týsdagur 10. mai 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 10. mai 1983
tíðindablaðið
Arbeiðsgevararnir vilja
ikki lata til eftirlonargrunn
— Tað harmar okkum. Men vit gevast ikki so við mál-
unum. Vit hava gjørt semingsstovninum greitt, at vit
vilja hava málið til »semings«, sigur Karl Johansen, for-
maður í HA
— Vit eru ógvuliga harmir
um, at arbeiðsgevararnir
ikki vilja vera við at
gjalda til eftirlenargrunn-
in. Men tað, sum er upp
aftur meira harmiligt, er,
at tá vit bóðu um eina-
grundgeving fyri, hví teir
ikki vilja vera við, og hví
teir ikki vilja vera við í
eini nevnd at lýsa spurn-
ingin, fingu vit bara svar-
ið frá formanninum í ar-
beiðsgevarafelagnum, Tor-
steini Vilhelm: »Ongan
kommentar«
Hetta sigur Karl
Johansen, formaður
Havnar Arbeiðsmannafel-
ags, í samreðu við Sosi-
alin
Samráðingarnar endaðu
sunnumorgunin kl. tvey.
Tá fóru partarnir, arbeið-
arafelegini í Havn og
Klaksvík eðrumegin og
Havnar- og Feroya Ar-
beiðsgevarafelag hinu-
megin, hver til sítt.
Semingsstovnurin hevði
útsett eitt meguligt
verkfall í eina viku.
Nýggjur fundur er avtal-
aður komandi sunnudag.
Felegini í Havn og í
Klaksvík hava lagt stóran
dent á spurningin um
eftirlenargrunnin, men
hann er ikki tað einasta,
partarnir hava lagt dent á,
men striltið hevur gingist.
Karl Johansen sigur, at
arbeiðarafelegini hava
næstan fingið eitt »nei« til
alt.
— Tað, vit hava fingið,
er alt sovorðið sum einki
kostar, ymiskar ajour-fer-
ingar og smávegis broyt-
ingar av verandi sáttmála,
sigur hann.
Vilja heldur ikki
seta nevnd
Arbeidarafeløgini i Havn
og i Klaksvik hava undir
samráðingunum skotið
upp, at arbeiðsgevararnir
luttaka í gjaldinum til
eftirlenarskipanina = við
einum prosenti. Tað er
umleið 50 oyru av hverji
tímalen.
Karl Johansen greiðir
frá, at arbeiðsgevararnir
hildu tiltakið vera gott.
Teir vóru positivir, men
hildu seg kenna ov lítið til
málið fyri at kunna taka
undir við tí. Teir fingu tí
reglugerðina, sum Havnar
Arbeiðsmannafelag hevur
fingið gjørt saman við
sakferara og grannskoð-
ara sínum og Tryggingar-
sambandinum Feroya.
Men teir hildu seg kortini
vita ov lítið um eftirlenar-
spurningin.
— Tí skutu vit upp við
tíggjutíðina leygarkveldið
at seta eina nevnd við um-
boðum fyri báðar part-
arnar og annars sak-
kenum at viðgera málið og
fáa tað lýst frá ellum
síðum
- Teir segdu einki. Tað
var tegn í eina góða letu
Síðan fóru teir út og vóru
ein heilan tíma úti, áðrenn
teir komu innaftur. Tá var
svarið nei. Vit bóðu um
eina grundgeving fyri at
nokta at til at
seta eina nevnd at lýsa
spurningin. Men vit fingu
vera við
bara tvey orð frá Torsteini
Vilhelm: »Ungan kommen-
tar“, sigur Karl Johansen.
Vilja hava málið
til »semings«
Men arbeidarafeløgini
sleppa ikki kravinum um
eftirlønarskipanina.
— Vit gjørdu arbeiðs-
gevarunum beinanvegin
greitt, at vit sleppa ikki
spurninginum um eina
eftirlønarskipan við einum
»nei« frå arbeiðsgev-
arunum. Vit krevja tað
fyri semingsstovnin og
tað gjørdu vit semings-
manninum greitt, tá hann
kom upp í samráðingarnar
á midnátt.
