Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 175 - 13. september 2002 Nr. 175 - 13. september 2002 31 Todi sleppur ikki upp í part Hóast Zuma var skaddur og hinir báðir álopsmenninir ikki megnaðu at fáa mál burturúr møgu- leikunum, so varð Todi ikki skiftur inn fyrrenn seinnapartin av 2. hálvleiki, tá FCK tapti 3–0 í Esbjerg ÚTISETI Jóannes Hansen Í løtuni er tað ikki serliga hugaligt hjá Toda Jónsson í FCK. Eitt er, at liðið miku- kvøldið fyri aðru ferð á rað tapti í Jyllandi. Eftir 3–0 tapið í Aalborg fyri hálvari aðru viku síðani var FCK hesa ferð í Esbjerg, og har løgdu teir aftur rygg til 3–0 tap. Hin síðan av óhugaligu søkini er, at Todi Jónsson ikki fær møguleikan at vísa, um hann kanska er betri førur fyri at skora mál, enn hinir í FCK álopinum eru tað. Zuma var leik- bannaður, tá FCK var í Esbjerg, og tí varð roknað við, at Todi fór at sleppa framat frá fyrsta bríksli. Men tað gjørdi hann ikki. Hans Backe valdi Peter Møller, sum sigst hava staðið seg sera væl undir venjing síðstu tíðina, til annað álopsplássið, og Jörgen Pettersson til hitt plássið. Todi Jónsson kom ikki á vøllin fyrrenn seinna um- farið var hálvrunnið. Tá av- loysti hann Carsten Fred- gaard, sum hevði verið ytstur á miðvøllinum í vinstru. Todi hevði onkra skotroynd ímóti málinum hjá Esbjerg, men tá heima- liðið í 72. minutti økti um leiðsluna til 3–0, var greitt, at øll stigini fóru at vera í Esbjerg. Todi var millum fýra FCK spælarar, sum fingu gula kortið. At føroyski álopsspæl- arin fyri tíðina so sjáldan sleppur framat ímillum teir fyrstu ellivu kann ikki skiljast øðrvísi, enn at venjarin ikki heldur hann vera á toppinum. Fyri ikki so langari tíð síðani segði Hans Backe, at tá hann hevði fýra góðar álops- spælarar at velja ímillum, so gav tað honum møgu- leika at brúka teir, sum akk- urát vóru á aldukambinum. Men mikukvøldið var tað ilt at síggja, at álopsspælar- arnir vóru á toppinum. Tá Todi og Zuma hava verið í álopinum hevur styrkin verið innanhýsis spælfatan- in og skjótleikin. Miku- kvøldið var lítið samanspæl millum fremstu FCK spæl- ararnar, og Jörgen Petters- son hevur framvegis sera ilt við at skora mál og harvið at prógva, at FCK í summar gjørdi eitt gott keyp. Hesa ferð hevði hann risa møgu- leika, tá hann varð spældur leysur mitt fyri, men tá hann úr sekstan metrum og mitt fyri lyfti upp um málverjan, ið kom út ímóti, fór bólturin við síðuna av. Vónbrotin venjari Hans Backe gav ilt av sær eftir stóra tapið. Tað var sum at hoyra Berti Vogts á Svangaskarði leygardagin. FCK venjarin helt ikki, at hansara spælarar høvdu gjørt stórvegis til nyttu í 1. hálvleiki, og hann helt ikki, at nøkur orsøk var at vísa á, at fýra av føstu monnunum ikki vóru við. Tað átti liðið væl og virðiliga at tolt. Einasti málmøguleikin hjá FCK í 1. hálvleiki var, tá verjuspælarin Boris Ziv- kovic tveir minuttir undan hvíldini drønstútaði horna- sparksinnlegg úr høgru í tvørtræið. Fyrra partin av seinna umfarinum var FCK venj- arin ikki misnøgdur við. Tá hevði FCK fimm heilt stór- ar møguleikar at minka um munin, sum var 2–0. Eitt nú sendi miðvallarin Peter Nielsen fríspark úr sekstan metrum og í tvørtræið, og eina ferð bjargaðu heima- menninir á strikuni eftir horna. Framúr áhugi Áhugin fyri fótbóltsdyst- inum í Esbjerg mikukvøld- ið var sera stórur. Teir høvdu roknað við átta tús- und áskoðarum. Men góða veðrið, undanvindurin