leygardagur 30. apríl 1983síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 30. apríl 1983
Hjalmar Hvítklett úr Vágunum
Fíggjarviðurskifti
Tað verða gjørdar alt meira og meira aktivitetsfremj-
andi og lenandi iløgur bæði á landi og sjógvi fyri at
sleppa fiskivinnuni burturúr tilskotshaftinum, sum alt
meira og meira ger um seg, ikki bert her hjá okkum, men
tíverri í enn sterri mun hjá teimum, vit skulu kappast
við.
Vegna tær avmarkingar í fiskivinnuni, vit hava verið
raktir av tey seinastu árini, eru farnar fram og fara
framvegis fram umleggingar bæði í veiðu, framleiðslu
og selu. Hetta kostar pening og verður stuðlað av tí al-
menna. Málsetningurin, sum er at sleppa av við øll til-
skot, eiga vit ikki at gloyma.
Fíggjarviðurskiftini verða eina best lyst við nøkrum
tølum frá »Det rådgivende udvalg for Færøerne« fyri
årid 1982.
Handilsjavnvågin visir eitt hall uppå um 425 mill. kr.
Verður umframt tikið við a) rentur av uttanlanda
skuld (140 mill. kr.) og b) nýtsla av peningi uttanlanda
(175 mill. kr.) (útreiðslur —inntekur), so verður hallið á
gjaldsjavnvágini um 740 mill. kr.
Útreiðslurnar hjá danska statinum uppá 560 mill. kr.
og tann føroyski parturin av yvirskotinum frá
Danmarks Nationalbank uppá 24 mill. kr. minka gjalds-
javnvágina til 156 mill. kr. (hall).
Hetta verður so fíggjað við uttanlanda lånitøku.
Umframt hava galdandi lán givið stór kurstap, so
tann samlaða uttanlandaskuldin pr. dec. 1982 er meir
enn 1,6 milliard kr. svarandi til ein vekstur uppá 250
mill. kr.
Av hesum sæst, at langt er á mál. Ein vekstur í út-
flutninginum kann neyvan koma til at loysa gjaldsjavn-
vágs trupulleikarnar, uttan so at innflutningurin verður
minkaður samstundis.
Við væl av nýggjum alternativum eigur tí dentur at
Frá aðalfundinum hjá Fiskaseluni
verða lagdur á teir møguleikar, sum krevja minst møgu-
ligan innflutning samstundis sum rentabiliteturin eigur
at vera havdur fremstur í huganum
Framtíðin
Innan tann traditionella fiskiskapin eftir botnfiski eru
neyvan sterri meguleikar at vinna sterri aegdir úr
sjónum sum er. Stovnarnir eru troyttir — ja í vissum
førum ov nógv.
Tann fíggjarliga og tekniska konsolideringin av virkj-
unum bæði á sjógvi og landi heldur áfram og hevur í
1982 givið úrslit.
Verumenningararbeiðið heldur áfram. Verur okkara
eru nú at finna í nógvum handlum í Danmark og Ong-
landi og væntandi eydnast tað okkum at síggja Faroe
Seafood merkið í enn fleiri handlum í framtíðini
Nýggjar verur hava sæð ella eru við at síggja dagsins
ljós, t.d. rogn í blikkum, ymisk sleg av paté í blikkum,
fiskakøkur, roykt síl og royktur laksur, ymsir lidnir døg-
verðarættir i aluminiumsfati og i kókiposa, ymisk sløg
av pylsum, bæði til kókingar og steikingar og sum
pálegg (salami). Dentur verður lagdur á at finna útvegir
fyri at útnytta ta biligu råvøruna (t.d. fars) betur, eins
og dentur verður lagdur á at gera verur, har góðskan av
fiskinum er avgerandi. Gott demi um hetta seinasta er
M á S verurnar, fløk úr toski og hýsu til USA v.m.
Pylsur og fiskakekur eru demir um betur útnyttan av
farsi.
Nú tá tað traditionella ráverugrundarlagið er við at
ganga undan, er tað náttúrligt, at roynt verður at finna
útvegir fyri øktum aktiviteti við góðsking. Sterri út-
flutningsvirði krevur meir tilvirking og gevur sostatt
arbeiði til fleiri hendur.
Hetta er ein málsetningur, vit hava sett okkum, men
samstundis mugu vit ansa okkum bert at velja sovorðin
alternativir, har meiravrokningarvirðið er nóg stórt til
at gjalda eyka arbeiðslenir, aðrar verur neyðugar til
framleiðsluna — t.d. pakkitilfar, mjel, kryddaríir v.m.
og uttan at ráveruprísurin fer niður. Hetta kann í nógv-
um førum verða torfert vegna tess, at arbeiðslenir
okkara eru høgar, fjarsteðu okkara frá marknaðarlond-
unum, sum ger tað neyðugt at innflyta ávísar verur
neyðugar í framleiðsluni, eins og flutningskostnaðurin
kann verða ein meinbogi.