— Vit vilja hava málið
við, tí vit leggja stóran
dent á tað, og fólk eru
ógvuliga áhugað í spurn-
inginum um eftirlen. Eitt
blankt »nei« kunnu vit
ikki góðtaka, tí hetta er
eitt mál, sum vit hava
arbeitt nógv við, sigur
Karl Johansen.
Íslendingar fáa
6 pst. frá arbeiðs-
gevarum
Hann hevur eisini havt
samband við fakligar
felagsskapir i eðrum
londum. Tá íslendingar og
grenlendingar vóru her
seinasta heyst í samband
við at Verka- og veið-
mannafylkingin í Norður-
atlantshavi varð stovnað,
upplýsti íslendski LO-for-
maðurin, Ásmundur Ste-
fansson, at íslendsku ar-
beiðsgevararnir lata heili
seks prosent til eftirlønar-
skipanina. Arbeiðararnir
lata fýra prosent. Eftirlen-
in í Íslandi gevur einum
eftirlentum arbeiðara 65
prosent av vanligari len
Feløgini i Feroyum hava
ynskt helvtarbýti — eitt
prosent til hvenn partin.
Tá Havnar Arbeiðs-
mannafelag samtykti
uppskotið um eftirlønar-
skipanina fekk nevndin
heimild at arbeiða við tí
eina prosentinum. Eftir
ætlan skal grunnurin vera
bundin fimm tey fyrstu
árini. Eftir fimm árum eru
fleiri = milliónir hópaðar
saman
Karl Johansen upplýsir
at í dagsins prísum hevði
eftirlenin verið
um mánaðin
3.200 kr
— Vit hava yvir fyri ar-
beiðsgevarunum víst á, at
við eini slíkari skipan
savnast nógvur kapitalur,
sum kann brúkast til
vinnulig endamál. Har-
afturat halda vita t ein
eftirlønarskipan kann
beta um arbeiðsloysið
millum ungfólk, við tað at
eldri arbeiðsmenn fáa ráð
at gevast við at arbeiða, tá
teir koma upp í pensións-
aldurin. Tað hava teir ikki
i dag, sigur Karl
Johansen
Standa langt frå
hvørjum ødrum
Partarnir hava eisini sam
ráðast um krónur og oyru
Vit hava ikki fingið ná-
greinliga upplýst, hverji
útspælini hava verið, men
Næstan
Karl Johansen
einki er komið í gjøgnum
Tað, vit
kostar einki
hava 4 ngið,
í mun til undanfarin ár eru
arbeiðsgevararnir eisini
komnir við einum útspæli
Arbeiðsgevararnir eru
komnir við einum tilboði
1
sum liggur 1,5 til 2
prosent. Arbeidarafeløgini
hava hinveg
n kravt teir
krónur. Hvussu nógv vita
It IKK1.
jo-mo
Høgni Højgaard, næstformaður í Føroyu Handverkarafelag:
— Vit eru tving-
aðir út í verkfall
— Vit halda tað vera
ábyrgdarloysi at fara í
verkfall upp á einans 80
oyru. Hetta var tað sum
skilti partarnar.
Hesa viðmerkingina
hevur formaðurin í Havn-
ar Handverkarafelag,
Hegni Hejgaard, til tað,
at handverksmeistararnir
havnaðu uppskot frá
handverkarunum, sum
miðjaði ímóti at sleppa
undan verkfalli. eftir at
handverkararnir = annars
hevdu vrakað sjálvt sem-
ingsuppskoti.
Eftir at hava samráðast
í 16 og ein hálvan tíma —
frá kl. 16 sunnudag til kl.
9 mánamorgun — fóru
handverkararnir í verkfall.
Feroya Handverkarafel-
ag kundi ikki góðtaka
uppskotið frá semings-
monnunum, sum mæltu til
kr. 1,60 í lønarhækking 1.
mai i år og kr. 1,40
komandi år.
— Men hetta hildu vit
vera ov lítið, sigur Høgni
Hejgaard, tí hetta fór
eisini at læsa av hjá hinum
fakfeløgunum, sum sam-
rådast i hesum døgum.