hjá heimaliðnum og forkunn- ugu gestirnir úr høvuðs- staðnum, tóku teir, sum høvdu roknað, av bóli. Tað møttu knappliga níggju túsund upp, og tað høvdu alla orsøk at vera í góðum hýri, tá tey fóru til hús aftur. Grundin undir 3–0 sigr- inum varð løgd í 1. hálv- leiki, tá Esbjerg spældi sera væl, ágangandi og máls- økið. Liðformaðurin Jess Thorup setti hol á beinan- vegin. Avgjørt besti maður á vøllinum var 20 ára gamli Tommy Bechmann, sum Esbjerg í summar keypti úr FC Aarhus. Hann er sonur Henrik Bechmann, sum síðst í sjeyti og fyrst í áttati árunum saman við Lars Lundquist var málsøkið álopspar í Skovbakken og AGF. Tað var hesin Tommy, sum í 4. minutti royndi seg við skoti. Rune Pedersen, sum loysti skadda Magnus Kihlstedt av í FCK málin- um, hálvbjargaði, og so var liðformaðurin fyrstur á. Í 26. minutti økti Tommy Bechmann um leiðsluna, og hann átti eisini sín lut í 3–0 málinum, sum Esbjerg skoraði í 72. minutti. Bech- mann tveitti ógvuliga langt innkast úr høgru, og mið- vallarin Hans H. Andreasen var hægstur og stútaði framvið FCK málverj- anum. Talan er ikki enn um kreppu í FCK, men at teir enn eina ferð taptu stórt í Jyllandi var staðfesting av, at tað ikki er soleiðis, at FCK er í serflokki, og at øll hini liðini eru í einum flokki. Støðutalvan vísir, at øll liðini í superliguni eru før fyri at vinna á øllum. Todi Jónsson tykist í løtuni vera tann aftasti í røðini í hørðu kappingini um álopsplássini í FCK. Hóast Zuma hevði leikbann, so fekk Todi bert seinastu góðu løtuna á vøllinum, og tá var dysturin longu avgjørdur HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Landing av feskum fiski frá skipum og bátum F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: feagency@hfs.fo www.hf.fo Føroya Fiskavirking, Runavík Føroya Fiskavirking,Tvøroyri Koldefjord Pelagic, Kollafjørður Landingarmiðstøð v. Vinjard Joen- sen, Sørvágur Sandoy Seafood, Sandur Sandoy Seafood, Skopun Snodd,Toftir Landing og móttøka á smærri plássum, sonevnt útistaðarvirk- semi, skal fara fram undir fyriskipan av einum av omanfyrinevndu løg- gildaðu eindum. Dagføringar av omanfyri nevnda lista kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Sambært kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu av fiski og fiskavørum á landi, kunnu bert landingarmiðstøðir, sum eru løggildaðar av Heilsufrøði- ligu starvsstovuni, landa ella taka ímóti feksum fiski frá skipum og bátum. Boðað verður frá, at Heilsufrøðiliga starvsstovan frá september 2002 hevur váttað løggilding til niðanfyri nevndu landingarmiðstøðir, treytað av at virksemið og tíðarkarmar fyri lokin krøv verða sum ásett. Løggildaðu landingarmiðstøðirnar eru: Beta, Saltangará Fiskamarknaður Føroya,Toftir Fiskamarknaður Føroya, Klaksvík Fløgan,Vágur Føroya Fiskavirking,Vestmanna Føroya Fiskavirking, Miðvágur Tlf. 31 26 25 Talentkvøld á Café Natúr Sosialurin 311820 Hóskvøldið 12. september kl. 21.00 Nú hevur tú møguleikan! Einstaklingar og orkestur Situr tú inni við fjaldum tónlistarligum evnum, so hevur tú nú møguleikan at koma oman á Café Natúr at royna teg Øll teknisk útgerð er á staðnum, so tað er bara at koma við instrumentinum sum tú spælir á. Tilmelding: Ring til Búa Dam á 267212 millum 19.00-21.00 hóskvøldið. Hevur tú annars spurningar hesum viðvíkjandi, er tú hjartaliga vælkomin eisini at ringja til Búa um tað. Vit gleða okkum... so kom oman og vísi okkum