Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 3. maí 1983 Er nú alt gjorligt | í politikki? Hverjaferð eitt mál tekur seg upp í Feroyum, sum hevur eitthvert tilknýti til hervald, av hverjum slagi verður gjert fyri at indirstrika, hver tað er, sum er fyri og hver sum er at vit skulu hava rvald í Føroyum. tað nú er, tað s er, nógv burturur sum er lata kundi ávísum skal eg liggja. men tað einum um vit drógu fram nakað av tí, sum veruliga er farið fram, síðani radar- stødin á Sornfelli varð bygd Um tað, sum fór fram um tað mundið, um tær samráðingar og tað myrkaspæl, ið lá frammanundan, verða tað helst aðrir, sum koma at meta um, tá frá er liðið. Um tað myrkaspæl, ið gekk fyri seg framman- undan legtingið gjerdi samtykt sína í 1959 um at taka til eftirtektar, at steðin var bygd — at eingin útgerð, sum hevði álopsætlanir í sær, mátti verða knýtt at steðini. Nú er aftur rumbul um steðina á Sornfelli, tí tekn- iska útgerðin skal útskift- ast, og tað kostar ikki smávegis. Men NATO rindar. Hverja ávirkan vit ku nnu hava, um steðin verður nútímansgjerd ella kanska verður burtur- beind, er ikki ilt at gita sær. Men hóast vit neyvan eru fer fyri at manna okkum upp til at forða fyri, at hetta verður gjørt, so má tað ongantíð standa ósvarað, at feroyingurin framvegis er ímóti her- valdi. At byggja sína framtíð uppá tað karráða hervaldið, sum allastaðni, har tað hevur valdið, er tann beinleiðis orsekin til týning av mannalagnum og samfeløgum eru vit mótstandarar av Í hesum degum hava kirkjumenn úr ellum heiminum havt fund Uppsala í Sveríki, har rett varð um, hvussu kirkjan skuldi fyrihalda seg fyri at byrgja fyri teirri hóttan, sum krígsdubbing ber í sær — fundurin hevði heitið »Liv og Friður< — og kom til ta niðursteðu, at tann kristni á ongan hátt má góðtaka, at fram- leidd verða vápn, sum einans hava til endamáls at leggja heimin í oyði. Umboðini úr Ameriku og Sovjet kundu tó illa góðtaka, at leggja niður sonevndu terror- balancuna, sum valdar millum stórveldini I samband við henda fri- ðarfund var eisini guds- tænasta í Frúu kirkju í Keypmannahavn sunnu- kveldið 24. apríl, har Datev Sarkissian, erka- biskupur í teirri Armensk- ortodoksu kirkjuni í Liba- non, prædikaði. Erka- biskupurin talaði heitt fyri friði manna millum sjálvur komin beint úr einum landi, har stríð og morð er dagligur kostur Sjálvur er hann ættaður úr tí landi, har milljónatal av landsmonnum hansara vóru myrdir av turkum undir fyrra heimsbardaga. Og tó talaði hesin maður um at binda frið, at boða gleðiboðskapin ístaðin fyri at birta uppundir stríð og klandur, tí tað vildi einans enda í tí ragnaroki, sum fólk hansara meira enn nakað annað hevði liðið undir. Koma vit aftur til okkara egna samfelag, so er veru- leikin, at vit í dag hava eina Natosteð, sum hevur virkað sum liður í tí bólki, sum —> hernadarblokkurin vestanfyri er, sum varsl- ingsstød fyri NATO. Legtingið góðtók í 1959, ella sum tað stendur — tók til eftirtektar — Maius Johannesen, háskúlastjór- in, formuleraði tað so- leiðis: Tók til eftirtektar, at NATO hevði sina stød í Feroyum. Feroyingar hava ongan- tíð verið eftirspurdir, tá teir hava tikið hernaðar- málslig stig í Feroyum. Og tað man helst vera tí, at vit vilja ikki vita av slíkum. Ein onnur sega er so tann, at vit heldur ikki ynskja, at vera kastibløka í stríðnum millum stór- veldini, men munnu vit tó ikki ásanna, at vit hava