týsdagur 10. mai 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Býráðspolitikarar í Havn:
Nr. 53 10. maí 1983
Natostødin í tingi0!
Spurningurin um at geva eitt byggiloyvi
til Natostødina i Mjørkadali og å Sornfelli
til umvæling, nútímansgerð og útbygging
eigur at vera tikin upp á Føroya Løgtingi.
Hetta vóru fleiri av býráðslimunum í
Havn á einum máli um, tá spurningurin
um at geva eitt byggiloyvi til steðina í
Mjerkadali var til viðgerðar á býráðs-
fundi hósdagin. Uppskotið varð samtykt
við 8 atkvødum ímóti 5. Nú skal so lands-
stýrið góðkenna samtyktina hjá Tórs-
havnar býráð
Við 8 atkveðum fyri og 5
ímóti samtykti Tórs-
havnar býráð hóskveldið
eitt uppskot um at geva
Natosteðini í Mjerkadali
byggja
loyvi til at
antennu og umskipa at-
komubygningin, og at
taka upp samráðingar um
íbúðarbarakkirnar til
handverkarnar
Loyvið er treytað av, at
frárenningin frá staðnum
verður kannað, soleiðis at
hon ikki veðrur til ampa
fyri alingina á fjørdinum.
Aftrat hesi tilráðing frá
einum meiriluta í byggi-
og byarskipanarnevndini
við P. Í Gong, E. Arge og
A. Niclasen varð eitt uppí-
skoyti — eykabroytingar-
uppskot — frá Peturi F.
Christiansen samtykt.
Uppískoytið sigur, at
máið skal sendast lands-
stýrinum til góðkenn-
ingar.
Teir 8 býráðslimirnir, ið
atkveddu fyri, vóru: Elies-
ar Arge, Heðin
Mortensen, Petur i
Gong, Arnstein Niclasen,
Ronald Poulsen, Poul Mic-
helsen, Petur F. Christi-
ansen og Dånjal Larsen.
Iméti atkvøddu: Finnur
Johansen, Zacharias
Wang, Leivur Johanne-
sen, Jåkup Sune Jacobsen
og Ingi Mohr.
Ordaskiftid:
Dánjal Larsen segði, at
hann undir fyrstu umrødu
av málinum tók ikki orðið,
tí hann ynskti at síggja
stødina í Mjørkadali fyrst
— nú hevði hann so verið
har uppi og sæð og fingið
upplýsingar. — Ég ivist
als ikki í, at talan er ikki
um nakra álopssteð. Tað
er stórur munur millum
goymslu av álopsvánum
og so eina ávarðingarsteð.
tíðarhóskandi,
so hon kann verja okkum
betri segði Larsen.
Hann segði eisini. at tað
at hand
i alan
ina meira
jania
rxAr skulu
Leivur Johannesen
segði klárt og greitt nei til
at geva umredda byggi-
loyvi. Hetta er útbygg-
ing og ikki bert viðlíka-
hald, segði hann. Hann
helt, at málið hoyrir heima
í legtinginum, ti tingmenn
tikið
hava eina
stødu
hava klårt
1moti at
stød i Føroyum
Síðani vísti hann á, at
ekið talan er um liggur
uttan fyri byggiøkid, sum
Tórshavnar Býráð hevur
heimild at taka avgerðir
um.
— Eg haldi tingmenn
sleppa ov lætt í hesum
máli, skal tað bert avgreið-
ast her í býráðnum, segði
Leivur Johannesen. Hetta
er ikki eitt kommunalmál.
Eg eri greiður yvir, at
minniluta tilráðingarnar
verða feldar, men eg ætli
mær at fylgja væl við,
hvussu byggiloyvið
verður útskrivað, segði
Leivur Johannesen.
Ingi Mohr segði, at
málið hoyrir ikki heima í
býráðnum men á legtingi
og í landsstýri. Ronald
Poulsen helt, at tað vóru
nógv fleiri byrsur í eini
feroyskari bygd enn tað
eru í Mjerkadali. — Tey,
sum tosa mest um frið lata
ikki onnur fáa frið. Hetta
er ein kamuflasja av
teimum sjálvum. Ég taki
undir við at geva loyvi
hóast eg haldi, at best var,
at eingi vápn vóru til segði
Ronald Poulsen.