Hann vísir eisini á, at
arbeiðsgevararnir í sam-
ráðingunum við arbeiðara-
felegini sjálvbodnir hava
boðið eina lenarhækking í
ár upp á 1,5 pst., sum
svarar til 80 oyru, og 2,5
pst. komandi ár, sum
svarar til umleið 1,30 kr.
— Tá arbeiðsgevararnir
sjålvbodnir koma við
einum slíkum boði, kunnu
vit ikki góðtaka eitt sem-
ingsuppskot, sum næstan
ikki er sterri, leggur hann
afturat.
Vildu ikki sam-
ráðast aftur
Eftir at handverkararnir
havnaðu semingsuppskot-
ið, fóru tveir av samráð-
ingarmonnunum fyri
handverkararnar og
tosaðu við tveir av meist-
arunum um at broyta
ymiskt og samráðast av
nýggjum mikudagin, men
til fánýtis.
Hegni Hejgaard greiðir
frá, at handverkarnir
skutu upp at flyta eina
hækking upp á 10 oyru
fyri verktoyspengar og 10
oyru fyri skitið arbeiði og
leggja hesi oyruni afturat
uppskotinum hjá semings-
manninum umframt 80
oyru afturat.
Hann sigur, at meist-
ararnir tóktist positivir,
men eftir tveimum tímum
kom svarið. Teir kundu
ikki ganga við til upp-
skotið, tí teir hevdu góð-
tikið semingsuppskotið.
Harafturat mæltu hand-
verkararnir til at samráð-
ast aftur mikudagin, og
soleiðis útseta eitt verk-
fall. Men aftur nei.
— Tí meta vit, at vit eru
tvingaðir út í eitt verkfall,
tá vit hugsa um, at so lítið
sum bert 80 oyru skiltu
okkum, sigur Høgni Høj-
gaard.
Í Feroya Handverkara-
felag eru um 1100 skrá-
settir limir. Í Havnar
Handverkarafelag eru
útvið 500 limir.
jo-mo
Síða 3
,
Gongur út
, . ,
å midnått
Tann longdi såttmålin
millum Føroya Arbeið-
arafelag og Feroya Ar-
beiðsgevarafelag gong-
ur út á miðnátt.
Samráðingarnar, sum
slitnaðu síðsta týs-
kveld, tá semings-
stovnurin kom uppí,
vórðu tiknar upp aftur
í gjár.
Orsekin til slitið var
m.a. orðini hjá leg-
manni í 1. mai-reðu síni
á Vaglinum. FA vildi
hava at vita, hvat hann
meinti við, og vildi tí
ikki halda fram við
samráðingunum. Men
tað vildu arbeiðskeyp-
ararnir. Teir boðsendu
tí semingsmonnunum.
Enn er einki líkið út
frá samráðingunum
Uttan tað, at tað hevur
gingið ógvuliga strilt-
ið
Heilt langt
millum
partarnar
ráðingarnar
Feroya Prentarafelag
og Feroya
smiðjueigarafelag
Hetta hendi seinra-
partin sunnudagin, tá
partarnir hevdu tann
fimta samráðingar-
fundin á hesum sinni.
Sosialurin hevur
fingið upplýst, at part-
arnir standa so langt
frá hverjum eðrum, at
Prentsmiðjueigarafel-
agið helt, at einki var
at gera uttan at senda
boð eftir semings-
monnunum.
A fundinum spurdu
semingsmennirnir, um
partarnir høvdu nakað
ímóti at leingja sátt-
málan til tann 20. mai.
Tað høvdu partarnir
ikki.
Krevini hjá prentara-
felagnum eru 9 pst. í
lenarhækking 1. maí í
ár og tað sama kom-
andi ár. Haraftur at
krevja teir vikuna
niður á 37 tímar, 100
pst. í yvirtíð fyri hvenn
tína eftir sjey og ein
hálvan tíma arbeiðsdag
Prent-
og fimm vikur
summarfrí.
Mótleikurin hjá
Prensmiðjufelagnum er
sambært Dagblaðnum
10 pst lenarniður-
gongd í ár og 10 pst.
komandi ár og ein
leingjan av arbeiðs-
vikuni upp í 44 tímar.
Harafturat vil prent-
smiðjufelagið hava
eksklusiv-greinina burt-
ur.
jo-mo