lítla ávirkan á hesum standandi stríði millum stórveldini? Góðtaka hesa steðu eiga vit ongantíð, tí gera vit tað, so eru vit beinleiðis við til at gera okkara til, at heimurin skal standa í stríði allar ævir. Tí stríð hevur verið og stríð veðrur so leingi heimurin stend- ur. Okkara lítla kunnu vit gera, um vit greitt og týðuliga siga frá, at vit vilja ikki vita av nekrum hervaldi á oyggjunum, at vit hverki ynskja at hava nakra Natosteð, tíans- heldur nakað, sum hevur við hervald at gera, hvað- ani tað so kemur. Tað kann vera, at tað er at gera ov nógv av. Men eg fari tó at minna á hvussu andsteðan á tingi upp- undir tey bæði síðstu løg- tingsvalini, bæði í 1978 og í 1980, gjerdi nógv burtur- úr tí, at serliga Javnaðar- flokkurin royndi at fáa so gott samband við komm- unistaveldið Sovjet. Og ehtta var sett soleiðis upp, at endamálið hjá Javn- aðarflokkinum beinleiðis skuldi vera at lima okkum inn í tað kommunistiska heimsveldið. Hver annars vildi trúgva slíkum, vístu úr- slitini tey komandi valini, tí Sambandsflokkurin vann atkveður uppá hesa ósonnu útspillingar- kampagnu sína. Men sohendi tða, at Sambandsflokkurin sjálv- ur kom í landsstýri. Og so skuldi ein hildið, at nú var einki sum at við nekrum samstarvi, tíansheldur nakrari politiskari >flirtr- an< við kommunistaveld- ini, hverki so ella so. Men hver, ið hevur dyrkað samstarvið við kommunistaveldini, sum á ongum sinni áður, er júst Sambandsflokkurin. Við tí manni á odda, sum ítarst- ur var at ákæra javnaðar- menn fyri at vera kommu- nistavinarligir. At for- maður Sambandsfloksins var á drúgvari stuttleika- vitjan í Sovjetsamveld- inum og somuleiðis lands- stýrismaðurin hjá Fólka- flokkinum, eru kanska bert smáting, í mun til tað, sum annars fer fram í dagliga virkinum til at »styrkja« sambandiå millum tað stóra Sovjet- samveldið og tær smáu Føroyar. Onkur sigur, at hetta er småtvætl, at viðgera hetta, men ikki minni enn so, at neyðugt er at undir- strika, at tað er einki sum sær út til at vera heilagt fyri hesum monnum, hverki í politikki ella á annan hátt, bert tað kann tæna teirra politisku oft: illavorðnu ætlanum Dentur varð lagdur á at siga frá, hvussu førovski Javnaðarflokkurin royndi at føra Føroyar inn undir kommunistiska jarnhælin, hvert hevi var brúkt serliga av Sambandsflokk- inum. Hann aftraði seg heldur = íkki við at »progva«, at tað nettupp vóru javnaðarmenn, sum vóru ítarstir til at undir- grava tað rótfestu kristin- trúnna fyri harvið at sníkja kommunismuna inn á okkum. Tann, sum vil vera sann- ur, veit, at hetta eru ósannindi av grovasta slag. Men harfyri er tað so, at Sambandsflokkurin ikki aftraði seg við hesum skitnu vápnum. Og sokunnu vit spyrja uppaftur, hvat tað veruliga er, sum nú hendir. Hver er tað, sum ræður og sum stendur við stýrisvelin i Førovum? Tad eru flokkar, sum hava menn, ið siga seg vera verjar fyri kapitalist- iska systemið — sum siga seg vilja hála niður alt, sum hevur við sosialismu at gera. Men hvat er tað teir í veruleikanum standa fyri? Fyrst er at siga, at foroyski útflutningurin allur sum hann er er framleiddur eftir van- ligum sosialistiskum prin- sippum. Jú, rætt er, at teir standa fyri einari harðari kapitalistiskari = stevnu, sum eingi mark kennir, bar ahon kann tæna teimum og teirra harð- renda profittpolitikki. Hver tann, sum ikki kann standa, hann má lúta, eingin bardón. Hetta er tað teir siga seg standa