Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin tidindabladid Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Privat/yvirskot — alment/undirskot oddagrein AT TAÐ almenna skal gjalda, meðan »teir privatu« skulu valda fáa og eiga — tykist mongum at vera góður setningur. At ein tílíkur tanki fær vind í seglini undir einum tílíkum frumskógarstýri, vit í dag hava, er heldur ikki so legið. Grundsjónarmiðini hjá hesum borgarliga landsstýrinum er sum kunnugt, at mest meguligt vald skal leggjast á privatar hendur, so- leiðis at tann almenna stýringin — uppgávan — verður so tannleys sum gjørligt. SEINASTA DØMI eru teir »reydu« strandferðslubilarnir. Strand- ferðslan hevur ongantíð staðið serliga væl í eygunum á verandi landsstýri og tá serliga ikki hjá løgmanni. Vit minnast allar royndir hansraa at jarðleggja almennu uttanlandssiglingina, til hann at enda var noyddur til at góðtaka seinastu neyðsemjuna í siglingarmálinum. Nú hevur lands- stýrið helst uppgivið at spæla millumlandaskipinum neisur. Nú kemur túrurin til bilarnar. HERFYRI frættist, at nakrir av bil- førarunum hjá Strandferðsluni hava havt fund við landsstýrið um at yvirtaka nakrar av strand- ferðslubilunum. Sjálvandi fyri lítið og lætt, og iki er ilt at gita, hverjar rutur, ið talan er um. Sjálvandi er her talan um yvirskotsruturnar, sum teir privatu nú vilja yvirtaka, meðan strandferðslan skal sleppa at halda fram við undirskotsrut- unum. Svarið, teir fingu frá lands- stýrinum var, at landsstýrismað- urin í strandferðslumálum nú skuldi kanna, um landsstýrið er sinnað at lata farmaflutningin á landi til privatar. HESUM SPURNINGI hevur løg- maður longu svarað. Tað gjørdi hann í eini dlavsøkurødu, har hann beinleiðis segði, at farmaslutnin- gurin skuldi leggjast út á privatar hendur. So her er nakað sum talar fyri, at hesir »privatu« strand- feråslumenninir ikki bert eru komnir eftir egnum ynski. Hetta er bert eitt av mongum dømum um politisku ætlanir løgmans: at seta føroyska samfelagið nógv år aftur í tíðina — tá einstaklingar høvdu tær góðu ruturnar, meðan ongar rutur vóru til smáplássini. Tað er eisini lættari hjá borgarligu garduni at vísa á, tá tað almenna skal reka undirskotsruturnar, at alt tað sum er á almennum hond- um gevur undirskot. Eftir ollum at døma fær løgmaður nógv sjálv- skapt argument at egna við til eitt komandi val. Tá tit hava fingið tykkara fáa vit molarnar Nei, harra logmaður, sambandið hvorki var ella er vinur arbeið- aranna ella fiskimanna Tað var nógv fyri hjá mær, sum eri komin upp í árini, at hoyra legmannin Paula Ellefsen á 1. mai- degnum í Havn, gjøgnum útvarpið um kveldi. At hann kemur sær at siga, at sambandsflokkurin skal” vera tann stóri arbeiðara- og fiskimannaflokkurin, nei, og tað vísir bara, at løgmadur veit lítið aftur í tíðina at siga fra. Nei, fyri at siga tað akkurát sum tað er, so átti tann minni menti í mínum ungu degum og í mínum mann- dómsárum ongan vin í sambandinum, heldur ikki i sjålvstyrisflokkinum, eingin annar flokkur var ta. Hann snakkadi um eina kanning, men hvør kann siga, at tann kanningin, sum Dimmalætting bestilti forút fyri valgið i 1978, er eftirfarandi, tí tað valgið var eitt rumbuls- val, tí hasin gákurin, Pauli Ellefsen, hevði est fólkið so upp, og so so snildis- liga, at bæði ung og gomul lótu seg ræða, og teirra millum eisini mangir ar- beiðara og fiskara, sum aldrin høvdu funnið upp á at stemmað uppá sam- bandið, og í kanningini hava teir so sagt, at teir til tað valgið fóru at stemma uppá sambandið, men hver sigur, at tað var eftir yvirbevísningi ella um teir fara at gera tað aftur, nei, tað trúgvi eg lítið uppá, tí politikkurin hjá samband- inum og sjálvstýrinum við, hann gongur bert út upp á eitt, at tað meiniga fólkið skal fáa molarnar, tá tað betra hevur fingið sítt. Langt frá alt sum javnaðarflokkurin hevur verið við at gjert er tað besta, men eitt kann eg fortelja Paula Ellefsen og tað tekur mangur undir við mær, at tann einasti flokkurin sum í mong, mong ár stríddist fyri og vardi arbeiðsmannin og fiskimannin var javnaðar- Fer Glyvursnes nú