Besta og skjótasta úrslit fæst óivað burtur úr teimum
verum, sum er reinur fiskur og har dentur verður lagdur
á góðskuna av fiskinum. Hetta hevur tann sjálvsagda
fyrimun, at óneyðugt er at innflyta verur til at blanda
uppí.
Hesi seinastu árini hava vit nýtt umleið 25.000 tons
av toskaráfiski til saltingar uppi á landi. Orsekirnar til,
at henda nøgd hevur verið saltað, eru:
— fiskurin partvís ov gamal tá landaður
— ov lítil frystikapacitetur á landi.
Tað er eingin loyna, at nógv av hesum fiski hevur
verið vánaligur sum saltfiskur og hevur tí skapt markn-
aðartrupulleikar. Virkini hava sjálvsagt heldur ikki
fingið tað burtur úr, sum tey áttu at fingið. Við betri
hagreiðing av veruni um borð (styttri túrar), sterri
móttekukapaciteti á landi (kelirúm) og sterri fram-
leiðslukapaciteti (bæði til skering og frysting), so vildi
fyrsta floks flak fingist burtur úr einum stórum parti av
nevndu ráverunegd. Hetta hevði bett munandi um
trupulleikarnar á saltfiskamarknaðinum og givið
okkum ein stabilan marknað fyri tann góða saltfiskin
eins og vit vildu fingið eitt meirvirði fyri tey 25.000
tonsini í góðum flaki í staðin fyri sum nú, at framleiða
vánaligan saltfisk burtur úr hesum
Okkara meguleikar fyri ídnaðarfiskiskapi verða ikk
útnyttaðir. Vit hava samlaðar tillutaðar kvotur uppá til
148.300 tons umframt meguleikar á okkar:
Tær uppfiskaðu negdirnar hava
Tað skuldi sostatt verið meguleiki
samans
egna haveki
verið 62.935 tons
fyri lenandi vinnu hjá ídnaðartrolarum, um vit rokna
við at varðveita áðurnevndu kvotu.
Í løgur áttu at verið gjerdar i vælegnaðar ídnaðartrol-
arar. Kapciteturin uppi á landi er tekur.
Áhugin fyri laksa- og sílaaling hevur í seinastuni verið
stórur bæði frá almennari og privatari síðu
Tann stóra framleiðslan er ikki byrjað enn, men tað er
nógv, sum týður uppá, at vitkunnu vænta okkum nakað
av hesi vinnu í framtíðini. Landsmyndugleikarnir
(Fiskirannsóknarstovan) gera eitt stórt og gott arbeiði
fyri at framleiða meira smolt og her eigur serliga at
verða víst á alisteðina við Air, sum í 1983 vil hava ein
kapacitet uppá 1.200.000 laksa- og sílasmolt. Umframt
so finnast aðrar smoltsteðir, soleiðis at tann samlaða
framleiðslan meguliga verður tað dupulta, ella um
2.500.000 smolt.
Endamálið við smoltframleiðsluni er partvís at lata
smolt til aliframleiðslu (1,0—1,5 mill.), men ikki minst at
sleppa i havið (um 1 mill.), fyri at tann laksastovnur,
sum vit hava norðanfyri Feroyar, kann nerast og verða
grundralagið undir eini laksaveiðu á opnum havi.
Tað, sum higartil hevur verið slept út, hevur givið góð
úrslit, einamest orsakað av, at laksurin veksur upp
stutt frá, har smoltið verður slept út og sostatt doyr
relativt lítil partur av tí, sum slept verður út
Vit hava alla grund til at rokna við góðum úrsliti av
okkara laksavieðu í árunum, sum koma.
198
Chaldur Frozen Fish Co. Ltd.
Chaldur hevur í 1982 havt eitt torfert ár. Selan hevur
verið eini 10—15% minni enn roknað var við. Hetta
hevur tí givið eitt hall uppá £ 300,315.
Fíggjarviðurskiftini og keypiorkan er orsek til hetta.
Betri tamarhald er nú fingið á innflutningin og um so er,
at enska pundið kemur at batna í mun til dollaran og
europæiska gjaldoyra annars, hava vit góðar vónir um,
at viðurskiftini koma at batna munandi.
Feda-Fisk a/s
Virksemi hjá Feda-Fisk er vaksandi. Í 1982, sum var
fyrsta árið, hevur tað mest verið tunga, sum varð arbeid
dog tíverri hevur úrslitið verið heldur vánaligt. Men við
tí vaksandi virksemi sum nú er, skuldu meguleikar
veirð at betra um úrslitið í 1983 og framyvir«.
Framhald á síðu 16