fyri. Koma vit so til hetta við kommunista-sambandin- um, ja so síggja vit tíðu- liga, at tað eru hesir somu harðrendu kapitalista- sveinar, sum standa sum stórstu garantar fyri, at Sovjet fær loyvi til at »Skalta og valta«, sum teir vilja. Ikki bara í ti foroyska samfelagnum, men eisini við tí føroyska samfelagnum Vit hoyra t.d. hvussu illa Fiskasel letur at seluútlitinur t nu hevur tad fåtæka Afrika ikki råd til meira at keypa fisk úr Noregi«, og trystur nú prisin á teimum markn- aðum, har vit skuldu selt okkara upsa. Og hvat er so at gera? Jú, »vit hava gott telefon- samband viå r okkara i Mosk a »Pauil Eliefser hevur jú verið hjá teimum og forsikrað teimum. at Og so var eitt at gera. At biðja teir taka sær av upsanum, nú prísurin var ikki »akseptabul« å marknadinum annars. Og russar keypa. Teir vilja ju fegnir »hjålpa«. Og »hjålpin« kom frå »vin- monnunum i Moskva«. Skjott i mong år hava vit nú lisið og hoyrt, hvussu Sovjet legðist á fjalla- landið Afghanistan. Hvussu teir við ymsum »snildum« hava krámað eisini hetta landið undir seg. Ikki beinleiðis á sama hátt, sum teir »selja« ella »keypa« í Føroyum. Men afghanar vitjaðu eisini vinirnar í Moskva. Í Føroyum kendu vit til russaratrolarar í hópatali fyrst í 50unum og tåver- andi Sambandsløgmadur vitjaði í Moskva. Tá var nógv snakk um hesar trolarar og móður- skip teirra. At teir »grøp- adu«, tosaðu teir ikki so nógv um, Fólkaflokkurin og Sambandið, teir sum tá eisini sótu til róðurs í Fer- oyum, "men russar keypa vatn og betala góðar pengar fyri tað<. Og so var alt gott. Vit fingu nakað burtur- úr tí. Og um kommunista- skrímsl var ikki at tala. Teir lógu jú uttanfyri 6 mílamarkið. Men so kom Nato, og tað var jú ikki so gott. Alt gekk fyri seg í duldum, eingin mátti vita av nekrum, fyrrenn alt var klappað og klárt. Men kanska komu teir, tí at okkara »borgarligu« høvdu vitjað kommunista- stórveldið? Hetta var í fimti- árunum Men eina aðrastaðni heiminum fór eisini okkurt fram, eisini í fimti- árunum. Tað var í einum landi, fjarskotið av okkara leiðum. Sovjetsamveldið er bulmikið. Í grannalandi teirra onkustaðni fyri sunnan ella fyri eystan, í Afghanistan, har byrjaðu russar eisini smátt um smátt at veita eina hjálp- andi hond — og teir betaltu eisini væl. Stríð var millum Afghanistan og Pakistan — og útflut- ningsmeguleikarnir tann vegin vóru tiptir. Men russar vóru hjálp- samir. Eisini gjørdu russar ymsar ileggingar i Afgha- nistan og skjótt vaks russ- iski innflutningurin úr Ruslandi. Aðrar tænastur gjørdu russar eisini — eftirhond- ini vóru afghanar bundnir meira og meira at russum. Sovjet hevur dugað og vitað, hvar teir vildu. Somu midlar vóru brúktir í Afghanistan, sum nú verða brúktir av okkara »russaravinum« — teir geva betri prís enn nakar annar marknadur. Og sjálvsagt, hver vil ikki selja til besta prís? Í so máta er neyvan munur á Breckmann/ Ellefsen og Andropov. Tað er ikki minni enn undrunarvert, at veljara- fjøldin vil lata seg leiða av hesum monnum, sum higartil hava sýnt eitt - og gjørt nakað heilt annað Yvirornaði politikkurin hevur ringar dagar Feroyum Hóast ávaringarnar á sinni, so lurtaðu teir íkki »ftir ráðunum frá ifghanska konganum, tå nn í 1950 segði »Rusland frødist nu Afghanistan og Pakistan triggjast, og teir vilja vad leggja upp i so ikjott sum teir síggja sær in tjans og tá rætta løtan r komin« Ég sigi íkki, at Fiska- Framhald á síðu 4