eisini? Nú er ilt at skilja bygdar- ráðið í Kirkjubø. Hetta sigi eg tí, at nú herfyri, so varð samtykt á tingi, at ferjulega verður legd í Kirkjube. Tað, eg havi fingið burtur úr, so er henda samtykt ímóti vilja flestu kirkjubømanna. Og fyri undirritada er hetta so sólarklárt — ut frá søgu- ligum og náttúruverndar- orsøkum. Tað má ikki henda. Okkara mæti, segufróði listarmaður, Tróndur Patursson, hevur lagt stórt arbeiði og heitar kenslur í at gera vart við seg ímóti hesari fyrilitar- leysu ætlan, sum púra ter at oyðileggja Kirkjubø, sum tað seguríkasta plássið í landinum. Fleiri við mær taka við fullum huga undir við honum í hansara mótmæli. Men nú í farnu viku brast ein bumba aftrat: Í útvarpinum fáa vit bara bart út at vita, at samtykt er at gera grótbrot á Glyvursnesi. Og bygdar- ráðini í Kirkjube og Velba- stað hava givið loyvi til hetta. Ja, eg má siga, at her er ikki lætt at skilja kirkjubeingar Uppaftur — til verri er at skilja Feroya Fornminnisvernd, Frið- ingarnevndina fyri Suður- streym og Yvirfridingar- nevndina. Men øll hesi hava, Gud hjálpi mær, eisini givið loyvi — ja hvussu skal so vera vorið. Eg veit ikki, hvat tað er fyri fólk, ið har sita. Men eftir mínum tykki, so eru tað ikki tey rettu at velja í slíkar nevndir. Í Havn búgva eini 14.000 fólk, og eitt er heilt vist — at stersti parturin av havnarfólki man fara at harmast um at útsýnið yvir Nólsoyarfjorð nú fær eitt grefligt arr. Hava tit sæð uppi av Oyggjarevgnum út yvir Havnina og út eftir Nóls oyarfirði við Glyvursnesi, Kirkjubenesi og Borðuni úti í innsiglingini til Havn- ar. Er hetta ikki ein undur- vekur sjón? Hví skal hetta eisini oyðileggjast? Hava tit sæð Norðagetu í dag? Hetta mishátta grótbrotið, ið nú púra hevur vanskeplað ta fyrr so vekru bygd? Væl veit eg, at grót skal brúkast. Vit skulu sjálv andi brúka tilfar til at út- ta Glvvursnes enn ikki lagdur nan fyri Gl fyr byggja land okkara við. Men at brúka er ikki tað sama sum at misbrúka. Tá ið ein so frá fakfólki verkfreðingum og eðrum fær at vita, at grót og annað tilfar væl kann tak- ast á ein slíkan hátt, at ikki, ella næstan ikki sæst, til demis við at bróta innan úr fjallinum, ella gera smá op ella portur, og so taka innan úr. So við og við ber so til at fylla uppí aftur, tá ið ikki meira er brúk fyri meira tilfari Hver mátin ið dýrari er havi eg ikki skil á. Men eitt er vist — pengar er ikki alt. Tað kann ikki vera rættvíst, at nekur fá fólkavald kunnu taka av gerðir uttan at lurta eftir hvat veljarar teirra hava upp á hjarta — eisini eftir at sjálvt valið er frá hond ini. Tit fáu fólkavaldu Gerið tykkum allan ómak at umhugsa hvert einasta projekt igjøgnum, soleiðis at ikki fæst meira fyri minni ur landi okkara og náttúru. Tað er tykkara sjálvsagda skylda Thomas M. Smith Yvirfriðingarnevndin sigur ja grótbrot in yvursnes ) | | ) Longu á Grækarismessu heuði Sosialurin eina grein um ætlanirnar úti á Glyvursnesi flokkurin; hinir flokkarnir gjørdu alt fyri at knúsa javnaðarflokkin og serliga eftir at vinnuflokksmenn- irnir vóru komnir upp í, tað kann mangur við mær sanna, og hví gjerdu teir tað, tí teir vildu hava okkum niður við nakk- anum. Men tað var ikki bara flokkin teir vóru úti eftir, men, eisini nógvum av okkum sum hildu okk- um til sosialistarnar. Lítið veit legmaðurin tá hann si- gur, at javnaðarflokkurin hevur einki við arbeiðara- felogini at gera, men eitt skal Pauli Ellefsen vita, at tað vóru nettupp fakfelagsmenn sum tóku seg saman at gera listar fyri at taka undir við javn- aðarflokkinum, tá hann var komin í lag í Suðri og í Havn fyrst, og nógvir av teimum, sum hava stjórn- að fakfeløgunum og Før- oya Arbeidarafelag sidan tað kom upp i 20-unum hava verið javnaðarmenn, sum ikki hava verið bangnir at tikið mangt eitt ternið, og sum hava fingið nógv yvir seg, tí teir stríddist mót fleiri siðum og tað gekk ofta út yvir familjuna. At siga javnað- arflokkurin ikki er barn av fakfelagsrersluni er tað sama sum at siga, at Ísak ikki var avkom hjá Abra- ham. Legg tær hetta í geyma, harra legmaður. Takk fyri. Ein sum hevur baksast fyri seg