Heðin Mortensen segði,
at hann hevði vitjað í
Mjerkadali og har var so
avgjert neyðugt at nútím-
ansgera steðina. — Eg
trúgvi ikki, at legtingið
klárar at avgreiða hetta
málið, og tí mugu vit gera
tað. Men hvat viðvíkur út-
bygging av sjálvari steð-
ini, tað eiga legtingið og
landsstýrið at taka stødu
til, segði hann.
30 feroyingar
Eg havi einki hoyrt frá
løgtingsmonnum um
hetta mål, og tað haldi eg
Ta arhejAa 30
ar iagiA
foroyingar á steðini í
Mjerkadali, og steðin
rindar nógv til SEV o.a.
Skal steðin takast niður,
hver hevur so arbeiði til
hesi fólkini. Eg haldi vit
eiga at geva byggiloyvi,
men har talan er um at út-
byggja steðina, har má
løgtingid taka avgerðina.
Heðin Mortensen segði
eisini, at av tí at málið er
eitt byggimål, og tað
liggur í 4 byggiøki, vil tað
automatiskt enda í lands-
stýrinum. Tí býráðið kann
ikki skriva eitt byggiloyvi
út í hesum eki uttan víð-
ari, men mugu spyrja
landsstýrið eftir. Heðin
Mortensen helt tað vera
legið, at ein hevur horyt so
nógv um Natosteðina
síðan ein var smádrongur,
men tingmenn hava so
einki gjørt við málið
Essa Arge vísti á, at
býráðið eigur ikki at
blanda politikk uppi eitt
byggimál. Endamálið við
byggisamtyktini er at
stýra komandi bygging.
Vit hava mett hetta sum
eitt byggmál, sum skal av-
greiðast í býráðnum segði
Essa Arge. Hann vísti á,
at talan er um loyvi til
eina antennu og at gera
ymiskt annað. Men
hvussu ein innrættar seg
innandura kann býráðið
ikki hava nakra ávirkan á.
— Hetta er eitt fyribils
byggiloyvi og tí vildi eg
mett, at tað letur seg gera
at geva loyvi í 4. byggi-
umráði. Tað vildi verið
skeivt ikki at givið hetta
loyvið. Essa Arge segði, at
tað er rætt, at hetta er eitt
frávik, sum má góð-
kennast av landsstýr-
inum.
Arnstein Niclasen
ivaðist ikki í, at neyðugt
er við umvæling av steð-
ini, eftir at hann hevði sæð
hana. Hann helt ikki, at
tað var óvanligt, at tað
verður bygt í 4. byggium-
ráði.
Fyri ella ímóti
Heðin Mortensen tók
síðani aftur orðið og
spurdi Finn Johansen, um
hann fór at siga samgong-
una upp, um hetta málið
varð samtykt. Hetta skal
Finnur hava sagt
frammanundan á einum
fundi. Finnur Johansen
svaraði, at í veruleikanum
er ikki nógv at tjakast um.
Tí antin er ein fyri ella er
ein ímóti. Hetta er ein
holdningsspurningur og
mín flokkur er ímóti her
valdi Ferovum. Tað
staðutakan eri eg bundin
av, segði hann
øm
Víðari segði hann, at tað
hann hevði sagt, tað stóð
hann við — eingin skuldi
ivast í tí. — Tað einasta
loyvi eg vil vera við til at
geva er eitt niðurteku-
loyvi, so eg vil avgjert
mæla frá at frávik verður
gjørt. Gevið tí einki loyvi
segði Finnur Johansen.
Poul Michelsen helt, at
vil løgtingid gera brúk av
samtyktini frå 1961 um at
mótmæla stødini i Mjørka-
dali, so må tad gera eina
lóg, sum sigur, at hervald-
id skal av landinum. — Eg
dugi tó ikki at síggja, at
hverki javnaðarmenn ella
tjóðveldismenn í lands-
styrinum hava gjert
nakað fyri at fáa hervaldið
av landinum tey mongu ár
teir hava sitið við valdið,
Poul Michelsen.
Hann mælti til at atkveða
fyri meirilutatilráðingini.
