum støði í egnu fyritøku. Stýr- isbólkurin hittist regluliga, og skal tryggja, at partarnir áhaldandi stýra móti teim- um felags málum, sum sett- ir eru fyri verkætlanina. Verkætlanarbólkurin verður settur saman av teimum persónum, sum koma at hava dagligu leiðsluna av »verkætlan- ini«, tá ið hon fer í gongd, og skal syrgja fyri, at ar- beiðið gongur sum ætlað. Fyri at fremja samstarvið millum partarnar er vanligt at skipa eina felags byggi- skrivstovu fyri »verkætlan- arleiðsluna« á byggipláss- inum, soleiðis at umboð fyri byggiharran, byggifyri- tøkuna og teknisku ráðgev- ararnar hava felags hølir og hentleikar og felags skriv- stovufólk. Skrivliga frásøgnin frá work-shop’ini verður mett sum eitt slag av »charter«, sum seinni kann binda part- arnar, um mett verður, at teir ikki heilt liva upp til »øll tey vøkru orðini, sum blivu søgd, tá ið arbeiðið byrjaði«. Annað stigið endar við, at partarnir gera eitt upp- skot til verkætlan við eini rættiliga nágreiniligari fíggjarætlan og eini tíðar- ætlan. Fíggjarætlanin inni- heldur ein sonevndan »Target-prís«, sum er tann prísurin, sum partarnir í felag meta, at arbeiði kann gerast fyri, og sum teir, um so er, at arbeiðið verður sett í gongd, hava skyldu til at halda. Verður arbeiði gjørt bílagiri fáa allir partar lut í sparingini, meðan eisini allir partar mugu taka lut, um kostnaðurin fer uppum sonevdna »Target-prísin«. Tá ið uppskot til verkætl- an við nágreiniligu fíggjar- ætlanini og tíðarætlanini er tøkt, skal byggiharrin takað støðu til, um verkætlanin skal fremjast ella ikki inn- anfyri teir karmar, sum partarnir hava gjørt. Velur byggiharrin at steðga »verkætlanini« fara partarnir hvør til sítt, og vanliga er avtalað, at eingi krøv verða sett fram um gjald fyri tað felags arbeiði, sum gjørt er. Velur byggiharrin hin- vegin at halda fram við »verkætlanini«, er »parta- lagsavtalan« vorðin enda- lig. Triðja stigið Við byrjanini av triða stign- um verður gjørt klárt til at seta sjálvt byggiarbeiðið í gongd. Her verður høvuðs- verkætlanin og øll detail- projektering framd í støð- ugum samstarvið millum byggiharra, byggifyritøku og teknisku ráðgevararnar. Tá ið hetta er gjørt, verður byggiarbeiðið sett í gongd. Tað er ikki óvanligt, at partar av byggiarbeiðinum verða settir í gongd beinan- vegin eftir at byggiharrin hevur givið boð um, at »verkætlanin« skal halda fram, t.d. útgrevstur og gerð av undirstøði og bílegging av elementum og øðrum, sum skal innganga í byggingina. Tað, at byggi- arbeiðið sostatt fer fram, meðan projekteringin verð- ur gjørd, gerð, at teknisku ráðgevararnir ofta koma at fylgja sjálvum byggiarbeið- inum munandi nærri, enn vanligt er í dag. Harumframt er tað á hes- um stigið, at ein stórur part- ur av tíðarfyrimuninum verður vunnin, við tað at byggifyritøkan, sum kennir verkætlanina, longu er vald, og tí kann seta arbeiðið í gongd, meðan »projekter- ingin« fer fram. Fjórða stigið Fjórða stigið er liðugtgerð av byggiarbeiðinum og sjálv avleveringin til byggi- harran. Her verða møgulig brek skrásett, og freist verður ásett til at fáa hesi rættað. Júst tí partalagsavtalur hava við sær eitt munandi tættari samstarv millum partarnar enn tað, sum hig- artil hevur verið vanligt, av- talað partarnir ofta eisini, at teir á fjórða stigi skulu fremja eina eftirmeting av, hvussu samstarvið hevur rigga, og um partarnir náddu tey mál, sum blivu sett. Fyrimunir og vansar Tað tykist ikki verða ivi um, at partalag hevur víst seg at kunna økja um løn- semið og góðskuna av byggiarbeiðinum og sjálv- ari arbeiðsgongdini. Eisini á annan hátt hevur partalag víst sínar fyrimunir, eitt nú við at betra um samstarvið millum partarnar, til gagn fyri allar partar. Samanumtikið er tó ikki ivi um, at partalag kann betra um byggiviðurskiftini og um úrslitini. Tað er tí áhugavert at frætta, at Føroya Tele, sum tann fyrsti byggiharrin, hevur valt at lata partalag standa sína roynd í samband við byggivirksemi í Føroyum, sigur Jóhannus Egholm Hansen Framhald á síðu 39 C M Y K 27 26