hvat tit duga til Hey tit...Føroysku Fótbóltsáskoðarar..... Skora eitt mál afturat á Café Natúr.... Vit "hittast" á cafeini fríggjakvøldið 13. september við góðum "fótbólts tilboðum" Nýt eisini høvi at stuðla okkara "12 manni", annaðhvørt við at gerast limur ella ogna sær t.d. ein kepp, ella bert fyri at forvitnast um okkara 12. mann. Komi og spæli við... tá vit hittast og hugna okkum á caféini Unga Tjóðveldið skipar fyri almennum hugnakvøldi á Café Natúr Komandi leygarkvøld 14. september kl. 19.00 skipar Unga Tjóðveldið fyri almennum hugnakvøldi á cafeini, við ymsum røðarum og Knút Eysturstein spælir guitar. Orðið er frítt, og vit fara sjálvandi at hugna okkum dúgligani Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3433 Navn: Sp/f Hami Adressa: Norðari Ringvegur 13, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 09.09.2002 Viðtøkudato: 09.09.2002 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Halgerð Midjord, Norðari Ringvegur 13, 100 Tórshavn. Stjórn: Halgerð Midjord, Norðari Ringvegur 13, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift stjórans. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.02. - 31.01 Fyrsta roknskaparár: 09.09.2002 - 31.01.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka útleiguvirksemi, handil og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 11. september 2002 Kristin Balle _______________________ Tvingsilssøla Hósdagin 17.oktober 2002, kl. 09.30 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tving- silssøla yvir ognina matr. nr. 61h, Sanda- vágur. Ognin er eini sethús til støddar 144 m2 í stovu og loftshædd við til- bygdum kjallararúmi og hjalli 20 m2. Húsini eru gjørd av timbri og betong og takt við decramastik. Í stovu- hæddini er durur, gongd, grovkøkur, køk- ur, stova, 3 kømur, stórt baðirúm og hjúnakam- ar við lítlum baðirúmi. Loftið er óinnrættað. Grundøkið er 943 m2. Sølan er umbiðin av Ólavur Jákup Krist- offersen, adv., Fr. Pet- ersensgøtu 9, 100 Tórshavn, tlf. 311145, e-mail ojk@advlaw.fo, (j. nr. 20020231), sum kann geva nærri upp- lýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur 27. august 2002 Debat om Grundloven PDF Avloysari fyri skrivstovufólk Sjóvinnufyrisitingin søkir hervið eftir einum skriv- stovufólki til eitt avloysarastarv vegna barnsburð- arfarloyvi. Sjóvinnufyrisitingin er skipað sum deild í Fiski- málaráðnum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • málsviðgerð innan skipaskráseting, herundir Føroya Skipaskráseting, FAS og bátayvirlitið í Tórshavn • skráseta heimildir, pantirættindir, brúksrættindir og onnur rættindir • geva út tjóðskaparbrøv • vanligt skrivstovuarbeiðið • telefonavgreiðsla Førleikakrøv: Til starvið krevst viðkomandi utbúgving sum t.d.: • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum máli • telduførleika á brúkarastøði • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj- armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, um- framt hini ráðini og Løgmansskrivstovuna. Tæn- astustaðurin í løtuni er Sjóvinnufyrisitingin. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 26. september 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið, att: Sjóvinnufyrisitingin Postsmoga 347 110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálaráðið á telefon 353030 og tosa við Kaj P. Mortensen, aðalstjóra. Fiskimálaráðið Sjóvinnufyrisiting C M Y K 31 30