Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 29 UTTAN ÚR HEIMI Tað heldur ein av teimum fremstu ser- frøðingunum í al- tjóða yvirgangi, sviin Magnus Ranstorp. YVIRGANGUR Árni Joensen: Magnus Ranstorp, sum starvast á lærda háskúlan- um St. Andrews í Skotlandi, og sum verður mettur millum fremstu ser- frøðingarnar innan altjóða yvirgang, ivast ikki í, at tiltøk hjá løgregluni í Ev- ropa hava forðað fyri fleiri yvirgangsatsóknum hetta seinasta árið. Men hann ivast heldur ikki í, at vit fara at síggja fleiri atsóknir, og at tær verða verri enn tann í New York. – Al-Qaeda fyrireikar minst eina sera umfatandi atsókn, sum helst verður í USA ella ímóti amerik- anskum sendistovum. Nógv bendir á, at hetta verður uppaftur verri enn tað, sum hendi í New York og Washington, og at yvir- gangsmenninir fara at nýta gass, biologisk evni ella kjarnorkuevni, sigur Magn- us Ranstorp. Samstundis fer al-Qaeda at skipa fyri morðum og burturflytingum við tí endamáli at fáa felagar latnar leysar úr fongslum ymsastaðni, og royndirnar vísa, at felagsskapurin fyri- reikar altíð tvær ella tríggj- ar møguligar atsóknir. Men sambært svenska serfrøðinginum er USA ikki tað einasta málið hjá al-Qaeda, og tað er væl hugsandi, at Evropa eisini fer at standa fyri skotum, sigur hann. – Tað ringasta, sum vit kunnu ímynda okkum, er, at ein rænt flogfar verður stoytt niður í eitt kjarnorku- verk í Fraklandi ella Bret- landi. Tað kann elva til eina vanlukku, sum vit ikki hava sæð fyrr. Okkum nýtist bert at hugsa um, at í Tjernobyl var lítið kjarnorkuevni samanborið við eitt nú tað bretska Sellafield, sigur Magnus Ranstorp. Flogferðslan ikki trygg Hann ásannar, at sjálvt um munagóð framstig eru hend til tess at tryggja flogferðsl- una, er flogferðslan fram- vegis ikki trygg. Eitt nú vís- ir hann á, at ferðafólk sleppa framvegis at hava sproyti- dunkar við sær umborð á flogfør, sjálvt um vit vita, at yvirgangsmenn fyrr hava nýtt flótandi spreingievni. Síðani tann 11. september í fjør hevur Magnus Ran- storp havt úr at gera við at ráðgeva trygdartænastum, stjórnum og hernaðarligum leiðslum um framferðina hjá yvirgangsmonnum. Tríggjar tær fyrstu vikurnar eftir atsókinirnar í USA ringdi telefon hansara 3.000 ferðir, tí allastaðni vildu myndugleikar hava upplýs- ingar um møguligan vanda. Hetta árið hevur hann lisið 25 vegleiðingar hjá al- Qaeda, sum vórðu funnar í Libanon. Ein teirra snýr seg um, hvussu tað ber til at pakka eina bumbu í geiðslavirki evni. Tá ein tílík bumba brestur, breiðir hon eitt skýggj av dusti, sum er lívshættisligt. Hetta er bert ein av vegleiðing- unum. Fleiri valevni til ríkis- dagsvalið í Svøríki sunnudagin hava tik- ið seg av listanum, eftir at sjónvarpið hevur avdúkað, at tey hava rasistiskar hug- sjónir. SVENSKA VALIÐ Árni Joensen: Alment fordøma allir polit- ikararnir í Svøríki hugtakið rasismu, men við einum loyniligum upptøkutóli eydnaðist tað svenska sjón- varpinum at avdúka, at tá tann almenna mikrofonin er sløkt, er hugburðurin hjá fleiri politikarum ein annar. M. a. avdúkaði tann loyniliga upptøkan varafor- mannin hjá