leygardagur 30. apríl 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍØGG ' en er
Saltfiskurin:
tidindabladid
Nr. 49 — 30. april 1983
Skavar yvir arbeidsloysid eina tíð
Tá ið teir stóru trolararnir
koma heim frá langfara-
veiðu, fullfermdir við salt-
fiski, sæst ein glotti fyri
tey mongu, sum bert hava
hesar arbeiðsdagarnar at
líta á. Hetta eru serliga
kvinnur og ungdómar.,
sum soleiðis noyðast at
standa í aðru rekkju, fyri
at fáa eina hond við í ar-
beiðinum í landi. Fyri
summar eldru kvinnur, er
tað ein stuttleiki at sleppa
út at arbeiða tvær ferðir
um árið. meðan tað fyri
onnur er ein livstreyt fyri
at húsarhaldið skal ganga
Ungdómur sum íkki
hevur sett seg í skuld, ella
sum hevur foreldur sum
halda eina trygga hond
yvir teimum, ger sjáldan
stórvegis burtur úr ti
hættisligu steðuni ið tey
På
í
— Tað ræður um at
hanga í nú meðan arbeiði
er, siga nekur ung við
blaðið. Vit arbeiða ofta
langt út á kveldarnar með-
an landað verður, og okk
ara partur er tvær góðar
vikulenir. Tá ið báturin er
tómur. er ikki brúk fyri sc
nógvum fólkum á Kósa
virkinum, og ikki er so
nógv annað til ungdóm
sum ikki gongur í skúla
eila er 1 æru
Tað hevur verið
A
ógvuliga smáligt við ar
beiði í býnum seinasta ári,
saltfiskurin er Oiva einasta
rbeiði, sum kann draga
nógv fólk, men tað varar
bara so stutt...
Skálaberg verður nú land-
aður og fiskurin stakkaður
á plattar, so at portugis-
ar kunnu koma beinleiðis
eftir veruni
Utflytararnir kunnu tå
endaliga vinka farvæl til
fiskin við bryggjuna her
heima. Saltfiskurin sum
annars er so torførur at
sleppa av við, verður tå
seldur fyri ein rimiligan
pris.
Nógv fólk
til arbeiðis
— Tað eru gott hundrað
fólk, sum hesar dagarnar
arbeiða í saltfiskinum, sig-
ur Leivur Mikkelsen, ar-
beiðsformaður.
— Higartil eru øll slopp-
in uppi, sum hava biðið
lovað sær. Tó er tað av-
markað hvussu leingi
hetta arbeiðið varar. Tað
eru eini 50 fólk sum ar-
beiða umborð á bátinum í
lastini, sum ikki pláss
verður til tá ið sjálv land-
ingin er av. Arbeiði uppi á
landi varar umleið ein
mánað, tá er allur fiskurin
liðugur at pakka
— Eg meti tó ikki, at
hetta merkir nakað bein-
leiðis arbeiðsloysi í by-
num. Nógv av teimum
fólkunum, sum eru knýtt
at saltfiskinum nýta hetta
arbeiði sum eina eyka
vinnu ella ískoyti til tað ið
tey frammanundan hava
Ikki so nógv
arbeiði sum fyrr
Leivur sigur, at tað er ikki
so nógv arbeiði i dag, sur
tað var fyri nekrum árum
Miðskeiðis hålv
fjersunum var tað vanligt
at útlendingar komu hend-
an vegin og arbeiddu
summarfrítiðini Virkini
hevdu tá eisini ein stóran
mun brúk fyri útlendskari
hjálp, men so er ikki í dag.
Nú hava vit nokk við okk-
ara egna fólk, og skúla-
bern sleppa bert sjáldan
uppí part.
Er ikki meguleiki at
Nógv er at gera í saltfisk-
inum, nú trolararnir koma
heim
Klárt at hiva
drýggja arbeiðið tá ið nak-
að er?
— Grundin til at vit ar-
beiða so seint um kveldar-
nar er, at tað er ætlanin,
at fáa Skálaberg kláran at
fara til isfisk síðst i kom-
andi viku. Men vit kunna
tó vænta, at hinir salt-
fiskatrolararnir fara at
sigla heim nakað skjótt,
so verður aftur nógv at
gera.
— Tá ið ikki sesson er,
plaga 35—40 fólk at ar-
beiða í saltfiskinum
Samráðingar
millum P/f Bil
og býráðið
Leygarkveldið á miðnátt
er seinasta freist, um P/F
BIL og býráðið skulu
finna eina loysn í buss-
málinum.
Hósdagin seinnapart
fóru partarnir til samráð-
ingarborðið, og metir
Niels Persson, leiðari á
Bussrutuni, at partarnir
far at samráðast til eitt
úrslit spyrst burturúr. Í
seinasta lagi leygarkvøld-
id kl. 12.
Niels Persson sigur, at
P/F BIL ikki kann reka
bussrutuna, um nýggjur
sáttmáli ikki kann fáast,
sum tryggjar, at felagið
fær goldið aftur undir-
skotið, sum nú er umleið
700.000 krónur.
Býráðið hevur higartil
goldið 200.000 krónur.
Býráðið hevur skotið
upp, at P/F BIL stovnar
eitt felag, sum bert skal
átaka sær bussruturnar í
Havn, men hetta er
ógjerligt, sigur Niels
Persson
Um einki spyrst burtur-
úr samráðingunum
millum P/F BIL og Býráð-
ið, verður úrslitið helst, at
nevndin í P/F BIL legg
bussrutuna niður
r
hevur býráðið tryggjað, at
bussrutan frameftir fer at
virka, men spurninguri
er bert, hvussu yvirtekan
av bussunum, sum P/t
BIL eigur, kann fara fram
Í letuni er savnaða
upphæddin i rokn-
skapinum fyri bussarnar,
2,5 mió. krónur, sum
býráðið síðan skal yvir-
taka.
Um yvirtekan skal
fremjast, skulu peninga-
stovnarnir eisini geva sítt
viðmæli, sigur Niels
Persson, umframt
nevndin í P/F BIL, sum er
Niels Persson, Dion
Splidt, Olavur irge,
Såmal J. Petersen og
Andrias Rørsvik
Dag.