fríggjadagur 13. september 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 175 - 13. september 2002
Nr. 175 - 13. september 2002
39
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098 · Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 31.7597, fartlf.
22.2381, skrivitlf. 31.6929
fax 31.3609 og teldupostadr.
deaf@post.olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
við felagið fæst við at ringja
til onkran av nevndarlimun-
um: Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Heilafelagið, MBF-húsið
Íslandsvegur 10C
tlf./fax 321520
Telefontíð hvønn týsdag
kl. 18.00-20.00.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 444796, Hallbjørg
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 317959, telefax 315727.
E-mail: ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð,
men samband við felagið fæst
á tlf. 313978, Randfríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
Føroya
Astma/Allergifelag
MBF-húsið, Íslandsvegur 10c,
Tlf./fax 311419.
Upplatingartíðirnar eru:
hvønn hósdag kl. 16.30-
18.00.
Føroyingafelagið í
Odense
hevur opið hvørt fríggjakvøld
frá kl. 20. Tú finnur okkum á
Rugårdsvej 21 (kjallarin),
5000 Odense C.
Tlf.: 25395563
Teldupostur: ffo@post.gs
www.ffo.subnet.dk
Føroyingafelagið í
Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl.
19–22.00, har tú ert vælkomin
at lesa bløðini, spæla kort og
keypa tær ein kaffimunn.
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33239980
Fax: 33239234
Teldupostur:
fo.raadgivning@get2net.dk
Hjálp og vegleiðing í sosial-
um, persónligum og lestrar-
ligum spurningum.
8.7.-14.7. Bert telefonviðtala.
15.7.-21.7. Stongt.
22.7.-4.8. Bert telefonviðtala.
Føroyingafelagið í
Aalborg
Lille kongens gade 10B,
tlf. 98 13 63 30
email: alaborg@alaborg.dk
Álaborg er opið soleiðis:
Fríggjadag 17-19 og Leygar-
kvøld 23-03. Álakórið venur
mikukvøld kl. 19.30
Annars verða tiltøk hjá
felagnum lýst í Túnatos og á
heimasíðuni www.alaborg.dk
Føroyahúsið í
Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Telefonupplýsing: 33231586
Dagliga telefonin: 33231587
Fax 33231588
E-mail addressa:
postur@faroehouse.dk
Heimasíðan:
www.faroehouse.dk
Á heimasíðuni er skráin,
smátíðindi, feløgini og links
víða um.
Kaffistovan er opin má.- frí.
kl. 14 - 19
Bókasavnið um somu tíð.
Føroyskur døgverðamatur,
fløgur, bøkur og pløgg fáast
til keyps.
Vilt tú leiga ella skipa fyri
tiltaki í húsinum, vendir tú
tær til leiðaran.
Føroyingafelagið við
fjørðin
Jægerspris. Vit hava ymisk
tiltøk nakrar ferðir um árið.
Kundi tú hugsað tær at vita
meira um felagið, ella lokalt,
so ring til Fríði tlf. 47317438
Gudni tlf. 47387748.
Føroyingafelagið í Århus
Vestergade 48D
8000 Århus C
Tel. 86 18 06 04
Teldupostur:
aaarstova@hotmail.com
Café’in er opin mánadag til
hósdag kl. 16-18 og leygar-
kvøldscafé kl. 22-03.
Reglulig tiltøk: Sunnudags-
skúli annanhvønn sunnudag
(líka vikur) kl. 14.30.
Bókasavn: Føroyskar bøkur
kunnu lánast í Áarstovu
mánadag-hósdag kl. 16.00-
18.00.
MFS-stovan hevur opið hvønn
mikudag kl. 16.00-18.00.
Kassameistari er at hitta
hvønn mikudag kl. 16.00-
18.00.
Flogbóltur er í Frydenlund-
skúlanum fríggjadag kl.
16.00-18.00. Badminton í
Frydenlundskúlanum sunnu-
dag kl. 16.00-18.00. Innan-
dura fótbóltur í Hasselager-
høllini fríggjadag kl. 21.00-
23.00.
Føroyingafelagið
Vesturskin, Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Nærri upplýs-
ingar við at venda sær til
Elsebeth Reines, tlf.
55229049.
Føroyingar í Noregi
E-mail:foroyar@norden.no
Heimasíða: http://www.n-
orden.no/foroyar
Norsk-Færøysk Lag skipar
javnan fyri tiltøkum fyri
føroyingum og fólki við til-
knýti til Føroyar. Tiltøkini
verða hildin í Oslo, og nærri
upplýsingar um tíð og stað
fáast við at venda sær til
felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið í
Reykjavík
Elin S. Wang, Melabraut 8,
170 Seltjarnarnes, Ísland
Tlf. +354 5522368
E-mail: forrek@visir.is
Føroyingafelagið í Svøríki
Vit hava tiltøk nakrar ferðir
um árið. Nærri upplýsingar
fáast við at venda sær til
Annu Westfahl á
tlf. +46176269536 ella Innu
Törnroos á
tlf. +468853570.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska tíð,
á FM 107,1 MHz.
Føroyskt barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er før-
oyskt barnamøti í »Fælles
Fælleshuset« á C. W. Obel
kollegium á Herningvej. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
TILTØK
Ásannast kann tó, at
partalag eisini hevur sínar
veiku síður. Av hesum
kunnu m.a. nevnast, at
spurningurin um, hvørt ein
partalagsavtala kemur at
virka eftir ætlan, velst um
hvørt teir persónar, sum
verða settir saman til at
hava dagligu og yvirskip-
aðu leiðsluna av einari slík-
ari »verkætlan«, hava teir
røttu persónligu eginleik-
arnar, sum skulu til fyri at
passa saman við júst teim-
um persónum, sum hinir
partarnir hava valt. Um
hetta ikki er so, er tað nær-
um líkamikið, hvat partarn-
ir hava skriva niður av góð-
um ætlanum – so vil ein
partalagsavtala ikki koma
til at rigga. Sigast kann tí,
at altavgerðandi treytin fyri
at ein partalagsavtala riggar
er, at partarnir hava teir
neyðugu persónligu før-
leikarnar fyri góðum sam-
starvi. Tørvur á slíkum per-
sónligum førleikum kann tí
máa burtur grundarlagið
undir eini góðari »verk-
ætlan«.