flokkinum Moderatarna, Christer Ewe, sum á sjónbandinum segði, at muslimar duga bara til at seta børn í verð- ina og til at misnýta tær al- mennu skipaninar. Eitt annað valevni spurdi, hvør munurin er á einum svørt- um og einari apu. Jú, svar- aði politikarin sjálvur. Rættir tú teimum eina ban- an, tekur apan hana við fórinum. Tað er munurin. Eitt triðja valevni, sosial- demokraturin Ingemar Hul- ting, segði á sjónbandinum, at muslimarnir eru lívs- hættisligir. Tess fleiri sleppa til Svøríkis, tess størri verða landsins trupul- leikar, legði hann afturat. Síðani sjónvarpið al- mannakunngjørdi innihald- ið í upptøkuni, hava fleiri valevni valt at taka seg at listanum til valið sunnu- dagin. Gøran Persson, forsætis- ráðharri hevur eisini sagt, at tey valevni, sum hava slíkan hugsunarhátt, eiga at taka avleiðingarnar. Al-Qaeda fyrireikar álop, sum verður verri enn World Trade Center Svenskir politikarar avdúkaðir fyri rasismu Ivi um nýggjan mána Geiðslavirkið skip Bush óður í høvdinum Norðmenn ímóti kríggi Ein sjálvlærdur amerik- anskur stjørnufrøðingur vil vera við, at hann hevur funnið ein mána, sum stjørnufrøðingar ikki hava vitað um fyrr. Tann nýggi mánin er lutfalsliga nær Jørðini. Hann hevur fingið heitið J002E2, og hildið verð- ur, at hann er komin á okkara leiðir fyri stutt- um. Aðrir stjørnufrøðingar halda ikki, at talan er um ein mána. Á evropeiska rúmdargranskingarstovn inum ESA verður sagt, at talan man heldur vera um eitt petti av einari av teimum stóru berirak- ettunum, sum amerikan- arar nýttu til Apollo- ferðirnar til mánan. Myndugleikarnir í New York vildu ikki váða tað minsta, tá kanningar mikumorgunin avdúk- aðu geiðslavirkni um- borð á einum farma- skipi, sum lá við bryggju í býnum. Bæði CIA og FBI høvdu ávarað um yvir- gang á ársdegnum fyri atsóknirnar í fjør, og tí gjørdu myndugleikarnir alt fyri eitt av at toga farmaskipið til havs. Samstundis hildu menn fram at kanna farmin. Í gjár vóru kanningarnar ikki lidnar. Sjónvarpið CNN sig- ur, at myndugleikarnir hava illgruna um, at skipið, sum er skrásett í Liberia, hevur bingjur, sum fyr hava verið nýtt- ar til geiðslavirkið burt- urkast. Víðgongdir muslimar í Bretlandi hóttu miku- dagin við øktum yvir- gangi ímóti USA og amerikanskum málum. Í moskuni í Finsbury í London segði ein av teimum víðgongdu tals- monnunum, at USA fekk als ikki nóg mikið tann 11. september í fjør, og at tað tí er neyðugt at halda fram, til amerik- anarar verða lýdnir, sum hann tók til. Røðarin fanst hvassliga at George W. Bush, forseta og segði hann vera óðan í høvdinum. Endamálið við fundin- um í moskuni í Finsbury var at gera upp, hvat er komið burtur úr atsókn- unum at USA fyri einum ári síðani. Flestu norðmenn eru ímóti, at USA skal leypa á Irak. Ein meiningakanning hjá Dagsavisen vísir, at 58 prosent eru ímóti amerikansku álopsætl- anini. 