Jákup Sune Jacobsen
segði, at steða hansara
var greið. Hann tók undir
við Leivi Johannesen, um
at málið hoyrir heima í
løgtinginum.
Petur í Gong segði, at
hetta var eitt byggimál og
einki annað. — Eg eri fyri
at geva byggiloyvi, segði
hann.
segði
langa reðu, har hann
greiddi frá teirri søguligu
gongdini í Natomålinum.
Hann helt at nú var stór-
politikkur við at koma inn
i Tórshavnar byråd. — Eg
taki undir við Finni
Johansen um ikki at geva
hetta loyvi. Tjóðveldis-
flokkurin gongur inn fyri
at fólkaræði verður sett á
stovn í Feroyum. Tvs. at
vit skulu avgera, hvat fer
fram á hesum klettum.
Men vit hava latið danir
hava avgerandi orðið,
hvat viðvíkur verju av
Feroyum. Tað áttu vit
sjálvir at havt. Men hetta
er einki nýtt helt Zacha-
rias Wang fram.
Tá okkara land varð her-
sett fri 43 árum síðani
nyttaðu danir ikki nógv
fremmandu herset-
ingini av bretskum her-
monnum. Tá bretar fóru
úr aftur Feroyum í 1946
komu danir aftur sum her-
setingarvald og noyddu
sín vilja inn á okkara fólk.
Síðani koyra teir okkum
uppí Nato uttan at spyrja
okkum eftir. Sjálvtum tað
stendur í Heimastýrislóg-
ini, at feroyingar skulu
spyrjast eftir í slíkum
máli. Natosteðin veðrur so
bygd í Feroyum uttan, at
landsstýrið ella legtingið
móti
síggja vit allar hermenn
inar har. Av 128 fólkun
eru bert 23 sivil.
Zacharis Wang vísti
eisini á, at Nato hevur als
ikki brúksrætt til ekið har
steðin stendur. Hesin
brúksrættur datt burtur
aftaná matrikuleringina
herfyri, tá Nato átti at
gjørt vart við sín brúkt-
rætt men ikki gjerdi tað
Umsekjarin hevur
ongan brúksrætt til ekið,
tvs. at vit kunnu ikki
viðgera byggiloyvið. Gera
vit tað, so er samtyktin
ikki lóglig. Og geva vit
byggiloyvi á annan mans
ogn, tá er hetta heilt
kriminelt. Ég vil sum
býráðslimur = royna at
kanna hesi viðurskifti hjá
sakferara, hóast eg haldi,a
at hetta
gjert áðrenn slíkt mál
átti býráðið at
var
lagt fram segði Wang at
enda
Petur F. Christiansen
segði seg taka undir við
meirilutanum, men ynskti
at skoyta nakað uppí,
nevniliga at málið skuldi
góðkennast lands-
stýrinum eisini.
Sum frásagt so var sam-
tykt at geva byggiloyvi
men at landsstýrið skal
góðkenna tað.
av
Hersettar verða eftirspurd. Sagt var, jan
; T in, at her bert skuldi vera
Zacharias Wang helt eina sívílt fólk. men í dag
,
Ferðafólk sluppu
. . . .
ikki vid bussinum
— Tad er hugstoytt at vita Hetta sigur eitt av nekrum teirra. Tískil
sær, at ein aftaná at hava
flogið úr Danmark til
Feroya í tveir tímar skal
verða noyddur at bíða
eftir bussi í Vestmanna í
enn ein og tveir tímar.
ferðafólkunum, sum kom
heim til Feroya fríggja-
dagin. Tá ferðafólkini
komu til Vestmanna var
bert tann eini bussurin, og
har var bert pláss fyri
mátti restin standa úti í
oysandi regni og bíða eftir
enn einum bussi.
— Fáið skil í hetta, sigur
ferðamaðurin.
KAPPING
Landsfelag Føroyinga í Utbúgving, sum er eitt meginfelag
av teimum ymisku útbúgvingarsamskipanunum í Føroyum
og Danmark, bjóðar hervið til almenna kapping um at gerða
eitt búmerki til felagið.
Vinnarin av kappingini fær 1.000 kr.
Møgulig uppskot skulu verða LFU, postsmoga 2007, 3800
Argir, í hendi í seinasta lagi 1. juli.
-