Eitt annað sermerkið við
partalagi er, at byggiharr-
arnir mugu innstilla seg
uppá, at tey krøv, sum
verða sett til teirra luttøku í
partalagi samanborið við
vanligu avtaluháttirnar, eru
ikki bert størri, men rættu-
liga nógv størri, enn teir
eru
vanir
við.
Byggiharrarnir
mugu
sostatt gera sær greitt, at
teir
gjøgnum
alla
verkætlanina koma til at
taka beinleiðis lut í arbeið-
inum. Byggiharrarnir vilja
sostatt blíva drignir inn í
nógvar
detailspurningar,
sum annars vanliga blivu
loystir millum tekniska ráð-
gevan og byggifyritøkuna.
Vísir tað seg t.d., at tað
gerst neyðugt at broyta eitt-
hvørt á ein hátt, so tað eis-
ini ávirkar kostnaðin, kann
byggiharrin ikki blaka frá
sær við boðum um, at hann
hevur ein fastan prís, og tí
má byggifyritøkan sjálv
finna útav, hvussu hon
loysir trupuleikan. Byggi-
harrin má í slíkum førum
taka lut í, hvussu trupul-
leikin skal loysast. Hinveg-
in er fyrimunurin fyri
byggiharran, at hann sum
komandi brúkari av bygn-
inginum fær høvi til so
hvørt meðan byggiarbeiði
fer fram, at gera vart við
síni ynskir og sjónarmið.
Innan vanligu avtaluhætt-
irnar hevur byggiharrin
einans haft møguleika fyri
at seta fram síni ynski
meðan »projekteringin« fór
fram. Tá ið arbeiðið bleiv
bjóða út kundi byggiharrin
ikki longur – uttan at blíva
møttur
við
munandi
peningakrøvum – koma við
ynskjum um broytingar.
Er talan um almennar
byggiharrar, hevur tað eis-
ini víst seg, at tað kann
verða trupult at halda tíðar-
ætlanir, um so er, at tað
gerst neyðugt at hækka
byggikostnaðin útum tann
karm, sum var ásettur. Al-
mennir byggiharrar skulu
vanliga
gjøgnum
eina
drúgva politiska viðgerð,
fyri at fáa neyðugu pen-
ingajáttanirnar
til
ein
hækkaðan byggikostnað.
Hetta hevur í onkrum føri
havt við sær, at arbeiðið
hevur verið seinkað, meðan
bíða bleiv eftir, at politiska
viðgerðin gekk sína gongd.
Eisini á annan hátt hevur
almenna lóggávan víst seg
ikki at verða vælegnað til
partalag. Almennir byggi-
harrar hava vanliga skyldu
til at bjóða byggiarbeiði út í
almenna lisitatión. Í parta-
lagi er vanliga ikki talan
um eina licitatión, men at
byggiharrin longu frá byrj-
an velur eina byggifyritøku
til at taka lut í menningini
av byggiverkætlanini. Er
talan um »verkætlanar-
partalag« er tó møguligt at
halda lisitatión tíðliga í
verkætlanini. Trupulleikin
tá kann verða nóg nágreini-
liga at lýsa tey metingar-
støði, sum byggifyritøkan
skal metast og veljast eftir.
Er talan harafturímóti um
»strategiskt-partalag«
er
trupult at halda lisitatión av
tí, at tær strategisku avtal-
urnar longu eru gjørdar, og
tí
onkursvegna
áleggja
pørtunum at brúka hvønn
annan.
Eisini á løgfrøðiligu síð-
uni kunnu verða trupulleik-
ar við partalagi. Í vanliga
avtaluháttinum liggur tað
nøkunlunda fast, hvørji
viðurskifti byggifyritøkan
hevur ábyrdina av – fyrst
og
fremst
brek
við
byggingini – og hvørji t.d.
ráðgevararnir
hava
ábyrgdina fyri – fyrst og
fremst feil-projektering. Er
talan um partalag, verða
bæði byggiharrin og byggi-
fyritøkan tikin við uppá ráð
í teirri »projektering«, sum
tekniski ráðgevin fremur og
vanliga hevur ábyrgdina av.
Um tað vísir seg, at feilur
er í verkætlanini, kann tað
ikki
vísast
aftur,
at
byggiharrin
og
byggifyritøkan kunnu fáa
eina medábyrgd av slíkum
brekum sum avleiðing av
teirra aktivu luttøku í
»projekteringini«. Á sama
hátt kunnu teknisku ráð-
gevararnir og byggiharrin
fáa eina medábyrgd fyri
feilum í arbeiðinum hjá
byggifyritøkuni. Neyðugt
er tí greitt at takað støðu til
árbyrgdarviðurskiftini
í
partalagsavtaluni.
Samanumtikið er tó ikki
ivi um, at partalag kann
betra um byggiviðurskiftini
og um úrslitini. Tað er tí
áhugavert at frætta, at
Føroya Tele, sum tann
fyrsti byggiharrin, hevur
valt at lata partalag standa
sína roynd í samband við
byggivirksemi í Føroyum.
Framhald av síðu 27
C
M
Y
K
39
38