22 prosent siga tað vera í lagi, at USA loyp- ur á, og 20 prosent vita ikki, hvat tey skulu halda um ætlanina. Kanningin vísir sam- bært granskarum, at norska fólkið hevur á leið somu hugsan sum fólk í øð_rum evropeisk- um londum. M. a. hevur tað víst seg, at í ES- londunum er meiriluti ímóti, at Bush forseti skal gera álvara av ætlan síni. Ground Zero í New York, har tey bæði tornini hjá World Trade Center stóðu. Atsóknin fyri einum ári síðani skelkaði allan heimin, men tað er væl hugsandi, at tann næsta atsóknin hjá al-Qaeda verður uppaftur verri. Høvuðsstaðurin er settur upp á pláss Hóast Brøndby og FCK sigast at vera favorittar at vinna DM, so eru tað feløg aðra staðni frá enn úr danska høvuðsstaðn- um, sum mynda toppin í superliguni SUPERLIGAN Jóannes Hansen Um Brøndby ikki fer at megna at endurvinna meistaraskapin, so verður FCK meistari. Soleiðis ljóðaði tað, tá tað fyri tveimum mánaðum síðani varð mett um, hvussu danska kappingin fór at tørna út. Tað er væl hugsandi, at tað fer at venda soleiðis, tá øll 33 umførini verða fing- in frá hondini. Men eftir at sjeynda umfarið varð spælt mikukvøldið, vísir støðu- talvan, at tað næstan er sum í táttinum, at tað, sum vendir niður, vendir upp. Fýra tey fremstu liðini eru úr Jyllandi og úr Odense, og FCK er ikki fremri enn á fimta plássinum. Meistaraliðið úr Brøndby er eitt stig frá botnpláss- inum. Tað er púra óhoyrt, og um venjarin ikki hevði verið Michael Laudrup, sum er kanska tann mest avhildni av øllum í danska fótbóltsheiminum, so hevði sekkurin ivaleyst verið frammi í Brøndby. Stóra stjørnan á Brøndby beinkinum ásannar, at tað hevur ikki hilnast so væl, men samstundis vísir hann á tað fantastiska, at hóast tað hevur roynst heilt illa hjá Brøndby, so eru teir á ongan hátt avskrivaðir í meistarastríðnum. Tað eru bara fimm stig upp til oddaliðið, og tað er einki at tosa um, tá tað framvegis eru 78 stig eftir at spæla um. Brøndby var hesa ferð í Århus, har áhugin fyri AGF er so stórur nú, sum hann ikki hevur verið í fleiri ár. Omanfyri tjúgu túsund møttu upp at síggja liðið hjá avhildna venjaranum, Poul Hansen, sum hesa ferð hevði ein nýggjan stýri- mann á miðvøllinum. Fyrr- verandi landsliðsspælarin, Brian Steen Nielsen, er keyptur úr Malmö FF. Lagið í Århus var av tí besta. Úrslitið var 2–2. Tað skulu teir á heimaliðnum kanska vera mest nøgdir við, men teir vóru á odda 2–1, inntil tað restaði eitt korter. Tá var Brøndby miðvallarin, Morten Wieg- horst sera heppin. Við hæl- inum stýrdi hann frísparks- innleggi í málið. Ferðin, intensiteturin og harvið undirhaldsvirðið vóru høg alla tíðina, og einki er at ivast í, at áskoðarafjøldin í Århus framvegis fer at vera stór í heyst. Nýtt oddalið Undan sjeynda umfarinum var AaB oddalið. Teir vóru í Odense, og har eydnaðist tað heimaliðnum at vinna og harvið at trýsta AaB niður á næstfremsta pláss- ið. OB vann 2–0, og teir vóru hepnir. Upp á nógvar mátar líktist dysturin hon- um, tá AaB fyri tíggju døg- um síðani vann 3–0 á FCK. Tá hevði FCK mesta spælið, men AaB skoraði málini. Hesa ferð hevði AaB mesta spælið, men tað var OB, sum skoraði mál- ini. Teir staðfestu sigurin, tá AaB av øllum alvi stríddist fyri at javna. Hjá OB eru avbjóðingar- nar nógvar og stórar. Tað, sum er eftir av hesum mán- aðinum, skulu teir spæla seks dystir. Teir skulu bæði spæla ímóti Brøndby og FCK, og so skulu teir í UEFA Cup hitta Celta Vigo. Við sigrinum á FCK setti Esbjerg seg á triðja plássið. FCK hevði spælt 21 dystir upp í slag uttan at tapa. Nú hava teir tvær ferðir á rað tapt 3–0, og tað er merkis- vert, at teir síðani síðst í apríl ikki hava megnað at hildið tætt. Málmunurin hjá teimum er minus tvey. FCM vann fjórða plássið, tá teir á útivølli vunnu 3–2 á uppflytaraliðnum úr Køge, sum nú er aftast. Viborg er næstniðast, og teir hava víst lítið higartil í hesum kappingarárinum. Spælið hjá Silkeborg hevur heldur ikki verið serliga merkt av íblástri. Tá hesi liðini hittust í Silkeborg var úrslitið 1–1. Skoðsmálið var, at eingin hevði uppi- borið at vinna, og at hvørg- in parturin yvirhøvur hevði uppiborið at fáa stig burturúr. AB hevur havt tað trup- ult. Teir eru í fíggjarligum óføri, fleiri spælarar eru skaddir, og undan sjeynda umfarinum vóru teir niðast. Gestirnir mikukvøldið vóru grannarnir úr Farum. Har er Christian Andersen venjari. Hetta var fyrsta vitjanin hjá honum í Glad- saxe, eftir at hann brádliga stakk av til FCK, har hann ikki gjørdist serliga gam- alur. Farum venjarin var uppsettur uppá at vísa, at hann eigur eitt betri fót- bóltslið, enn teir í AB gera, men tað eydnaðist ikki. AB skoraði í 8. og 14. minutti, og so var tað liðugt. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AaB 7 4 - 1 - 2 11 9 2 13 2 OB (S) 7 4 - 1 - 2 16 8 8 13 3 Esbjerg 7 3 - 2 - 2 17 14 3 11 4 FCM 7 3 - 2 - 2 12 10 2 11 5 FCK 7 3 - 2 - 2 11 13 -2 11 6 AGF 7 2 - 3 - 2 11 11 0 9 7 Farum 7 3 - 0 - 4 10 13 -3 9 8 Brøndby (M) 7 2 - 2 - 3 13 11 2 8 9 Silkeborg 7 2 - 2 - 3 8 9 -1 8 10 AB 7 2 - 2 - 3 10 12 -2 8 11 Viborg 7 1 - 4 - 2 10 14 -4 7 12 Køge 7 2 - 1 - 4 12 17 -5 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ølstykke 7 4 - 3 - 0 17 11 6 15 2 Randers F. 7 5 - 0 - 2 21 12 9 15 3 Frem 7 4 - 2 - 1 15 11 4 14 4 Herfølge 7 4 - 1 - 2 18 13 5 13 5 B 1913 7 3 - 2 - 2 14 12 2 11 6 Vejle 7 3 - 2 - 2 9 8 1 11 7 Fredericia 7 3 - 2 - 2 10 10 0 11 8 Brønshøj 7 2 - 3 - 2 9 7 2 9 9 HFK Sønderj. 7 2 - 3 - 2 18 19 -1 9 10 Skjold 7 2 - 2 - 3 9 9 0 8 11 FC Aarhus 7 2 - 1 - 4 12 13 -1 7 12 B93 6 2 - 1 - 3 8 9 -1 7 13 B 1909 7 1 - 3 - 3 12 16 -4 6 14 HIK 7 2 - 0 - 5 5 12 -7 6 15 Hvidovre 6 1 - 2 - 3 8 15 -7 5 16 AC Horsens 7 0 - 3 - 4 8 16 -8 3 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rosenborg (M) 21 14 - 3 - 4 44 25 19 45 2 Lyn 21 13 - 3 - 5 29 22 7 42 3 Molde 21 12 - 4 - 5 35 19 16 40 4 Viking 21 9 - 9 - 3 38 24 14 36 5 Stabæk 21 10 - 5 - 6 35 25 10 35 6 Odd. Grenl. 21 10 - 3 - 8 30 26 4 33 7 Våleranga 21 6 - 9 - 6 30 24 6 27 8 Sogndal 21 8 - 2 - 11 29 40 -11 26 9 Bodø/Glimt 21 7 - 4 - 10 32 32 0 25 10 Bryne 21 7 - 4 - 10 33 35 -2 25 11 Brann 21 7 - 3 - 11 29 39 -10 24 12 Lillestrøm 21 6 - 5 - 10 26 28 -2 23 13 Moss 21 4 - 5 - 12 22 38 -16 17 14 Start 21 2 - 5 - 14 20 55 -35 11 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Teir báðir favorittarnir til DM-heitið, FCK og Brøndby, mugu í løtuni finna seg í, at heili fýra av uttan- bíggjraliðunum hava lagt seg framum í oddastríðnum C M Y K 29 28